Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvør er Gud?

Hvør er Gud?

Kapittul 4

Hvør er Gud?

1. (a) Hvørjir gudar verða og hava verið dýrkaðir? (b) Hvussu ger Bíblian mun á „gudum“ og „Gudi“?

NÓGVIR GUDAR verða dýrkaðir í heiminum. Innan shintoismuna, buddhismuna, hinduismuna og átrúnarnar hjá teimum ymsu ættarbólkunum eru milliónir av gudum. Tá Jesu ápostlar livdu, vórðu gudar sum Zeus og Hermes dýrkaðir. (Ápostlasøgan 14:11, 12) Bíblian gevur okkum tí rætt í at „tað eru mangir gudar“, men hon sigur eisini at „fyri okkum [er] tó bert ein Guð, faðirin, sum allir lutir eru frá“. (1 Korintbræv 8:5, 6) Hvat hevði tú svarað, um tú vart spurdur hvør hesin Gud er?

2. Hvussu ymist uppfata fólk Gud?

2 ’Tað er Várharri,’ munnu nógv siga. Ella tey siga at tað er ein andi í himlinum. Nøkur nevna hann ’hin Almáttuga’. Spurd um Gud hevur eitt navn, svara summi at hann eitur Jesus. Onnur uppfata ikki Gud sum ein persón, men sum eina veldiga megi ið er allastaðni. Og nøkur ivast í um ein Gud yvirhøvur er til. Kunnu vit vera vís í at hann er til?

GUD ER TIL

3. Hvussu er eitt hús vorðið til?

3 Hevur tú onkuntíð staðið og hugt at einum vøkrum bygningi og hugsað um, hvør ið man hava bygt hann? Hvat nú um onkur segði, at tað hevði eingin gjørt, at alt bara var komið av sær sjálvum? Hevði tú trúð tí? Sjálvandi ikki. Øll vita sum bíbliuskrivarin, at „eitt og hvørt hús verður gjørt av einumhvørjum“. Kunnu vit so ikki góðtaka ta skilvísu niðurstøðuna hjá bíbliuskrivaranum: „Guð er tann, sum alt hevur gjørt“? — Hebrearabrævið 3:4.

4. Hvussu eru milliardirnar av stjørnum vorðnar til?

4 Hygg einaferð at milliardunum og aftur milliardunum av stjørnum í alheiminum. Tó at tær eru so nógvar flyta allar seg eftir lógum sum halda teimum í fullkomnari javnvág sínámillum. „Hvør skapaði hesar?“ varð spurt einaferð fyri langt síðan. Skilvísa svarið ljóðaði: „Hann, sum eftir tali leiðir her teirra fram og nevnir tær allar at navni.“ (Jesaja 40:26) Tað hevði verið tápuligt at trúð at tær óteljandi stjørnurnar vórðu til av sær sjálvum, og at tær sjálvar høvdu funnið saman í teir ómetaligu stjørnuhóparnar har so stórfingið skil ræður! — Sálmur 14:1.

5. (a) Er tað trúligt at partarnir til eina kjøtmaskinu kunnu samlast av sær sjálvum? (b) Hvat vísir tað í samband við alheimin?

5 Hesin vælskipaði alheimurin kann ikki vera komin av sær sjálvum. Hann hevur ein skynsaman Skapara við stórari megi sum fyritreyt. (Sálmur 19:2, 3) Ein handilsmaður varð einaferð spurdur hví hann trúði upp á ein Gud, hann greiddi frá at ein genta á hansara verksmiðju nýtti tveir dagar til at læra at seta eina kjøtmaskinu í seytjan pørtum saman. „Eg eri bert ein vanligur verksmiðjueigari,“ segði hann. „Men eitt veit eg, og tað er, at tú kanst rista teir seytjan partarnar til eina kjøtmaskinu runt í einari balju tær næstu seytjan milliardirnar av árum uttan at fáa eina kjøtmaskinu burturúr.“ Alheimurin við teimum fjølbroyttu lívsformunum vit finna á jørðini, er nógv fløktari enn ein kjøtmaskina. Krevur tað eitt skilagott menniskja at seta eina slíka maskinu saman, skulu vit ikki ivast í at tað krevur ein almáttugan Gud at skapa alheimin. Eigur hann ikki at fáa æruna fyri tað hann hevur gjørt? — Opinberingin 4:11; Ápostlasøgan 14:15-17; 17:24-26.

ER GUD EIN PERSÓNUR?

6. Hví kunnu vit vera vís í at Gud er ein persónur?

6 Nógv ið siga seg trúgva upp á Gud, uppfata hann ikki sum ein persón. Er hann tað? Tað er sjálvsagt at har sum vitsevni eru, má ein heili eisini vera, og tann heilin má hoyra til eitt likam av onkrum slag. So ómetalig vitsevni sum tey vit síggja í skaparaverkinum, mugu tí stava frá einum persóni — Gudi hinum alvalda. Hann hevur eitt likam, ikki eitt holdligt likam, gaman í, men eitt andligt. Hevur ein andi eitt likam? Ja. Bíblian sigur: „Er eitt náttúrligt likam til, tá er eisini eitt andligt likam til.“ — 1 Korintbræv 15:44; Jóhannes 4:24.

7. (a) Hvussu sæst tað at Gud býr eitt ávíst stað? (b) Hvussu skilst tað at hann hevur eitt likam?

7 Tá nú Gud er ein persónur við einum andligum likami, má hann vera staddur á einumhvørjum stað. Bíblian sigur at Gud ’hevur bústað’ í himli. (1 Kongabók 8:43) Vit lesa eisini at „Kristus gekk . . . inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld“. (Hebrearabrævið 9:24) Nøkur menniskju fáa lív í himli hjá Gudi í løn, og tey fara til ta tíð at fáa eitt andligt likam. Tey koma tá at síggja Gud, sigur Bíblian, og verða sum hann. (1 Jóhannes 3:2) Eisini hetta undirstrikar at Gud er ein persónur og at hann hevur eitt likam.

8, 9. (a) Hvussu kann Guds víttfevnandi kraft líknast við eitt kraftverk? (b) Hvat er Guds heilagi andi, og hvat kann hann útinna?

8 Her fer onkur kanska at spyrja: ’Um Gud er ein persónur og býr eitt ávíst stað í himli, hvussu er hann tá førur fyri at síggja tað sum hendir allastaðni? Og hvussu kann hansara vald gera seg galdandi í øllum alheiminum?’ (2 Krýnikubók 16:9) Tað at Gud er ein persónur avmarkar als ikki hansara vald ella stórleika. Tað átti heldur ikki at avmarkað okkara virðing fyri honum. (1 Krýnikubók 29:11-13) Hetta kann líknast við eitt elektriskt kraftverk.

9 Eitt kraftverk liggur eitt ávist stað í ella nærindis einum býi. Men streymurin frá tí verður býttur til alt umráðið og tænir sum ljós- og kraftkelda. Nakað soleiðis er tað við Gudi. Hann er staddur í himlinum. (Jesaja 57:15; Sálmur 123:1) Men hansara heilaga anda, hansara ósjónligu virkandi megi, varnast tú allastaðni, í øllum alheiminum. Við sínum heilaga anda skapaði Gud himmalin, jørðina og alt livandi. (Sálmur 33:6; 1 Mósebók 1:2; Sálmur 104:30) Hann noyddist ikki sjálvur at vera hjástaddur fyri at skapa alt hetta. Hann kann senda sín anda, sína virkandi megi, til at gera hvat sum helst hann ynskir, uttan at hann sjálvur er hjástaddur. Ein hugtakandi Gud! — Jeremia 10:12; Dánjal 4:35.

HVUSSU GUD ER SUM PERSÓNUR

10. Nevn ein máta at koma at kenna Gud uppá.

10 Er Gud soleiðis at vit vildu elskað hann um vit komu at kenna hann væl? ’Møguliga,’ sigur tú kanska, ’men hvussu kunnu vit koma at kenna hann, tá vit ikki kunnu síggja hann?’ (Jóhannes 1:18) Bíblian vísir í hvussu er á ein máta, tá hon sigur: „Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum.“ (Rómverjabrævið 1:20) Tað Gud hevur skapað kann altso, tá vit veruliga kanna tað og hugsa um tað, hjálpa okkum at skilja hvussu Gud er.

11. Hvat læra vit um Gud tá vit hyggja at tí hann hevur skapað?

11 Sum vit hava sæð, kunnu vit tá vit hyggja at stjørnuhimlinum fáa eina fatan av Guds stórleika og ómetaligu megi. (Sálmur 8:4, 5; Jesaja 40:26) Hygg eisini at jørðini. Gud hevur sett hana í rúmdina soleiðis at hon fær júst ta røttu mongdina av ljósi og hita frá sólini. Og hugsa um vatnringrásina. Regnið fellur á jørðina og vætir hana. Vatnið rennur út í áirnar, sum renna út í høvini. Sólin hitar sjógvin og ger hann til damp, sum so aftur verður regn ið vætir jørðina. (Prædikarin 1:7) Gud hevur skipað fyri ringrásum í hópatali so vit kunnu fáa føði og bústað og alt sum okkum annars er tørvur á. Og hvat sigur alt hetta okkum um Gud? At hann hevur stóran vísdóm og at hann er sera gávumildur og syrgir fyri sínum skapningum. — Orðtøkini 3:19, 20; Sálmur 104:13-15, 24, 25.

12. Hvat sigur títt egna likam tær um Gud?

12 Vit kunnu eisini hyggja at okkara egna likami. Tað sæst á øllum brøgdum at tað er skapað til meira enn bert at liva. Tað er skipað so undurfult at vit eisini kunnu njóta lívið. (Sálmur 139:14) Við eygunum síggja vit ikki bara okkara umhvørvi svart og hvítt, men í litum, og verðin er full av litum sum vit kunnu gleðast um. Vit kunnu smakka og lukta, soleiðis at tað at eta ikki bert er ein neyðsyn, men eisini ein stór gleði fyri okkum. Hesir sansar eru ikki avgjørt neyðugir fyri at vit kunnu liva. Teir eru gávur frá einum góðum, gávumildum og umhugsnum Gudi. — 1 Mósebók 2:9; 1 Jóhannes 4:8.

13. Hvat læra vit um Gud av tí mátanum hann er farin við menniskjunum uppá?

13 Vit kunnu eisini fáa eina fatan av Gudi, tá vit síggja hvussu hann fer við menniskjunum. Hann hevur eina sterka rættferðarkenslu. Hann tekur ikki eina rasu ella tjóð fram um aðrar. (Ápostlasøgan 10:34, 35) Hann er eisini góður og miskunnsamur. Um hansara framferð í samband við Ísrael, sum hann fríaði undan trældómi í Egyptalandi, sigur Bíblian: „Hann [er] miskunnsamur, . . . Hann minnist, at teir eru kjøt.“ Og tó vóru ísraelsmenn ofta ólýdnir, og tað harmaði Gud. Bíblian sigur: „Tey . . . voldu honum sorg . . . ivaðust um hin Heilaga Ísraels.“ (Sálmur 78:38-41, V. Danielsen; 103:8, 13, 14) Tá hansara tænarar harafturímóti eru lýdnir, gleðir tað hann. (Orðtøkini 27:11) Gud sigur eisini frá, hvussu hann kennir tað tá onkur ger hansara tænarum fortreð: „Hvør, ið nertur tykkum, nertur mín eygnastein.“ (Zakarja 2:12) Kennir tú ikki, at tú mást elska ein Gud ið hevur slíkan kærleika til smá, týdningarleys menniskju av øllum rasum og tjóðum? — Jesaja 40:22; Jóhannes 3:16.

ER GUD ANTIN JESUS ELLA EIN TRÍEIND?

14. Hvat snýr tríeindarlæran seg um?

14 Hvør er hesin undursami Gud? Nøkur siga at hansara navn er Jesus. Onnur siga at hann er ein tríeindur Gud, hóast orðið „tríeind“ ikki kemur fyri í Bíbliuni. Sambært tríeindarlæruni er Gud tríggir persónar; hon sigur at tað er „ein Gud, Faðirin, Sonurin og Heilagi andin“. Nógvar kirkjur hava hesa læru, hóast tær viðganga at hon er „eitt duldarmál“. Eru hesar uppfatanir av Gudi rættar?

15. Hvussu vísir Bíblian at Gud og Jesus eru tveir ymiskir persónar sum ikki eru javnlíkir?

15 Segði Jesus sjálvur á nøkrum sinni at hann var Gud? Nei, tað gjørdi hann ikki. Tvørturímóti verður hann í Bíbliuni nevndur sum „sonur Guðs“, og hann segði: „Faðirin er størri enn eg.“ (Jóhannes 10:34-36; 14:28) Hann segði eisini at okkurt var, sum hvørki hann ella einglarnir, men eina Gud, visti. (Markus 13:32) Og harafturat segði hann í eini bøn til Gud: „Men verði tó ikki mín vilji, men tín!“ (Lukas 22:42) Hevði Jesus biðið til Gud um hann sjálvur var hin alvaldi Gud? Aftan á Jesu deyða sigur Bíblian umframt hetta at ’Gud reisti hann upp’. (Ápostlasøgan 2:32) Tað er greitt at hin alvaldi Gud og Jesus eru tveir ymiskir persónar. Eisini aftan á sín deyða, sína uppreisn og himmalsferð var Jesus undirlagdur Faðir sínum. — 1 Korintbræv 11:3; 15:28.

16. Hvussu skilst tað at Jesus ikki er Gud hin alvaldi, hóast hann verður umtalaður sum ein gud?

16 ’Men verður Jesus ikki umtalaður sum ein gud í Bíbliuni?’ vil onkur spyrja. Jú, hann verður. Men tað verður Sátan eisini. (2 Korintbræv 4:4) Í Jóhannes 1:1, har Jesus verður nevndur „Orðið“, siga summar bíbliuumsetingar: „Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð.“ Men legg til merkis at Jóh 1 ørindi 2 sigur at Orðið ’í fyrstuni var hjá Gudi’. Og meðan Jesus varð sæddur av menniskjum, sigur Jóh 1 ørindi 18 at „eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð“. (Føroyska løggilda umsetingin) Aðrar umsetingar endurgeva tí grundtekstin rætt tá tær í ørindi Jóh 1 1 siga: „Orðið var hjá Gudi, og Orðið var guddómligt,“ ella „var ein gud“, tað vil siga at Orðið var ein veldigur skapningur á sama tilverustøði sum Gud. (An American Translation) Tað er týðiligt at Jesus ikki er hin alvaldi Gud. Hann nevndi Faðir sín ’Gud mín’ og ’hin eina, sanna Gud’. — Jóhannes 20:17; 17:3.

17. Hvussu sæst tað at heilagi andin ikki er ein persónur?

17 Viðvíkjandi heilaga andanum, tí sonevnda triðja persóninum í tríeindini, hava vit longu nevnt at hann ikki er ein persónur men Guds virkandi kraft. Jóhannes Doypari segði at eins og hann hevði doypt við vatni, fór Jesus at doypa við heilagum anda. Vatn er ikki nakar persónur, á sama hátt er heilagi andin tí heldur ikki ein persónur. (Matteus 3:11) Orð Jóhannesar gingu út tá heilagi andin, aftan á Jesu deyða og uppreisn, varð útheltur yvir hansara lærusveinar sum vóru samlaðir í Jerúsalem. Bíblian sigur: „Teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda.“ (Ápostlasøgan 2:4) Vórðu teir „fyltir“ av einum persóni? Nei, teir vórðu fyltir av Guds virkandi kraft. Av tí vit her hava sæð, er tað skilligt at tríeindarlæran ikki er ein bíbilsk læra. Leingi áðrenn Jesus kom til jarðar dýrkaðu fólk í roynd og veru trígudar, ella tríeindir, eitt nú í Egyptalandi og Bábylon.

GUDS NAVN

18. (a) Er „Gud“ persónliga navn hins Alvalda? (b) Hvat er hansara persónliga navn?

18 Øll menniskju hava eitt persónligt navn. Gud hevur eisini eitt persónligt navn, sum skilur hann frá øllum øðrum. ’Er hansara navn ikki „Gud“?’ spyrja summi. Nei, tí „Gud“ er bert ein tittul, eins og „forseti“, „kongur“ og „dómari“. Vit læra um Guds navn í Bíbliuni, har tað í grundtekstinum kemur fyri okkurt om 7000 ferðir. Í donsku umsetingini hjá Kalkar lesa vit til dømis í Sálmi 83:19: „Saa skal man sande, at ene du, som nævnes Jehova, har Høihedsret over hele Jorden.“ Í teimum flestu bíblium stendur Guds navn eisini í Opinberingini 19:1-6 sum ein partur av orðinum „Halleluja“. Tað merkir „prísið Jah“, sum er ein stytting av navninum Jehova.

19. (a) Hví gerast summi bilsin tá tey hoyra at Gud hevur eitt navn? (b) Hvussu er navnið skrivað í teirri løggildu føroysku bíbliuni og í umsetingini hjá V. Danielsen?

19 Summi gerast bilsin tá tey hoyra, at Gud hevur eitt navn, tí navnið verður ikki nýtt í teirra bíbliu. Í løggildu føroysku umsetingini til dømis, er navnið als ikki tikið við, í staðin er skrivað „Harrin“. Í umsetingini hjá Victor Danielsen stendur eisini „Harrin“ í staðin fyri Guds navn, men við stórum bókstøvum — á henda hátt: „HARRIN“ — so munur sæst á tí og orðinum „Harrin“ í vanligari nýtslu. Les til dømis Sálm 110:1. Les eisini orðafrágreiðingina til „Det gamle Testamente“ í tí løggildu donsku umsetingini undir „HERREN“.

20. (a) Hví er Guds navn í nógvum førum ikki tikið við? (b) Eigur tað ikki at verða tikið við í Bíbliuni?

20 ’Men,’ spyrt tú kanska, ’hví verður Guds navn ikki nýtt, tá tað nú stendur í Bíbliunnar grundteksti? Hví skriva menn HARRIN í staðin?’ Í formælinum til American Standard Version verður frágreiðing givin um hví henda umsetingin nýtir Guds navn Jehova, og hví navnið í mong ár ikki er vorðið nýtt. „Amerikanska grannskoðaranevndin er eftir gjølla at hava umhugsað málið samd um at pátrúgv hjá jødum, sum segði at tað guddómliga Navnið var ov heilagt til at verða framborið, ikki longur eigur at seta sín dám á ensku ella nakra aðra útgávu av Gamla Testamenti . . . Hetta persónnavnið við tí ríkidøminum av heilagum hugsanum og hugmyndum ið knýtir seg at tí, er nú aftur sett á tað pláss, sum tað avgjørt eigur at hava í heilaga tekstinum.“ Tey sum gjørdu hesa ensku umsetingina mettu sostatt ikki, at nóg góðar grundir vóru fyri at útihýsa Guds navni, eins og áður hevði verið gjørt. Tí settu tey aftur navnið har sum tað átti at standa.

21. Hvat sigur orðafrágreiðingin til „Det gamle Testamente“ í tí donsku bíbliuni um navnið Jehova?

21 Nøkur vilja tó vera við at orðið „Jehova“ ikki eigur at verða nýtt tí vit ikki kunnu vera vís í at tað er tann rætti framburðurin av navninum. Tann danska løggilda umsetingin sigur til dømis í orðafrágreiðingini til „Gamla Testamentið“ at ’rætti framburðurin sum tíðin leið varð gloymdur’, og at „Jehova“ er ’skeivur framburður’ sum er íkomin av tí at ’lærd kristin í 13. øld søgdu navnið sum tað verður skrivað í tí hebráisku Bíbliuni’.

22. (a) Hvussu verður Guds navn skrivað á hebráiskum? (b) Hví er tað ringt at vita hvussu Guds navn upprunaliga varð framborið?

22 Menn viðganga altso at Guds navn stendur í hebráiska bíbliutekstinum. Hebráiskt er tað málið tær fyrstu 39 bøkurnar í Bíbliuni eru skrivaðar á. Navnið er her skrivað við fýra hebráiskum bókstøvum, JHVH. Í fornøldini varð hebráiskt skrivað uttan sjálvljóð, tað vil siga bókstavir sum a, e, i, o og u, og tí er tað ikki møguligt hjá okkum í dag at vita fyri vist hvørji sjálvljóð hebrearar nýttu saman við hjáljóðunum JHVH.

23. Hvussu kann styttingin „Trshvn“ hjálpa okkum at skilja trupulleikan?

23 Fyri betur at skilja henda trupla spurningin kunnu vit hyggja at orðinum „Tórshavn“. Tak fyri at fólk bara fóru at skriva „Trshvn“, og at tey sum tíðin leið hildu uppat at siga orðið. Hvussu kundi so ein sum livdi um 1000 ár vita, hvussu tað skuldi framberast tá hann sá bókstavirnar „Trshvn“ á prenti? Av tí at hann aldri hevði hoyrt tað framborið og ikki kendi sjálvljóðini, kundi hann ikki vita tað við vissu. Tað er soleiðis tað er vorðið við Guds navni. Vit vita ikki nágreiniliga hvussu tað varð framborið. Nøkur lærd meina at „Jahve“ er tann rætti framburðurin, men „Jehova“ er best kent og hevur verið nýtt í mong hundrað ár.

24. (a) Hví eiga vit at nýta Guds navn um vit skulu vera regluføst? (b) Hví er tað umráðandi at vit nýta tað, við Ápostlasøguni 15:14 í huga?

24 Eiga vit nú at nýta Guds navn, tá vit kanska ikki siga tað sum tey gjørdu í fortíðini? Sum samanbering kunnu vit siga at vit jú nýta nøvnini á øðrum persónum í Bíbliuni, hóast vit heldur ikki frambera tey sum á hebráiskum. Navnið Jesus varð til dømis framborið „Jesh’ua“. Tí er tað eisini rætt at nýta Guds navn, sum verður opinberað í Bíbliuni, antin vit so bera tað fram sum „Jahve“, „Jehova“, ella á ein annan hátt sum er vanligur á tí málinum vit tosa. Harafturímóti er tað skeivt ikki at nýta navnið. Hví? Av tí at tey sum ikki nýta tað, ikki kunnu kennast sum tað fólkið ’Gud hevur tikið navni sínum’. (Ápostlasøgan 15:14) Vit eiga ikki bert at kenna Guds navn men eisini at æra tað og lovprísa tí fyri øðrum, soleiðis sum Jesus gjørdi tá hann var á jørðini. — Matteus 6:9; Jóhannes 17:6, 26.

EIN GUD SUM HEVUR EINA ÆTLAN

25. (a) Hvat kann vera ringt at skilja hjá okkum í samband við Gud? (b) Hví fór Jehova undir at skapa?

25 Hóast tað kann vera ringt hjá okkum at fata tað, so er Jehova uttan byrjan og uttan enda. Hann er ’Kongur ævanna’. (Sálmur 90:2; 1 Timoteus 1:17) Áðrenn hann fór undir at skapa, var hann heilt einsamallur í himnarúmdini. Tó kann hann ikki hava kent seg einsligan, tí hann er í sjálvum sær fullfíggjaður og honum vantar einki. Kærleiki fekk hann at byrja at skapa, at geva øðrum lív sum tey kundu gleðast um. Teir fyrstu skapningarnir hjá Gudi vóru andar eins og hann sjálvur. Hann hevði eina stóra samskipan av himmalskum synum longu áðrenn jørðin varð gjørd til reiðar til menniskjuni. Hansara ætlan var at tey stórliga skuldu gleðast um lívið og um ta tænastu hann gav teimum at útinna. — Job 38:4, 7.

26. Hví kunnu vit vera vís í at ætlan Jehova við jørðini verður framd?

26 Fyrsta menniskjaparið Ádam og Eva, vórðu sett á eitt stað á jørðini sum frammanundan var gjørt til eitt páradís. Ætlanin hjá Jehova var tann, at tey skuldu eiga børn sum skuldu verða lýðin og tilbiðja hann, og sum skuldu víðka um páradísið so tað kom at umfata alla jørðina. (1 Mósebók 1:27, 28) Men sum vit longu hava sæð, vórðu meinbogar lagdir fyri at forða hesi stórfingnu ætlan. Ádam og Eva valdu at vera ólýðin móti Gudi, og hansara ætlan varð ikki framd. Men tað verður hon, tí um Jehova ikki framdi sínar avgerðir, hevði tað merkt at hann hevði verið fyri ósigri. Og hann kann ikki vera við undirlutan á nakran hátt. „Alt, sum mær hóvar, eg fremji,“ sigur hann. „Tað, sum eg talaði, lati eg henda.“ — Jesaja 46:10, 11.

27. (a) Hví skulu vit standa Gudi til svars? (b) Hvønn spurning eiga vit álvarsliga at hugsa um?

27 Hvussu kanst tú nú koma at hóska saman við Guds ætlan? Ikki um tú bert gert sum tú vilt, uttan at hugsa um Guds vilja. Soleiðis gjørdu Sátan og Ádam og Eva. Tey kendu Guds vilja, men tey gjørdu hann ikki. Og Gud kravdi at tey stóðu honum til svars fyri tað. Skulu vit eisini standa Gudi til svars? Ja, tí Gud er lívsins kelda. Hann er fyritreytin fyri okkara lív. (Sálmur 36:10; Matteus 5:45) Spurningurin er sostatt: í hvussu stóran mun liva vit í samsvar við Guds ætlan? Hetta eiga vit álvarsliga at umhugsa, tí okkara møguleiki fyri ævigum lívi er treytaður av tí.

HVUSSU VIT SKULU TILBIÐJA JEHOVA

28. Hvat nýta summi tá tey tilbiðja Gud?

28 Tað hevur nógv at siga hvussu vit tilbiðja Jehova. Vit mugu tilbiðja hann á tann hátt hann ávísir, hóast vit kanska ikki hava lært at gera tað á tann hátt fyrr. Summi eru til dømis von at nýta bíløt ella myndir í síni tilbiðjan. Tey siga seg kanska ikki tilbiðja myndina, men at hon bara hjálpir teimum at savna hugan um tilbiðjanina. Men ynskir Gud at verða tilbiðin gjøgnum sovorðnar myndir?

29. Hvussu vísir Bíblian at tað er skeivt at nýta myndir í tilbiðjanini?

29 Nei, tað ger hann ikki. Júst av hesi orsøk minti Móses ísraelsmenn á at Gud ongantíð hevði víst seg sjónliga fyri teimum. (5 Mósebók 4:15-19) Og í einum av teimum tíggju boðunum varð beinleiðis sagt: „Tú mást ikki gera tær skurðmyndir ella nakað líki . . . ikki mást tú tilbiðja ella dýrka tað.“ (2 Mósebók 20:4, 5) Bert Jehova eigur at verða tilbiðin. Bíblian sigur ferð eftir ferð hvussu skeivt tað er at gera ella boyggja seg fyri eini mynd, at tilbiðja nakran annan ella nakað annað umframt Jehova. — Jesaja 44:14-20; 46:6, 7; Sálmur 115:4-8.

30. (a) Hvussu skilst tað av Jesu og ápostlanna orðum at tað er skeivt at nýta myndir? (b) Hvat eiga vit at gera við átrúnaligar myndir, sambært Fimtu Mósebók 7:25?

30 Sum vit tí kundu væntað, nýtti Jesus ongantíð myndir í síni tilbiðjan. „Guð er andi,“ greiddi hann frá, „og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.“ (Jóhannes 4:24) Í samsvar við hesa vegleiðing nýtti eingin av Jesu fyrstu lærusveinum myndir í síni tilbiðjan. Ápostulin Paulus skrivaði tvørturímóti: „Vit ganga í trúgv, ikki í skoðan.“ (2 Korintbræv 5:7) Og ápostulin Jóhannes ávaraði: „Varið tykkum fyri avgudunum!“ (1 Jóhannes 5:21) Hevur tú vitað eftir heima hjá tær og spurt teg sjálvan um tú fylgir hesum ráðum? — 5 Mósebók 7:25.

31. (a) Hvat fær okkum at lýða einari og hvørjari lóg frá Gudi, hóast vit kanska ikki skilja orsøkina til eina lóg? (b) Hvat eiga vit fyrst at gera, og hvørjari áminning eiga vit at fylgja?

31 At vit tilbiðja Skaparan, Jehova, á tann hátt hann ávísir, fer við vissu at geva sanna eydnu. (Jeremia 14:22) Bíblian vísir at krøvini hann setur gagna okkum, ja tey eru ætlað til okkara ævigu vælferð. Av tí at tað er avmarkað hvussu nógv vit vita og hava roynt, hendir tað við hvørt at vit ikki til fulnar skilja hví ein ávís lóg frá Gudi er so umráðandi, ella á hvønn hátt hon gagnar okkum. Men okkara fasta trúgv uppá at Gud veit nógv meira enn vit, eigur hóast tað at fáa okkum at lýða honum við viligum hjarta. (Sálmur 19:8-12) Latið okkum tí gera alt vit kunnu fyri at koma at kenna Jehova væl, so vit gera eftir áminningini: „Komið, fallum niður og boyggjum vár knæ, nígum fyri Harranum, skapara várum! Tí at hann er vár Guð, og vit eru tað fólk, sum hann gætir, tað fylgi, sum hond hans røktar!“ — Sálmur 95:6, 7.

[Lestrarspurningar]

[Ramma á síðu 42]

Nøkur støð har Guds navn stendur í Kalkars umseting av Bíbliuni

2 Mósebók 6:2, 3

 

Sálmur 83:17, 19

 

Jesaja 12:1, 2

 

Jesaja 26:4

 

[Myndir á síðu 34, 35]

Tá eitt hús er bygt av einumhvørjum, má alheimurin sum er nógv truplari, eisini vera tað

[Mynd á síðu 39]

Av tí at Jesus í eini bøn bað um at Guds vilji mátti verða, ikki hansara egni, kunnu teir báðir ikki vera sami persónur

[Mynd á síðu 40, 41]

Hvussu kann heilagi andin vera ein persónur, tá umleið 120 lærusveinar vórðu fyltir við honum í senn?

[Mynd á síðu 45]

Er tað rætt at nýta myndir í tilbiðjanini?