Hvat hendir tá vit doyggja?
Kapittul 8
Hvat hendir tá vit doyggja?
1. Hvørjir spurningar verða ofta settir viðvíkjandi teimum deyðu?
KANSKA KENNIR tú ta kensluna av tómleika, ið stendst av at ein av okkara kæru doyr. Sum ein kann kenna seg vónleysan og hjálparleysan! Tað er bert natúrligt at spyrja: Hvat hendir einum menniskja tá tað doyr? Livir tað víðari onkustaðni? Fara tey livandi nakrantíð aftur at vera saman við teimum deyðu her á jørðini?
2. Hvat hendi tí fyrsta menniskjanum, Ádami, tá hann doyði?
2 Fyri at kunnu svara hesum, hjálpir tað okkum at vita hvat ið hendi Ádami tá hann doyði. Tá hann hevði syndað segði Gud við hann: ’Tú fert aftur í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!’ (1 Mósebók 3:19) Hugsa um hvat hetta hevur at týða. Áðrenn Ádam varð skapaður av moldini, var hann als ikki til. Eingin Ádam var. Tá hann doyði, vendi hann aftur til somu støðu — hann var ikki til.
3. (a) Hvat er deyðin? (b) Hvat fáa vit at vita í Prædikaranum 9:5, 10 viðvíkjandi støðu teirra deyðu?
3 Stutt sagt er deyði tað øvugta av lívi. Tað sæst av Bíbliunnar orðum í Prædikaranum 9:5, 10. Har stendur: „Tí at teir, sum liva, vita, at teir skulu doyggja; men hinir deyðu vita als einki og fáa onga løn longur, tí at minnið um teir verður gloymt. Alt tað, sum hond tín orkar at gera við kraft tíni, ger tú tað, tí at hvørki arbeiði ella umhugsan ella kunnugleiki ella vísdómur er til í helheimi, har sum tú fert.“
4. (a) Er ein førur fyri at hugsa, tá hann er deyður? (b) Hví halda sansarnir uppat at virka tá vit doyggja?
4 Tað merkir at tey deyðu einki kunnu gera og einki kunnu føla. Tey hava heldur ongar hugsanir longur, tí Bíblian sigur: „Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.“ (Sálmur 146:3, 4, V. Danielsen) Andi menniskjans, tað vil siga tess lívskraft, sum verður hildin uppi við andadráttinum, „fer út“ við deyðanum. Hann er ikki til longur. Menniskjað kann heldur ikki hoyra, síggja, føla, lukta ella smakka longur, tí allir sansarnir eru treytaðir av at heilin virkar. Soleiðis vísir Bíblian at tey deyðu koma í eina støðu har eingin tilvitan er yvirhøvur.
5. (a) Hvussu sæst tað í Bíbliuni at deyð menniskju og deyð djór eru í somu støðu? (b) Hvat er „andin“ sum ger bæði menniskju og djór livandi?
5 Bæði menniskju og djór koma við deyðanum í hesa støðu uttan tilvitan. Legg til merkis hvussu Bíblian undirstrikar hetta: „Eins og hesin doyr, so doyr hasin, og sami er andin í øllum, og menniskjan hevur ongan fyrimun fram fyri djórini, tí at alt er fáfongd. Alt fer somu leiðina; alt er komið av mold, og alt fer aftur til moldar.“ (Prædikarin 3:19, 20) „Andin“ sum ger djórini livandi, er tann sami sum tann ið ger menniskju livandi. Tá hesin „andi“ ella ósjónliga lívskraftin fer út, mugu menniskju eins og djór venda aftur til moldina, tey vórðu gjørd av.
SÁLIN DOYR
6. Hvussu vísir Bíblian at djórini eisini eru sálir?
6 Onkur hevur sagt at munurin millum menniskju og djór er tann, at menniskju hava eina sál, meðan djórini onga sál hava. Kortini sigur Bíblian í Fyrstu Mósebók 1:20 og 30 (NW) at Gud skapaði „livandi sálir“ til at liva í sjónum, og at djórini hava „lív sum ein livandi sál“. Summar bíbliuumsetingar nýta gaman í orðið „skepna“ (til dømis føroyska løggilda umsetingin) ella „lív“ í staðin fyri „sál“, men á upprunamálinum verður orðið „sál“ í roynd og veru her nýtt um djórini. Eitt annað dømi har Bíblian nevnir djór sálir, er Fjórða Mósebók 31:28. Her verður sambært donsku umsetingini frá 1871 talað um „een Sjæl af hver fem Hundrede, baade af Mennesker og af stort Kvæg og af Asener og af smaat Kvæg“.
7. Hvussu vísir Bíblian at bæði djórasálir og menniskjasálir doyggja?
7 Tá djórini eru sálir, doyggja sálir teirra tá tey sjálv doyggja. Bíblian sigur soleiðis frá: „Ein og hvør livandi sál doyði, sum í havinum var.“ (Opinberingin 16:3) Men hvussu er so vorðið við menniskjasálum? Sum vit lærdu í tí undanfarna kapitlinum skapaði Gud ikki menniskjað við einari sál. Menniskjað er ein sál. Menniskjasálin doyr tí tá menniskjað doyr. Tað vísir Bíblian ferð aftan á ferð. Ongastaðni sigur Biblian at sálin er ódeyðilig. „Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja,“ verður sagt í Ezekiel 18:4 og 20. Og lesur tú Jósva 10:28-39, Victor Danielsen-umsetingina, sært tú í sjey støðum at talað verður um at livandi sálir verða dripnar. — Les eisini Sálm 22:30.
8. Hvussu vita vit at Jesus Kristus, sum eisini var ein menniskjasál, veruliga doyði?
8 Í einum profetaorði um Jesus Kristus sigur Bíblian: „Hann tømdi sál sína til deyða . . . bar syndina hjá mongum.“ (Jesaja 53:12) Sambært læruni um endurloysingina var tað ein sál (Ádam) ið syndaði, og fyri at menniskjuni kundu verða endurloyst mátti ein samsvarandi sál (eitt menniskja) offrast. Tað var Kristus ið offraði hetta loysigjaldið tá „hann tømdi sál sína til deyða“. Jesus var sostatt ein menniskjasál og hann doyði.
9. Hvat merkja orðini: „Andin fer aftur til Guðs, sum gav hann“?
9 Sum vit hava sæð er „andin“ ikki tað sama sum sálin. Andin er lívskraftin í okkum. Henda lívskraft er í hvørjari einastu kyknu bæði hjá menniskjum og djórum. Hon verður hildin uppi við andadráttinum. Hvat merkir tað so tá Bíblian sigur at „moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður [tá vit doyggja], og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann“? (Prædikarin 12:7) Tá vit doyggja fer lívskraftin so við og við úr øllum kyknunum í likami okkara, og likamið fer at upploysast. Tað merkir tó ikki at lívskraftin í okkum bókstaviliga fer burtur frá jørðini og ferðast gjøgnum rúmdina upp til Guds. Nei, andin fer aftur til Guds í teirri merking at okkara vón um at fáa lívið aftur nú fullkomiliga er treytað av Gudi. Bert við hansara megi kunnu vit av nýggjum fáa andan ella lívskraftina og sostatt liva aftur. — Sálmur 104:29, 30.
LÁZARUS VAR DEYÐUR Í FÝRA DAGAR
10. Hvat segði Jesus um Lázarus, hóast hesin var deyður?
10 Tað ið hendi Lázarusi hjálpir okkum at skilja støðuna tey deyðu eru í. Jesus hevði sagt við sínar lærusveinar: „Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari nú at vekja hann.“ Til hetta svaraðu lærusveinarnir: „Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.“ So segði Jesus bart út: „Lázarus er deyður!“ Hví segði Jesus at Lázarus svav, tá hann í roynd og veru var deyður? Latið okkum síggja.
11. Hvat gjørdi Jesus fyri hin deyða Lázarus?
11 Tá Jesus nærkaðist bygdini har Lázarus hevði búð, kom Marta, systir Lázarus, ímóti honum. Lítla løtu seinni gingu tey, og mong við teimum, til grøvina sum Lázarus var lagdur í. Tað var eitt helli og ein stórur steinur var lagdur fyri tað. Jesus segði: „Takið steinin frá!“ Men av tí at Lázarus hevði verið deyður í fýra dagar, mótmælti Marta: „Harri, hann dampar longu.“ Men steinurin varð kortini tikin frá, og Jesus rópaði: „Lázarus, kom út higar!“ Og Lázarus kom! Hann kom út livandi, enn innballaður í líkverjuna. „Loysið hann, og latið hann fara,“ segði Jesus. —12, 13. (a) Hvussu kunnu vit vera vís í at Lázarus ikki visti til sín meðan hann var deyður? (b) Hví segði Jesus tá at Lázarus svav, meðan hann í roynd og veru var deyður?
12 Men í hvørjari støðu hevði Lázarus verið, teir fýra dagarnar hann var deyður? Hevði hann verið í himlinum? Lázarus hevði verið eitt gott menniskja, men aftaná segði hann einki um at hann hevði verið í himli; tað hevði hann sjálvandi gjørt um hann hevði verið har. Nei, Lázarus var veruliga deyður, sum Jesus segði. Hví segði Jesus tá fyrst við sínar lærusveinar at Lázarus bert var sovnaður?
13 Jú, Jesus visti at Lázarus meðan hann var deyður, einki visti til sín. Sum Bíblian sigur: „Hinir deyðu vita als einki.“ (Prædikarin 9:5) Meðan eitt menniskja er livandi kann tað verða vakt úr djúpum svøvni. Jesus vildi nú vísa at hann, við teirri kraft Gud hevði givið honum, eisini kundi vekja sín deyða vin Lázarus úr deyðanum.
14. Hvussu eigur kunnleikin um at Jesus hevur vald at reisa upp deyð, at ávirka okkum?
14 Tá vit hava sovið fast, minnast vit einki. Soleiðis er eisini vorðið við teimum deyðu. Tey føla als einki. Tey eru ikki til longur. Men tá Guds tíð kemur, fáa tey deyðu sum eru endurloyst av Gudi, lívið aftur. (Jóhannes 5:28) Kunnleikin um hetta átti at fingið okkum at gjørt alt vit kunnu fyri at vinna Guds tokka. Gera vit tað, fer hann at minnast til okkara, og um vit doyggja gevur hann okkum lívið aftur. — 1 Tessalónikubræv 4:13, 14.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 76]
ÁDAM skapaður av mold . . . fór aftur til moldar
[Mynd á síðu 78]
Hvørjari støðu var Lázarus í áðrenn Jesus reisti hann upp?