Ein fíggindi av ævigum lívi
Kapittul 2
Ein fíggindi av ævigum lívi
1. Hvørjar spurningar seta vit, við tí stóra tørvinum á friði og lukku í huga?
NÆSTAN ØLL ynskja at vera lukkulig. Hvussu ber tað so til at nógv eru ólukkulig? Hvat er galið? Hvat er orsøkin til at tjóðir kríggjast og at fólk hata hvørt annað, tá tey flestu hóast alt ynskja frið og semju? Munnu fólk verða stýrd av einari ósjónligari kraft sum noyðir tey at gera tað ið er ónt? Kundi tað hugsast at tjóðirnar verða stýrdar av einum hægri ósjónligum valdi?
2. Hvørjar illgerðir í søguni hava fingið nógv at hugsa um, hvørt menniskjuni munnu verða stýrd av einari óndari, ósjónligari makt?
2 Nógv hava havt slíkar hugsanir tá tey hava eygleitt tær óhugnaligu illgerðirnar menniskjuni hava framt — eitt nú nýtsluna av ræðuligum evnafrøðiligum stríðsvápnum, eiturgass ið kvalir síni offur ella etur seg inn í tey til tey doyggja, fyri ikki at tosa um flammukastarar, napalmbumbur og kjarnorkubumbur. Hugsa eisini um fangalegurnar og hópdrápini av milliónum av hjálparleysum menniskjum, til dømis í Kampuchea tey seinnu árini. Er tað bara av tilvild at alt hetta hendir nú? Tað er satt at menniskju sjálv kunnu finna upp á nógv ónt, men tá vit hugsa um hvussu ræðuligar teirra grimdargerðir eru, tykist tað so ikki eins og tey eru ávirkað av einari óndari makt í tí ósjónliga?
3. Hvat sigur Bíblian um harradømið í heiminum?
3 Okkum nýtist ikki at gita. Bíblian vísir greitt at ein slík ónd makt er til, ein ósjónlig, vitug vera sum hevur vald bæði á menniskjum og tjóðum. Jesus Kristus nevnir hesa makt ’høvdingan í hesum heimi’. (Jóhannes 12:31; 14:30; 16:11) Hvør er hann?
4. Hvat sýndi Djevulin Jesusi, og hvat bjóðaði hann honum?
4 Fyri at fáa skil á hvør hann er, kunnu vit fara aftur til tað ið hendi tá Jesus byrjaði sína tænastu her á jørðini. Bíblian sigur at Jesus aftan á at hann var doyptur fór út í oyðimørkina; har varð hann freistaður Matteus 4:8, 9.
av einum ósjónligum skapningi ið verður nevndur Sátan Djevulin. Soleiðis verður greitt frá einari av freistingunum: „Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: ’Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.’“ —5. (a) Hvussu vita vit um allar heimsins stjórnir veruliga hoyra Djevlinum til? (b) Hvør er sambært Bíbliuni „gudurin yvir hesum heimi“?
5 Minst til hvat Djevulin her bjóðaði Jesusi Kristi. Hann bjóðaði honum „øll ríki heimsins“. Átti Djevulin meðni øll ríki heimsins og stjórnir teirra? Ja, annars kundi hann ikki havt bjóðað Jesusi tey. Jesus noktaði ikki fyri at Sátan átti tey, tað hevði hann óivað gjørt um grund hevði verið fyri tí. Sátan er við øðrum 1 Jóhannes 5:19) Guds orð nevnir enntá Sátan ’gudin yvir hesum heimi’. — 2 Korintbræv 4:4.
orðum ósjónligi stjórnari alra tjóða! Bíblian sigur bart út: „Allur heimurin liggur í hinum illa.“ (6. (a) Hvat hjálpir henda frágreiðingin um Sátans harradømi okkum at skilja? (b) Hvat vil Sátan gera við okkum, og hvat mugu vit tí gera?
6 Hetta hjálpir okkum at skilja hví Jesus segði: „Ríki mítt er ikki av hesum heimi.“ (Jóhannes 18:36) Tað hjálpir okkum eisini at skilja hví tjóðirnar hata hvør aðra og royna hvør at beina fyri aðrari hóast øll vanlig menniskju ynskja at liva í friði. Ja, „Sátan . . . villleiðir allan mannaheimin“. (Opinberingin 12:9) Hann ynskir eisini at villleiða okkum. Hann ynskir ikki at vit skulu fáa tað æviga lívið sum gávu frá Gudi. Vit mugu tí stríðast, so vit ikki verða ávirkað av honum til at gera ilt. (Efesusbrævið 6:12) Fyri at kunna standa ímóti tá Sátan roynir at villleiða okkum, mugu vit vita hvør hann er og kenna hansara lokabrøgd.
HVØR DJEVULIN ER
7. Hví kunnu vit ikki síggja Djevulin?
7 Sátan Djevulin er ikki bert, soleiðis sum summi halda, tað ónda í menniskjanum. Hann er ein veruligur persónur. Men eins og vit ikki kunnu síggja Gud, kunnu vit heldur ikki síggja Djevulin. Bæði Gud og Djevulin eru andar, verur sum liva á einum hægri stigi enn menniskjuni og sum eru ósjónligar fyri okkum. — Jóhannes 4:24.
8. Hví halda nógv at Gud hevur skapað Djevulin?
8 ’Men um Gud er kærleiki,’ spyr onkur kanska, ’hví skapaði hann so Djevulin?’ (1 Jóhannes 4:8) Veruleikin er tann, at Gud ikki skapaði Djevulin. ’Men um Gud hevur skapað alt,’ siga summi, ’so má hann eisini hava skapað Djevulin. Hvør kann annars hava gjørt tað? Hvaðani er Djevulin komin?’
9. (a) Hvat slag av skapningum eru einglarnir? (b) Hvat merkja orðini „djevul“ og „sátan“?
9 Bíblian greiðir frá at Gud skapaði nógvar andar í tí ósjónliga heiminum. Hesir andar nevnast í Bíbliuni einglar. Teir nevnast einsini „synir Guðs“. (Job 38:7; Sálmur 104:4, NW; Hebrearabrævið 1:7, 13, 14) Gud skapaði teir allar fulkomnar. Eingin teirra var ein djevul ella sátan. Orðið „djevul“ merkir útspillari, og orðið „sátan“ merkir mótstøðumaður.
10. (a) Hvussu er Sátan Djevulin vorðin til? (b) Hvussu kann eitt gott menniskja gera seg sjálvt til ein brotsmann?
10 Men ein av hesum andunum ella gudssynunum gjørdi sum frá leið seg sjálvan til ein djevul, tað vil siga ein óreinan lygnara sum tosaði ilt um onnur. Hann gjørdi eisini seg sjálvan til ein sátan, tað vil siga Guds mótstøðumann. Hann var ikki skapaður so, men hann gjørdi seg sjálvan til tað. Hetta kann lýsast við einum dømi: Ein tjóvur verður ikki føddur sum tjóvur. Hann er kanska av góðari ætt, hevur ærlig foreldur og lóglýðin systkin. Hansara egna girnd eftir tí ið kann keypast fyri pengar, kann fáa hann at stjala. Hvussu bar tað so til at ein av andasynum Guds gjørdi seg sjálvan til Sátan Djevulin?
11. (a) Hvørja ætlan hjá Gudi, visti hin uppreistrarligi eingilin um? (b) Hvat ynskti hesin eingilin, og hvat fekk hetta ynskið hann at gera?
11 Tann eingilin sum seinni gjørdist Djevulin, var hjástaddur tá Gud skapaði jørðina og tá hann seinni skapaði tað fyrsta menniskjaparið, Ádam og Evu. (Job 38:4, 7) Hann hoyrdi tí Gud siga við tey at tey skuldu seta børn í heimin. (1 Mósebók 1:27, 28) Hann visti at øll jørðin sum frá leið fór at fyllast við rættvísum menniskjum sum tilbóðu Gud. Hetta var Guds ætlan. Men hesin eingilin gjørdist so vakur og vitugur í egnum metum, at hann ynskti sjálvur at fáa ta tilbiðjan Gud fór at fáa. (Ezekiel 28:13-15; Matteus 4:10) Í staðin fyri at skúgva hetta órætta ynskið burtur, hugsaði hann alsamt um tað. At enda royndi hann at taka sær ta æru og tign sum hann tráaði eftir. Hvussu? — Jákup 1:14, 15.
12. (a) Á hvønn hátt tosaði hesin eingilin við Evu, og hvat segði hann við hana? (b) Hvussu gjørdist hann Sátan Djevulin? (c) Hvør uppfatan av Djevlinum er skeiv?
12 Tann uppreistrarligi eingilin vendi sær til ta fyrstu kvinnuna, Evu. Hann tosaði við hana gjøgnum eitt djór, ein orm, nakað sum tá ein búktalari kann fáa røddina at ljóða frá einum djóri ella einari dukku. Tá ormurin tosaði við Evu, var tað sostatt í veruleikanum hesin uppreistrarligi eingilin, hann sum í Bíbliuni verður nevndur „hin gamli ormurin“, sum talaði. (Opinberingin 12:9) Hann segði at Gud ikki hevði sagt henni sannleikan og at Gud loyndi nakað fyri henni sum hon átti at vitað. (1 Mósebók 3:1-5) Hetta var ein ónd lygn, og við at taka hana í sín munn gjørdist hann ein djevul. Á henda hátt gjørdist hann eisini mótstøðumaður Guds, ella Sátan. Vit skilja sostatt, at tað er skeivt at uppfata Djevulin sum ein lodnan skapning við hornum og hala, ein ið við trítindi í hondini ansar einum undirjørðiskum pínslustaði. Hann er harafturímóti ein veldigur, men óndur, eingil.
ORSØKIN TIL TRUPULLEIKARNAR Í HEIMINUM
13. (a) Hvussu varð Eva ávirkað av lygn Djevulsins? (b) Hvat vildi Djevulin vera við?
13 Lygn Djevulsins virkaði eftir ætlanini. Eva trúði henni og var ólýðin móti Gudi. Hon fekk eisini mann sín at bróta Guds lóg. (1 Mósebók 3:6) Djevulin vildi vera við at menniskju kundu klára seg uttan Gud, at menniskju meir enn so vóru før fyri sjálv at stýra, uttan Guds hjálp. Haraftrat segði hann seg kunna venda øllum eftirkomarum Ádams og Evu burtur frá Gudi.
14. Hví týndi Gud ikki Sátan alt fyri eitt?
14 Gud kundi sjálvandi havt týnt Sátan alt fyri eitt. Men so høvdu teir spurningarnir Sátan hevði sett fram, ikki verið svaraðir. Einglarnir, sum høvdu sæð tilgongdina, kundu kanska ivast í hvør ið hevði rætt. Gud gav tí Sátani tíð til at koma við prógvum. Við hvørjum úrsliti?
15, 16. (a) Hvat hevur tíðin síðan tá víst viðvíkjandi tí Djevulin kom fram við? (b) Hvør hending er nú nær?
15 Tíðin sum síðan er gingin hevur víst at menniskju ikki eru ment at stjórna við góðum úrsliti uttan Guds hjálp. Teirra royndir í so máta hava verið syrgiliga miseydnaðar. Fólk hava liðið nógv undir skiftandi stjórnum ið, sum Bíblian vísir, í loyndum hava verið stýrdar av Sátani. Tíðin sum Gud hevur latið ganga, hevur eisini gjørt tað greitt at Sátan ikki hevur verið førur fyri at venda øllum menniskjum burtur frá Gudi. Altíð hava nøkur livað, sum hava verið trúføst móti Guds harradømi. Vit kunnu til dømis lesa í Bíbliuni at Sátan ikki hevði eydnuna við sær, tá han royndi at fáa Job at halda uppat við at tilbiðja Gud. —16 Tað sum Djevulin kom fram við hevur altso víst seg at vera falskt. Vegna tann uppreisturin hann íbirti móti Gudi, hevur hann av røttum uppiborið at verða gjørdur til einkis. Vit kunnu gleða okkum um at vit nú eru komin til ta søguligu tíðina tá Gud fer at gera enda á Sátans harradømi. Tað fyrsta stigið fram ímóti hesum var ein týdningarmikil bardagi í himli, ein bardagi sum sjálvandi hvørki varð sæddur ella hoyrdur av menniskjum á jørðini. Les gjølla hesa frásøgnina í Bíbliuni:
17. (a) Hvussu sigur Bíblian frá bardaganum í himli? (b) Hvat hevði hesin bardagin at týða fyri tey sum eru í himlinum og tey sum búgva á jørðini?
17 „Og stríð kom í á himni: Mikael [hin upprisni Jesus Kristus] og einglar hansara stríddust móti drekanum, og drekin stríddist og einglar hansara. Og teir vóru við Opinberingin 12:7-9, 12.
undirlutan, og staður teirra varð heldur ikki longur at finna á himni. Og hin stóri drekin varð stoyttur oman, hin gamli ormurin, sum kallast djevul og Sátan, hann sum villleiðir allan mannaheimin, — hann varð stoyttur oman á jørðina, og einglar hansara vórðu stoyttir oman við honum. ’Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.’“ —18. (a) Nær var hesin bardagin í himli? (b) Hvat er hent á jørðini aftan á at Sátan er stoyttur oman?
18 Nær var hesin bardagin í himli? Vitnisburðirnir vísa á at hann var umleið samstundis sum fyrsti heimsbardagi, ið byrjaði í 1914. Sum Opinberingin greiðir frá varð Sátan tá stoyttur oman av himli, og tað merkir at vit síðan tá hava livað í ’teirri skammu tíðini’ hann hevur eftir. Vit liva við øðrum orðum á ’síðstu døgunum’ fyri heimin ið hoyrir Sátani til. Tað sæst millum annað av bardøgunum, hungursneyðini, sjúkunum, óttanum og lógloysinum vit uppliva í dag. — Matteus 24:3-12; Lukas 21:26; 2 Timoteus 3:1-5.
19. (a) Hvat roynir Sátan serliga nú? (b) Hvat eiga vit at gera?
19 Av tí at Sátan veit at hansara „skamma tíð“ skjótt endar, roynir hann meira ágrýtin enn nakrantíð at forða menniskjum at tæna Gudi. Hann ynskir at draga so nógv sum møguligt við í undirgangin. Tað er ikki uttan orsøk at Bíblian lýsir hann sum eina ýlandi leyvu ið leitar eftir tí hon kann gloypa. (1 Pætur 5:8, 9) Um vit ikki ynskja at verða lumpað av honum, mugu vit læra hvussu hann søkir at okkum og hvussu hann roynir at villleiða okkum. — 2 Korintbræv 2:11.
HVUSSU SÁTAN VILLLEIÐIR MENNISKJU
20. (a) Hvussu væleydnað hava álop Sátans verið? (b) Hví mugu vit rokna við at hansara ráðagerðir ofta fara at tykjast meinaleysar, kanska enntá góðar og gagnligar?
20 Trúgv ikki at Sátans gerðir altíð eru týðiligar. Hann er sannur meistari í svikaráðum. Hansara atferð upp gjøgnum søguna hevur verið so lúnsk at nógv í dag enn ikki trúgva at hann er til. Teimum tykist óndskapurin bert ein vanlig støða ið vil vara altíð. Sátan ber seg at nakað sum bakmenninir í brotsmannaheiminum. Teir verða roknaðir fyri at vera hampiligir borgarar, men í loyndum fremja teir tey grovastu lógarbrotini. Bíblian sigur: „Sjálvur Sátan tekur á seg 2 Korintbræv 11:14) Vit mugu tí rokna við at tað sum hann ger fyri at villleiða okkum, ofta tykist heilt meinaleyst, ella enntá gagnligt.
mynd sum ein ljóseingil.“ (21. Nevn nakað sum Sátan hevur nýtt.
21 Minst til hvussu Sátan bar seg at móti Evu. Hann lætst at vera vinur hennara, og so lokkaði hann hana at gera nakað sum hon helt fór at verða til hennara egna besta. (1 Mósebók 3:4-6) Tað er tað sama í dag. Gjøgnum sínar hjálparar á jørðini eggjar Sátan sniðfundiga fólki til at seta áhugamál hjá jørðiskum stjórnum hægri enn tænastuna fyri Gud. Hetta hevur havt við sær ein tjóðskaparanda, sum hevur elvt til ræðuligar bardagar. Í seinastuni hevur Sátan fingið fólk at royna ymist fyri at fáa frið og trygd, eitt nú Sameindu Tjóðirnar. Men hevur tað so givið heiminum frið? Nei, minni enn so. Tað hevur tvørturímóti fingið fólk at venda áhuganum burtur frá tí stjórn Gud vil nýta fyri at fáa frið í lag á jørðini — hansara ríki undir Jesusi Kristi, Friðarhøvdinganum. — Jesaja 9:6; Matteus 6:9, 10.
22. Hvønn kunnleika ynskir Sátan ikki at vit skulu fáa?
22 Fyri at fáa ævigt lív mugu vit hava nágreiniligan kunnleika um Gud, hansara son og kong, og hansara ríki. (Jóhannes 17:3) Men tú kanst vera vísur í at Sátan ikki ynskir at tú fært tílíkan kunnleika. Harafturímóti vil hann gera alt hann er mentur fyri at forða tær. Hvussu? Til dømis vil hann syrgja fyri at tú fært mótstøðu, kanska verður hildin fyri gjøldur. Bíblian sigur: „Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.“ — 2 Timoteus 3:12.
23. (a) Hvussu kann Sátan eisini nýta okkara vinir og skyldfólk ímóti okkum? (b) Hví mugu vit aldri lata mótstøðu vinna á okkum?
23 Kanska fara eisini nærir vinir ella skyldfólk at siga við teg, at teimum ikki dámar at tú kannar Bíbliuna. Jesus ávaraði: „Og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir. Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur.“ (Matteus 10:36, 37) Onkur av næstrafólki tínum fer kanska at royna at tala teg frá at granska Guds orð, møguliga í góðari meining, av tí at tey ikki kenna teir undursamu sannleikarnar í Bíbliuni. Men hvat man Gud halda um teg um tú letur mótstøðu vinna á tær? Og um tú gevur uppat, hvussu kanst tú tá hjálpa vinum og skyldfólki at skilja at nágreiniligur bíbliukunnleiki er lívsneyðugur? At tú heldur fast við tað tú lærir frá Guds orði, kann sum frá líður hava við sær at tey eisini læra at kenna sannleikan.
24. (a) Hvat annað nýtir Sátan fyri at forða fólki í at fáa sær lívsneyðugan kunnleika? (b) Hvussu umráðandi heldur tú tað vera at granska Guds orð?
24 Sátan kann eisini royna at freista teg til eina ósiðiliga gerð sum mislíkar Gudi. (1 Korintbræv 6:9-11) Ella hann roynir kanska at fáa teg til at kenna tað sum tú hevur ov nógv um at vera og ikki hevur stundir at granska Bíbliuna. Men kann nakað, tá vit hugsa um tað, hava størri týdning enn at fáa bíbliukunnleika? Lat ikki nakað sum helst forða tær í at fáa henda kunnleika, sum kann føra til at tú fært ævigt lív í lukku á jørðini!
25. Hvat megnar Djevulin ikki um vit støðugt standa honum ímóti?
25 Bíblian eggjar okkum til at ’standa ímót djevulinum’. Um vit gera tað, skal hann ’flýggja frá okkum’. (Jákup 4:7) Vil tað siga at Sátan heldur uppat og ikki órógvar teg meira, um tu stendur ímóti hansara álopum? Nei, hann fer aftur og aftur at royna at fáa teg at gera sum hann ynskir. Men um tú framvegis stendur honum ímóti, fer tað aldri at eydnast honum at fáa teg til at ganga ímóti Gudi. Ver tí nærlagdur tá tú leitar tær tann lívsneyðuga bíbliukunnleikan, og laga lív títt eftir tí tú lærir. Hesin kunnleikin hevur stóran týdning fyri teg um tú skalt sleppa undan at verða villleiddur av einum øðrum av svikabrøgdum Sátans, følskum átrúna.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 16, 17]
Kundi Sátan havt bjóðað Jesusi øll ríki heimsins um hann ikki átti tey?
[Mynd á síðu 19]
Eins og ein tjóvur ikki verður føddur sum tjóvur, er Djevulin ikki skapaður sum ein „djevul“
[Mynd á síðu 20, 21]
Ein bardagi í himli endaði við at Sátan og teir illu andarnir vórðu kastaðir niður til jarðar. Vit merkja nú avleiðingarnar av hesum.
[Mynd á síðu 24]
Summum dámar kanska ikki at tú studerar Bíbliuna