Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví hevur Gud loyvt tí illa?

Hví hevur Gud loyvt tí illa?

Kapittul 11

Hví hevur Gud loyvt tí illa?

1. (a) Hvussu eru viðurskiftini á jørðini í dag? (b) Hvat siga summi?

ALLASTAÐNI í heiminum finnur tú hatur, brotsgerðir og trupulleikar. Ofta verða tey óseku rakt. Summi brigsla Gudi fyri tað. Tey siga: ’Um ein Gud er til, hví letur hann so alt hetta ræðuliga henda?’

2. (a) Hvør er tað sum ger tað ónda? (b) Hvussu kann sleppast undan nógvum líðingum á jørðini í dag?

2 Men hvør er tað ið ger alt hetta ræðuliga móti øðrum? Menniskju, ikki Gud. Gud fordømir óndar gerðir. Nógvar líðingar á jørðini høvdu steðgað um fólk lýddu Guds lóg. Hann býður okkum at vísa kærleika, og hann bannar morði, stuldri, leyslevnaði, havisjúku, drykkjuskapi og øðrum órætti sum er orsøk til at menniskju líða. (Rómverjabrævið 13:9; Efesusbrævið 5:3, 18) Gud skapaði Ádam og Evu við einum frálíkum heila og likami, og við gávuni at kunnu gleðast um lívið í allar mátar. Hann ætlaði avgjørt ikki at tey ella børnini hjá teimum skuldu líða ella hava trupulleikar at dragast við.

3. (a) Hvør hevur ábyrgdina av tí ónda? (b) Hvat vísir at Ádam og Eva kundu havt staðið ímóti freistingum Sátans?

3 Sátan Djevulin var hann ið íbirti óndskapin á jørðini. Men Ádam og Eva høvdu eisini part í tí. Tey vóru ikki so veik, at tey ikki kundu havt staðið ímóti tá Djevulin freistaði tey. Tey kundu havt biðið Sátan um at fara burtur, sum tann fullkomni Jesus seinni gjørdi. (Matteus 4:10) Men tað gjørdu tey ikki, og úrslitið var at tey gjørdust ófullkomin. Allir eftirkomarar teirra, eisini vit, arvaðu henda ófullkomileika, sum førdi sjúku, sorg og deyða við sær. (Rómverjabrævið 5:12) Men hví hevur Gud loyvt tí illa at halda áfram so leingi?

4. Hvat hjálpir okkum at skilja at ein góður Gud kundi loyva óndskapi eina tíð?

4 Í løtuni tykist eingin orsøk kanska at vera nóg góð til at Gud skuldi loyvt øllum teimum líðingunum, ið hava verið menniskjunum fyri í øldir. Men er henda niðurstøðan bein? Hava góð foreldur ikki við hvørt loyvt at eitt barn hevur verið lagt undir eina pínufulla skurðviðgerð fyri at rætta okkurt brek? Jú, fyribils líðingar hava ofta givið børnum møguleika fyri einari betri heilsu seinni í lívinum. Hvat gott er so vunnið við at Gud hevur loyvt óndskapinum?

EIN TÝÐANDI STRÍÐSSPURNINGUR SUM SKAL AVGERAST

5. (a) Hvussu mótsegði Sátan Gudi? (b) Hvat lovaði Sátan Evu?

5 Uppreisturin móti Gudi í Eden setti fram ein týðandi stríðsspurning. Vit mugu kanna henda spurning fyri at skilja hví Gud hevur loyvt tí illa. Jehova segði við Ádam, at honum ikki var loyvt at eta av einum ávísum træi í urtagarðinum. Hvat hendi um Ádam gjørdi tað kortini? Gud segði: „So skjótt sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!“ (1 Mósebók 2:17) Men Sátan segði beint tvøturímóti. Hann segði fyri Evu, konu Ádams, at hon róliga kundi eta av tí forbodna trænum. „Tit skulu als ikki doyggja,“ segði hann. Og hann helt áfram við Evu: „Men Guð veit, at so skjótt sum tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu verða eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum.“ — 1 Mósebók 3:1-5.

6. (a) Hví var Eva ólýðin móti Gudi? (b) Hvat var tað at eta av tí forbodna trænum einstýðandi við?

6 Eva var ólýðin móti Gudi og át av trænum. Hví? Tí hon trúði Sátani. Sjálvsøkin trúði hon at tað fór at gagna henni at vera ólýðin móti Gudi. Hon hugsaði sum so, at nú noyddust hon og Ádam ikki longur at standa Gudi til svars. Tey noyddust ikki longur at halda hansara lógir. Tey kundu sjálv avgera hvat ið var „gott“ og hvat ið var „ilt“. Ádam fylgdi Evu og át eisini av trænum. Ein donsk bíbliuviðmerking sum er grundað á undirtekstirnar í Jerusalem-Bíbliuni sigur at fyrsta synd menniskjanna móti Gudi var tann, at tey kravdu „sjálv at duga at avgera, hvat ið var gott, og hvat ið var ilt, . . . siðiligt frælsi . . . Fyrsta syndin var ein roynd at beina fyri Guds fullveldi“. Tað vil siga, hon var eitt álop á Guds rætt til at vera avgjørdi stjórnari menniskjans.

7. (a) Hvør stríðsspurningur varð settur fram við menniskjans ólýdni? (b) Hvørjir spurningar mugu svarast í hesum sambandi?

7 Tá tey ótu av fruktini tóku Ádam og Eva seg sostatt burtur frá Guds harradømi. Tey valdu at bjarga sær sjálvum, tá tey gjørdu tað sum var „gott“ ella „ilt“ eftir teirra egnu avgerð. Tann týðandi stríðsspurningurin sum var settur fram, var tí: Hevur Gud rætt at vera menniskjanna avgjørdi stjórnari? Við øðrum orðum: Skal Jehova avgera hvat ið er gott og hvat ið er ilt fyri menniskju? Er hann Tann ið skal avgera hvør atburður er rættur og hvør ið er skeivur? Ella duga menniskju betur at stjórna sjálv? Kunnu menniskjuni, leidd ósjónliga av Sátani, stjórna við einum góðum úrsliti uttan hjálp frá Jehova? Ella er Guds leiðsla neyðug fyri at ein rættvís stjórn ið veitir varandi frið á jørðini, kann verða sett á stovn? Allir hesir spurningarnir vórðu settir við hesum álopinum á Guds fullveldi, álopinum á hansara rætt til at vera menniskjanna einasti og avgjørdi stjórnari.

8. Hví beindi Jehova ikki fyri uppreistrarmonnunum beinanvegin?

8 Jehova kundi sjálvandi beinanvegin tá uppreisturin hendi, havt beint fyri teimum trimum uppreistrarsinnaðu. Hann var avgjørt sterkari enn Sátan og Ádam og Eva. Men tað hevði ikki verið besta loysnin. Tað hevði til dømis ikki svarað spurninginum um hvørt menniskjuni sjálv dugdu at stjórna, og tað væl, uttan Guds hjálp. Tí loyvdi Jehova at ein ávís tíð gekk fyri at tann týðandi stríðsspurningurin kundi verða avgjørdur.

SPURNINGURIN VERÐUR AVGJØRDUR

9, 10. Hvussu hava úrslitini verið av menniskjanna royndum at stýra uttan Guds leiðslu?

9 Nú er henda tíðin farin, og hvussu hevur úrslitið verið? Hvat heldur tú? Hevur søgan tey seinastu 6000 árini víst at tað hevur eydnast menniskjunum at stjórna væl uttan Guds leiðslu? Hevur tað eydnast menniskjum at stovna eina góða stjórn til gagns og gleði fyri øll? Ella hevur søgan ikki heldur víst at profeturin Jeremia hevði grein í sínum máli tá hann segði, at „tað er ikki í valdi hjá gangandi manni at stýra fetum sínum“? — Jeremia 10:23.

10 Allir møguligir stýrishættir hava verið royndir, men eingin teirra hevur megnað at veita tegnunum veruliga trygd og eydnu. Summi vísa kanska á at ávís framstig eru gjørd. Men ber til at tosa um verulig framstig tá bogin og pílurin eru avloystir av kjarnorkubumbuni, og tá heimurin av álvara óttast fyri einum heimsbardaga aftrat? Hvat slag av framstigi er tað tá menniskju kunnu ganga á mánanum men ikki kunnu liva friðarliga saman á jørðini? Hvør nytta er í at menn kunnu byggja hús við øllum nútiðar hentleikum, tá familjurnar sum búgva í húsunum eru sundurbýttar av trupulleikum og meinbogum? Er gøtuófriður, oyðilegging av lívi og ognum og tað nógva lógloysið nakað at rósa sær av? Als ikki! Men hetta er alt samalt úrslitið av at menniskju hava roynt at stýra sær sjálvum, uttan Gud. — Orðtøkini 19:3.

11. Hvat er tað skilligt at menniskjunum tørvar?

11 Eingin kann ivast. Menniskjans royndir at stýra óheft av Gudi hava verið eitt ræðuligt mistak. Tær hava volt stórar menniskjuligar líðingar. „Ein maðurin hevur ræðið á øðrum, honum til ólukku,“ greiðir Bíblian frá. (Prædikarin 8:9) Tað er týðiligt at vit hava Guds leiðslu fyri neyðini. Júst sum menniskjað varð skapað við tørvi á mati og drekka, varð tað eisini skapað so tí tørvaði at fylgja Guds lógum. Um menniskjað letur hánt um Guds lógir fær tað trupulleikar, líka so víst sum tað fær trupulleikar tá tað letur hánt um at kroppinum tørvar mat og drekka. — Orðtøkini 3:5, 6.

HVÍ SO LEINGI?

12. Hví hevur Gud latið so langa tíð ganga?

12 Men onkur spyr kanska: ’Hví hevur Gud latið so langa tíð ganga, umleið 6000 ár nú, fyri at avgera henda stríðsspurningin? Kundi hann ikki langt síðan verið avgjørdur væl og virðiliga?’ Nei. Um Gud hevði komið sær uppí fyri langt síðani, kundi onkur reist ta ákæru at menniskjuni ikki høvdu fingið nóg langa tíð til at gera sínar royndir. Men sum nú er, hava tey havt ivaleysa tíð at koma fram á eina stjórn sum kundi nøktað tørvin hjá øllum tegnunum, og at gera vísindaligar uppdagingar sum kundu koma øllum til gagns og gleði. Gjøgnum øldirnar hava menniskjuni roynt næstan allar stýrishættir. Og tey gava gjørt undranarverd framstig innan vísindini. Tey hava tamt atomið og sent menniskju til mánan, men hvat hevur úrslitið verið? Hevur tað ført til eina nýggja heimsskipan til vælsignilsi fyri mannaættina?

13. (a) Hvussu eru viðurskiftini í dag, hóast øll vísindalig framstig? (b) Hvat vísir hetta greitt?

13 Nei, minni enn so! Tvørturímóti er størri ólukka og fleiri trupulleikar á jørðini enn nakrantíð áður. Brotsverk, dálking, kríggj, familjutrupulleikar og aðrir meinbogar eru komnir á eitt so vandamikið støði, at vísindamenn stúra fyri at sjálv tilvera menniskjans et hótt. Ja, aftan á royndir við sjálvstýri í umleið 6000 ár, og aftan á makaleys vísindalig „framstig“, stendur mannaættin nú beint fyri sjálvtýning! Tað er heilt greitt at menniskju ikki við góðum úrsliti kunnu stýra óheft av Gudi! Og eingin kann nú koma og siga at Gud ikki hevur givið nóg langa tíð at avgera henda stríðsspurningin.

14. Hví áttu vit hvør sær at havt áhuga í at kannað ein annan stríðsspurning sum Sátan setti fram?

14 Tað er sostatt av góðum grundum Gud hevur loyvt menniskjunum undir Sátans harradømi, at volda tann óndskapin sum hevur staðið við í so langa tíð nú. Við sínum uppreistri setti Sátan eisini fram ein annan stríðsspurning sum kravdi tíð fyri at verða avgjørdur. Ein kanning av hesum fer í størri mun at hjálpa okkum at skilja hví Gud hevur loyvt tí illa. Tú átti at havt serligan áhuga í hesum spurninginum, tí hann viðkemur tær persónliga.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 100]

Av góðum grundum kunnu foreldur loyva at eitt elskað barn verður lagt undir eina pínufulla skurðviðgerð. Gud hevur eisini av góðum grundum loyvt at menniskjuni líða eina tíð

[Mynd á síðu 101]

Tá tey ótu av teirri forbodnu fruktini, lótu Ádam og Eva hánt um Guds harradømi. Tey fóru sjálv at avgera hvat ið var gott ella ilt

[Myndir á síðu 103]

Sum menniskjað varð skapað við tørvi á mati og drekka, varð tað skapað við tørvi á leiðbeining frá Gudi