Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit mugu bíða eftir Jehova

Vit mugu bíða eftir Jehova

179

Vit mugu bíða eftir Jehova

(Rómbrævið 8:19)

1. Av Jehova kærleika fær í himli tryggan stað

’lítla fylgið’, tey, ið glað vænta dýrd við Krist ein dag.

Ja, komi tað Ríki og aldri tað víki!

Skjótt hann lønar øllum teim, sum boða Ríkið nú,

sum boða Ríkið nú.

2. Hoyrið, hirðin kallar blítt á tann ’stóra flokk’, tú sær

hesum ’lítla fylgi’ nær: ’Komið, fáið frið frá mær!’

Sum tíðin nú treingist, gerst vond, teimum leingist

eftir ríki Guds, sum fær gleði og frið við sær,

gleði og frið við sær.

3. Gud gav sjálvur lyfti um nýggjan himmal, nýggja verð;

og tann skipan í sær ber, lóg og rættur ræður her.

Vit kunnleika søkja og vónina økja.

Tí Jehova greiðir alt, vit líta trygg á hann,

vit líta trygg á hann.