Hvussu ein gerst tegnur undir Guds ríki
Kapittul 15
Hvussu ein gerst tegnur undir Guds ríki
1, 2. Hvat má ein gera fyri at gerast tegnur undir Guds ríki?
YNSKIR TÚ at liva um ævir á jørðini undir Guds ríki? Ein og hvør sum hevur sítt fulla skil, man svara ja. Undursom vælsignilsi eru í væntu. Men fyri at fáa lut í teimum er tað ikki nóg mikið at vit bara rætta hondina upp og siga: ’Eg vil fegin vera tegnur undir Guds ríki.’ Har krevst meira.
2 Hugsa tær til dømis at tú fegin vildi gerast borgari í einum øðrum landi. Fyri at tað skuldi eydnast tær mátti tú lúka tey krøv landsins stjórn setti. Men áðrenn tú kundi tað, mátti tú læra hvørji krøvini vóru. Somuleiðis mást tú læra hvat Gud krevur av teimum sum ynskja at gerast tegnar undir hansara ríki. Og so mást tú lúka hesi krøv.
KUNNLEIKI NEYÐUGUR
3. Nevn eitt krav ið má lúkast, fyri at ein kann gerast tegnur undir Guds ríki.
3 Eitt sera týdningarmikið krav ið má lúkast fyri at ein kann gerast tegnur undir Guds ríki, er at læra tess „mál“. Hetta er eitt rímiligt krav. Summar jørðiskar stjórnir krevja eisini at fólk duga at tosa landsins mál áðrenn tey verða viðurkend sum borgarar í landinum. Hvat „mál“ má ein tá læra fyri at koma at liva undir Guds ríki?
4. Hvat fyri „reint mál“ má Guds fólk læra?
4 Legg til merkis hvat Jehova sigur um hetta í sínum orði, Bíbliuni: „Tí tá lati eg fólkasløgini skifta til eitt reint mál, fyri at tey øll kunnu ákalla navn Jehova og tæna honum lið um lið.“ (Sefanja 3:9, NW) Hetta ’reina málið’ er sannleikin frá Gudi sum er at finna í Bíbliuni. Tað er serliga sannleikin um Guds ríki ella stjórn. Fyri at gerast tegnur undir Guds ríki mást tú læra ’málið’ við at søkja tær kunnleika um Jehova og hansara ríki. — Kolossubrævið 1:9, 10; Orðtøkini 2:1-5.
5. (a) Hvat mugu vit vita um Guds ríki? (b) Hvønn kunnleika mugu vit hava fyri at fáa ævigt lív?
5 Í dag krevja summar stjórnir at tey sum verða viðurkend sum borgarar í landinum, vita nakað um søgu landsins og um hvussu stjórnin er uppbygd og virkar. Tað sama mugu vit vita um Guds ríki fyri at gerast tegnar undir tí. Henda vitan kann føra til ævigt lív. Í eini bøn til Faðir sín segði Jesus: „Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann sum tú sendi, Jesus Krist.“ — Jóhannes 17:3.
6. (a) Nevn nakrar spurningar sum tegnar undir Guds ríki mugu vera førir fyri at svara. (b) Dugir tú at svara teimum?
6 Um tú hevur lisið tey undanfarnu kapitlini í hesi bókini gjølla, skuldi tú longu havt ognað tær ein stóran part av hesum týdningarmikla kunnleikanum. Hevur tú tað? Kanst tú vísa tað við at svara fylgjandi spurningum: Nær nevndi Gud fyrstu ferð at hann ætlaði at seta eitt ríki ella eina stjórn á stovn? Hvørji gleddi seg í fortíðini til at gerast tegnar Ríkisins á jørðini? Hvussu nógvir stjórnarar ella kongar verða í Guds ríki? Hvaðan skulu teir ráða? Hvørji vórðu fyrst vald at verða kongar í Guds ríki? Hvussu prógvaði Jesus at hann skuldi gerast ein góður kongur? Fyri at gerast
tegnur undir Guds ríki krevst kortini meira enn at vit bert hava kunnleika um hetta.EIN RÆTTVÍSUR ATBURÐUR
7. Hvørjir munir kunnu vera á krøvunum jørðiskar stjórnir seta sínum borgarum?
7 Nútíðar stjórnir krevja at nýggir borgarar liva eftir ávísum reglum viðvíkjandi atburði. Í summum londum má ein maður bert hava eina konu, og ein kona bert ein mann. Men aðrastaðni eru lógirnar øðrvísi. Har kunnu borgarar hava fleiri hjúnafelagar. Hvat verður væntað av teimum sum ynskja at gerast tegnar undir Guds ríki? Hvørja reglu hevur Gud sett fyri hjúnabandinum?
8. (a) Hvørja reglu hevur Gud sett fyri hjúnabandinum? (b) Hvat er hjúnabandsslit, og hvat sigur Gud um tað?
8 Jehova setti regluna frá byrjanini tá hann bert gav Ádami eina konu. Gud segði: „Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg aftur at konu síni, og tey verða eitt hold.“ (1 Mósebók 2:21-24) Jesus greiddi frá at hetta var tað rætta fyri kristin. (Matteus 19:4-6) Av tí at hjúnafelagarnir eru „eitt hold“, vanæra tey hjúnabandið um tey hava kynsligt samband uttan fyri hjúnabandið. Tað verður nevnt „hjúnabandsslit“, og Gud sigur at hann vil straffa hjúnabandsslítarar. — Hebrearabrævið 13:4; Málaki 3:5.
9. (a) Hvussu sær Gud upp á tey ið hava kynsligt samband uttan at vera gift? (b) Hvat er ólevnað?
9 Nógv pør liva saman og hava kynsligt samband uttan at vera gift. Men tað var ikki Guds ætlan at hetta næra sambandið millum mann og kvinnu skuldi verða sum ein royndarskipan. At liva saman uttan at vera gift er tí synd móti Gudi, ið stovnaði hjúnabandið. Tað verður nevnt ólevnað ella siðloysi. Ólevnað er kynsligt samband við ein tú ikki ert giftur við. Og Bíblian sigur: „Tí at hetta er Guðs vilji . . . at tit halda tykkum frá ólevnaði.“ (1 Tessalónikubræv 4:3-5) Ein ógiftur má tí ikki hava kynsligt samband við nakran sum helst.
10. Hvørjar aðrar seksuellar gerðir stríða ímóti Guds lógum?
10 Í dag hava nógvir menn og kvinnur kynsligt samband við persónar av sínum egna kyni — menn við menn og kvinnur við kvinnur. Hetta nevnist homoseksualitetur (tá talan er um kvinnur verður málberingin lesbiskur kærleiki eisini nýtt), og sambært Rómverjabrævið 1:26, 27) Sambært Guds lóg er tað eisini skeivt at hava kynsligt samband við djór. (3 Mósebók 18:23) Ein og hvør sum ynskir at liva undir Guds ríki má halda seg frá slíkum siðleysum gerðum.
Guds orði er tað skeivt, tað er ’skammleyst’. (11. (a) Hvat sigur Gud um rúsdrekkanýtslu? (b) Hvørjum heilsuskaðiligum vanum mugu vit halda okkum frá um vit ynskja at gerast tegnar undir Guds ríki?
11 Eftir Guds lóg er tað ikki skeivt at drekka vín, øl ella rúsdrekka við máta. Bíblian sigur enntá at eitt sindur av víni kann gagna heilsuni. (Sálmur 104:15; 1 Timoteus 5:23) Men tað er skeivt at drekka sær kenning, ella at taka lut í ørum veitslum við fólki sum hava siðleysan atburð. (Efesusbrævið 5:18; 1 Pætur 4:3, 4) Summi drekka rúsdrekka so tey fáa kenning; onnur verða „høg“ við euforiserandi evnum. Nógv njóta hash ella tubbak, meðan onnur tyggja betelnøt ella kokabløð. Men alt hetta ger likamið óreint og er heilsuskaðiligt. Um tú fegin vilt verða tegnur undir Guds ríki ella stjórn mást tú tí halda teg frá hesum skaðiligu vanunum. — 2 Korintbræv 7:1.
12. (a) Hvørjar óærligar gerðir stríða ímóti Guds lógum? (b) Hvussu kunnu tey ið fáast við slíkt tekkjast Gudi?
12 Tað er skilligt at jørðiskar stjórnir ikki ynskja brotsmenn sum nýggjar borgarar. Og Jehova hevur uppaftur hægri reglur. Hann krevur at vit „liva rættiliga í øllum førum“. (Hebrearabrævið 13:18) Um vit ikki halda Guds lógir, sleppa vit ikki at liva undir hansara ríki. Í dag eru nógv menniskju sum látast at vera ærlig, men sum bróta nógvar lógir. Gud sær tó alt. Eingin lumpar hann. (Hebrearabrævið 4:13; Orðtøkini 15:3; Galatabrævið 6:7, 8) Hann fer at syrgja fyri at tey sum bróta hansara lógir, ið til dømis forbjóða lygn og stuldri, ikki gerast tegnar undir hansara stjórn. (Efesusbrævið 4:25, 28; Opinberingin 21:8) Kortini er Gud langmóðigur og fyrigevandi. Tá ein lógbrótari gevst við sínum óndu gerðum og fer at bera seg rættiliga at, tekur Hann ímóti honum. — Jesaja 55:7.
13. Hvussu eiga Guds tænarar at meta lógirnar hjá teimum jørðisku stjórnunum?
13 Hvussu er so vorðið við lógum hjá jørðiskum stjórnum? So leingi hesar stjórnir eru til, krevur Gud at hansara tænarar geva seg undir tær ’fyriskipaðu yvirvøldirnar’. Vit skulu gjalda skattin Rómverjabrævið 13:1, 7; Titus 3:1) Tað einasta undantakið eru tey dømi har vit, um vit halda landsins lóg, koma at bróta Guds lóg. Í slíkum føri mugu vit, sum Pætur og hinir ápostlarnir søgdu ’lýða Gudi meir enn monnum’. — Ápostlasøgan 5:29.
ið verður kravdur, hóast hann er høgur og vit møguliga ikki halda at pengarnir verða nýttir á rættan hátt. Vit skulu eisini halda landsins lógir. (14. Hvussu kunnu vit vísa at vit eins og Gud meta mannalívið høgt?
14 Gud metir mannalív høgt. Tað mugu vit skilja um vit ynskja at gerast tegnar undir hansara ríki. Sjálvandi er morð ímóti Guds lóg. Men morð stendst ofta av hatri, og um onkur heldur áfram at hata sín næsta kann hann ikki gerast tegnur undir Guds ríki. (Jóhannes 3:15) Tí er tað umráðandi at fylgja orðunum í Jesaja 2:4 um ikki at taka til vápn fyri at drepa sín næsta. Guds orð vísir at enntá lívið hjá tí ófødda barninum er Jehova dýrabart. (2 Mósebók , NW; 21:22, 23Sálmur 127:3) Og kortini fremjast hvørt ár milliónir av fosturtøkum. Slík týning av lívi er í stríð við Guds orð, tí fostrið í lívmoðurini er ein livandi vera og má ikki drepast.
15. Hvørji boð hevur Guds kongur givið, sum allir Ríkisins tegnar mugu lýða?
15 Av teimum sum verða tegnar undir Guds ríki verður kortini meira kravt enn at tey bert lata vera við at gera tað sum er skeivt ella siðleyst. Tey mugu eisini veruliga stremba eftir at gera væl móti øðrum. Tey mugu liva eftir tí guddómligu regluni sum kongurin Jesus Kristus gav: „Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum.“ (Matteus 7:12) Kristus var fyridømið í at vísa kærleika móti øðrum. Hann gav enntá sítt lív fyri menniskju, og hann beyð sínum lærusveinum: „Líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.“ (Jóhannes 13:34; 1 Jóhannes 3:16) Tað er hesin ósjálvsøkni kærleikin og henda umsorganin fyri øðrum ið gera lívið undir Guds ríkis harradømi til veruliga fragd og gleði. — Jákup 2:8.
16, 17. (a) Hvørjar góðar grundir hava vit til at broyta okkum so vit lúka Guds krøv? (b) Hví kunnu vit vera vís í at vit kunnu gera tær neyðugu broytingarnar?
16 Bíblian vísir at broytingar mugu gerast í lívinum um ein skal lúka hesi krøv og verða viðurkendur sum tegnur undir Guds ríki. (Efesusbrævið 4:20-24) Gert tú tær ómak fyri at gera hesar broytingarnar? Tað loysir seg at gera alt fyri tað! Hví? Jú, tí tað hevur meira at týða enn nøkur fá ár undir einari jørðiskari stjórn — tú fært ævigt lív og fullkomna heilsu í einum páradísi á jørðini undir Guds ríki!
17 Tá tú lýkur Guds krøv fært tú eisini eitt lukkuligari lív longu nú. Kanska noyðist tú at broyta teg. Men nógv sum hava verið full í hatri og havisjúku, hava longu broytt seg. Eisini siðloysingar, hjúnabandsbrótarar, homoseksuell, drykkjumenn, manndráparar, tjóvar, rúsevnismisbrúkarar og roykjarar hava broytt sítt lív. Tað hava tey gjørt við veruliga at stríðast fyri tað, og við Guds hjálp. (1 Korintbræv 6:9-11; Kolossubrævið 3:5-9) So hóast tú kanska skalt broyta mangt fyri at lúka Guds krøv, mást tú ikki geva uppat. Tú kanst!
LOYALITETUR MÓTI GUDS STJÓRN
18. Á hvønn serligan hátt væntar Gud at vit geva hansara ríki loyalan stuðul?
18 Jehova Gud krevur eisini at hansara tegnar geva hansara ríkisstjórn loyalan stuðul. Hetta skuldi ikki komið óvart á okkum, tí jørðiskar stjórnir krevja tað sama av sínum borgarum. Men hvussu væntar Gud at vit vísa okkara loyalitet? Skulu vit berjast fyri hansara ríki við bókstaviligum vápnum? Nei. Sum Jesus Kristus og hansara fyrstu lærusveinar mugu vit harafturímóti loyalt boða Guds ríki, og gera okkum til talsmenn fyri tað. (Matteus 4:17; 10:5-7; 24:14) Jehova vil at øll skulu hava møguleika fyri at vita hvat hansara ríki er og hvussu tað fer at loysa mannaættarinnar trupulleikar. Hevur tú tosað við skyldfólk og vinir og onnur um tað tú hevur lært úr Guds orði? Tað er Guds vilji at tú gert tað. — Rómverjabrævið 10:10; 1 Pætur 3:15.
19. (a) Hví kunnu vit vænta mótstøðu tá vit tosa við onnur um Guds ríki? (b) Hvørjum spurningum mást tú svara?
19 Jesus og hansara fyrstu lærusveinar máttu hava dirvi fyri at tosa við onnur um Guds ríki, og teir fingu nógva mótstøðu. (Ápostlasøgan 5:41, 42) Soleiðis er eisini í dag. Hin sátanstýrdi heimurin ynskir ikki at gleðiboðskapurin um Ríkið skal verða boðaður. Spurningurin er tí: Hvar stendur tú? Vilt tú geva Guds ríki loyalan stuðul? Tað er Guds vilji at ein stórur vitnisburður um Ríkið skal berast út áðrenn endin kemur. Vilt tú taka lut í útberingini?
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 128]
Fyri at gerast tegnur undir Guds ríki má ein fáa sær kunnleika um tað
[Myndir á síðu 131]
Guds ríkis tegnar mugu halda seg frá gerðum sum Gud fordømir
[Mynd á síðu 133]
Guds ríkis tegnar mugu boða Ríkið fyri øðrum