Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit lovprísa fegin Jehova

Vit lovprísa fegin Jehova

75

Vit lovprísa fegin Jehova

(Sálmur 63:5)

1. Vit syngja lov og takk til Gud,

lata upp munnin av gleði.

Ein góður, gávuríkur Gud

hjálpir og gevur tær megi.

So hjartans glað og ekkafrí

hevja vit røddir og syngja

um friðin, Gud leiddi okkum inn í.

Nú einki kann longur tyngja.

2. Tann góði Gud, sum sonin læt,

opnaði vegin til lívið,

gav vón um heilsubót aftrat.

Komið, í lovsongin trívið!

At aftur koma Gudi nær,

hetta kann sinnini yngja.

Ja, kærleikin logar, Faðirin sær,

at fegin um hann vit syngja.

3. Jehova síggja vit í dýrd,

kenna hin Veldiga, Sterka,

tí verða vit av honum stýrd,

treystliga eggjað til verka.

Í veingjaskugga hans vit nívd

verjuna funnu í vanda.

Tá kærleikin fær í hjartanum lívd,

vit syngja av fegnum anda.