Er Bíblian veruliga frá Gudi?
Kapittul 5
Er Bíblian veruliga frá Gudi?
1. Hví er tað rímiligt at trúgva at Gud vildi geva okkum upplýsingar um seg sjálvan?
HEVUR JEHOVA GUD givið okkum upplýsing um seg sjálvan? Hevur hann sagt okkum frá tí hann hevur gjørt og tí hann ætlar at gera? Ein faðir ið elskar síni børn sigur teimum frá mongum. Sum vit hava sæð, er Jehova ein góður faðir.
2. (a) Hvussu kundi Jehova borið seg at við at sagt okkum frá sær sjálvum? (b) Hvørjar spurningar reisir hetta?
2 Hvussu kundi Jehova upplýsa menniskju sum búðu um alla jørðina og sum livdu á ymiskum tíðarskeiðum? Ein góður máti hevði verið at skrivað upplýsingarnar í eina bók og so syrgt fyri at bókin var tøk hjá øllum. Er Bíblian ein sovorðin bók frá Gudi? Hvussu kunnu vit vita um hon er tað?
EINGIN ONNUR BÓK SUM BÍBLIAN
3. Á hvønn hátt er Bíblian ein einastandandi bók?
3 Um Bíblian veruliga er frá Gudi, skuldi ein trúð at hon var ein heilt einastandandi bók. Er hon tað? Ja, í nógvar mátar. Fyri tað fyrsta er hon ógvuliga gomul. Eingin hevði væntað at Guds orð til øll menniskju var skrivað nýliga, heldur tú? Skrivingin av henni byrjaði fyri umleið 3500 árum síðani, á hebráiskum. Og fyri meira enn 2200 árum síðani fóru menn at umseta hana til onnur mál. Í dag kunnu næstan øll á jørðini fáa Bíbliuna á sínum egna máli.
4. Í hvussu stórum upplagi er Bíblian komin út, samanmett við aðrar bøkur?
4 Fyri tað næsta kemur eingin onnur bók nær í námind av Bíbliuni tá tað snýr seg um upplag. Ein bók kann sigast at vera ein „bestseller“ tá hon er prentað í nøkrum fáum túsund eintøkum. Men á hvørjum ári verða bíbliur prentaðar í milliónatali. Og gjøgnum øldirnar er hon komin í milliardum av eintøkum! Tað er neyvan tað stað á jørðini ið er so fjarskotið, at ein ikki finnur eina bíbliu har.
Er tað ikki tað vit kundu væntað av einari bók sum kemur frá Gudi?5. Hvussu hava menn roynt at beina fyri Bíbliuni?
5 Nakað sum ger ta stóru útbreiðsluna uppaftur meira einastandandi, er at nógvir fíggindar hava roynt at beina fyri Bíbliuni. Men var tað ikki væntandi at ein bók sum kom frá Gudi, fór at verða fyri álopum frá Djevulsins hjálparmonnum? Tað er júst tað ið er hent. Einaferð var tað vanligt at bíbliur vórðu brendar, og tey sum vórðu tikin meðan tey lósu í Bíbliuni, fingu ofta deyðarevsing.
6. (a) Hvørjum týdningarmiklum spurningum svarar Bíblian? (b) Hvaðan siga bíbliuskrivararnir at teir fingu sínar upplýsingar?
6 Ein skuldi eisini væntað at ein bók frá Gudi viðger týðandi spurningar sum koma okkum øllum við. ’Hvaðan kemur lívið?’ ’Hví eru vit til?’ ’Hvat ber framtíðin í sær?’ hetta eru nakrir av spurningunum Bíblian svarar. Og hon sigur bart út at upplýsingarnar í henni stava frá Jehova Gudi. Ein bíbliuskrivari segði: „Andi [Jehova] talaði í mær, orð hans vóru mær á tungu løgd.“ (2 Sámuel 23:2) Ein annar skrivaði: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ (2 Timoteus 3:16, V. Danielsen) Tá Bíblian so greitt sigur okkum at hon er Guds orð, man tað so ikki vera klókt at kanna hana fyri at vita um hon sigur satt?
HVUSSU BÍBLIAN VARÐ SKRIVAÐ
7. (a) Hvør hevur skrivað Bíbliuna? (b) Hvussu kunnu vit tá siga at hon er Guds orð?
7 ’Men hvussu kann Bíblian vera frá Gudi tá hon er skrivað av menniskjum?’ spyrt tú kanska. Tað er satt at Bíblian er skrivað av menniskjum. Umleið 40 menn skrivaðu hana, teir skrivaðu alla Bíbliuna uttan tey tíggju boðini, sum vórðu skrivað av Gudi sjálvum á steintalvur, hetta virkaði heilagi andin beinleiðis. (2 Mósebók 31:18) Men tað teir skrivaðu var kortini Guds orð. Bíblian greiðir frá: „Menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda.“ (2 Pætur 1:21) Ja, sum Gud nýtti sín heilaga anda til at skapa himmalin, jørðina og alt livandi, nýtti hann eisini heilaga andan til at leiða niðurskrivingina av Bíbliuni.
8, 9. Hvørji nútíðar dømi kunnu hjálpa okkum at skilja hvussu Gud læt Bíbliuna skriva?
8 Tað merkir at Bíblian bert hevur ein høvund, Jehova Gud. Hann læt menniskju skriva sítt orð, nakað sum tá ein handilsmaður letur ein skrivara skriva eitt bræv. Skrivarin greiðir
brævið úr hondum, men innihaldið er innskot og hugsanir handilsmansins. Brævið er tí frá honum, ikki frá skrivaranum, eins og Bíblian er frá Gudi, og ikki frá teimum menniskjunum ið vórðu nýtt til at skriva hana niður.9 Av tí at tað var Gud sum skapaði mannasinnið, var tað ikki torført hjá honum at fáa tær upplýsingar inn í sinnið á tænarum sínum sum teir skuldu skriva niður. Vit kunnu í dag sita í stovuni hjá okkum sjálvum og frætta tíðindi uttaneftir gjøgnum útvarpið ella sjónvarpið. Ljóðini og myndirnar kunnu sendast langar leiðir vegna tær náttúrulógir Gud hevur ásett. Tað skuldi tí ikki verið ófatiligt at Jehova frá sínum bústaði langt burturi í himlinum var førur fyri at leiða menniskju til at skriva tær upplýsingar niður, sum hann ynskti at geva mannaættini.
10. (a) Hvussu nógvar bøkur eru í Bíbliuni, og í hvørjum tíðarskeiði vórðu tær skrivaðar? (b) Hvat fyri høvuðsevni gongur gjøgnum alla Bíbliuna?
10 Úrslitið er ein ótrúlig bók. Bíblian er í veruleikanum 66 smáar bøkur. Grikska orðið biblía, sum orðið „bíblia“ kemur frá, merkir „smáar bøkur“. Hesar bøkurnar ella brøvini vórðu skrivað í einum tíðarskeiði ið vardi 1600 ár, frá 1513 f.o.t. til 98 e.o.t. Men bert ein er Høvundur, tí eru øll í samljóð hvørt við annað. Eitt evni gongur ígjøgnum allan vegin, nevniliga at Jehova Gud við sínum ríki aftur fer at fáa rættvís viðurskifti í lag. Fyrsta bókin, Fyrsta Mósebók, greiðir frá hvussu páradísið fór fyri skeyti vegna uppreisturin móti Gudi, og seinasta bókin, Opinberingin, sigur okkum hvussu jørðin 1 Mósebók 3:19, 23; Opinberingin 12:10; 21:3, 4.
aftur verður eitt páradís undir Guds stýri. —11. (a) Á hvørjum máli varð Bíblian skrivað? (b) Hvørjar høvuðspartar verður Bíblian býtt upp í, og hvussu sæst at teir samsvara hvør øðrum?
11 Tær fyrstu 39 bøkurnar í Bíbliuni vórðu í høvuðsheitum skrivaðar á hebráiskum, við heilt stuttum brotum á aramaiskum. Tær síðstu 27 bøkurnar vórðu skrivaðar á grikskum, sum var vanligt millumlanda mál tá Jesus og hansara fyrstu lærusveinar livdu á jørðini. Tað er tí sera hóskandi at nevna teir báðar partarnar av Bíbliuni ávikavist „Hebráisku Skriftirnar“ og „Griksku Skriftirnar“. At tær samsvara hvør aðrari sæst av at Griksku Skriftirnar taka uppaftur eftir Hebráisku Skriftunum meira enn 365 ferðir og haraftrat vísa til tær 375 ferðir.
BÍBLIAN GERST ATKOMULIG HJÁ ØLLUM
12. Hví syrgdi Jehova fyri at avrit vórðu gjørd av Bíbliuni?
12 Um einans tey upprunaligu bíbliuritini vóru til, høvdu bert heilt fá havt høvi at lesa Guds orð. Tí syrgdi Jehova fyri at avrit vórðu gjørd av upprunaritunum. (5 Mósebók 17:18) Ein teirra, ið gjørdu avrit av Hebráisku Skriftunum, var Ezra, „hann var skriftlærdur og kønur í Móselóg, sum [Jehova], Ísraels Guð, hevði givið“. (Ezra 7:6) Seinni vórðu nógv túsund avrit gjørd av Griksku Skriftunum.
13. (a) Hvat var neyðugt fyri at fleiri menniskju kundu lesa Bíbliuna? (b) Nær varð Bíblian umsett fyrstu ferð?
13 Lesur tú hebráiskt ella grikskt? Um ikki, kanst tú ikki lesa tey hondskrivaðu avritini av Bíbliuni, sum enn finnast í stórum tali. Tú mást hava tekstin týddan til eitt mál tú dugir. At Guds orð er týtt frá upprunamálunum til onnur mál, hevur givið nógv fleiri fólkum høvi at lesa tað. Umleið 300 ár áðrenn Jesus livdi á jørðini, gjørdist grikskt so líðandi málið, sum tey flestu menniskjuni tosaðu. Í árinum 280 f.o.t. fóru menn tí undir at týða Hebráisku Skriftirnar til grikskt. Henda týðingin varð nevnd „Septuaginta“.
14. (a) Hví royndu summir átrúnaðarligir leiðarar at forða fyri at Bíblian varð umsett? (b) Hvussu sæst at teir vóru fyri ósigri?
14 Seinni gjørdist latín vanligt mál fyri nógv menniskju, og Bíblian varð umsett til latín. Men sum øldirnar gingu, vóru tey færri og færri ið tosaðu latín. Tey flestu tosaðu onnur mál, sum árabiskt, franskt, spanskt, portugisiskt, italskt, týskt og enskt. Eina tíð stríddust teir katólsku kirkjuleiðararnir ímóti at Bíblian varð umsett til málið hjá tí vanliga fólkinum. Teir brendu enntá fólk ið áttu eina Bíbliu á báli, tí Bíblian avdúkaði kirkjunnar følsku læru og óndu gerðir. Men sum tíðin leið noyddust kirkjuleiðararnir av geva uppat, og Bíblian byrjaði at koma út á nógvum málum og fekk stóra útbreiðslu. Í dag kunnu fólk lesa Bíbliuna, alla sum hon er ella partar av henni, á meira enn 1700 málum!
15. Hví er tað gott at hava nýggjari bíbliuumsetingar?
15 Árini gingu og fleiri umsetingar av Bíbliuni vórðu gjørdar til sama málið. Á føroyskum, til dømis, eru fleiri umsetingar. Hví? Er ein ikki nóg mikið? Nei, tí málið broytist í heilum. Um tú samanbert eldri bíbliuumsetingar við nýggjari, fært tú at síggja hvussu málið er broytt. Gaman í geva tær ymsu umsetingarnar vanliga ta somu hugsanina, men tú sært at tær nýggjaru í flestu førum eru lættari at skilja. Vit kunnu tí vera takksom fyri tær nýggju bíbliuumsetingarnar, av tí at tær endurgeva Guds orð á einum lættskiljandi nútíðarmáli.
ER BÍBLIAN VORÐIN BROYTT?
16. Hví trúgva summi at Bíblian er vorðin broytt?
16 Men tú spyrt kanska: ’Hvussu kunnu vit vera vís í at tann bíblia vit hava í dag, hevur tær somu upplýsingarnar sum bíbliuskrivararnir fingu frá Gudi?’ Munnu villur ikki hava snýkt seg inn tá avrit av bókunum í Bíbliuni vórðu gjørd aftur og aftur í mong hundrað, ja mong túsund ár? Jú, men menn hava varnast villurnar og rættað tær í teimum nýggjaru bíbliuumsetingunum. Í dag eru upplýsingarnar tær somu sum tær Gud læt festa á blað av fyrstan tíð. Hvussu vita vit tað?
17. Hvat vísir at Bíblian ikki er vorðin broytt?
17 Í árunum frá 1947 til 1955 vórðu tær víðagitnu Deyðahavsrullurnar funnar. Í hesum gomlu skriftrullunum vóru avrit av summum bókum úr Hebráisku Skriftunum, og tey stava frá árunum 100 til 200 áðrenn Jesu tíð. Ein skriftrulla er eitt eintak av Jesaja bók. Áðrenn hon varð funnin, var tann elsti hebráiski teksturin til Jesaja, ein ið varð skrivaður næstan 1000 ár eftir Jesu tíð. Men tá hesi bæði eintøkini av Jesaja bók vórðu samanborin, sóust bert heilt smá frávik teirra millum, tey flestu í stavimátanum! Hóast avskriftir vórðu gjørdar í meira enn 1000 ár var teksturin ikki broyttur í avgerandi mun!
18. (a) Hvussu eru avskrivingarvillur vorðnar rættaðar? (b) Hvat er at siga um námleikan í Griksku Skriftunum?
18 Í dag finnast meira enn 1700 gomul avrit av ymsum pørtum av Hebráisku Skriftunum. Við vandaliga at samanbera hesi mongu gomlu avrit kunnu tær smáu villurnar, ið hava snýkt seg inn undir avskrivingini, finnast og rættast. Eisini av Griksku Skriftunum finnast fleiri túsund sera gomul avrit, summi teirra kunnu tíðarfestast heilt nær Jesu og ápostlanna tíð. Tí kundi Sir Frederic Kenyon,
fyrrverandi leiðari av British Museum skriva: „Tað síðsta grundarlagið fyri at ivast í um skriftir Bíbliunnar eru komnar til okkara í nærum sama líki sum tá tær upprunaliga vórðu skrivaðar, er nú tikið burtur. Vit kunnu meta tað sum endaliga avgjørt at bøkurnar í Nýggja Testamenti eru ektaðar og sum heild óatfinnandi.“ — The Bible and Archaeology, síða 288, 289.19. (a) Nevn eitt dømi har roynt hevur verið at leggja aftrat Bíbliuni. (b) Hví hoyrir 1 Jóhannes 5:7, sum tað er týtt í ávísum bíbliuumsetingum ikki upp í Bíbliuna?
19 Kortini hava onkrar royndir verið gjørdar fyri at broyta Guds orð. Eitt áhugavert dømi er Fyrsta Jóhannesarbræv 5:7, har danska umsetingin frá 1819 skrivar: „Thi de ere tre, som vidne i Himmelen: Faderen, Ordet, og den Hellig Aand; og disse tre ere Eet.“ Hesi orð eru ikki at finna í einum einasta av teimum heilt gomlu griksku bíbliuhandritunum. Tey vórðu skoytt uppí av einum sum royndi at stuðla tríeindarlæruni. Av tí at tað er greitt at hetta pettið ikki hoyrir við til Guds orð, er tað ikki tikið við í nýggjari bíbliuumsetingum.
20. Hvussu kunnu vit vera vís í at Bíblian er varðveidd rein og óspilt?
20 Tey sum siga at Bíblian ikki hevur tær somu upplýsingar sum tá hon varð skrivað, kenna tí ikki veruleikan. Jehova Gud hevur syrgt fyri at hansara orð varð vart, ikki einans móti avskrivingarvillum, men eisini móti at onnur hava roynt at skoyta nakað upp í tað. Bíblian sjálv inniheldur eitt lyfti frá Gudi um at hann vil varðveita orð sítt reint og óspilt. — Sálmur 12:7, 8; Dánjal 12:4; 1 Pætur 1:24, 25; Opinberingin 22:18, 19.
ER BÍBLIAN SONN?
21. Hvussu metti Jesus Guds orð?
21 Jesus Kristus segði í eini bøn til Gud: „Orð títt er sannleiki.“ (Jóhannes 17:17) Hvat vísir ein gjøllari kanning? Kann tað váttast at Bíblian er sonn? Søgumenn sum hava kannað Bíbliuna gerast ofta ovfarnir av námleika hennara. Bíblian inniheldur nøvn og lýsir smálutir ið kunnu váttast. Latið okkum taka nøkur dømi.
22-25. Nevn nøkur fá dømi um at Bíblian er søguliga sonn.
22 Hygg nú at myndunum og innskriftini á hesum tempulmúrinum í Karnak í Egyptalandi. Her verður sagt frá einum sigri sum Farao Sjisjak vann á Júda ríki fyri næstan 3000 árum síðan í stjórnartíð Rehábeams Sálomons sonar. Henda sama hending er umrødd í 1 Kongabók 14:25, 26.
Bíbliuni. —23 Hygg eisini at Mesjasteininum. Sjálvur upprunasteinurin er at síggja á Louvre í Paris. Innskriftin sigur frá uppreistri Mesja kongs av Móab móti Ísrael. Sami uppreisturin er umrøddur í Bíbliuni. — 2 Kongabók 1:1; 3:4-27.
24 Longst til høgru sæst Siloam-hylurin og inngongdin til eina 533 metra langa vatnleiðing í Jerúsalem. Nógv ferðafólk sum hava verið í Jerúsalem, hava gingið ígjøgnum hesa vatnleiðing. At hon er til, er uppaftur eitt prógv um at Bíblian er sonn. Bíblian greiðir nevniliga frá at Hizkia kongur gjørdi hesa vatnleiðing fyri meira enn 2500 árum síðan fyri at varðveita vatnveitingina til býin ímóti einum áloypandi fígginda. — 2 Kongabók 20:20; 2 Krýnikubók 32:2-4, 30.
25 Á British Museum kunnu vitjandi síggja Nábonids krýniku, sum er avmyndað til høgru. Hon greiðir frá fallinum hjá tí gamla Bábylon; hetta er eisini umrøtt í Bíbliuni. (Dánjal 5:30; 6:1) Kortini sigur Bíblian at Belsazzar var kongur í Bábylon um tað mundið, meðan Nábonids krýnika ikki so mikið sum nevnir Belsazzar. Leingi søgdu øll kend fornaldarskjøl at Nábonid var seinasti kongurin í Bábylon. Bíbliuummælarar vildu tí vera við at Belsazzar als ikki hevði verið til og at Bíblian var ósonn. Men síðan hava menn funnið gomul skjøl ið nevna Belsazzar sum son Nábonids og sum medstjórnara hjá faðir sínum í Bábylon í teirri tíðini! Ja, óteljandi dømi prógva at Bíblian er søguliga sonn.
26. Hvørji prógv hava vit um at Bíblian er vísindaliga sonn?
26 Men Bíblian inniheldur ikki bert søgu. Alt hon sigur er satt. Sjálvt tá hon nemur vísindalig evni sigur hon fullkomiliga satt. Latið okkum taka bert tvey dømi: Í gomlum døgum varð vanliga trúð Job 26:7, undirteksturin) Og í staðin fyri at siga at jørðin er fløt, sum nógv trúðu fyrr, sigur Bíblian at Gud „situr hátt yvir jarðarkringinum“. — Jesaja 40:22.
at jørðin hvíldi á onkrum sjónligum ella ítøkiligum, til dømis einum risa. Men heilt í samljóð við vísindini sigur Bíblian at Gud „letur jørðina hanga á ongum“. (27. (a) Hvat er besta prógvið um at Bíblian er frá Gudi? (b) Hvat fyriboðaðu Hebráisku Skriftirnar um Guds son?
27 Men tað besta prógvið um at Bíblian veruliga er frá Gudi, er hennara sonnu fyriboðanir um framtíðina. Eingin Mika 5:1; Matteus 2:3-9; Jesaja 7:14; Matteus 1:22, 23; Zakarja 11:12, 13; Matteus 27:3-5; Jesaja 53:12; Lukas 22:37, 52; 23:32, 33; Sálmur 34:21; Jóhannes 19:36; Sálmur 22:19; Matteus 27:35.
bók frá menniskjum kann veruliga boða frá hendingum ið enn ikki eru farnar fram; men tað ger Bíblian. Hon er fylt við nágreiniligum profetaorðum, ja, við søgu ið er skrivað frammanundan. Summi av teimum mest undranarverdu profetaorðunum siga frá komu Guds sonar til jørðina. Hebráisku Skriftirnar boðaðu øldir frammanundan frá at hann ið skuldi koma, fór at verða føddur í Betlehem, at hann fór at verða føddur av einari moyggj, at hann fór at verða svikin fyri 30 silvurstykki, at hann fór at verða roknaður millum syndara, at eingi bein í kroppi hansara fóru at verða brotin, at lutakast skuldi fara fram um klæði hansara, og mangt, mangt annað. —28. (a) Hví kunnu vit líta á at tey profetaorðini í Bíbliuni sum enn ikki eru gingin út, fara at gera tað? (b) Hvat verður tú sannførdur um tá tú heldur áfram at studera Bíbliuna?
28 Sum nevnt í tí fyrsta kapitlinum í hesari bókini, boðar Bíblian frá at tann núverandi heimsskipanin skjótt skal enda, og at ein rættvís nýggj skipan kemur í staðin. (Matteus 24:3-14; 2 Pætur 3:7, 13) Kunnu vit líta á slík profetaorð ið enn ikki eru gingin út? Hvat heldur tú sjálvur? Um ein hevði sagt tær sannleikan í hundraðtals dømum, hevði tú so knappliga farið at ivast tá hann segði tær nýggj tíðindi? Um tú aldri hevði sæð hann mistikið seg, fórst tú so nú at ivast? Tað hevði verið órímiligt. Tí er heldur eingin orsøk til at ivast í nøkrum av tí Gud lovar í Bíbliuni. Hansara orð er álítandi. (Titus 1:2) Um tú heldur áfram at studera Bíbliuna og kanna veruleikan, verður tú enn meira sannførdur um at Bíblian veruliga er frá Gudi.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 49]
Gud læt menniskju skriva Bíbliuna, nakað sum tá ein handilsmaður letur ein skrivara skriva eitt bræv
[Mynd á síðu 50]
Summir kirkjuleiðarar stríddust ímóti at Bíblian kom út til almenningin, og tey ið áttu eina bíbliu vóru í vanda fyri at verða brend á báli
[Mynd á síðu 52, 53]
Jesajarullan frá Deyðahavinum
[Mynd á síðu 54, 55]
Tempulmúrur í Karnak, Egyptalandi
[Mynd á síðu 55]
Mesjasteinurin
[Mynd á síðu 55]
Nábonids krýnika
[Mynd á síðu 55]
Siloam-hylurin og inngongdin til vatnleiðing Hizkia