Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eru tey tíggju boðini galdandi fyri okkum?

Eru tey tíggju boðini galdandi fyri okkum?

Kapittul 24

Eru tey tíggju boðini galdandi fyri okkum?

1. Hvørja lóg fingu ísraelsmenn gjøgnum Móses?

HVØRJAR lógir vil Jehova Gud at vit skulu halda? Eiga vit at halda ta lógina ið verður nevnd „Móselóg“? Í Bíbliuni verður hon við hvørt bert nevnd ’lógin’, og onkuntíð ’lóg Jehova’ av tí at hann var tann ið gav hana. (1 Kongabók 2:3; Titus 3:9; 1 Krýnikubók 16:40) Móses handaði bara fólkinum lógina.

2. Hvat stóð í hesi lógini?

2 Í Móselógini eru meira enn 600 einstakar fyriskipanir ella boð, teirra millum 10 grundleggjandi boð. Sum Móses segði: ’Jehova beyð tykkum at halda hini tíggju boðorðini; og hann ritaði tey á tvær steintalvur.’ (5 Mósebók 4:13; 2 Mósebók 31:18) Men hvørjum gav Jehova Móselógina, og við henni tey tíggju boðini? Allari mannaættini? Hvat var endamálið við Móselógini?

TIL ÍSRAEL, OG VIÐ EINUM SERLIGUM ENDAMÁLI

3. Hvussu vita vit at Móselógin bert varð givin Ísrael?

3 Móselógin varð ikki givin allari mannaættini. Jehova gjørdi eina pakt, ein sáttmála, við eftirkomarar Jákups ið gjørdust Ísraels fólk. Einans hesum fólkinum gav Jehova sínar lógir. Tað sæst skilliga av orðunum í Fimtu Mósebók 5:1-3 og í Sálmi 147:19, 20.

4. Hví fekk Ísraels fólk lógina?

4 Ápostulin Paulus spurdi: „Hvat skuldi tá lógin til?“ Ja, við hvørjum endamáli gav Jehova Ísrael lóg sína? Paulus svaraði: „Jú, hon varð løgd aftrat, fyri at lógbrotini skuldu koma fyri dagin — inntil avkomið kom, sum lyftið var givið . . . Soleiðis er lógin vorðin tyktari okkara — til Kristus.“ (Galatabrævið 3:19-24, V. Danielsen) Ja, tað serliga endamálið við Móselógini var at hon skuldi verja og vegleiða Ísraels fólk, so tað kundi vera til reiðar at taka ímóti Kristi tá hann kom. Tey nógvu offrini ið vórðu áløgd ísraelsmonnum, mintu teir á at teir vóru syndarar ið høvdu ein frelsara fyri neyðini. — Hebrearabrævið 10:1-4.

„KRISTUS ER ENDIN Á LÓGINI“

5. Hvat varð av Móselógini tá Kristus kom og gav sítt lív fyri okkum?

5 Hesin lovaði frelsarin var sjálvandi Jesus Kristus, júst sum eingilin hevði boðað frá áðrenn Jesus varð føddur. (Lukas 2:8-14) Hvat varð so av Móselógini tá Kristus kom og gav sítt fullkomna lív sum offur? Hon varð avtikin. ’Vit eru ikki longur undir tyktara,’ segði Paulus. (Galatabrævið 3:25, V. Danielsen) Fyri ísraelsmenn var tað ein lætti at Móselógin varð sett úr gildi. Hon hevði prógvað at teir vóru syndarar, tí eingin teirra megnaði at halda hana út í æsir. „Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar,“ segði Paulus. (Galatabrævið 3:10-14) Tí sigur Bíblian eisini: „Kristus er endin á lógini.“ — Rómverjabrævið 10:4; 6:14.

6. (a) Hvønn týdning fekk tað fyri ísraelsmenn og ikki-ísraelsmenn at lógin varð avtikin, og hví? (b) Hvat gjørdi Jehova sjálvur í samband við lógina?

6 Lógin gjørdi í roynd og veru skilnað millum ísraelsmenn og fólkasløgini ið ikki vóru undir lógini, hon var sum ein ’millumgarður’ ið skilti. Men tá Kristus offraði sítt lív ’tók hann av lógina við boðorðum og skipanum, til tess at hann í sær kundi skapa teir báðar [ísraelsmenn og ikki-ísraelsmenn] til eina nýggja menniskju, við tað at hann íbirti frið’. (Efesusbrævið 2:11-18) Hvat Jehova Gud sjálvur gjørdi við Móselógina, sæst av hesum orðunum: „Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.“ (Kolossubrævið 2:13, 14, V. Danielsen) Móselógin varð altso sett úr gildi við at Jesus offraði sítt fullkomna lív.

7, 8. Hvat prógvar at lógin ikki var býtt í tveir partar?

7 Men nú vilja summi vera við at lógin er býtt í tveir partar: Tey tíggju boðini, og allar hinar lógirnar. Tey siga at bert hinar lógirnar eru avtiknar, meðan tey tíggju boðini framvegis eru í gildi. Men so er ikki. Í Fjallaprædikuni tók Jesus upp eftir bæði teimum tíggju boðunum og øðrum pørtum í lógini, og einki hann segði bendi á at lógin var í tvíningum. Jesu orð benda heldur á at Móselógin var ein heild. — Matteus 5:21-42.

8 Legg eisini til merkis orðini Gud læt ápostulin Paulus skriva: „Nú eru vit leys frá lógini.“ Vóru jødarnir bert loystir frá hinum lógunum, og ikki frá teimum tíggju boðunum? Nei, tí Paulus heldur áfram: „Men eg kendi ikki syndina uttan av lógini; tí at eg hevði ikki vitað um girndina, hevði ikki lógin sagt: ’Tú skalt ikki girnast’.“ (Rómverjabrævið 7:6, 7; 2 Mósebók 20:17) „Tú skalt ikki girnast“ er tað síðsta av teimum tíggju boðunum, so tað er skilligt at ísraelsmenn vórðu loystir frá teimum tíggju boðunum.

9. Hvat vísir at lógin um ein sabbatsdag um vikuna eisini varð avtikin?

9 Vil tað siga at boðið um at halda sabbat eina ferð um vikuna, tað fjórða boðið av teimum tíggju, eisini er avtikið? Ja. Tað skilst av orðunum í Galatabrævinum 4:8-11 og í Kolossubrævinum 2:16, 17 at tey kristnu ikki eru undir lógini Gud gav ísraelsmonnum, við hennara krøvum um at halda sabbat eina ferð um vikuna og halda serligar høgtíðir í árinum. Tað sæst eisini í Rómverjabrævinum 14:5 at kravið um at halda ein sabbatsdag hvørja viku ikki er galdandi fyri tey kristnu.

LÓGIR IÐ ERU GALDANDI FYRI KRISTIN

10. (a) Hvørjar lógir eru galdandi fyri kristin? (b) Hvaðani eru nógvar av hesum lógunum tiknar, og hví er tað heilt natúrligt?

10 Tá nú tey tíggju boðini ikki eru galdandi fyri kristin, vil tað so siga at tey ikki skulu halda nakra lóg yvirhøvur? Nei, Jesus gjørdi ein „nýggjan sáttmála“, sum var grundaður á eitt betri offur, hansara egna fullkomna mannalív. Kristin eru undir hesum nýggja sáttmálanum og skulu halda tær kristnu lógirnar. (Hebrearabrævið 8:7-13; Lukas 22:20) Nógvar av hesum lógunum eru tær somu sum boðini í Móselógini. Tað skuldi ikki komið óvart á okkum. Nakað líknandi hendir ofta tá ein nýggj stjórn kemur til ræðið í einum landi. Stjórnarskipanin ið var galdandi undir tí fyrru stjórnini verður kanska avtikin og ein nýggj kemur í staðin, men tann nýggja stjórnarskipanin kann meir enn so varðveita nógvar lógir úr gomlu stjórnarskipanini. Hetta gjørdi seg galdandi í samband við Lógarsáttmálan; hann varð avtikin, men nógvar grundleggjandi lógir og meginreglur í honum komu at galda fyri kristindómin.

11. Hvørji boð og lærusetningar sum eru galdandi fyri kristin líkjast teimum tíggju boðunum nógv?

11 Hetta verður skilligt tá vit lesa tey tíggju boðini sum standa á síðu 203, og samanbera tey við fylgjandi kristnu boð og lærusetningar: „[Jehova], Guð tín, eigur tú at tilbiðja.“ (Matteus 4:10; 1 Korintbræv 10:20-22) „Varið tykkum fyri avgudunum!“ (1 Jóhannes 5:21; 1 Korintbræv 10:14) „Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt [ikki óverdiga viðfarið].“ (Matteus 6:9) „Tit børn, lýðið foreldrum tykkara.“ (Efesusbrævið 6:1, 2) Bíblian vísir eisini skilliga at morð, hjúnabandsbrot, stuldur, lygn og havisjúka stríða ímóti lógunum ið eru galdandi fyri kristin. — Opinberingin 21:8; 1 Jóhannes 3:15; Hebrearabrævið 13:4; 1 Tessalónikubræv 4:3-7; Efesusbrævið 4:25, 28; 1 Korintbræv 6:9-11; Lukas 12:15; Kolossubrævið 3:5.

12. Hvussu er meginreglan undir sabbatslógini førd víðari í teirri kristnu skipanini?

12 Hóast kristin ikki hava fingið boð um at halda sabbat hvørja viku, kann henda skipanin kortini læra okkum nakað. Ísraelsmenn skuldu bókstaviliga hvíla seg henda dagin, men kristin skulu hvíla í andaligari merking. Hvussu tá? Jú, í trúgv og lýdni halda kristin seg frá sjálviskum gerðum. Tað kundi verið sjálviskar gerðir ið skuldu prógva teirra egnu rættvísi. (Hebrearabrævið 4:10) Henda andaliga hvíldin verður ikki bert hildin ein dag um vikuna, men alla vikuna. Lógin um hin bókstaviliga sabbatin, har ein vikudagur varð halgaður andaligum áhugamálum, vardi ísraelsmenn ímóti at nýta alla sína tíð til í sjálvsøkni at leita sær materiellar fyrimunir. Um vit dag og dagliga fylgja hesi meginreglu í andaligari merking, er hon ein uppaftur størri vernd ímóti materialismu.

13. (a) Hvørja lóg fáa kristin boð um at uppfylla, og hvussu skulu tey bera seg at? (b) Hvørja lóg legði Jesus serligan dent á? (c) Hvør lóg er grundleggjandi fyri alla Móselógina?

13 Kristin fáa boð um at ’uppfylla lóg Krists’, í staðin fyri at halda tey tíggju boðini. (Galatabrævið 6:2) Jesus gav mong boð og nógvar áminningar, og tá vit lýða teimum uppfylla vit hansara lóg. Serliga legði Jesus dent á tann týdning kærleikin hevur. (Matteus 22:36-40; Jóhannes 13:34, 35) Ja, tað er ein kristin lóg at vit skulu elska onnur. Hetta var eisini grundarlagið undir allari Móselógini, tí Bíblian sigur: „Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: ’Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.’“ — Galatabrævið 5:13, 14; Rómverjabrævið 13:8-10.

14. (a) Hvussu gagnar tað okkum at studera og fylgja meginreglunum í Móselógini? (b) Hvat fær kærleikin til Jehova okkum at gera?

14 Lógin ið varð givin gjøgnum Móses, og við henni eisini tey tíggju boðini, var eitt savn av rættvísum lógum frá Gudi. Og hóast vit í dag ikki eru undir hesi lógini, er tað sera gagnligt hjá okkum at kenna tær guddómligu meginreglurnar ið búgva undir. Tá vit studera og nýta tær, læra vit at virðismeta hin stóra Lóggevaran, Jehova Gud, uppaftur meira. Men serliga tær kristnu lógirnar og ta kristnu læruna eiga vit at studera og fylgja í okkara lívi. Okkara kærleiki til Jehova fær okkum at lýða øllum tí hann krevur í dag. — 1 Jóhannes 5:3.

[Lestrarspurningar]

[Ramma á síðu 203]

TEY TÍGGJU BOÐINI

1. „Eg eri [Jehova], Guð tín . . . Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.

2. Tú mást ikki gera tær skurðmyndir ella nakað líki av tí, sum er í erva á himninum ella í neðra á jørðini ella av tí, sum er í havinum undir jørðini; ikki mást tú tilbiðja ella dýrka tað . . .

3. Tú mást ikki misbrúka navn [Jehova], Guðs tíns . . .

4. Minst til at halda hvíludagin heilagan! Í seks dagar skalt tú starva og vinna øll verk tíni, men sjeyndi dagurin er hvíludagur fyri [Jehova], Guði tínum; tá mást tú ikki vinna at nørkrum verki, hvørki tú ella sonur ella dóttir tín . . .

5. Æra faðir tín og móður tína, so at tú mást liva leingi í tí landi, sum [Jehova], Guð tín, vil geva tær!

6. Tú mást ikki sláa í hel.

7. Tú mást ikki dríva hor.

8. Tú mást ikki stjala.

9. Tú mást ikki bera rangan vitnisburð ímóti næsta tínum.

10. Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðskonu hansara, ikki oksa ella asna hans ella nakað, sum næsti tín eigur.“ — 2 Mósebók 20:2-17.

[Myndir á síðu 204, 205]

Lógin var ein millumgarður ið skilti ísraelsmenn frá øðrum fólkasløgum