Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit halda okkum nær til Jehova

Vit halda okkum nær til Jehova

131

Vit halda okkum nær til Jehova

(Josva 23:8)

1. Jehova er Gud vár, sum hann er eingin annar,

tí tæna vit trúgv, líta á, hann hjartað kannar.

Í ’guddómum fólkanna’ eingin dugur var,

bert sannleikans Gud gevur holla vón og svar,

tí vilja vit liva Jehova Gudi nær.

2. Tað, Gud hevur talað, hvørt lyfti, ið er givið,

fær frama til fulnar, um tað er eingin ivi.

Í Ríkinum beinir hann burtur sorg og neyð,

ger enda á kríggi; tó vil hann verja tey,

ið fylgja tí leið, sum í orðinum hann beyð.

3. Jehova vil okkum í vinaskaran telja,

tá vit læra sannleikan og hitt rætta velja.

Tí kanna vit orð Guds á degi og á nátt,

har læra vit skyna ímillum ilt og gott

og tilbiðja Gud vár, ið eigur allan mátt.