Dómadagur og aftaná
Kapittul 21
Dómadagur og aftaná
1. Hvussu hugsa nógv sær dómadag?
HVUSSU HUGSAR tú tær dómadag? Summi hugsa sær eitt stórt hásæti, og framman fyri tí eina langa røð av menniskjum, sum eru risin upp úr grøvunum. Meðan tey so ganga fram við hásætinum verða tey hvørt sær dømd eftir gerningum tey fyrr hava gjørt, og sum standa skrivaðir í bók dómarans. Eftir sínum gerningum koma tey so antin í himmalin, ella tey verða koyrd í eitt brennandi helviti.
2. (a) Hvør hevur ásett ein dómadag? (b) Hvønn hevur hann sett til dómara?
2 Bíblian gevur okkum kortini eina heilt aðra mynd av dómadegi. Hann er ikki ein dagur vit mugu stúra fyri. Bíblian sigur nevniliga um Gud: „Hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil døma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess.“ (Ápostlasøgan 17:31) Hesin dómarin, sum Gud hevur fyriskipað, er sjálvandi Jesus Kristus.
3. (a) Hví kunnu vit vera vís í at Kristus fer at døma reiðiliga og rættvíst? (b) Hvørjum verða menniskju dømd eftir?
3 Vit kunnu vera vís í at Kristus fer at døma reiðiliga og rættvíst. Tað fáa vit vissu fyri, tá vit lesa profetaorðini í Jesaja 11:3, 4. Øvugt tí vanligu uppfatanini, fer hann tí ikki at døma menniskju eftir teimum syndunum tey fyrr hava gjørt, í mongum føri tí tey ikki vistu betur. Bíblian sigur at eitt menniskja tá tað doyr, sleppur frá ella verður fríkent frá syndum tað hevur gjørt. Hon sigur: „Tann ið er deyður er vorðin fríkendur fyri synd sína.“ (Rómverjabrævið 6:7, NW) Tað merkir at menniskju aftan á uppreisnina verða dømd eftir teimum gerningunum tey gera á dómadegi, og ikki eftir teimum gerningunum tey gjørdu áðrenn tey doyðu.
4. (a) Hvussu langur verður dómadagur? (b) Hvør skal døma saman við Kristi?
4 Dómadagur kann tí ikki vera ein bókstaviligur dagur upp á 24 1 Korintbræv 6:1-3) „Og eg sá hásæti,“ sigur bíbliuskrivarin, „og menn settust í tey, og dómsvald varð teimum givið.“ Hesir dómararnir eru trúgvu, salvaðu lærusveinar Krists ið, sum Bíblian víðari sigur, „livdu og ráddu saman við Kristi túsund ár“. Dómadagur kemur altso at vara 1000 ár. Tað er tað sama 1000-ára skeiðið Kristus og hansara 144.000 trúgvu, salvaðu lærusveinar skulu ráða sum ’nýggir himnar’ yvir einari ’nýggjari jørð’. — Opinberingin 20:4, 6; 2 Pætur 3:13.
tímar. Tað skilja vit eisini, tá vit lesa tað Bíblian sigur um tey ið skulu vera dómarar við Jesusi Kristi. (5, 6. (a) Hvussu segði eitt sálmaskald í Bíbliuni frá dómadegi? (b) Hvussu verður lívið á jørðini á dómadegi?
5 Hygg nú at hesum síðunum. Tær geva eina ábending um hvussu undursamur dómadagur verður fyri mannaættina. Sálmaskaldið í Bíbliuni skrivaði soleiðis um ta føgru tíðina: „Hagin frøist og alt, tað hann ber! Øll trø í skóginum rópi fagnaðarróp fyri ásjón [Jehova], tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma. Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkini í trúfesti síni.“ — Sálmur 96:12, 13.
6 Á dómadegi fara øll ið yvirliva Harmageddon, at arbeiða fyri at gera jørðina til eitt páradís. Í hesum páradísinum verða tey deyðu boðin vælkomin aftur. (Lukas ) Hugsa tær ta lukku ið verður, tá familjur sum deyðin hevur skilt sundur, verða sameindar aftur! Ja, sum tað verður frálíkt at liva í friði, at hava góða heilsu og fáa upplýsing um Guds ætlanir! Bíblian sigur: „Tá ið dómar tínir birtast á jørð, tá læra jarðarríkis íbúgvar rættlæti.“ ( 23:43Jesaja 26:9) Á dómadegi fara øll menniskju at læra um Jehova, og tey fáa øll høvi at lýða og tæna honum.
7. Hvussu gongst tað á dómadegi teimum ið velja at tæna Gudi, og teimum ið nokta at gera tað?
7 Tað er undir slíkum páradísiskum umstøðum Jesus Kristus og hansara 144.000 medkongar skulu døma menniskjuni. Tey sum velja at tæna Jehova kunnu fáa ævigt lív. Men hóast umstøðurnar eru so góðar sum ein kann hugsa sær, fara nøkur at nokta at tæna Gudi. Tað er sum Bíblian sigur: „Men verða órættvísir náðaðir, nema teir ikki rættvísi; í rættlætis landi fremja teir órætt.“ (Jesaja 26:10) Aftan á at slík ónd ella gudleys hava fingið fult høvi at broyta sína støðu og atburð og læra rættvísi, verða tey gjørd til einkis. Nøkur verða týnd longu áðrenn dómadagurin endar. (Jesaja 65:20, V. Danielsen) Tey sleppa ikki at verða á lívi, so tey kunnu oyðileggja ella spilla viðurskiftini á tí páradísisku jørðini.
8. Hvussu vísti Jesus at tað á dómadegi fór at falla summum torførari at fremja rættvísi enn øðrum?
8 Verður tað torførari hjá summum upprisnum at læra og fremja Matteus 10:15.
rættvísi enn hjá øðrum? Ja; tá Jesus Kristus var á jørðini segði hann at tað fór at verða so. Meginparturin av teimum Jesus og lærusveinar hansara boðaðu fyri, lurtaðu ikki eftir. Tey havnaðu Jesusi sum Messias, hóast tey høvdu hoyrt hann boða og sæð hann gera undurverk. Tá Jesus sendi sínar lærusveinar út at boða, segði hann hvussu tað skuldi gangast eini bygd sum ikki tók ímóti boðskapinum teir komu við: „Sanniliga sigi eg tykkum, tað skal gangast Sódomu- og Gómorrulandi frægari á dómadegi enn teirri bygd.“ —9, 10. (a) Hvørji órættvís skulu rísa upp á dómadegi? (b) Hví verður tað torførari hjá summum órættvísum enn hjá øðrum?
9 Við hesum orðunum vísti Jesus, at í hvussu er nakrir av teimum órættvísu íbúgvunum í fortíðar Sódomu og Gómorru skuldu verða at finna á jørðini á dómadegi. Hóast fólkini vóru ógvuliga siðleys, kunnu vit altso vænta at summi skulu rísa upp. (1 Mósebók 19:1-26) Jehova fer í síni miskunnsemi at geva teimum lívið aftur, so tey kunnu fáa høvi at læra um hansara ætlanir. Jesu orð vísa eisini at nøkur av teimum órættvísu sum hann og lærusveinarnir beinleiðis boðaðu fyri, verða hjástødd á dómadegi. Tey skulu eisini rísa upp og fáa høvi at læra meira um Guds ætlanir. Hjá hvørjum verður tað tá torførast at viðurkenna at Kristus er kongur — hjá íbúgvunum í fortíðar Sódomu, ella hjá teimum ið vístu Jesu og lærusveinanna boðan aftur?
10 Tað verður torførast hjá teimum sum persónliga vístu Jesusi frá sær. Um Kapernaum, eina bygd hann gjørdi undurverk í, segði Jesus: „Høvdu tær kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið gjørdar í Sódomu, tá hevði hon staðið til dagin í dag. Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær.“ (Matteus 11:22-24) Ja, á dómadegi verður tað torførari hjá fólkunum í Kapernaum at viðganga síni mistøk og taka ímóti Kristi og tæna honum sum kongi, enn tað verður hjá teimum ið búðu í fortíðar Sódomu at læra rættvísi.
11. Hví fáa tey ’rættvísu’ tað lættari á dómadegi enn nøkur ’órættvís’?
11 Summum „órættvísum“ ið koma fram í uppreisnini fer tað altso at falla lættari at læra Gud at kenna og tæna honum, enn øðrum Matteus 12:41, 42) Hvussu verður so vorðið við teimum ’rættvísu’ ið rísa upp — menniskjum sum Ábrahami, Ísaki, Job, Deboru, Rut, Dánjali og mongum øðrum? Áðrenn tey doyðu litu tey øll fram til komu Messiasar. Sum tey verða glað á dómadegi, tá tey fáa kunnleika um Messias og hoyra at hann stjórnar í himli! Tað verður nógv lættari hjá hesum ’rættvísu’ at fremja rættvísi til ta tíð, enn tað verður hjá nøkrum av teimum ’órættvísu’. — Ápostlasøgan 24:15.
„órættvísum“. („LÍVS“ OG „DÓMS“ UPPREISN
12. Hvør fær sambært Jóhannes 5:28-30 eina „lívs“ uppreisn, og hvør fær eina „dóms“ uppreisn?
12 Tá Jesus greiddi frá viðurskiftunum á dómadegi, segði hann: „Tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar. . . . eins og eg hoyri, soleiðis dømi eg, og dómur mín er rættvísur, tí at eg søki ikki vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.“ (Jóhannes 5:28-30) Hvat er „lívs“ uppreisn og hvat er „dóms“ uppreisn? Og hvør fær lut í teimum?
13. Hvat merkir tað at ein fær eina „lívs“ uppreisn?
13 Sum vit longu hava sæð, verða tey deyðu sum koma fram úr grøvunum, ikki dømd eftir gerningum tey fyrr hava gjørt. Tey verða dømd eftir teimum gerningunum tey gera á dómadegi. Tá Jesus tosaði um „tey, sum hava gjørt gott“ og „tey, sum hava gjørt ilt“, má hann tí hava hugsað um tað góða og illa tey fóru at gera á dómadegi. Nógv sum rísa upp koma vegna sínar góðu gerðir fram til menniskjuligan fullkomileika tá 1000-ára langi dómadagurin endar. Á henda hátt vil tað vísa seg at tey fingu eina „lívs“ uppreisn, tí tey koma fram til eitt syndaleyst, fullkomið lív.
14. Hvat merkir tað at ein fær eina „dóms“ uppreisn?
14 Men hvussu verður so við ’teimum sum gera tað ið er ilt’ á dómadegi? Teirra uppreisn frá deyðanum vísir seg at verða ein „dóms“ uppreisn. Tað merkir at tey verða fordømd, dømd til deyðan. Tey verða týnd, antin á sjalvum dómadegi ella tá hann endar. Orsøkin er at tey gera ilt; tey nokta stívrend at læra og fremja rættvísi.
NÆR DÓMADAGURIN BYRJAR
15. Hvat hendir beint framman undan dómadegi?
15 Í eini sjón sá ápostulin Jóhannes tað sum skuldi henda beint framman undan dómadegi. Hann skrivaði: „Og eg sá stórt, hvítt hásæti og tann, sum í tí sat; fyri ásjón hansara hvarv jørðin og himmalin . . . Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum . . . og hinir deyðu vórðu dømdir.“ (Opinberingin 20:11, 12) Áðrenn dómadagurin verður, skal heimsskipanin sum nú er, ella „jørðin og himmalin“, altso hvørva. Bert tey ið tæna Gudi verða verandi á lívi, meðan øll tey óndu verða týnd í Harmageddon. — 1 Jóhannes 2:17.
16. (a) Hvørji onnur enn tey deyðu verða dømd á dómadegi? (b) Hvørjum verða tey dømd eftir?
16 Tí verða ikki bert tey „deyðu“, tey sum rísa upp úr grøvunum, dømd á dómadegi. Tey „livandi“, tey sum koma undan Harmageddon við lívinum og børnini sum tey kanska fáa, verða eisini dømd. (2 Timoteus 4:1) Í síni sjón sá Jóhannes eisini hvussu dómurin fer fram. „Bøkur vórðu latnar upp,“ skrivaði hann. „Og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra. Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum.“ — Opinberingin 20:12, 13.
17. Hvat eru tað fyri „bøkur“ sum tey „livandi“ og tey „deyðu“ verða dømd eftir?
17 Hvat eru tað fyri „bøkur“ ið verða latnar upp og sum bæði tey „deyðu“ og tey „livandi“ verða dømd eftir? Tað eru helst „bøkur“ ið verða lagdar aftrat Bíbliuni vit hava í dag, innblástar bøkur við lógum og leiðbeiningum frá Jehova. Øll á jørðini kunnu læra at kenna Guds vilja, tá tey lesa tær. Og eftir lógunum og leiðbeiningunum í hesum ’bókunum’, verða so øll á jørðini dømd. Tey ið gera eftir tí sum har stendur skrivað, fáa gagn av endurloysingaroffrinum Kristus gav, og koma sum frálíður fram til menniskjuligan fullkomileika.
18. (a) Hvussu verður støðan tá dómadagurin endar? (b) Á hvønn hátt verða tey „deyðu“ livandi tá tey 1000 árini enda?
18 Tá hin 1000-ára langi dómadagurin nærkast endanum er eingin Opinberingin 20:5, V. Danielsen) At „hini av teimum deyðu“ tástani verða livandi, vil ikki siga at ein leivd rísur upp tá tann 1000-ára langi dómadagurin nærkast endanum. Nei, tað merkir at øll verða livandi á tann hátt, at tey at enda koma fram til menniskjuligan fullkomileika. Tey vera tá í somu fullkomnu støðu sum Ádam og Eva í Edens urtagarði. Hvat hendir so?
á jørðini í eini doyggjandi støðu vegna synd Ádams. Øll eru nú í orðsins fullu merking livandi. Tað er tað Bíblian vísir til, tá hon sigur: „Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda.“ (AFTAN Á DÓMADAG
19. Hvat ger Kristus tá dómadagurin endar?
19 Tá Jesus hevur gjørt alt tað Gud hevur álagt honum at gera, „letur [hann] ríkið til Guð og faðirin“. Hetta hendir tá 1000-ára dómadagurin endar. Allir fíggindar eru tá týndir. Eisini hin síðsti fíggindin, deyðin sum vit arvaðu frá Ádami, er burtur. So verður Ríkið Jehova Guds ogn, og hann stjórnar tí beinleiðis sum kongur. — 1 Korintbræv 15:24-28.
20. (a) Hvussu fer Jehova at avgera hvør ið skal hava navn sítt skrivað í „lívsins bók“? (b) Hví er tað rætt at menniskjuni koma til eina endaliga roynd?
20 Hvussu fer Jehova nú at avgera hvør ið skal hava navn sítt skrivað í „lívsins bók“? (Opinberingin 20:12, 15) Tað hendir á tann hátt, at mannaættin verður roynd. Minst til hvussu Ádam og Eva sviku undir einari slíkari roynd, og hvussu Job stóð royndina og ikki læt vinna á sær. Meginparturin av teimum sum liva tá tey 1000 árini enda, hava tó ongantíð fingið trúgv sína roynda. Áðrenn tey risu upp vóru tey óvitandi um ætlanir Jehova. Tey vóru ein partur av Sátans óndu heimsskipan; tey vóru ’órættvís’. Og aftan á uppreisnina hevur tað verið lætt hjá teimum at tæna Jehova, tí tey hava livað í einum páradísi uttan mótstøðu frá Djevlinum. Men fara hesar milliardirnar av menniskjum, sum nú eru fullkomin, framvegis at tæna Jehova um Sátan sleppur at royna at forða teimum í tí? Kann Sátan fáa tey at gera tað sama sum hin fullkomni Ádam og Eva?
21. (a) Hvussu syrgir Jehova fyri at menniskjuni verða roynd? (b) Hvat hendir teimum ymisku pørtunum tá royndin er av?
Opinberingin 20:7-10, 15) Men tey ið hava fingið navn sítt skrivað í „lívsins bók“ sleppa at verða búgvandi á jørðini í tí frálíka páradísinum. At navn teirra verður skrivað í „lívsins bók“ merkir at Jehova dømir tey fullkomiliga rættvís í hjarta, sinni og likami, og sostatt verdug at liva um ævir í tí jørðiska páradísinum.
21 Fyri at fáa greiði á hesum spurningunum sleppir Jehova nú Sátani og hansara illu andum leysum úr avgrundini, sum teir hava verið í í 1000 ár. Við hvørjum úrsliti? Bíblian vísir at tað fer at eydnast Sátani at venda nøkrum burtur frá at tæna Jehova. Tey skulu vera sum „havsins sandur“, tað vil siga at talið á teimum ikki er ásett nærri. Aftan á hesa royndina verða Sátan og hansara illu andar, og tey sum ikki hava staðið royndina, kastað í tann ímyndarliga eldsjógvin, sum er annar deyðin, ævig týning. (NÚVERANDI DÓMADAGURIN
22. Hvat mugu vit yvirliva nú, um vit skulu uppliva dómadag og ta síðstu royndina fyri menniskjuni?
22 Á henda hátt gevur Bíblian okkum upplýsingar um hendingar ið røkka meira enn 1000 ár fram í tíðina. Og hon vísir at okkum ikki nýtist at óttast tað sum skal henda. Men spurningurin er: Verður tú har, so tú kanst fáa lut í øllum tí góða Jehova hevur ætlað sínum tænarum? Tað veldst um hvørt tú yvirlivir ein dómadag ið kemur áðrenn, nevniliga „tann dag, tá ið gudleys menniskju skulu verða dømd og týnd“, og hann er nú. — 2 Pætur 3:7.
23. (a) Í hvørjar tveir skarar verða fólk nú býtt upp? (b) Hvat hendir skarunum hvørjum sær, og hví?
23 Ja, síðan Kristus kom aftur og setti seg í sítt himmalska hásæti, hava menniskju staðið til dóms. Hesin dómadagurin, sum er nú, er áðrenn tann 1000-ára langa dómadagin. Fólk verða í hesum dóminum býtt í tveir skarar; í ’geitir’, vinstrumegin Krist, og ’seyðir’, høgrumegin. Beint verður fyri ’geitunum’ tí tær ikki hjálpa salvaðu „brøðrum“ Krists í tænastuni fyri Gud. Sum frálíður vísir tað seg at ’geitirnar’ eru syndarar ið ikki standa til bata, ónd menniskju sum eru forherðað í síni órættvísi. ’Seyðirnir’ verða harafturímóti vælsignaðir við lívi undir Ríkisins harradømi, tí teir stuðla „brøðrum“ Krists á ein og hvønn hátt. — Matteus 25:31-46.
[Lestrarspurningar]
[Myndir á síðu 178]
Hjá hvørjum verður tað torførast á dómadegi?
Hjá fólki ið hoyrdi Jesus?
Ella hjá teimum ið vórðu týnd í Sódomu og Gómorru?