Aftan á Harmageddon ein páradísisk jørð
Kapittul 19
Aftan á Harmageddon ein páradísisk jørð
1. (a) Hvat halda nógv Harmageddon vera? (b) Hvat sigur Bíblian tað er?
NÓGV HALDA „Harmageddon“ vera eitt ræðandi orð. Heimsleiðarar nýta tað ofta tá teir tosa um ein triðja heimsbardaga. Men sambært Bíbliuni er „Harmageddon“ staðið har eitt rættvíst kríggj millum Gud og tjóðirnar á jørðini fer at standa. (Opinberingin 16:14, 16) Tað er eitt kríggj sum ruddar slóð fyri einari nýggjari rættferðarskipan á jørðini.
2. (a) Hvør verður týndur í Harmageddon? (b) Hvørjum gerðum eiga vit tí klókliga at halda okkum frá?
2 Tá menniskju kríggjast beina tey bæði fyri óndum og góðum. Harmageddonkríggið fer bert at beina fyri teimum óndu. (Sálmur 92:8) Jehova Gud verður dómarin, hann beinir fyri teimum, sum við vilja nokta at gera eftir hansara rættvísu lógum. Í dag halda nógv siðloysi, drykkjuskap, lygn og svik vera í lagi. Men sambært Gudi er tílíkt skeivt. Í Harmageddon sparir hann tí ikki tey ið halda áfram við sovorðnum gerðum. (1 Korintbræv 6:9, 10; Opinberingin 21:8) Gera vit nakað sum sambært Guds lógum er ónt, er tað tí umráðandi at vit broyta okkara atburð.
3. (a) Hvat samanbar Jesus veraldar enda við? (b) Hvat verður Sátani og hansara illu andum fyri? (c) Hvussu verða viðurskiftini í tí jørðiska páradísinum, sambært skriftstøðunum á teimum fylgjandi síðunum?
3 Aftan á Harmageddon verður einki eftir av tí ónda heiminum. Bert tey ið tæna Gudi eru tá framvegis á lívi. (1 Jóhannes 2:17) Jesus Kristus samanber ta komandi oyðingina við vatnflóðina á Nóa døgum. (Matteus 24:37-39; 2 Pætur 3:5-7, 13; 2:5) Aftan á Harmageddon verður Guds ríki einasta stjórnin yvir jørðini. Sátan og hansara illu andar eru tá burtur. (Opinberingin 20:1-3) Á teimum fylgjandi síðunum kanst tú lesa um nøkur av vælsignilsunum, sum sambært Bíbliuni, verða teimum lýdnu fyri.
ØLL MENNISKJU LIVA Í FRIÐI
„Barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað . . . friðarhøvdingi. Stórt skal høvdingadømið verða, og friðurin skal ongan enda taka.“ — Jesaja 9:6, 7.
„Á døgum Hansara skal hin rættvísi blóma, og djúpur friður skal ráða, inntil mánin er ikki til longur. Frá havi til hav skal Hann ráða, frá ánni at endum jarðarinnar.“ — Sálmur 72:7, 8, V. Danielsen.
EINGI KRÍGGJ LONGUR
„Komið og síggið stórverk [Jehova], tær undurgerðir, hann innir á jørð! Hann fær kríggið at halda í, so langt jørðin gongur.“ — Sálmur 46:9, 10.
GÓÐIR BÚSTAÐIR OG GOTT ARBEIÐI TIL ØLL
„Tá munnu teir byggja hús og búgva í teimum sjálvir, . . . Ikki skulu teir byggja og aðrir búgva í tí; ikki skulu teir seta niður og aðrir eta tað, . . . sjálvir [skulu teir] hava nyttuna av handaverkum sínum. Teir skulu ikki møða seg til einkis og ikki ala børn til bráðan deyða; tí at teir eru avkom [Jehova], hinir signaðu, og hava børn síni hjá sær.“ — Jesaja 65:21-23.
BROTSGERÐIR, YVIRGANGUR OG ÓNDSKAPUR ERU IKKI MEIRA
„Illgerðarmenn skulu oyðast út . . . Um eitt lítið bil eru gudleysir ikki meira, kannar tú um teirra stað, eru teir burtur.“ — Sálmur 37:9, 10.
„Teir gudleysu munnu verða oyddir úr landinum, og teir svikaligu verða slitnir upp úr tí.“ — Orðtøkini 2:22.
ØLL JØRÐIN EITT PÁRADÍS
Jesus segði: „Tú [skalt] vera við mær í páradís.“ — Lukas 23:43.
„Rættvísir fáa landið at arva og eiga har búgv alla tíð.“ — Sálmur 37:29.
RÍKILIG DYGDARGÓD FØÐI TIL ØLL
„[Jehova] herliðanna man á hesum fjalli tilbúgva øllum tjóðum veitslu . . . við feitum krásum og gomlum, skírum víni.“ — Jesaja 25:6.
„Tá man um landið og fjallanna tindar vera nøgd av korni.“ „Landið hevur givið grøði sína, og Guð, vár Guð, vælsignar okkum.“ — Sálmur 72:16; 67:7.
4, 5. (a) Nevn nøkur fyribrigdi sum ikki verða at finna á páradísisku jørðini. (b) Hvat verða fólk før fyri at gera, nakað sum nógv ikki hava møguleika fyri í dag?
1 Mósebók 2:8; Lukas 23:43) Hugsa tær til — ongantíð aftur kríggj, yvirgangur ella brotsgerðir. Tú kanst ganga hvar sum helst á degi sum nátt, uttan at bera ótta fyri at verða álopin ella rændur. Tey óndu eru als ikki til meira. — Sálmur 37:35-38.
4 Ivaleyst hevði tær dámað at livað í hesum jørðiska páradísinum, ið verður sum garðurin tað fyrsta menniskjað, Ádam, varð skapað í. (5 Tað merkir at eingin verður kúgaður av óærligum politikarum ella pengagrommum handilsmonnum. Ei heldur verða fólk ovbyrjað av høgum skatti sum skal nýtast til hernaðarendamál. Ongantíð aftur skal nakar mangla mat ella ein góðan bústað tí hann ikki hevur ráð at gjalda. Arbeiðsloysi, prístamb og dýrtíð koma ikki fyri. Teir trupulleikarnir ið hótta eitt gott familjulív í dag, eru burtur. Øll fáa eitt hugaligt arbeiði at takast við, og tey fara at síggja og gleðast um úrslitið av tí tey gera.
6. (a) Hvat arbeiði mugu tey ið yvirliva gera? (b) Hvussu fer Gud at vælsigna tað ið verður gjørt?
6 Tað fyrsta tey ið yvirliva Harmageddon mugu gera, verður at rudda jørðina og beina fyri toftunum ið standa eftir hesi gomlu skipanini sum nú er. So sleppa tey, undir Ríkisins leiðslu, at dyrka jørðina og gera hana til ein vakran bústað fyri menniskju. Tað verður sanniliga eitt gleðiligt arbeiði! Gud fer at vælsigna alt ið verður gjørt. Hann syrgir fyri tí rætta veðurlagnum so jørðin kann dyrkast og geva ávøkst og kríatúr kunnu alast; eisini ansar hann eftir at hvørki grøðin ella kríatúrini verða rakt av sjúku ella fáa skaða á annan hátt.
7. (a) Hvat lyfti frá Gudi fer at ganga út? (b) Hvat vænta tey kristnu eftir Guds fyrijáttan?
7 Tað lyftið hin góði Skaparin gav við sálmaskaldinum skal ganga út: „Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.“ (Sálmur 145:16, V. Danielsen) Ja, alt gudóttandi menniskju ynskja sær av røttum verður fullkomiliga uppfylt. Vit duga ikki so frægt sum at hugsa okkum hvussu frálíkt lívið verður í tí jørðiska páradísinum. Tá ápostulin Pætur greiddi frá teirri skipanini Gud fór at vælsigna sítt fólk við, segði hann: „Men vit vænta eftir fyrijáttan [Guds] nýggjar himnar og eina nýggja jørð, har sum rættvísi býr.“ — 2 Pætur 3:13; Jesaja 65:17; 66:22.
8. (a) Hví nýtist okkum ikki ein nýggjan bókstaviligan himmal? (b) Hvat eru teir ’nýggju himnarnir’?
8 Hvat eru hesir ’nýggju himnar’? Talan er ikki um ein nýggjan bókstaviligan himmal. Jehova skapaði okkara bókstaviliga himmal fullkomnan, og hann boðar „hátign Guðs“. (Sálmur 8:4; 19:2, 3) Teir ’nýggju himnarnir’ sipa til eitt nýtt harradømi yvir jørðini. Teir „himnar“ sum nú eru, eru samansettir av mannastjórnum, sum skulu ganga undir í Harmageddon. (2 Pætur 3:7) Teir ’nýggju himnarnir’ sum koma í staðin, eru Guds himmalska stjórn. Kongurin í tí stjórnini er Jesus Kristus, men saman við honum skulu 144.000 av trúføstu lærusveinum hansara ráða, og á tann hátt gerast teir partur av teimum ’nýggju himnunum’. — Opinberingin 5:9, 10; 14:1, 3.
9. (a) Hvat er tann ’nýggja jørðin’? (b) Hvat er ’jørðin’ sum skal gerast til einkis?
9 Hvat er so tann ’nýggja jørðin’? Tað er ikki ein nýggj gongustjørna ella klóta. Gud skapaði gongustjørnuna Jørðina sum ein fullkomnan bústað fyri menniskjuni, og tað er hansara vilji at hon skal standa við um ævir. (Sálmur 104:5) ’Nýggja jørðin’ sipar harafturímóti til eitt nýtt mannasamfelag. Bíblian nýtir ofta orðið „jørð“ í hesi merkingini. Einastaðni sigur hon til dømis: „Øll jørðin [Tað vil siga øll menniskju] høvdu eitt mál.“ (1 Mósebók 11:1, NW) ’Jørðin’ ið verður gjørd til einkis, eru tey menniskjuni ið gera seg til part av tí óndu heimsskipanini sum nú er. (2 Pætur 3:7) ’Nýggja jørðin’ sum kemur í staðin fyri ta gomlu, verður samansett av sonnum Guds tænarum sum hava skilt seg burtur úr tí ónda mannaheiminum. — Jóhannes 17:14; 1 Jóhannes 2:17.
10. (a) Hvørji verða nú savnað saman, og hvar? (b) Sambært skriftstøðunum á teimum fylgjandi síðunum, hvat verður so framt í tí jørðiska páradísinum, sum stjórnirnar í hesum heiminum ikki megna?
10 Fólk úr øllum rasum og tjóðum sum skulu vera partar av tí ’nýggju jørðini’, verða nú savnað saman í ta kristnu samkomuna. Einleikin og friðurin teirra millum, er einki í mun til tað sum fer at fylla lívið við gleði í tí jørðiska páradísinum aftan á Harmageddon. Ja, Guds ríki fer at útinna tað sum eingin mannastjórn yvirhøvur kann gera sær vónir um. Latið okkum hyggja at nøkrum fáum av hesum vælsignilsunum á teimum fylgjandi síðunum.
ØLL MENNISKJU VERÐA SUM BRØÐUR
„Av sonnum skilji eg nú, at Guð ger ikki mannamun; men í einum og hvørjum fólki er tann, sum óttast hann og innir rættvísi, honum væl toknaður.“ — Ápostlasøgan 10:34, 35.
„Sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum . . . Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta.“ — Opinberingin 7:9, 16.
FRIÐUR MILLUM DJÓR OG MENNISKJU
„Úlvurin [skal] búgva hjá lambinum og pantarin liggja í felagi við geitarlambinum, kálvar, ungljón og alidjór ganga saman, og ein smádrongur skal gæta tey.“ — Jesaja 11:6; 65:25.
SJÚKA, ELLI OG DEYÐI HALDA UPPAT
„Tá skulu eygu hinna blindu latast upp og oyru hinna deyvu opnast, haltir lætta sær á sum hjørtur, og málleys tunga lovsyngur.“ — Jesaja 35:5, 6.
„Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:3, 4.
TEY DEYÐU VERÐA LIVANDI AFTUR
„Tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út.“ — Jóhannes 5:28, 29.
„Havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru.“ — Opinberingin 20:13.
11. Hvat oyðileggur ofta viðurskiftini hóast menn í dag eru førir fyri at skapa nakað ið líkist einum páradísi?
11 Ja, páradísið undir Guds ríki verður nógv betri enn nakað sum henda gamla skipanin hevur at bjóða! Hóast summi umráði í dag kunnu líkjast einum páradísi, eru menniskjuni ið búgva har kanska ónd og sjálvsøkin, kanska hata tey hvørt annað. Og sum frálíður verða tey sjúk, eldast og doyggja. Páradísið á jørðini aftan á Harmageddon verður meira enn bert vakrir bústaðir, urtagarðar og viðalundir.
12, 13. (a) Hvør friður kemur at ráða aftan á Harmageddon? (b) Hvat krevst fyri at hetta kann fremjast?
12 Hugsa tær. Menniskju úr øllum rasum og tjóðum skulu læra at liva saman sum ein stór familja av brøðrum og systrum. Tey elska hvørt annað av sonnum. Eingin verður óndur ella sjálvsøkin. Eingin hatar nakran orsakað av rasu ella liti ella staðnum hann kemur frá. Fordómar halda uppat. Sannur vinskapur og góð grannaviðurskifti verða millum øll ið búgva á jørðini. Ja, eisini viðvíkjandi tí andaliga verður tað eitt páradís. Hevði tær dámað at liva í einum sovorðnum páradísi undir teimum ’nýggju himnunum’?
13 Í dag verður nógv tosað um at liva saman í friði. Menn hava eisini stovnað eina samskipan ið verður nevnd „Sameindu Tjóðirnar“ fyri at fáa frið í lag. Og tó eru fólk ósamd sum ongantíð áður. Tað sum vantar, er eitt broytt hjarta hjá tí einstaka menniskjanum. Men tað er stjórnunum í hesum heiminum heilt ómøguligt at fremja eitt slíkt undur. Boðskapurin í Bíbliuni um Guds kærleika kann kortini.
14. Hvør broyting sum hendir nú, vísir at hesi páradísisku viðurskiftini verða veruleiki?
14 Hjá mongum sum læra um ta nýggju rættferðarskipanina, verður hjartað fylt við kærleika til Gud. Tað fær tey at vera góð við onnur og gera væl ímóti teimum, eins og Gud. (1 Jóhannes 4:9-11, 20) Soleiðis hendir ein stór broyting í teirra lívi. Nógv sum fyrr hava verið ónd og órein, ja sum villdjór, eru nú mild og friðarlig. Sum lýdnir seyðir verða tey savnað í tað kristna fylgið.
15. (a) Hvørjir tveir bólkar av kristnum finnast? (b) Hvørji verða teir fyrstu limirnir í tí nýggja samfelagnum á jørðini?
15 Á henda hátt er ein innsavning av ’tí lítla fylginum’, teimum 144.000 kristnu sum skulu ráða við Kristi, farin fram í meira enn 1900 ár. Bert fá eru eftir av teimum á jørðini; meginparturin ræður Lukas 12:32; Opinberingin 20:6) Men Jesus tosaði eisini um onnur kristin tá hann segði: „Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið [’lítla fylgið’]. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði.“ (Jóhannes 10:16) Nú verður ein ’stórur skari’ av hesum ’øðrum seyðunum’ innsavnaður. Tey verða teir fyrstu limirnir í tí nýggja samfelagnum á jørðini. Jehova leiðir tey trygt ígjøgnum ’miklu trongdina’ sum ger enda á tí óndu skipanini, so tey kunnu liva víðari í tí jørðiska páradísinum. — Opinberingin 7:9, 10, 13-15.
longu við Kristi í himli. (16. Greið frá undrinum sum fer at gera tað hugaligt at vera saman enntá við villdjórum.
16 Uppaftur eitt annað undur aftan á Harmageddon ger sítt til at jørðin verður eitt páradís. Vandamikil djór sum leyvur, tikarar, pantarar og bjarnir verða friðarlig. Hugsa tær hvussu deiligt tað verður at ganga í skóginum og fylgjast eina løtu við einari leyvu, og seinni kanska við einari stórari bjørn! Eingin noyðist longur at óttast fyri øðrum livandi skapningum.
17, 18. (a) Hvør orsøk til sorg og neyð verður ikki longur at finna tá jørðin er vorðin eitt páradís? (b) Hví kunnu vit vera vís í at øll fáa eina fullkomna heilsu?
17 Men uttan mun til hvussu vakurt vit búgva, hvussu vinalig og góð menniskjuni eru og hvussu friðarlig djórini eru, verður framvegis sorg og neyð um ikki sjúka, elli og deyði heldur uppat. Men hvør er mentur at geva øllum fullkomna heilsu? Stjórnirnar á jørðini hava ikki megnað at beina fyri krabbameini, hjartasjúkum og øðrum líðingum. Og hóast tað eydnaðist teimum, hevði tað ikki steðgað ellistilgongdini. Vit gjørdust framvegis gomul. Eyguni viknaðu, vøddarnir gjørdust linir, húðin rukkut, og limirnir fórust so líðandi. At enda kom deyðin.
18 Í tí jørðiska páradísinum aftan á Harmageddon fremur Gud eitt stórfingið undur ið broytir alt hetta, tí Bíblian lovar: „Og eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ (Jesaja 33:24, V. Danielsen) Tá Jesus Kristus var á jørðini vísti hann at hann var førur fyri at grøða allar sjúkur og líðingar, sum standast av syndini vit hava arvað frá Ádami. (Markus 2:1-12; Matteus 15:30, 31) Ellistilgongdin steðgar eisini undir Ríkisins harradømi. Gomul gerast enntá ung aftur. Ja, „tá yngist hann aftur í holdum, sínar ungdómsdagar fær hann aftur“. (Job 33:25) Sum tað verður frálíkt at vakna hvønn morgun og kenna seg betur til passar enn dagin frammanundan!
19. Hvat er síðsti fíggindin ið verður týndur, og hvussu fer tað at henda?
19 Tá vit á henda hátt njóta ungdómsins frískleika og eina fullkomna heilsu í tí jørðiska páradísinum, ynskja vit sjálvandi ikki at doyggja. Og tað noyðast vit heldur ikki! At endurloysingaroffrið verður okkum at gagni merkir at vit at enda fáa lut í lívsins gávu, ja fáa „ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara“. (Rómverjabrævið 6:23) Bíblian sigur at Kristus skal „vera kongur, til tess hann hevur lagt allar fíggindarnar undir føtur sínar. Síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin“. — 1 Korintbræv 15:25, 26; Jesaja 25:8.
20. Hvør fær eisini lut í tí jørðiska páradísinum, og hvussu verður hetta møguligt?
20 Eisini menniskju sum nú eru deyð, fáa lut í tí jørðiska páradísinum. Tey fáa lívið aftur! Í staðin fyri deyðsboð koma tá gleðiligar kunngerðir um hvør ið er upprisin. Sum tað verður undursamt at bjóða fedrum, møðrum, børnum og øðrum kærum vælkomnum aftur úr grøvunum! Eingi líkhús, kirkjugarðar ella gravsteinar skulu standa eftir og lýta tað jørðiska páradísið.
21. (a) Hvør fer at syrgja fyri at lógirnar og leiðbeiningarnar frá teimum ’nýggju himnunum’ verða framdar? (b) Hvussu kunnu vit vísa at vit veruliga ynskja teir ’nýggju himnarnar’ og ta ’nýggju jørðina’?
21 Hvør skal hava valdið á tí páradísisku jørðini? Allar lógir og viðtøkur koma frá teimum ’nýggju himnunum’ í erva. Men á jørðini verða trúfastir menn settir at syrgja fyri at hesar lógirnar og viðtøkurnar verða framdar. Av tí at hesir menn umboða tað himmalska ríkið á ein serligan hátt, verða teir í Bíbliuni nevndir „høvdingar“. (Jesaja 32:1, 2; Sálmur 45:17) Longu nú eru við heilaga andanum menn í tí kristnu samkomuni settir at syrgja fyri henni og leiða hennara virksemi. (Ápostlasøgan 20:28) Aftan á Harmageddon kunnu vit vera vís í at Kristus fer at syrgja fyri at teir røttu menninir verða útnevndir til at umboða ta himmalsku stjórnina, tí hann fer beinleiðis at taka lut í tí sum fyriferst á jørðini. Hvussu kunnu vit vísa at vit spent vænta Guds ’nýggju himnar’ og hansara ’nýggju jørð’? Vit kunnu leggja okkum eina við at liva eftir krøvunum ið verða galdandi fyri tey, sum liva í teirri nýggju rættvísu skipanini. — 2 Pætur 3:14.
[Lestrarspurningar]