Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit skulu vera heiløg

Vit skulu vera heiløg

54

Vit skulu vera heiløg

(1 Pætur 1:15, 16)

1. Gud vil, at vit hava heilaga framferð,

tí var tað, Kristus gav bót fyri synd.

Eyðmjúkum hjørtum Gud gevur viðgerð,

skapar tey heilt eftir sínari mynd.

2. Kristus fekk samlað eitt fólk, ið skal vitna,

heilaga tjóð, sum nú prædikar nýtt.

Samband við Harran aldri má slitna,

vígd honum siga vit: Lívið er títt!

3. Gud letur varliga glæmuna økjast,

ljósið, ið avdúkar heila hans ráð.

Vitigir alsamt frameftir søkja!

Hví leita eyguni afturum tá?

4. Lívið er heilagt, halt leið tína reina,

brúka tær gávur, sum Skaparin gav.

Lovsyng Jehova, tæn honum eina;

dýrkarum Guds heilagleiki er krav.