Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Friðarríki Guds

Friðarríki Guds

Kapittul 13

Friðarríki Guds

1. Hvat hava tær jørðisku stjórnirnar ikki megnað?

HEVUR TÚ lagt til merkis at jørðiskar stjórnir, hóast tær hava havt tær bestu ætlanir, aldri hava megnað at nøkta veruliga tørvin hjá menniskjum? Ongar stjórnir hava megnað at beina fyri brotsgerðum, rasuhatri, megurð og bústaðartrupulleikum. Tær hava ikki megnað at sleppa borgarunum undan sjúku. Og ongar stjórnir hava heldur megnað at steðga ellisbrekum og beina fyri deyðanum, ella vekja tey deyðu upp aftur til lívið. Eingin stjórn hevur heldur verið før fyri at veita trygd fyri varandi friði og tryggleika. Menniskjanna stjórnir eru stutt sagt ikki førar fyri at loysa teir stóru trupulleikarnar fólk hava.

2. Hvat er høvuðsboðskapurin í Bíbliuni?

2 Skaparin veit tó hvussu stóran tørv vit hava á einari rættvísari stjórn sum fer at gera tað møguligt hjá øllum at liva eitt ríkt og lukkuligt lív. Bíblian sigur tí frá at ein stjórn skal setast á stovn undir Guds leiðslu. Í roynd og veru er tann fyrijáttaða stjórnin hjá Gudi høvuðsboðskapurin í Bíbliuni.

3. Hvat stendur í Jesaja 9:6, 7 viðvíkjandi Guds stjórn?

3 Tú spyrt kanska: ’Hvar tosar Bíblian um at Gud vil seta eina stjórn á stovn?’ Til dømis í Jesaja 9:6, 7. Hesi ørindini siga: „Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. Stórt skal høvdingadømið verða, og friðurin skal ongan enda taka.“ Tá her verður talað um ’høvdingadømi’ sipar tað til Guds stjórn, ella Guds ríki.

4. Hvør er barnið ið skal vera stjórnari í Guds ríki?

4 Bíblian sigur her frá at eitt barn, ein prinsur, skuldi føðast. Hesin kongssonurin skuldi verða ein stórur stjórnari, ein „friðarhøvdingi“. Hann skuldi standa á odda fyri einari frálíkari stjórn, sum skuldi fáa frið í lag um alla jørðina, ein frið sum skuldi vara um ævir. Barnið hvørs føðing er fráboðað í Jesaja 9:6, 7, er Jesus. Tá eingilin Gabriel segði tí ungu moynni Mariu frá at hon skuldi føða Jesus, greiddi hann frá honum: „Hann skal verða kongur . . . og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.“ — Lukas 1:30-33.

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á RÍKISINS TÝDNING

5. (a) Hvussu síggja vit at Ríkið hevur stóran týdning í Bíbliuni? (b) Hvat er Guds ríki, og hvat fer tað at gera?

5 Tá Jesus Kristus og hansara fyrstu lærusveinar vóru her á jørðini var teirra týdningarmesta arbeiði at boða og læra um Guds ríki. (Lukas 4:43; 8:1) Teir vístu umleið 140 ferðir til hetta ríki í Bíbliuni. Jesus lærdi enntá sínar lærusveinar at taka tað við í sínum bønum: „Komi ríki títt; verði vilji tín sum í himli so á jørð.“ (Matteus 6:10) Tað ríkið sum kristin her biðja um — er tað ein verulig stjórn? Ja, tað er. Guds sonur, Jesus Kristus er kongurin í hesum ríkinum. Og økið hann ræður yvir er øll jørðin. Hugsa tær hvussu gleðiligt tað verður tá menniskju ikki longur eru sundurbýtt í tjóðir sum stríðast sínámillum, men øll eru sameind í friði undir Guds ríki!

6. Hvussu kundi tað á Jesu døgum sigast at Ríkið var „í nánd“ og at tað var ’teirra millum’?

6 Tá Jóhannes Doyparin byrjaði at boða um hetta ríkið, segði hann við fólkið: „Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.“ (Matteus 3:1, 2) Hvussu kundi Jóhannes siga tað? Jú, Jesus, sum skuldi standa fyri Guds himmalska ríki, fór skjótt at verða doyptur av Jóhannesi og síðan salvaður við Guds heilaga anda. Vit skilja tí hví Jesus seinni kundi siga við fariseararnar: „Sí, Guðs ríki er tykkara millum.“ (Lukas 17:21, undirteksturin) Jesus, sum Gud hevði útnevnt til kong, var jú teirra millum. Tey trý og eitt hálvt árini Jesus boðaði og lærdi, prógvaði hann við sínari trúfesti móti Gudi, og við at geva sítt lív, at hann hevði rættin at verða kongur.

7. Hvat vísir at Ríkið var ein týðandi spurningur tá Jesus var á jørðini?

7 At Guds ríki var tann týdningarmesti spurningurin í Jesu tænastu sæst eisini av tí sum hendi dagin fyri deyða hansara. Bíblian greiðir frá at tey sum settu fram ákærur móti Jesusi, søgdu: „Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.“ Tá rómverski landshøvdingurin, Pontius Pilatus, hoyrdi ákærurnar, spurdi hann Jesus: „Ert tú kongur Jødanna?“ — Lukas 23:1-3.

8. (a) Hvussu svaraði Jesus tá hann varð spurður um hann var ein kongur? (b) Hvat meinti Jesus tá hann segði at hansara ríki ikki var „haðani“?

8 Jesus svaraði ikki spurninginum hjá Pilatusi beinleiðis, men segði: „Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar. Men nú er ríki mítt ikki haðani.“ Soleiðis svaraði Jesus tí hansara ríki skuldi ikki vera eitt jørðiskt ríki. Hann skuldi ráða úr himli, ikki sum eitt menniskja ið sat á einum hásæti her á jørðini. Men av tí at spurningurin snúði seg um hvørt Jesus hevði rættin at vera kongur ella ikki, spurdi Pilatus aftur Jesus: „Men so ert tú kongur kortini?“

9. (a) Hvønn frálíkan sannleika boðaði Jesus? (b) Hvørjir spurningar hava týdning í dag?

9 Orsøkin til at Jesus varð ákærdur og at hansara lív varð kravt, var sostatt skilliga at hann hevði boðað og lært um eina nýggja stjórn. Jesus svaraði tí Pilatusi: „So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan.“ (Jóhannes 18:36, 37) Ja, Jesus hevði nýtt lívið hjá sær á jørðini til at siga øðrum frá tí frálíka sannleikanum um Guds ríkis stjórn. Tað var týdningarmesti boðskapurin hjá honum. Og í dag er ríkið framvegis tað týdningarmesta málið. Men hesir spurningarnir eru enn eftir: Hvør stjórn er tann týdningarmesta í lívinum hjá tí einstaka? Einhvør jørðisk stjórn, ella Guds ríki við Kristi sum stjórnara?

FYRIREIKINGAR VERÐA GJØRDAR TIL JARÐARINNAR NÝGGJU STJÓRN

10. (a) Nær sá Gud at ein nýggj stjórn var neyðug? (b) Hvar er henda stjórnin fyrstu ferð umrødd í Bíbliuni? (c) Hvønn umboðaði ormurin?

10 Tá Sátan fekk Ádam og Evu at fylgja sær í uppreistrinum, sá Jehova at mannaættini tørvaði eina nýggja stjórn. Hann boðaði tí beinanvegin frá at hann hevði í hyggju einaferð at seta eina stjórn á stovn. Hann hevði hesa stjórnina á máli tá hann boðaði sín dóm yvir ormin við hesum orðunum, sum veruliga vóru vend til Sátan Djevulin: „Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!“ — 1 Mósebók 3:15.

11. Millum hvørji var fjandskapur ella hatur?

11 ’Lesa vit nakað um eina stjórn her?’ spyrt tú kanska. Ja, um tú kannar tað nærri, sært tú tað. Skriftstaðið sigur at fjandskapur, ella hatur, skuldi vera millum Sátan og „konuna“. Aftrat tí skuldi hatur vera millum „avkom“ Sátans og „avkom“ konunnar. Fyrst mugu vit fáa at vita hvør henda ’kona’ er.

12. Hvat verður sagt um ’kvinnuna’ í Opinberingini, kapittul 12?

12 Hon er eingin jørðisk kvinna. Sátan hevur einki serstakt hatur móti nakrari ávísari kvinnu á jørðini. Nei, hon er ein ímyndarlig kvinna. Hon ímyndar sostatt okkurt annað. Hvat tað er, sæst í Bíbliunnar síðstu bók, Opinberingini, har vit fáa meira at vita um hana. Her verður hon umrødd sum ein „kvinna klædd í sólini, og mánin var undir fótum hennara, og á høvdi hennara var krúna av tólv stjórnum“. Legg til merkis hvussu tey fylgjandi orðini í Opinberingini hjálpa okkum at skilja hvat kvinnan merkir: „Og hon føddi son, sveinsbarn, sum stýra skal øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð ript burtur til Guðs og til hásætis hansara.“ — Opinberingin 12:1-5.

13. Hvønn ella hvat umboða ’sveinsbarnið’ og ’kvinnan’?

13 Tá vit vita hvør ’sveinsbarnið’ er, verða vit betur før fyri at vita hvønn ella hvat ’kvinnan’ umboðar. ’Sveinsbarnið’ er einki menniskja, eins og kvinnan ikki er tað. Sambært skriftstaðnum skuldi sveinsbarnið „stýra“, tað vil siga ráða, „øllum fólkasløgum“. Sveinsbarnið umboðar Guds ríki har Jesus Kristus ræður sum kongur. ’Kvinnan’ má umboða Guds samskipan av trúføstum skapningum í himli. Eins og sveinsbarnið varð føtt av kvinnuni, er kongurin Jesus Kristus føddur ella komin úr Guds himmalsku samskipan — øllum skaranum av loyalum skapningum sum eru í himli og sum í felag fremja Guds ætlan. Í Galatabrævinum 4:26 verður henda samskipanin nevnd „Jerúsalem, sum er fyri oman“. Longu tá Ádam og Eva gjørdu uppreistur ímóti Guds harradømi, byrjaði Jehova sostatt at gera fyrireikingar til at seta eina stjórn ella eitt ríki á stovn, sum øll ið elska rættvísi kundu seta sína vón til.

JEHOVA MINNIST SÍTT LYFTI

14. (a) Hvussu vísti Jehova at hann mintist til sítt lyfti um eitt „avkom“ ið skuldi knúsa Sátan? (b) Hvør var hetta lovaða ’avkomið’?

14 Jehova gloymdi ikki sítt lyfti um at senda eitt „avkom“ ið skuldi verða stjórnari í Hansara ríki. Hesin stjórnarin skuldi beina fyri Sátani við at knúsa hansara høvd. (Rómverjabrævið 16:20; Hebrearabrævið 2:14) Seinni segði Jehova at hetta lovaða avkomið skuldi koma í ættini hjá tí trúfasta Ábrahami. Jehova segði við Ábraham: „Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing.“ (1 Mósebók 22:18) Hvør er hetta ’avkomið’ sum sambært Guds lyfti skuldi koma í Ábrahams ætt? Bíblian svarar sjálv: „Men nú vórðu fyrijáttanirnar givnar Ábrahami og avkomi hansara; — tað stendur ikki ’og avkomum’, sum vóru tað fleiri, men ’og avkomi tínum,’ líkasum tá ið um ein er at tala, og tað er Kristus.“ (Galatabrævið 3:16) Jehova segði eisini við son Ábrahams, Ísak, og við hansara son, Jákup, at ’avkomið’ hjá Guds ’kvinnu’ skuldi koma í teirra ætt. — 1 Mósebók 26:1-5; 28:10-14.

15, 16. Hvussu síggja vit at ’avkomið’ skuldi ráða sum kongur?

15 Av orðunum sum ættarfaðirin Jákup segði við sonin Júda sæst eisini skilliga at ’avkomið’ skuldi ráða sum kongur: „Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða.“ (1 Mósebók 49:10) Jesus Kristus varð føddur í Júda ætt. Hann vísti seg at vera tann ið hevði rættin til stjórnarvaldið, og tann sum ’tjóðirnar skuldu lýða’. — Hebrearabrævið 7:14.

16 Næstan 700 ár aftan á at hesi orðini vórðu vend til Júda, segði Jehova um Dávid, sum var av Júda ætt: „Eg Dávid havi funnið, tænara mín, . . . Ætt hans eg lati standa við allar ævir, kongsstól hans meðan himin er til.“ (Sálmur 89:21, 30) Tá Gud sigur at „ætt“ Dávids — hansara slekt — skal standa við um ævir og at hansara ’kongsstólur’ skal standa „meðan himin er til“, hvat meinar hann so við? Jehova vísir til at Ríkisins stjórn við hansara útnevnda stjórnara, Jesusi Kristi, skal vara um ævir. Hvussu vita vit tað?

17. Hvussu vita vit at tann lovaði stjórnarin er Jesus Kristus?

17 Jú, minst til tað eingil Jehova, Gabriel, segði við Mariu um barnið hon skuldi føða. Eingilin segði: „Navn hansara skalt tú kalla Jesus.“ Men Jesus skuldi ikki altíð vera barn, og heldur ikki altíð menniskja á jørðini. Gabriel segði víðari: „Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð [Jehova] skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.“ (Lukas 1:31-33) Er tað ikki undursamt at síggja hvussu Jehova hevur fyrireikað stovnsetanina av einum rættvísum ríki ið varandi kemur at gagna øllum ið elska hann og líta á hann?

18. (a) Hvussu greiðir Bíblian frá endanum á teimum jørðisku stjórnunum? (b) Hvat fer Guds ríkis stjórn at gera?

18 Tíðin er nú nær tá Guds ríkis stjórn kemur upp í leikin og beinir fyri øllum teimum jørðisku stjórnunum. Jesus Kristus fer tá til verka sum ein sigrandi kongur. Um bardagan ið verður tá, sigur Bíblian: „Men á døgum hesa konga man Guð himinsins seta á stovn ríki, sum skal standa um allar ævir, . . . tað skal sorla og beina fyri øllum hinum ríkjunum, men sjálvt skal tað standa við um allar ævir.“ (Dánjal 2:44; Opinberingin 19:11-16) Tá allar aðrar stjórnir so eru burtur, fer Guds ríki at nøkta ein og hvønn tørv. Stjórnarin, Jesus Kristus, fer at syrgja fyri at eingin av hansara trúgvu tegnum kemur at líða vegna sjúku og elli, ella doyr. Brotsgerðir, bústaðarneyð, svongd, megurð og allir aðrir slíkir trupulleikar verða beindir burtur. Tryggleiki og friður koma at ráða um allan heimin. (2 Pætur 3:13; Opinberingin 21:3-5) Men vit mugu læra meira um tey sum skulu vera limir í hesi stjórn.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 112, 113]

Jesus sendi sínar lærusveinar út at gera tað týdningarmikla arbeiðið at boða um Guds ríki

[Mynd á síðu 114]

Eisini tá Jesus stóð ákærdur og hansara lív varð kravt, boðaði hann Guds ríki

[Mynd á síðu 119]

Hvussu metir tú Jesus — sum ein sigrandi kong ella sum eitt hjálparleyst pinkubarn?