Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu ein kann leita sær hjálp í bøn

Hvussu ein kann leita sær hjálp í bøn

Kapittul 27

Hvussu ein kann leita sær hjálp í bøn

1. Hvør hjálp tørvar okkum frá Gudi, og hvussu fáa vit hana?

FYRI AT SLEPPA undan ávirkanini frá hesum ónda heiminum, hava tey kristnu serstakliga ta hjálp fyri neyðini sum fæst gjøgnum bøn. Jesus segði: „Faðirin av himni [skal] geva teimum heilagan anda, sum biðja hann.“ (Lukas 11:13) Okkum tørvar Guds heilaga anda, hansara virkandi megi; okkum tørvar eisini at studera hansara orð og at vera innan fyri hansara samskipan. Men fyri at fáa heilagan anda, mugu vit biðja um hann.

2. (a) Hvat er bøn? (b) Nevn ymiskar bønir. (c) Hví hevur bøn stóran týdning?

2 Bøn er tá vit við virðing venda okkum til Gud. Hon kann vera ein áheitan, tá vit biðja Gud um nakað. Men bøn kann eisini vera ein tøkk til Gud, ella ein lovprísan. (1 Krýnikubók 29:10-13) Fyri at vit kunnu hava eitt gott samband við okkara himmalska Faðir, mugu vit regluliga tosa við hann í bøn. (Rómverjabrævið 12:12; Efesusbrævið 6:18) Guds virkandi megi, sum vit kunnu biðja um, kann styrkja okkum til at gera hansara vilja, uttan mun til tær trongdirnar og freistingarnar Sátan og hansara heimur koma okkum út í. — 1 Korintbræv 10:13; Efesusbrævið 3:20.

3. (a) Hvørja styrki kunnu vit fáa frá Gudi? (b) Hvat er einasti mátin vit kunnu varðveita eitt gott samband við Gud uppá?

3 Kanska stríðist tú hart fyri at sleppa einum vana ella onkrum øðrum sum ikki hevur Guds tokka. Um so er, kanst tú leita hjálp hjá Jehova. Vend tær til hansara í bøn. Tað gjørdi ápostulin Paulus, og hann skrivaði: „Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.“ (Filippibrævið 4:13; Sálmur 55:23; 121:1, 2) Ein kvinna sum helt uppat at liva í siðloysi, sigur: „Hann er tann einasti ið megnar at hjálpa einum burtur úr teirri støðuni. Ein má hava eitt persónligt samband við Jehova, og einasti mátin at varðveita hetta persónliga sambandið uppá, er við at biðja.“

4. Hvussu fekk ein maður styrki til at halda uppat at roykja?

4 Summi siga kanska: ’Eg havi ofta biðið Gud um hjálp, men eg fái ikki latið vera við at gera tað ið ikki er rætt.’ Tað hava nógvir tubbaksroykjarar sagt. Ein roykjari varð spurdur: „Nær biður tú til Gud?“ Hann svaraði: „Um kvøldið áðrenn eg fari í song, um morgunin tá eg fari upp, og tá eg havi fingið mær ein royk — tá sigi eg Jehova, at eg harmist um tað eg havi gjørt.“ Til hetta svaraði vinurin: „Løtan tá tær allarmest tørvar Guds hjálp, er tá tú tekur eftir tubbakinum hjá tær, er tað ikki? Í teirri løtuni mást tú biðja Jehova geva tær styrki.“ Maðurin fylgdi ráðnum, og hann fekk styrki til at halda uppat at roykja.

5. (a) Hvat er neyðugt fyri at vit kunnu tæna Gudi á rættan hátt? (b) Hví kann tað vera pínufult at sleppa einum syndigum vana?

5 Men hetta merkir ikki at tað altíð verður lætt hjá tær at gera hitt rætta, bert tú biður til Gud, studerar hansara orð og heldur teg til hansara samskipan. Tað er eitt støðugt stríð, og við hvørt stendur kanska nógv á tær. (1 Korintbræv 9:27) Ringir vanar hava ofta við sær at ein fær sterka trongd til hitt órætta. Tí kenst tað við hvørt eisini pínufult at halda uppat við at gera syndigar gerðir. Ert tú viligur at líða fyri at gera hitt rætta? — 1 Pætur 2:20, 21.

BØNIR SUM GUD HOYRIR

6. (a) Hví hava nógv ilt við at biðja? (b) Hvat mugu vit hava fyri at okkara bønir kunnu verða hoyrdar?

6 Nógv halda tað vera torført at biðja. „Eg havi ilt við at biðja til ein sum eg ikki síggi,“ viðgongur ein ung kvinna. Av tí at einki menniskja hevur sæð Gud, mugu vit hava trúgv fyri at biðja og verða hoyrd av honum. Vit mugu trúgva at Jehova veruliga er til, og at hann kann gera tað vit biðja hann um. (Hebrearabrævið 11:6) Hava vit slíka trúgv, og venda vit okkum til Gud av heilum huga, kunnu vit vera vís í at hann vil hjálpa okkum. (Markus 9:23) Rómverski heryvirmaðurin Kornelius var enn ikki komin upp í Guds samskipan tá hann reinlyntur bað um leiðbeining, men kortini svaraði Gud bønini. — Ápostlasøgan 10:30-33.

7. (a) Hvørjar bønir dámar Gudi? (b) Hvørjum bønum lurtar Gud ikki eftir?

7 Summi hava ilt við at finna orð fyri sínum hugsanum. Men tað eigur ikki at forða okkum í at tosa við Gud í bøn. Vit kunnu vera vís í at hann veit hvat okkum tørvar og skilur tað vit royna at siga. (Matteus 6:8) Tá eitt barn vendir sær til tín, hvat dámar tær tá best — at tað sigur takk á sín egna einfalda og vælmeinta máta, ella at tað sigur eina serliga ramsu sum onnur hava lært tað at siga uttanat? Faðir okkara í himli dámar einføld og vælmeint orð. (Jákup 4:6; Lukas 18:9-14) Okkum nýtist ikki eitt serligt, átrúnaðarligt mál. Gud lurtar ikki eftir teimum ið nýta løgnan ella hátíðarligan málburð bert fyri at gera seg upp, ella sum siga tey somu orðini upp í saman uttan at vera reinmeint. — Matteus 6:5, 7.

8. (a) Hvat vísir at Gud hoyrir okkara bønir, hóast vit biðja innantanna? (b) Vísir Bíblian at vit bert kunnu biðja í einari ávísari støðu ella á einum ávísum stað?

8 Gud hoyrir teg, hóast tú biður innantanna. Tað gjørdi Nehemia á sinni, og Gud uppfylti hansara heilhugaðu bøn. Soleiðis var eisini við Honnu. (Nehemia 2:4-8; 1 Sámuel 1:11-13, 19, 20) Hvussu vit standa ella sita tá vit biðja, er heldur ikki so umráðandi. Vit kunnu biðja í einari og hvørjari støðu, nær sum helst og hvar sum helst. Bíblian vísir tó at tað er hóskandi at okkara støða vísir eyðmýkt, við at vit til dømis boyggja høvdið ella falla á knæ. (1 Kongabók 8:54; Nehemia 8:6; Dánjal 6:11; Markus 11:25; Jóhannes 11:41) Jesus segði eisini at tað er gott at biðja persónligar bønir á einum stað har vit eru einsamøll og ikki órógvað av øðrum. — Matteus 6:6.

9. (a) Hvønn eiga vit altíð at biðja til, og hví? (b) Í hvørs navni skulu vit biðja fyri at Gud kann góðtaka okkara bønir?

9 Bøn er ein partur av okkara tilbiðjan av Gudi. Tí eiga vit einans at biðja til Skaparan, Jehova Gud, og ikki til nakran annan. (Matteus 4:10) Haraftrat vísir Bíblian at kristin skulu biðja til Gud gjøgnum Jesus, sum gav sítt lív fyri at taka okkara syndir burtur. Tað merkir at vit skulu biðja okkara bønir í Jesu navni. — Jóhannes 14:6, 14; 16:23; Efesusbrævið 5:20; 1 Jóhannes 2:1, 2.

10. (a) Í hvørjum bønum hevur Gud ikki tokka? (b) Hvat hevur grundleggjandi týdning um okkara bønir skulu verða hoyrdar av Gudi?

10 Hevur Jehova tokka í øllum bønum? Bíblian sigur: „Tann, sum vendir oyra sínum burtur, at hann ikki hoyrir lógina, — sjálvt bøn hans er ein andstygd.“ (Orðtøkini 28:9; 15:29; Jesaja 1:15) Vilja vit at Gud skal hoyra okkara bønir, hevur tað tí grundleggjandi týdning at vit gera hansara vilja, at vit lýða hansara lógum. Annars lurtar Jehova ikki eftir okkum heldur enn eitt siðiligt menniskja lurtar eftir einari útvarpssending ið tykist honum siðleys. Bíblian sigur: „Hvat vit so biðja um, tað fáa vit frá honum, tí at vit halda boð hansara og gera tað, sum honum hugnar.“ — 1 Jóhannes 3:22.

11. Hvat vil tað siga at vit sjálv skulu arbeiða upp á tað við biðja um?

11 Tað merkir at vit sjálv mugu arbeiða upp á tað vit biðja um. Til dømis hevði tað verið skeivt um vit bóðu Gud hjálpa okkum at halda uppat at roykja tubbak ella hash, og so fóru beint út at keypa tað. Vit kunnu heldur ikki biðja Jehova hjálpa okkum at sleppa undan siðloysi, og so lesa bøkur og bløð ella síggja filmar og sjónvarpssendingar við ósiðiligum innihaldi. Ella um okkara veikleiki er hasardspæl, tá kunnu vit ikki biðja Gud hjálpa okkum at halda uppat, og so fara á kapprenningarskeiðið ella aðrastaðni har spælt verður. Fyri at Gud skal hoyra okkara bønir, mugu vit við okkara gerðum vísa honum at vit meina tað vit siga.

12. (a) Hvat kunnu vit nevna í okkara bønum? (b) Hvat mugu vit læra um Gud skal hava tokka í okkara bønum?

12 Hvørji persónlig viðurskifti kunnu vit so tosa við Jehova um í okkara bønum? Vit kunnu nevna alt sum nemur okkara samband við Gud, okkara heilsu til dømis ella uppalingina av børnum okkara. (2 Kongabók 20:1-3; Dómarabókin 13:8) Jóhannes ápostul skrivaði: „Um vit biðja um okkurt eftir vilja hansara, tá hoyrir hann okkum.“ (1 Jóhannes 5:14) Tað ræður tí um at okkara áheitanir samsvara við Guds vilja. Tað vil siga at vit fyrst mugu læra hvat Guds vilji er. (Orðtøkini 3:5, 6) Hugsa vit tí um Guds vilja og ætlan tá vit biðja, og ikki einans um okkara egnu áhugamál, fer Jehova at góðtaka okkara bønir. Tað er eisini rætt hvønn dag at takka Jehova fyri alt tað góða hann gevur okkum. — Jóhannes 6:11, 23; Ápostlasøgan 14:16, 17.

13. (a) Hvat vísti Jesus at vit fyrst áttu at hugsa um í okkara bønum? (b) Hvat, sum hevur minni týdning, kunnu vit eisini biðja um?

13 Jesus lærdi lærusveinar sínar eina mynsturbøn ið vísti hvat slag av bønum Gud hoyrir. (Matteus 6:9-13) Henda bønin vísir at Guds navn, hansara ríki og at hansara vilji verður á jørðini kom fyrst. Aftaná kunnu vit biðja um tað okkum tørvar persónliga, so sum tað dagliga breyðið, fyrigeving av syndum okkara, og um at vit mugu verða fríað úr freistingum og frá tí Illa, Sátani Djevlinum.

FORBØN FYRI ØÐRUM

14. Hvussu vísir Bíblian at vit eisini kunnu biðja fyri øðrum?

14 Við sínum fyridømi vísti Jesus hvønn týdning tað hevur at biðja fyri øðrum. (Lukas 22:32; 23:34; Jóhannes 17:20) Ápostulin Paulus kendi eisini tað virðið slíkar bønir høvdu, og hann bað ofta onnur biðja fyri sær. (1 Tessalónikubræv 5:25; 2 Tessalónikubræv 3:1; Rómverjabrævið 15:30) Meðan hann sat í fongsli skrivaði hann: „Eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin.“ (Filemon 22; Efesusbrævið 6:18-20) At Paulus skjótt aftaná varð latin leysur, kundi bent á at bønirnar fyri honum veruliga høvdu nakað at týða.

15. Hvat kunnu vit biðja um viðvíkjandi teimum menniskjunum vit eru góð við?

15 Paulus hjálpti sjálvur øðrum við at biðja fyri teimum. „[Vit biðja . . . eisini altíð fyri tykkum, at Guð okkara má halda tykkum kallinum verdigar,“ skrivaði hann. (2 Tessalónikubræv 1:11) Og til eina aðra samkomu skrivaði hann: „Vit biðja til Guðs, at tit ikki mega gera nakað ilt, . . . fyri at tit mega gera tað, sum gott er.“ (2 Korintbræv 13:7) Ja, tað er bæði gott og sámiligt um vit fylgja Paulusar fyrimynd og biðja serstakar bønir til Gud fyri teimum vit eru góð við. „Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment.“ — Jákup 5:13-16.

16. (a) Nær eiga vit at biðja fyri at fáa ta hjálpina okkum tørvar? (b) Hví er bønin ein so stórur framíhjárættur?

16 Ein boðari spyr ofta, tá hann leiðir ein bíbliulestur: „Biður tú sjálvur til Gud aðrar tíðir enn tá vit hava lestur hvørja viku?“ Fyri at fáa ta hjálp vit hava fyri neyðini, mugu vit ofta venda okkum til Gud í bøn. (1 Tessalónikubræv 5:17; Lukas 18:1-8) Lær at vera lítillátaður tá tú vendir tær til hansara, sum tú hevði tosað við ein vin tú hevði álit á og vart góður við. Tað er av sonnum ein undursamur framíhjárættur at vit kunnu biðja beinleiðis til alheimsins stóra Stjórnara! Hann er tann „ið hoyrir bønir“, og vit vita at hann eisini hoyrir okkum. — Sálmur 65:3.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 227]

Hvat skulu vit gera tá vit freistast til at roykja — biðja Gud um hjálp ella fíra?

[Mynd á síðu 229]

Biður tú Gud um hjálp og fert so til tað sum kann føra til órættar gerðir?

[Mynd á síðu 230]

Biður tú einsamallur, ella bert tá tú ert saman við øðrum?