Guds ríki tekur við
Kapittul 16
Guds ríki tekur við
1. (a) Hvat hava trúgvandi menniskju leingi sæð fram til? (b) Hví verður Guds ríki umrøtt sum ein ’býur’?
Í FLEIRI túsund ár hava menniskju sum hava trúð á Guds ríki, glett seg til at tað skuldi taka við ræðinum. Til dømis sigur Bíblian at hin trúfasti Ábraham „væntaði tann stað, sum stendur á fastari grund, og sum Guð er byggingarmeistari og smiður at“. (Hebrearabrævið 11:10) Hesin ’staðurin’ ella býurin er Guds ríki. Ríkið verður her nevnt ’staður’ tí tað fyrr í tíðini var vanligt at hvør býur hevði ein kong og var ein sjálvstøðugur býarstatur. Ein býur varð tí ofta mettur sum eitt ríki.
2. (a) Hvussu síggja vit at Ríkið var en veruleiki fyri fyrstu lærusveinar Krists? (b) Hvat vildu teir vita um tað?
Matteus 20:20-23) Ein spurningur ið ofta stakk seg upp hjá teimum var: Nær skuldu Kristus og hansara lærusveinar taka við ræðinum? Einaferð tá Jesus vísti seg fyri teimum aftan á at hann var upprisin, spurdu teir: „Harri, ætlar tú á hesi tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael?“ (Ápostlasøgan 1:6) Ert tú, eins og lærusveinarnir tá, alspentur eftir at fáa at vita nær Kristus fer at ráða sum kongur í Guds ríki?
2 Guds ríki var eisini ein veruleiki fyri teir fyrstu lærusveinarnar hjá Kristi. Tað sæst av tí stóra áhuganum teir vístu tí. (RÍKIÐ TEY KRISTNU BIÐJA UM
3, 4. (a) Hvussu vita vit at Gud altíð hevur verið kongur? (b) Hví lærdi Kristus tá sínar lærusveinar at biðja um at Guds ríki mátti koma?
3 Kristus lærdi sínar lærusveinar at biðja til Gud: „Komi ríki títt; verði vilji tín sum í himli so á jørð.“ (Matteus 6:9, 10) Men summi munnu spyrja: ’Hevur Jehova Gud ikki altíð havt ræði sum kongur? Og hevur hann tað, hví biðja vit so um at hansara ríki má koma?’
4 Jú, Bíblian nevnir Jehova ’kong ævanna’. (1 Timoteus 1:17) Og hon sigur at „[Jehova] hevur í himni grundað hásæti sítt, og kongsdømi hans yvir øllum ræður.“ (Sálmur 103:19) Jehova hevur sostatt altíð verið hægsti Stjórnarin yvir øllum sínum skapningum. (Jeremia 10:10) Men vegna uppreisturin ímóti hansara harradømi í Eden, gjørdi hann av at ein serlig stjórn skuldi stovnast. Hesa stjórnina ella hetta ríkið lærdi Jesus Kristus seinni lærusveinarnar at biðja um. Ætlanin var at tað skuldi beina fyri øllum trupulleikunum ið stóðust av at Sátan Djevulin og onnur vendu sær frá Gudi og hansara harradømi.
5. Um ríkið er Guds, hví verður tað so eisini nevnt ríki Krists og ríkið hjá teimum 144.000?
5 Valdið og rættin at ráða fær hetta nýggja ríkið frá tí stóra Konginum, Jehova Gudi. Tað er hansara ríki. Ferð eftir ferð nevnir Bíblian tað „Guðs ríki“. (Lukas 9:2, 11, 60, 62; 1 Korintbræv 6:9, 10; 15:50) Men av tí at Jehova hevur útnevnt son sín til hægsta stjórnara í Ríkinum, verður tað eisini nevnt ríki Krists. (2 Pætur ) Og tí 144.000 av mannaættini koma at ráða saman við Kristi, sum vit hava lært í einum undanfarnum kapitli, nevnir Bíblian tað eisini sum teirra ríki. — 1:11Opinberingin 14:1-4; 20:6; Dánjal 7:27.
6. Nær halda nøkur at Guds ríki byrjaði at ráða?
6 Summi siga at Ríkið varð stovnað tá Jesus vendi aftur til himmalin. Tey siga at Kristus byrjaði at ráða tá hann úhelti heilaga andan yvir sínar lærusveinar hvítusunnudagin, tá jødiska vikuhátíðin var í ár 33. (Ápostlasøgan 2:1-4) Men ríkið ella stjórnin sum Jehova hevði sett sær fyri at stovna fyri at beina fyri øllum teimum trupulleikunum ið stóðust av uppreistri Sátans, tók ikki við ræðinum tá. Eingi tekin eru um at tað ímyndarliga ’sveinsbarnið’, tað vil siga Guds ríki har Kristus er kongur, varð føtt og fór at útinna sítt harradømi tá. (Opinberingin 12:1-10) Men ráddi Jesus ikki á ein ávísan hátt í ár 33?
7. Hvørjum hevur Kristus stjórnað síðan ár 33?
7 Jú, Jesus byrjaði tá at stjórna síni samkomu av lærusveinum ið seinni skuldu sameinast við honum í himli. Tí sigur Bíblian at teir, meðan teir enn eru á jørðini, eru fluttir „inn í ríki elskaða sonar [Guðs]“. (Kolossubrævið 1:13) Men hetta „ríki“ — hetta harradømið sum verður útint yvir tey kristnu ið hava vón um lív i himli — er ikki tað ríkið Jesus lærdi lærusveinarnar at biðja um. Tað er eitt harradømi sum einans verður útint yvir tey 144.000 ið skulu ráða saman við Kristi. Gjøgnum øldirnar hava tey verið hansara einastu tegnar. Hetta harradømið, ’ríki elskaða sonar Guðs’, fer tí at halda uppat tá tann seinasti av hesum tegnunum við vón um lív í himli doyr og verður sameindur við Kristi í himli. Tá verða tey ikki longur tegnar Krists, men kongar við honum í teirri ríkisstjórnini sum Gud langt síðani hevur givið lyfti um.
KRISTUS FER AT RÁÐA MITT MILLUM FÍGGINDAR
8. (a) Hvussu vita vit at Kristus aftan á sína uppreisn mátti bíða eina tíð áðrenn hann byrjaði at ráða? (b) Hvat segði Gud við Kristus tá tíðin var komin tá hann skuldi byrja at ráða?
8 Tá Kristus aftan á sína uppreisn vendi aftur til himmalin, fór hann altso ikki beinanvegin at ráða sum kongur í Guds ríki. Harafturímóti settist hann at bíða, sum ápostulin Paulus greiðir frá: „Men hesin [Jesus Kristus] hevur borið fram eittans offur fyri syndir, Hebrearabrævið 10:12, 13) Tá tann tíðin kom tá Kristus skuldi taka tið stjórnarvaldinum, segði Jehova við hann: „Ráð tú mitt millum fígginda tína!“ — Sálmur 110:1, 2, 5, 6.
og er so setstur með alla við høgru hond Guðs, og bíðar síðan bert eftir, at fíggindar hansara skulu verða lagdir sum skammul fyri føtur hansara.“ (9. (a) Hví ynskja ikki øll Guds ríki? (b) Hvørja ávirkan hevur tað á tjóðirnar tá Guds ríki fer at ráða?
9 Kanska ljóðar tað løgið at Guds ríki skuldi hava fíggindar? Tó — ikki øll ynskja at liva undir einum ríki sum krevur at tegnarnir gera tað ið rætt er. Eftir at Bíblian hevur sagt frá hvussu Jehova og sonur hansara taka við heimsharradøminum, sigur hon at ’fólkasløgini vórðu vreið’. (Opinberingin 11:15, 17, 18) Tjóðirnar taka ikki væl ímóti Guds ríki, tí tær eru villleiddar av Sátani til at vera ímóti tí.
10, 11. (a) Hvat hendir í himlinum tá Guds ríki fer at ráða? (b) Hvat hendir á jørðini? (c) Hvønn týdningarmiklan sannleika mugu vit skilja?
10 Tá Guds ríki byrjar sítt harradømi, eru Sátan og hansara einglar enn í himli. Av tí at teir eru móti Ríkisins harradømi, brestur ein bardagi beinanvegin á; hann førir til at Sátan og hansara einglar verða kastaðir út úr himlinum. Tá ljóðar ein hørð rødd sum sigur: „Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara.“ Ja, Guds ríki er byrjað at ráða! Og í himli er stór gleði um at Sátan og hansara einglar eru koyrdir út. „Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva!“ sigur Bíblian. — Opinberingin 12:7-12.
11 Er hetta eisini ein gleðilig tíð fyri tey á jørðini? Nei! Tvørturímóti verður nú á jørðini ein tíð so ring sum ongantíð áður. Bíblian sigur: „Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.“ (Opinberingin 12:12) Vit mugu sostatt skilja at Guds ríkis harradømi ikki beinanvegin veitir jørðini frið og trygd. Friðurin kemur ikki fyrr enn Guds ríki hevur fult ræði á jørðini. Tað hendir tá ’tann skamma tíðin’ endar, tá Sátan og hansara einglar verða beindir burtur fyri at teir ikki longur skulu vera til fortreð fyri nakran.
12. Hví kunnu vit vænta at Bíblian sigur okkum nær Guds ríki tekur við?
12 Men nær verður Sátan kastaður út úr himli so hann verður atvoldin til trongdir á jørðini ’eina skamma tíð’? Nær fer Guds ríki at útinna sítt harradømi? Sigur Bíblian frá tí? Tað skuldi ein trúð. Hví? Jú, tí Bíblian langa tíð frammanundan boðaði frá, nær Guds sonur skuldi koma fyrstu ferð sum menniskja, fyri at gerast Messias. Ja, hon vísti enntá fram til sjálvt árið tá hann gjørdist Messias. Er tað so ikki at vænta at hon eisini sigur frá tí sum hevur enn størri týdning, nevniliga tíðini tá hann kemur aðru ferð fyri at ráða í Ríkinum sum Messias ella Kristus?
13. Hvussu fyriboðaði Bíblian tað árið tá Messias vísti seg á jørðini?
13 Men onkur spyr kanska: ’Hvar sigur Bíblian frá tí árinum tá Messias vísti seg á jørðini?’ Í Dánjals bók stendur: „Frá tí at orðið um at endurreisa og endurbyggja Jerúsalem gongur út, inntil Messias, Leiðaran, verða sjey vikur og tveyogtrýss vikur,“ tað vil siga 69 vikur tilsamans. (Dánjal 9:25, NW) Tó ikki 69 bókstaviligar vikur, ið bert svara til 483 dagar, ella eitt sindur meira enn eitt ár, men 69 árvikur ella 483 ár. (Samanber við Fjórðu Mósebók 14:34.) Boðini um at endurreisa og endurbyggja Jerúsalems múrar vórðu givin í árinum 455 f.o.t * (Nehemia 2:1-8) Rokna vit 69 árvikur ella 483 ár fram frá hesum árinum, koma vit til ár 29 e.o.t. Og tað var júst hetta árið Jesus kom til Jóhannes fyri at verða doyptur! Tá varð hann salvaður við heilagum anda og gjørdist Messias, ella Kristus. — Lukas 3:1, 2, 21-23.
NÆR GUDS RÍKI FER AT RÁÐA
14. Hvat umboðar træið í Dánjals bók, kapittul 4?
14 Men hvar boðar Bíblian so frá tí árinum tá Kristus skuldi taka við kongsvaldinum í Guds ríki? Eisini í Dánjals bók. (Dánjal 4:10-37) Her verður sagt frá einum veldigum træi sum rakk til himins. Hetta træið ímyndaði Nebukadnezar kong í Bábel, ið var størsti stjórnarin á jørðini tá í tíðini. Nebukadnezar kongur varð kortini noyddur at viðurkenna at ein stjórnari var størri. Hesin var ’hin Hægsti’, ’Kongur himnanna’, Jehova Gud. (Dánjal 4:34, 37) Í einum størri og týdningarmiklari samanhangi kom hetta himmalhøga træið tí at umboða Guds fullveldisharradømi, serliga í samband við jørðina. Harradømi Jehova kom eina tíð til sjóndar í tí ríkinum hann stovnaði yvir Ísraels fólki. Sagt varð at kongarnir av Júda ætt, sum ráddu yvir ísraelsmonnum sótu í ’hásæti Jehova’. — 1 Krýnikubók 29:23.
15. Hví vórðu fjøtur av jarni og kopari lagdar um stovnin?
15 Sambært frásøgnini í Dánjals bók, kapittul 4, varð tað himmalhøga træið felt. Men stovnurin varð verandi eftir, og hann varð bundin við fjøtrum av jarni og kopari. Tað skuldi forða honum at veksa og seta greinar inntil Guds tíð kom, og fjøturnar vórðu tiknar burtur. Men hvussu og nær varð Guds harradømi felt?
16. (a) Hvussu og nær varð Guds harradømi felt? (b) Hvat varð sagt við tann seinasta av Júda kongum ið sat í ’hásæti Jehova’?
16 Júda ríki, sum Jehova hevði stovnað, gjørdist sum fráleið so spilt at Jehova loyvdi Nebukadnezari kongi at oyðileggja tað, at fella tað. Hetta hendi í ár 607 f.o.t. Um ta tíðina varð tað sagt við Zidkia, tann síðsta av Júda kongum ið sat í ’hásæti Jehova’: „Niður við krúnuni! . . . At toftum, toftum, toftum geri eg ríkið! Tað skal ikki meira vera til, til hann kemur, sum hevur rættin til tess, og sum eg gevi tað.“ — Ezekiel 21:25-27.
17. Hvat tíðarskeið byrjaði í 607 f.o.t.?
Lukas 21:24; NW) Meðan hesar ’ásettu tíðirnar’ vardu hevði Gud onga stjórn sum umboðaði hansara harradømi á jørðini.
17 Guds harradømi, umboðað av trænum, varð altso felt í 607 f.o.t. Nú var ikki longur nøkur stjórn sum umboðaði Guds harradømi á jørðini. Í 607 f.o.t. byrjaði á henda hátt eitt tíðarskeið sum Jesus seinni nevndi „heidninganna tíðir“ ella „ásettu tíðir tjóðanna“. (18. Hvat skuldi henda tá „ásettu tíðir tjóðanna“ endaðu?
18 Hvat skuldi henda tá „ásettu tíðir tjóðanna“ endaðu? Tá fór Jehova at geva honum stjórnarvaldið ið ’hevði rættin til tess’, tað vil siga Jesusi Kristi. Um vit nú kunnu fáa at vita nær tær ’ásettu tíðirnar’ skuldu enda, kunnu vit tí eisini fáa at vita nær Kristus skuldi taka við kongsvaldinum.
19. Í hvussu nógvar „tíðir“ skuldi Guds harradømi verða avbrotið?
19 Sambært Dánjals bók, kapittul 4, vóru hesar ’ásettu tíðirnar’ „sjey tíðir“. Dánjal vísir at „sjey tíðir“ skuldu líða meðan Guds harradømi, umboðað av trænum, ikki varð útint yvir jørðina. (Dánjal 4:16, 23) Hvussu langar eru tær ’sjey tíðirnar’?
20. (a) Hvussu long er ein „tíð“? (b) Hvussu langar eru tær ’sjey tíðirnar’? (c) Hví rokna vit hvønn dag fyri eitt ár?
20 Í Opinberingini, 12. kapitlinum, versunum 6 og 14, fáa vit at vita at 1260 dagar eru tað sama sum „tíð og tíðir og hálva tíð“ ella sambært donsku løggildu umsetingini: „én tid og to tider og en halv tid“. Tað verður tilsmans 3 1/2 tíð. „Tíð“ má sostatt vera tað sama sum 360 dagar. „Sjey tíðir“ verða so 7 ferðir 360 dagar, tað vil siga 2520 dagar. Fylgja vit nú bíbilsku regluni um at rokna hvønn dag fyri eitt ár, koma vit til tað úrslitið at tær ’sjey tíðirnar’ eru 2520 ár. —21. (a) Nær byrjaðu og nær endaðu „ásettu tíðir tjóðanna“? (b) Nær fór Guds ríki sostatt at ráða? (c) Hví er tað enn hóskandi at biðja um at Guds ríki má koma?
21 Sum longu nevnt byrjaðu „ásettu tíðir tjóðanna“ í árinum 607 f.o.t. Telja vit 2520 ár fram, koma vit til 1914 e.o.t. Hetta árið endaðu tær ’ásettu tíðirnar’. Milliónir av menniskjum sum liva enn, minnast tað sum hendi í 1914. Tað árið byrjaði fyrsti veraldarbardagi eitt tíðarskeið við stórum trongdum sum hava hildið áfram til okkara dagar. Tað merkir at Jesus Kristus í 1914 fór at ráða sum kongur í Guds himmalska ríki. Og tá Ríkið sostatt er stovnað, er tað nú meira hóskandi enn nakrantíð áður at vit biðja um at tað má ’koma’ og beina fyri Sátans óndu heimsskipan á jørðini! — Matteus 6:10; Dánjal 2:44.
22. Hvønn spurning setur onkur kanska?
22 Men onkur spyr kanska: ’Um Kristus longu er komin fyri at ráða í ríki Faðirs síns, hví hevur eingin tá sæð hann?’
[Undirgrein]
^ par. 13 Søgulig prógv fyri at hesi boðini vórðu givin í árinum 455 f.o.t. eru viðgjørd í greinini „Artaxerxes“ í bókini Hjælp til forståelse af Bibelen, givið út hevur Vagttårnets selskab.
[Lestrarspurningar]
[Yvirlit á síðu 140, 141]
Í 607 f.o.t. fall Guds jørðiska ríki, Júda.
Í 1914 e.o.t. byrjaði Jesus Kristus at ráða sum kongur í Guds himmalska ríki
607 f.o.t. — 1914 e.o.t.
Oktober 607 f.o.t. til oktober 1. f.o.t. = 606 ár
Oktober 1 f.o.t. til oktober 1914 e.o.t. = 1914 ár
TÆR SJEY HEIDNINGATÍÐIRNAR = 2520 ár
[Mynd á síðu 134]
„Ætlar tú á hesi tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael?“
[Mynd á síðu 139]
Tað høga træið í Dánjals bók, kapittul 4, lýsir Guds harradømi. Í einum tíðarskeiði varð hetta harradømið umboðað av Júda ríki
[Mynd á síðu 140, 141]
Træið varð felt tá Júda ríki varð lagt í oyði