Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vitni hins sanna Guds

Vitni hins sanna Guds

113

Vitni hins sanna Guds

(Esaias 43:10-12)

1. Teir, ið dýrka træ og stein,

vita teir, at Gud er ein,

markleyst er hans veldi, verk hans uttan mein?

Aðrir gudar kenna ei

framtíð ella fortíð, nei,

aldri eitt vitni hava teir havt,

einki ið prógvar gudakraft.

(Niðurlag)

2. ’Vitni míni, óttist ei

gudamynd um stór og vreið.

Eina eg, Jehova, kenni tíð og leið,

boðaði og frelsti við,

eingin gud er mær við lið!

Kunngerið navn mítt foldini á,

roynist sum vitni trúgv og kná.’

(Niðurlag)

3. Dýrd og prís Jehova fær,

tá vit boða fjart og nær.

Fíggindar tó harmir kenna orðið slær.

Men Jehova goymir ei

vreiði, um teir broyta leið.

Gudsorðið gleðir hjartað og ber

lívsæla vón um friðarverð.

(NIÐURLAG)

Vitni Guds, hins sanna, øll,

farið fús um fjørð og fjøll!

Kunngerið tað, ið Gud hevur sagt,

tí at hans orð eigur makt.