Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ævigt lív ikki bert ein dreymur

Ævigt lív ikki bert ein dreymur

Kapittul 1

Ævigt lív ikki bert ein dreymur

1, 2. Hví kann tað vera torført at trúgva at menniskju kunnu liva æviga í lukku á jørðini?

UM TAÐ so bert er fyri eina styttri tíð tykist tað ógjørligt at gerast lukkuligur á jørðini. Sjúka, svongd, elli og brotsverk — fyri bert at nevna nakrar fáar av teimum mongu trupulleikunum — gera alt ov ofta tilveruna dapra. So at tosa um ævigt lív í einum páradísi á jørðini, fert tú kanska at siga, er at lata eyguni aftur fyri veruleikanum. Tú heldur kanska tað er burturspilt at tosa um tað — at ævigt lív ikki er annað enn ein ynskidreymur.

2 Tey flestu fara ivaleyst at geva tær rætt. Hvussu kunnu vit tá vera so vís í at ævigt lív í einum páradísi á jørðini er møguligt? Hvussu kunnu vit trúgva at ævigt lív er annað og meira enn ein ynskidreymur?

HVÍ VIT KUNNU TRÚGVA TÍ

3. Hvussu vita vit at Gud ynskir at menniskjuni skulu liva í lukku á jørðini?

3 Vit kunnu trúgva tí, tí hin alvaldi Gud hevur skapað jørðina við øllum ið skal til fyri at øll okkara ynski kunnu verða nøktað; ja, hann hevur skapað jørðina sum eitt fullkomið heim til okkara! Og hann hevur skapað menniskjuni júst sum tey eiga at vera fyri at kunna njóta lívið í hesum jørðiska heimi — og tað um ævir. — Sálmur 115:16.

4. Hvør tilgongd í mannalikaminum bendir á at vit eru skapað til at liva æviga?

4 Vísindamenn hava leingi vitað at menniskjalikamið er ført fyri at endurnýggja seg. Í okkara likami hendir tað undranarverda at kyknurnar eftir tørvi verða antin umbýttar ella umvældar. Og henda sjálvendurnýggingin tykist at vera ætlað til at halda áfram í óendaligar tíðir. Men av orsøkum sum vísindi ikki kunnu greiða frá, heldur hon so líðandi uppat. Vísindamenn skilja enn ikki til fulnar hví menniskju eldast. Teir siga, at menniskju, undir teimum røttu liviumstøðunum, áttu at kunnað livað um ævir. — Sálmur 139:14.

5. Hvat sigur Bíblian um Guds ætlan við jørðini?

5 Men er Guds ætlan tann, at menniskju skulu liva æviga í lukku á jørðini? Um so er, er ævigt lív ikki bert ein ynskidreymur — tá er tað ein trygg vón! Hvat sigur Bíblian, bókin ið greiðir frá Guds ætlanum, um hetta? Hon sigur at Gud „myndaði, tilbúði og grundfesti jørðina“, og hon leggur aftrat at hann „skapaði hana ikki sum oyði, men gjørdi hana til bústaðar“. — Jesaja 45:18.

6. (a) Hvussu eru viðurskiftini á jørðini í dag? (b) Er tað soleiðis Gud ynskir tað skal vera?

6 Vilt tú halda at jørðin nú er tann bústaðurin Gud hevði í huga? Tað er satt at menniskju nú liva næstan allastaðni á jørðini. Men liva tey lukkuliga sameind sum ein familja, soleiðis sum Skaparin hevði ætlað tað? Heimurin í dag er sundurpettaður. Vit síggja hatur, brotsverk og kríggj víða hvar. Milliónir av menniskjum svølta og verða rakt av sjúku. Onnur stríðast dagliga við íbúðartrupulleikar, arbeiðsloysi og hækkandi livikostnað. Og einki av hesum er til æru fyri Gud. Tað er týðiligt at jørðin ikki er bústaður á tann hátt hin alvaldi Gud upprunaliga hevði í huga.

7. Hvat var Guds ætlan við jørðini tá hann skapaði tað fyrsta menniskjaparið?

7 Tá Gud hevði skapað tey fyrstu menniskjuni, setti hann tey í eitt páradís á jørðini. Hann vildi at tey skuldu gleða seg um lívið á jørðini um ævir. Tað var hansara ætlan at tey skuldu fáa páradísið at breiða seg út um alla jørðina. Tað sæst av boðunum hann gav teimum: „Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum.“ (1 Mósebók 1:28) Ja, tað var Guds ætlan at øll jørðin so við og við skuldi leggjast undir eina rættvísa mannaætt sum livdi sameind í friði og lukku.

8. Hví kunnu vit vera vís í at Guds ætlan við jørðini ikki er broytt, hóast tað fyrsta menniskjaparið breyt Guds lóg?

8 At tað fyrsta menniskjaparið breyt Guds lóg og tí ikki var verdugt at liva um ævir, broytti ikki Guds ætlan. Tað hann upprunaliga hevði avrátt skuldi fremjast. (Jesaja 55:11) Bíblian lovar at „rættvísir fáa landið at arva og eiga har búgv alla tíð“. (Sálmur 37:29) Hon sigur í fleiri støðum hvussu Gud fer at geva menniskjum ið tæna honum, ævigt lív. — Jóhannes 3:14-16, 36; Jesaja 25:8; Opinberingin 21:3, 4.

VIT YNSKJA AT LIVA — HVAR?

9. (a) Hvat ynskja folk vanliga? (b) Hvat merkir tað at Gud hevur ’lagt ævina í hjørtu okkara’?

9 Vit kunnu gleðast um at tað er Guds ætlan at vit skulu liva æviga. Hugsa tær um tú sjálvur skuldi ásett tín deyðadag. Hvønn dag hevði tú valt? Hevði tað ikki verið torført? Jú, tí tú ynskir ikki at doyggja; tað ger einki rættsiktað menniskja, um tað bert hevur toluliga góða heilsu. Gud hevur skapað okkum við ynskinum um at liva, ikki um at doyggja. Bíblian sigur um Guds gávu til menniskjuni: „Eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra.“ (Prædikarin 3:11) Tað merkir at vit vanliga ynskja at liva víðari ævinliga, uttan at doyggja. Drivin av hesum ynskinum hava menniskju í óminniligar tíðir tráað eftir ævigum ungdómi.

10. (a) Hvar er tað natúrligt at menniskjað ynskir at liva? (b) Hví kunnu vit líta á at Gud fer at gera tað møguligt fyri okkum at liva æviga á jørðini?

10 Hvar munnu tey flestu ynskja at liva eitt ævigt lív? Vanliga har sum tey eru von at liva, á jørðini. Menniskjað er skapað til jørðina, og jørðin til menniskjað. (1 Mósebók 2:8, 9, 15) Bíblian sigur at Gud „jørðina festi á grundarlagi sínum, hon um aldur og ævir ei vikast“. (Sálmur 104:5) Av tí at jørðin er skapað til at standa um ævir, skuldu menniskjuni eisini liva á henni ævinliga. Tað er sjálvsagt at ein góður Gud ikki hevði skapað menniskjuni við einum ynski um at liva æviga, uttan at geva teimum møguleika fyri at síggja tað ganga út! — 1 Jóhannes 4:8; Sálmur 133:3.

LÍVIÐ SUM VIT KUNDU YNSKT OKKUM TAÐ

11. Hvat sigur Bíblian sum vísir at menniskju kunnu fáa ævigt lív við fullkomnari heilsu?

11 Hygg nú at tí fylgjandi síðuni. Hvussu liva tey menniskjuni tú sært her? Hevði tær dámað at verið eitt teirra? Sjálvandi, sigur tú. Tey strála jú av ungdómi og góðari heilsu. Ein skuldi ikki trúð at tey longu høvdu livað í fleiri túsund ár. Men tað hava tey. Bíblian sigur at gomul yngjast aftur, at sjúk gerast frísk, og at hølt, blind, deyv og málleys sleppa undan sínum brekum. Tá Jesus Kristus var á jørðini grøddi hann á undurfullan hátt nógvar sjúkur. Á tann hátt vísti hann at øll sum koma at uppliva ta frálíku tíðina sum nú er nær, fáa eina fullkomna heilsu. — Job 33:25; Jesaja 33:24; 35:5, 6; Matteus 15:30, 31.

12. Sig frá tí tú sært á hesum myndunum.

12 Hygg hvussu vakurt hesi menniskjuni búgva. Sum Jesus lovaði, er tað veruliga eitt páradís, ein vakur urtagarður sum tann tey fyrstu menniskjuni mistu vegna ólýdni. (Lukas 23:43) Sært tú friðin og samljóðið ið ræður har? Menniskju av øllum ættarsløgum — svørt, hvít og gul — liva saman sum ein stór familja. Um tað so eru dýrini, eru tey friðarlig. Hygg smábarnið ið spælir við leyvuna. Ongum nýtist at ræðast, tí Skaparin hevur sagt: „Tá skal úlvurin búgva hjá lambinum og pantarin liggja í felagi við geitarlambinum, kálvar, ungljón og alidjór ganga saman, og ein smádrongur skal gæta tey. . . . ljónið skal eta hoyggj eins og neyt. Bróstabarnið skal spæla við holuna hjá høggorminum.“ — Jesaja 11:6-9.

13. Hvat verður burtur tá Guds ætlan er framd?

13 Í tí páradísinum Gud fer at geva menniskjunum, fáa tey alla møguliga grund til at gerast lukkulig. Jørðin fer at bera ríkiligar nøgdir av góðari føði. Ongantíð aftur skal nakar svølta. (Sálmur 72:16; 67:7) Kríggj, yvirgangur og lógloysi, ja eisini hatur og sjálvsøkni verða fortíðarfyribrigdi. Alt slíkt er burtur med alla! (Sálmur 46:9, 10; 37:9-11) Trýrt tú tað er møguligt?

14. Hví kunnu vit líta á at Gud fer at gera enda á líðingum?

14 Hvat hevði tú gjørt um tað var í tínum valdi at beina fyri øllum tí sum er atvoldin til líðingar á jørðini? um tú kundi syrgt fyri teimum viðurskiftum sum øll menniskju tráa eftir? Okkara góði himmalski Faðir hevur vald at gera tað, og hann vil. Hann fær okkara ynski at ganga út og nøktar allan okkara tørv, tí sagt verður um hann í Sálmi 145:16: „Tú letur upp tína hond og mettar alt, sum livir, við signing [við tí, sum tað ynskir sær, V. Danielsen].“ Men nær verður tað?

STÓRFINGIN VÆLSIGNILSI ERU NÆR

15. (a) Hvat merkir heimsins endi fyri jørðina? (b) Hvat merkir hann fyri tey óndu? (c) Hvat merkir hann fyri tey sum gera Guds vilja?

15 Fyri at slík viðurskifti kunnu fáast á jørðini, hevur Gud lovað at beina fyri bæði tí ónda og teimum sum eru atvoldin til tað. Samstundis verjir hann tey ið tæna honum, tí Bíblian sigur: „Og heimurin fer til grundar og lyst hansara; men tann, sum ger Guðs vilja, verður um allar ævir.“ (1 Jóhannes 2:17) Ein stór broyting! At heimurin fer til grundar merkir ikki at jørðin fer til grundar. Eins og á Nóa døgum, tá øll jørðin varð floymd yvir av vatni, eru tað bert tey óndu og teirra liviháttur ið fara til grundar. Men tey ið tæna Gudi verða verandi á lívi, og tey sleppa at liva á einari reinsaðari jørð har eingin longur fer at skaða og kúga tey. — Matteus 24:3, 37-39; Orðtøkini 2:21, 22.

16. Hvørjum hendingum skuldu ’teir síðstu dagarnir’ verða merktir av?

16 Nú sigur onkur kanska: ’Men viðurskiftini verða jú alsamt verri, ikki betri. Hvussu kann ein vera vísur í at henda stóra broytingin er nær?’ Jesus Kristus segði frammanundan frá nógvum hendingum sum lærusveinar hansara seinni í tíðini áttu at hyggja eftir, og sum skuldu verða tekin um at Gud skjótt fór at gera enda á heiminum. Hann segði at teir síðstu dagarnir fyri ta núverandi skipanina fóru at verða merktir av viðurskiftum og hendingum sum bardøgum, matvørutroti, stórum jarðskjálvtum, øktum lógloysi og vaksandi kærleiksloysi. (Matteus 24:3-12) Sum hann segði skuldu „tjóðflokkar kvíða í ráðloysi“. (Lukas 21:25) Bíblian sigur eisini: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.“ (2 Timoteus 3:1-5) Eru tað ikki júst slík viðurskifti vit hava í dag?

17. Hvat hava hugsandi menniskju sagt um viðurskiftini í dag?

17 Nógv sum granska heimsviðurskiftini siga at ein stór broyting er á veg. Blaðstjórin á Miami-tíðindablaðnum Herald (USA) hevur til dømis skrivað: „Ein og hvør ið hugsar bara toluliga skilvíst, kann leggja tær ræðuligu vanlukkurnar gjøgnum tey seinastu árini saman og síggja at heimurin stendur beint á einum søguligum marki. . . . Tað fer med alla at broyta okkara livihátt.“ Og amerikanski rithøvundurin Lewis Mumford hevur sagt: „Tað gongur afturá við siðmenningini. Tað er skilligt. . . . Tá tað fyrr í tíðini gekk afturá við einari siðmenning, var tað eitt lutfalsliga staðbundið fyribrigdi. . . . Nú, tá heimurin er tættari samanknýttur av nútímans samferðslutólum, merkir eitt afturstig fyri siðmenningina, eitt afturstig fyri alla klótuna.“

18. (a) Hvat vísa heimsviðurskiftini í okkara tíð um framtíðina? (b) Hvat kemur í staðin fyri stjórnirnar sum eru nú?

18 Ja, viðurskiftini vit hava í dag, vísa at vit nú liva um ta tíðina tá øll tann núverandi heimsskipanin skal oyðileggjast. Gud fer heilt skjótt at reinsa øll tey burtur av jørðini sum hótta við at oyðileggja hana. (Opinberingin 11:18) Hann fer at beina fyri teimum núverandi stjórnunum, so hansara egna rættvísa stjórn kann stýra allari jørðini. Tað er hesa stjórn, ella hetta ríki, Jesus lærdi lærusveinar sínar at biðja um. — Dánjal 2:44; Matteus 6:9, 10.

19. Hvat mugu vit gera um vit hava hug at liva æviga?

19 Um tú elskar lívið og hevur hug at liva æviga á jørðini undir Guds harradømi, mást tú uttan at ivast leita tær nágreiniligan kunnleika um Gud og hansara ætlanir og tey krøv hann setur. Jesus Kristus segði í einari bøn til Gud: „Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.“ (Jóhannes 17:3) Tað er sanniliga ein stór gleði at vita at vit kunnu liva æviga — at tað ikki bert er ein ynskidreymur! Men fyri at fáa hetta vælsignilsi frá Gudi mugu vit vita, at ein fíggindi er til sum roynir at forða okkum í tí.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 8, 9]

Var tað Guds ætlan at heimurin skuldi verða so vorðin?

[Heilsíðumynd á síðu 11]