Góð viðurskifti við onnur
Kapittul 28
Góð viðurskifti við onnur
1. (a) Hvussu verður tú ein partur av Guds samskipan? (b) Hvørjum boði mást tú tá lýða?
SUM TÚ NÚ veksur í kunnleika um Jehova og hansara ætlanir og virðismetir tað meir og meir, fært tú hug at savnast regluliga við øðrum ið trúgva og vóna tað sama sum tú. Soleiðis verður tú partur av Guds sjónligu samskipan, ið er ein sannur kristin brøðraskapur. „Elskið brøðraskapin“ eru tá eini boð ið eisini galda teg. — 1 Pætur 2:17; 5:8, 9.
2. (a) Hvat nýtt boð gav Jesus lærusveinum sínum? (b) Hvat vísa orðini „hvør til annan“ greitt? (c) Hvussu stóran týdning hevur kærleikin?
2 Jesus Kristus undirstrikaði hvussu týdningarmikið tað var at lærusveinar hansara høvdu kærleika hvør til annan. Hann segði við teir: „Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; . . . Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:34, 35) Orðini „hvør til annan“ vísa at øll sonn kristin skuldu savnast í eitt samfelag ella eina samskipan. (Rómverjabrævið 12:5; Efesusbrævið 4:25) Og eyðkennið fyri hesa samskipanina skuldi vera kærleikin sum limirnir høvdu hvør til annan. Um vit ikki hava kærleika, nyttar alt hitt einki. — 1 Korintbræv 13:1-3.
3. Hvussu leggur Bíblian dent á tann týdning tað hevur at vísa sínum trúarfeløgum kærleika?
3 Tí fingu tey fyrstu kristnu ofta áminningar sum hesar: „Verðið hjartans blíðir hvør við annan.“ „Takið tí hvør annan at sær.“ „Tænið hvør øðrum í kærleika.“ „Verið góðir hvør við annan, miskunnsamir.“ ’Umberið hvør annan og fyrigevið hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum.’ „Áminnið hvør annan og uppbyggið hvør annan.“ „Haldið frið tykkara millum.“ „Havið inniligan kærleika hvør til annan.“ — Rómverjabrævið 12:10; 15:7; Galatabrævið 5:13; Efesusbrævið 4:32; Kolossubrævið 3:13, 14; 1 Tessalónikubræv 5:11, 13; 1 Pætur 4:8; 1 Jóhannes 3:23; 4:7, 11.
4. (a) Hvat vísir at kristin eisini skulu elska onnur enn sínar trúarfelagar? (b) Hvørjum skulu tey serstakliga vísa kærleika?
1 Tessalónikubræv 3:12; 5:15) Ápostulin Paulus vísti eina sinniliga støðu tá hann skrivaði: „Latum okkum . . . gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara!“ (Galatabrævið 6:10) Kristin skulu við øðrum orðum elska øll, eisini sínar fíggindar, men serstakliga sínar trúarfelagar í Guds samkomu, sínar andaligu brøður og systrar. — Matteus 5:44.
4 Hetta merkir tó ikki at sonn kristin bert skulu elska tey ið, eins og tey sjálv, hoyra til Guds samkomu. Tey skulu eisini elska onnur. Bíblian eggjar teimum til at vaksa í kærleika „hvør móti øðrum og móti øllum“. (5. Hvat vísir at sonn kristin altíð hava verið kend fyri sín kærleika?
5 Tey fyrstu kristnu vóru vælkend fyri kærleika sínámillum. Sambært rithøvundinum Tertullian, sum livdi í aðru øld, søgdu fólk um tey: ’Hygg hvussu tey elska hvørt annað og hvussu tey eru til reiðar at doyggja hvørt fyri annað!’ Tann sami kærleikin sæst millum sonn kristin í dag. Men merkir tað at trupulleikar ella ósemjur als ikki koma fyri millum sonn kristin?
ÚRSLIT AV ÓFULLKOMILEIKA
6. Hví synda sjálvt sonn kristin við hvørt hvør móti øðrum?
6 Sum tú veitst frá Bíbliuni, hava vit øll arvað ófullkomileikan frá okkara fyrstu foreldrum, Ádami og Evu. (Rómverjabrævið 5:12) Vit hava tí lyndi til at gera órætt. „Vit snáva allir í mongum lutum,“ sigur Bíblian. (Jákup 3:2; Rómverjabrævið 3:23) Tú mást tí gera tær greitt at limirnir í Guds samkomu eisini eru ófullkomnir og við hvørt gera nakað ið ikki er rætt. Tað kann føra til trupulleikar og meinbogar, eisini millum sonn kristin.
7. (a) Hví fingu Evodia og Syntýke áheitanir um at vera samsintar? (b) Hvat vísir at tær í grundini vóru góðar kristnar kvinnur?
7 Latið okkum sum dømi taka viðurskiftini millum tvær kvinnur, Evodiu og Syntýke, í samkomuni í Filippi. Ápostulin Paulus skrivaði: „Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum.“ Hví heitti Paulus serliga á hesar báðar kvinnurnar um at vera samsintar? Eyðsýnliga hevði onkur ósemja tikið seg upp teirra millum. Bíblian sigur ikki hvat hon snúði seg um. Filippibrævið 4:1-3, V. Danielsen.
Kanska vóru tær av einihvørjari orsøk avindsjúkar hvør á aðra. Men í grundini vóru tær góðar kristnar kvinnur. Tær høvdu havt trúnna leingi, og tær høvdu nøkur ár frammanundan borið boðskapin út saman við Paulusi. Tí skrivaði hann til samkomuna: „Kom teimum til hjálpar! tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum.“ —8. (a) Hvør tvídráttur tók seg upp millum Paulus og Barnabas? (b) Hvat hevði tú møguliga hugsað, um tú hevði sæð tilburðin?
8 Á einum sinni tók ein ósemja seg eisini upp millum ápostulin Paulus og ferðafelaga hansara Barnabas. Tá teir skuldu út á sína aðru boðanarferð vildi Barnabas hava systkinabarnið Markus við. Men Paulus vildi ikki at Markus skuldi við, tí hann skildist frá teimum og vendi við aftur av fyrstu boðanarferðini teir gjørdu. (Ápostlasøgan 13:13) Bíblian sigur: „Har varð tá skarpur tvídráttur, so at teir skildust hvør frá øðrum.“ (Ápostlasøgan 15:37-40) Hvat hevði tú hugsað um tú hevði verið hjástaddur ta ferðina? Hevði tú hildið at Paulus og Barnabas ikki kundu hoyra til Guds samkomu, sum teir bóru seg at?
9. (a) Hvørja synd gjørdi Pætur, og hví? (b) Hvat gjørdi Paulus tá hann varð varur við tað?
9 Eina aðra ferð gjørdi ápostulin Pætur órætt. Hann var hildin uppat at koma saman við heidningakristnum, tí hann bar ótta fyri at nøkur jødakristin ið lítilsvirdu sínar ikki-jødisku brøður, eisini skuldu lítilsvirða hann. (Galatabrævið 2:11-14) Tá ápostulin Paulus sá hvat Pætur gjørdi, fordømdi hann tann órætta atburðin hjá Pæturi meðan øll hoyrdu. Hvussu hevði tú kent teg, um tú vart Pætur? — Hebrearabrævið 12:11.
SEMJUR FÁAST Í LAG Í KÆRLEIKA
10. (a) Hvussu tók Pætur ábreiðsluna? (b) Hvat lærir fyridømið hjá Pæturi okkum?
10 Pætur kundi gjørst illur við Paulus. Hann kundi tikið sær ilt av at Paulus hevði at honum meðan øll sóu tað. Men so var ikki. (Prædikarin 7:9) Pætur var eyðmjúkur. Hann tók við ábreiðsluni, og loyvdi ikki at hon fekk hansara kærleika til Paulus at kólna. (1 Pætur 3:8, 9) Legg til merkis hvussu Pætur seinni nevnir Paulus í einum brævi til trúarfelagar sínar: „Haldið langmóð várs harra fyri frelsu; soleiðis sum eisini Paulus, okkara elskaði bróðir, hevur skrivað til tykkara eftir tí vísdómi, sum honum er givin.“ (2 Pætur 3:15) Ja, Pætur læt kærleikan fjala ósemjuna, sum í hesum føri stóðst av hansara egna órætta atburði. — Orðtøkini 10:12.
11. (a) Hvussu vístu Paulus og Barnabas at teir, hóast tvídráttin teirra millum, vóru sannir kristnir menn? (b) Hvat lærir teirra fyrimynd okkum?
11 Hvussu varð so við tvídráttinum millum Paulus og Barnabas? Hann varð eisini niðurlagdur í kærleika. Seinni, tá Paulus skrivaði til samkomuna í Korint, verður Barnabas nevndur sum ein nærur starvsfelagi. (1 Korint 9:5, 6) Og hóast Paulus kanska av røttum ivaðist í hvussu dúgligur Markus var í ferðafylgi, búnaðist hesin ungi maðurin sum fráleið soleiðis at Paulus seinni kundi skriva til Timoteus: „Tak Markus og hav hann við tær; tí at hann er mær nýtur til tænastu.“ (2 Timoteus 4:11) Hesi fyridømini kunnu læra okkum hvussu vit skulu fáa semjur í lag.
12. (a) Hví er tað hugsandi at Evodia og Syntýke samdust? (b) Hví er tað, sambært Galatabrævinum 5:13-15, umráðandi at kristin greiða sínar ósemjur í kærleika?
12 Hvussu gekst Evodiu og Syntýke? Samdust tær eisini við at lata kærleikan fjala syndirnar tær kanska høvdu gjørt hvør móti aðrari? Bíblian sigur ikki hvussu tað gekst. Men av tí at tær vóru góðar kristnar kvinnur ið høvdu strítt saman við Paulusi í hansara tænastu, er tað mest hugsandi at tær í eyðmýkt tóku við leiðbeiningini hann gav teimum. Tá brævið hjá Paulusi var komið, kunnu vit hugsa okkum at tær eru farnar hvør til aðra fyri at fáa ósemjuna burtur í kærleikans anda. — Galatabrævið 5:13-15.
13. Hvørja fyrimynd hevur Jehova Gud givið okkum, tá tað snýr seg um at vísa kærleika?
Rómverjabrævið 5:8) Vit mugu fylgja Guds fyrimynd og eisini elska tey ið bera seg órætt og tápuliga at. — Efesusbrævið 5:1, 2; 1 Jóhannes 4:9-11; Sálmur 103:10.
13 Kanska eru eisini nøkur í samkomuni sum tú ikki ert væl í øgn við. Men hóast fleiri kanska hava nógv at læra tá tað snýr seg um at menna sannar kristnar eginleikar, hugsa so um hetta: Bíðar Jehova Gud eftir at vit sleppa øllum okkara ringu eginleikum og vanum, áðrenn hann vísir okkum kærleika? Nei. Bíblian sigur: „Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.“ (14. Hvørja leiðbeining gav Jesus um ikki at vera atfinningarsom móti øðrum?
14 Av tí at vit øll eru ófullkomin, lærdi Jesus at vit ikki skulu vera atfinningarsom. Onnur hava sjálvandi síni lýti, men tað hava vit eisini. „Hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?“ spurdi Jesus. (Matteus 7:1-5) Hugsa vit um hetta, hjálpir tað okkum at semjast við okkara brøður og systrar.
15. (a) Hví er tað umráðandi at vit fyrigeva øðrum, hóast vit hava orsøk til klagu móti teimum? (b) Hvussu vísti Jesus við líknilsinum í Matteus, 18. kapitlinum, at vit mugu vera fyrigevandi?
15 Tað er avgjørt neyðugt at vit eru miskunnsom og fyrigevandi. Møguliga hevur tú veruliga orsøk til kæru ímóti einum bróður ella einari systur. Men minst til ta bíbilsku leiðbeiningina: „Haldið áfram at umbera hvør annan og frítt at fyrigeva hvør øðrum um Kolossubrævið 3:13, NW) Og skulu vit fáa fyrigeving frá honum, segði Jesus, so mugu vit fyrigeva øðrum. (Matteus 6:9-12, 14, 15) Sum kongurin í einum líknilsi hjá Jesusi hevur Jehova fyrigivið okkum túsundtals ferðir. Kunnu vit tá ikki fyrigeva okkara brøðrum nakrar fáar ferðir? — Matteus 18:21-35; Orðtøkini 19:11.
onkur hevur orsøk til klagu móti onkrum.“ Hví skuldi tú fyrigivið øðrum, tá tú hevur gylduga orsøk til klagu ímóti teimum? Tí ’Jehova frítt hevur fyrigivið tær’, svarar Bíblian. (16. (a) Hvussu er kærleikin til Gud knýttur at kærleikanum til okkara trúarfelagar, sambært Fyrsta Jóhannesarbrævi 4:20, 21? (b) Hvat mást tú gera um bróðir tín hevur okkurt ímóti tær?
16 Tað ber rætt og slætt ikki til at siga at vit liva sannleikan, tá vit samstundis ikki eru góð við okkara brøður og systrar og nokta at fyrigeva teimum. (1 Jóhannes 4:20, 21; 3:14-16) So fært tú á nøkrum sinni okkurt ímóti einum trúarfelaga, mást tú ikki halda uppat at tosa við hann. Verð ikki firtin, ber ikki agg, men greið fløkjuna í kærleikans anda. Og hevur tú syndað ímóti bróður tínum, ver tá til reiðar at biðja um fyrigeving. — Matteus 5:23, 24.
17. Hvussu eigur tú at bera teg at um onkur ger tær órætt?
17 Men hvat um onkur beinleiðis misbýður tær ella ger tær órætt? Bíblian gevur hesi ráð: „Sig ikki: ’Eins og hann gjørdi mær, skal eg gera honum.’“ (Orðtøkini 24:29; Rómverjabrævið 12:17, 18) Jesus Kristus segði: „Um onkur slær teg undir høgra vanga, tá vend honum hin eisini.“ (Matteus 5:39) Tá onkur gevur okkum ein frammaná, er tað ikki fyrst og fremst fyri at vit skulu fáa mein av tí, men heldur fyri at gera okkum firtin, eggja okkum til stríð. Jesus lærdi altso lærusveinarnar at teir skuldu sleppa sær undan at verða vavdir upp í stríð ella ófrið. Heldur enn at „gjalda ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan“ eigur tú at ’søkja frið og stunda eftir honum’. — 1 Pætur 3:9, 11; Rómverjabrævið 12:14.
18. Hvat kunnu vit læra av fyridøminum Gud gevur við at vísa øllum menniskjum kærleika?
18 Minst til at vit mugu ’elska brøðraskapin’. (1 Pætur 2:17) Jehova Gud hevur givið fyridømið. Hann ger ongan mannamun. Hann metir allar rasur líka. (Ápostlasøgan 10:34, 35; 17:26) Tey ið verða vard undir tí komandi ’miklu trongdini’ koma úr „øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum“. (Opinberingin 7:9, 14-17) Vit eiga tí ikki at elska nakran minni tí hann hevur øðrvísi lit, hoyrir til aðra tjóð ella hevur aðra samfelagsstøðu enn vit.
19. (a) Hvussu skulu vit meta og vera ímóti okkara trúarfeløgum? (b) Hvønn framíhjárætt kunnu vit fáa?
19 Lær at kenna øll í tínari samkomu væl, so fer tær at dáma tey og tú kemur at elska tey. Ver móti teimum eldru sum móti fedrum og møðrum, og móti teimum yngru sum móti brøðrum og systrum. (1 Timoteus 5:1, 2) Tað er sanniliga ein framíhjárættur at hoyra til Guds sjónligu samskipan, ið er sum ein stór familja har øll hava kærleika hvør til annan. Hugsa um hvussu deiligt tað verður at liva um ævir í páradísinum á jørðini saman við hesari góðu familjuni! — 1 Korintbræv 13:4-8.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 233]
Hvat kann dømið við Evodiu og Syntýke læra okkum?
[Mynd á síðu 235]
Merkti stríðið millum Paulus og Barnabas at teir ikki hoyrdu til Guds samskipan?
[Mynd á síðu 236]
Sonn kristin lata kærleikan fjala ósemjur
[Mynd á síðu 237]
Í Guds samskipan meta øll í kærleika hvør annan líka