Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit mugu eiga trúnna

Vit mugu eiga trúnna

144

Vit mugu eiga trúnna

(Hebrearabrævið 10:39)

1. Profetar frá Harranum boðaðu frá

og kunngjørdu greitt, hvat í orðinum lá.

At enda Guds sonur kom himlinum av

við boðum um frelsu, sum Faðirin gav.

(Niðurlag)

2. Nú varð okkum eisini áløgd tann treyt

við dirvi at fylgja tí slóð Kristus breyt.

So ber teg ei undan, men hugreystur far;

Jehova skal ríkliga samsýna tær.

(Niðurlag)

3. Vit berast ei undan til glatan og deyð,

men ganga tey ørindi, Gud okkum beyð.

Ei fíggindar orka at forða við makt,

tí verndargarð Gud hevur um okkum lagt.

(NIÐURLAG)

Tú mást hava trúgv, ið er sádd við sannleiksfræ,

so tú koma kanst gjøgnum Harmageddonslag.

Sýn tí trúgv við gerningum og treystleika,

tí tað er ávøkstur av sannleika.