Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Zion hevur orsøk til gleði

Zion hevur orsøk til gleði

83

Zion hevur orsøk til gleði

(Esaias 66:8)

1. Alt eftir einum degi til sjóndar kom ein tjóð,

eitt fólk sum Gud vælsignar, tey eru honum góð.

Slíkt kennir eingin annar, hvør hevur tílíkt frætt?

Tað frøir einglaherar og alla Zions ætt.

(Niðurlag)

2. Sum frammanundan frásagt bleiv nýggja tjóðin fødd.

Jehova hevði talað, men brúkt Esaia rødd.

Á Zionsfjalli syngur eitt hjartansfegið kór,

tey vitna við Guds orði: Hans umsorgan er stór!

(Niðurlag)

3. Gud skakar allar tjóðir, hann sorar tær í grús,

men sankar teirra eyð fyrst og bjargar hann í hús.

Á Zionsfjalli verða øll goymd í kærleika,

tey síggja Gud Jehova í mætum stórleika.

(NIÐURLAG)

Tak undir, syng við Zions børnum takk!

Ja, prísið Gud, í kærleika hann rakk

at seta tey sum vitni um sítt navn.

Hvat borgar, at Guds orð er satt? Guds navn! (navn)