Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit takka, Jehova!

Vit takka, Jehova!

212

Vit takka, Jehova!

(1 Tessalonikabræv 5:18)

1. Vit takka, Jehova, á degi sum nátt,

at sannleikin bjarti gav vón og mátt.

Vit takka, at bønin oss uggandi bar

í áliti, Faðir, at nærkast tær.

2. Vit takka, Jehova, at tú sendi troyst,

vit eru við Kristi frá syndum loyst.

Vit takka, tú okkum vilt beina á veg.

’Lat vilja tín verða,’ vit biðja teg.

3. Vit takka, Jehova, her einleiki býr.

Har andi tín ræður, burt myrkur flýr.

Vit takka og syngja tær yndisligt lag,

tú leiðir oss, Gud vár, á friðar stað.

4. Vit takka, Jehova, tú skapar alt nýtt;

ein heim uttan óndskap, eitt Eden frítt!

Vit takka, at vit mega bera út prís

um navn títt, at sannleikans glæma rís.