Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu sæst afturkoma Krists?

Hvussu sæst afturkoma Krists?

Kapittul 17

Hvussu sæst afturkoma Krists?

1. (a) Hvat lyfti gav Kristus? (b) Hví er tørvur á at Kristus kemur aftur?

’EG KOMI AFTUR.’ (Jóhannes 14:3) Kvøldið fyri sum hann doyði, gav Jesus Kristus sínum ápostlum hetta lyftið. Vit eru ivaleyst samd tá vit siga, at tørvurin á at Kristus kemur aftur sum kongur í sínum ríki fyri at bera mannaættini frið, góða heilsu og lív, ongantíð hevur verið størri enn nú. Men hvussu kemur Kristus aftur? Hvør sær hann, og á hvønn hátt?

2. (a) Hvagar tekur Kristus sínar salvaðu lærusveinar, teirra millum ápostlarnar, tá hann kemur aftur? (b) Hvat likam fáa teir har?

2 Kristus kemur ikki aftur fyri at liva á jørðini. Tey sum skulu ráða sum kongar við honum, verða harafturímóti tikin upp til himmalin fyri at liva har. Jesus segði við sínar ápostlar: „Eg [komi] aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.“ (Jóhannes 14:3) Tá Kristus kemur aftur skulu tey ið verða tikin til himmals tí gerast andaskapningar, og tey koma at síggja Kristus í hansara dýrmæta andliga likami. (1 Korintbræv 15:44) Men koma hini menniskjuni, tey ið ikki skulu í himmalin, at síggja Kristus tá hann kemur aftur?

HVÍ HANN IKKI KANN KOMA AFTUR SUM MENNISKJA

3. Hvussu vísir Bíblian at menniskju á jørðini aldri koma at síggja Kristus aftur?

3 Sama kvøldið helt Jesus áfram við sínar ápostlar: „Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur.“ (Jóhannes 14:19) Við ’heiminum’ er hugsað um mannaættina. Jesus segði altso bart út at menniskju á jørðini ikki skuldu síggja hann aftur, tá hann var deyður. Ápostulin Paulus skrivaði: „Um vit so eftir holdinum hava kent Krist, tá kenna vit hann nú ikki longur soleiðis.“ — 2 Korintbræv 5:16.

4. Hvussu sæst at Kristus kemur aftur sum ein mektigur, ósjónligur andaskapningur?

4 Hóast hetta trúgva nógv at Kristus kemur aftur í tí sama mannalikaminum sum hann doyði í, og at øll ið liva á jørðini koma at síggja hann. Kortini sigur Bíblian at Kristus kemur í dýrd við øllum einglunum, og at hann ’skal sita í dýrdarhásæti sínum’. (Matteus 25:31) Um Jesus kom sum eitt menniskja og setti seg í eitt jørðiskt hásæti, hevði hann verið lægri enn einglarnir. Men hann kemur sum tann mektigasti og dýrdarríkasti av øllum andasynum Guds, og hann er tí ósjónligur, eins og teir eru. — Filippibrævið 2:8-11.

5. Hví kann Kristus ikki koma aftur í einum menniskjalikami?

5 Harafturímóti var tað fyri gott og væl 1900 árum síðan neyðugt at Jesus eyðmýkti seg og gjørdist eitt menniskja. Hann mátti geva sítt fullkomna mannalív sum eitt loysigjald fyri okkum. Hann greiddi sjálvur soleiðis frá: „Breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.“ (Jóhannes 6:51) Hann gav altso sítt holdliga likam sum offur fyri mannaættina. Hvussu leingi skuldi hetta offrið galda? Ápostulin Paulus svarar: „Vit [eru] halgaðir við ofring av likami Jesu Krists eina ferð fyri allar.“ (Hebrearabrævið 10:10) Av tí at Kristus gav sítt hold til lívs fyri heimin eina ferð fyri allar, kundi hann ikki taka tað aftur og gerast menniskja einaferð aftrat. Av hesi orsøk kann hann ikki koma aftur í tí mannalikaminum hann offraði.

TÓK IKKI SÍTT HOLDLIGA LIKAM VIÐ TIL HIMMALIN

6. Hví trúgva nógv at Kristus tók sítt holdliga likam við til himmalin?

6 Kortini eru nógv sum trúgva at Kristus tók sítt holdliga likam við til himmalin. Tey vísa á at tað ikki longur var at finna í grøvini aftan á at hann var upprisin frá deyðum. (Markus 16:5-7) Haraftrat vísti Jesus seg seinni fyri sínum lærusveinum í einum holdligum likami, so teir kundu síggja at hann livdi. Í einum føri læt hann enntá Tummas stinga hondina inn í holið hann hevði í síðuni, fyri at sannføra Tummas um at hann veruliga var risin upp frá deyðum. (Jóhannes 20:24-27) Prógvar tað ikki at Kristus reis upp í sama likami sum hann doyði í?

7. Hvussu skilst at Kristus fór til himmalin sum ein andi?

7 Nei, tað ger tað ikki. Bíblian sigur heilt greitt: „Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, . . . hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum.“ (1 Pætur 3:18) Menniskju av holdi og blóði kunnu ikki liva í himlinum. Viðvíkjandi uppreisnini til himmalskt lív sigur Bíblian: „Tað verður sáað eitt náttúrligt likam, men rísur upp eitt andligt likam. . . . hold og blóð kunnu ikki arva Guðs ríki.“ (1 Korintbræv 15:44-50) Bert andligar verur við einum andligum likami kunnu liva í himli.

8. Hvat hendi við menniskjalikami Krists?

8 Íðan, hvat varð so av Jesu holdliga likami? Funnu lærusveinarnir ikki grøvina tóma? Jú, tað gjørdu teir, tí Gud hevði tikið Jesu likam burtur. Soleiðis læt hann Bíbliunnar profetaorð ganga út. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 2:31) Tað var altso eitt lið í Guds ætlan at taka Jesu likam burtur, sum hann fyrr hevði tikið Móse likam. (5 Mósebók 34:5, 6) Hevði likamið ligið eftir í grøvini, høvdu Jesu lærusveinar eisini havt ilt við at skilt at hann var risin upp frá teimum deyðu, tí enn skiltu teir ikki tað andliga til fulnar.

9. Hvussu var tað møguligt hjá Tummasi at stinga hondina inn í eitt sármerki á tí materialiseraða likaminum hjá Jesusi?

9 Men Tummas kundi jú stinga hondina inn í holið í síðuni á Jesusi. Prógvar tað ikki at Jesus reis upp frá deyðum í tí sama likaminum sum hann varð negldur til træið í? Nei, tí Jesus hevði bert materialiserað seg, ella íklæðst eitt holdligt likam, eins og ávísir einglar fyrr høvdu gjørt. Fyri at sannføra Tummas hevði hann her valt eitt likam við sármerkjum. Hann sá fullkomiliga út sum eitt menniskja og hann var førur fyri at eta og drekka, sum teir einglarnir Ábraham einaferð borðreiddi fyri. — 1 Mósebók 18:8; Hebrearabrævið 13:2.

10. Hvussu vita vit at Jesus vísti seg í ymiskum holdligum likamum?

10 Meðan Jesus altso vísti seg fyri Tummasi í einum likami sum tí hann doyði í, vísti hann seg eisini í øðrum likamum. Maria Magdalena trúði tí fyrst hon sá urtagarðsmannin. Onkuntíð kendu lærusveinarnir hann heldur ikki aftur beinanvegin. Og tá teir so kendu hann aftur, var tað ikki av útsjóndini, men av tí hann segði ella gjørdi. — Jóhannes 20:14-16; 21:6, 7; Lukas 24:30, 31.

11, 12. (a) Á hvønn hátt fór Kristus burt frá jørðini? (b) Á hvønn hátt skulu vit so vænta at hann kemur aftur?

11 Í 40 dagar aftan á sína uppreisn vísti Jesus seg av og á í holdligum likami fyri lærusveinunum. (Ápostlasøgan 1:3) So fór hann til himmals. Nú sigur onkur kanska: ’Søgdu ikki tveir einglar við ápostlarnar at Kristus skuldi koma aftur á sama hátt, sum teir høvdu sæð hann fara til himmals?’ (Ápostlasøgan 1:11) Jú, tað gjørdu teir. Men minst til at teir søgdu „á sama hátt“, ikki í sama likami. Og á hvønn hátt var tað Jesus fór burtur? Tað hendi í stillum, uttan hávasták. Bert ápostlarnir vistu av tí, ikki heimurin.

12 Legg til merkis hvussu Bíblian sigur frá mátanum Jesus fór burtur frá ápostlunum uppá, tá hann varð tikin til himmals: „Hann [varð] upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra.“ (Ápostlasøgan 1:9) Tá Jesus varð lyftur upp til himmals kom altso eitt skýggj sum tók hann burtur úr eygsjón ápostlanna. Við øðrum orðum gjørdist hann ósjónligur fyri teimum. Teir sóu hann ikki longur. So fór hann til himmals í sínum andliga likami. (1 Pætur 3:18) Tað vil siga at hann eisini kemur aftur ósjónliga, í einum andligum likami.

HVUSSU HVØRT EYGA SKAL SÍGGJA HANN

13. Hvussu skulu vit skilja at „hvørt eyga skal síggja hann“, tá hann kemur í skýggjunum?

13 Hvussu skulu vit so skilja orðini í Opinberingini 1:7, har ápostulin Jóhannes skrivar: „Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu grátu so sáran uppi yvir honum“? Her tosar Bíblian ikki um at síggja bókstaviliga, men um at skilja ella fata. Tá vit skilja ella sannkenna okkurt, ber til at siga: ’Tað síggi eg.’ Bíblian talar um ’vitskunnar eygu’ okkara. (Efesusbrævið 1:18, Kalkar-umsetingin) Málberingin „hvørt eyga skal síggja hann“ merkir altso at øll til ta tíð skulu skilja ella sannkenna at Kristus er hjástaddur.

14. (a) Hvønn vísa orðini „teir, sum stungu hann“ til? (b) Hví verður stór sorg tá øll at enda skilja at Kristus er hjástaddur?

14 Teir sum veruliga stungu Jesus, liva sjálvandi ikki meira. Orðini „teir, sum stungu hann“ mugu tí vísa til nøkur ið bera seg at sum tey menniskjuni í fyrstu øld og søkja at lærusveinum Krists í dag. (Matteus 25:40, 45) Tíðin tá Kristus útinnir dómin yvir slík ónd menniskju kemur skjótt. Tey hava fingið ávaring frammanundan. Tá dómurin verður útintur, fara tey at „síggja“ ella skilja tað sum hendir. Og teirra sorg og gremjan verður stór.

KEMUR KRISTUS NIÐUR Á JØRÐINA AFTUR?

15. Hvussu kann málberingin ’koma aftur’ nýtast?

15 At ’koma aftur’ merkir ikki altíð bókstaviliga at flyta seg úr einum stað í annað. Tað ber til at siga at ein fyrrverandi stjórnari ’kemur til valdið aftur’. Og Gud segði einaferð við Ábraham: „Tá ið eg komi aftur til tín um áramótið, tá skal Sára hava son!“ At Jehova kom aftur merkti ikki at hann bókstaviliga kom, men hann gav Sáru ans og gjørdi við hana sum hann hevði lovað, eins og Bíblian sigur: „Jehova gav Sáru ans.“ — 1 Mósebók 18:14; 21:1, NW.

16. (a) Á hvønn hátt kemur Kristus aftur til jarðar? (b) Nær kom Kristus aftur, og hvat gjørdist tá veruleiki?

16 Á sama hátt kemur Kristus ikki bókstaviliga aftur til jarðar. At hann ’kemur aftur’ merkir harafturímóti at hann tekur við ræðinum í Ríkinum og soleiðis aftur gevur jørðini ans. Hann noyðist ikki at fara úr sínum himmalska hásæti og bókstaviliga koma niður á jørðina fyri at gera tað. Sum vit sóu í tí undanfarna kapitlinum, vísir Bíblian á at tað hendi í 1914. Tá var Guds tíð komin, tíðin tá Kristus skuldi koma aftur og byrja at ráða. var tað ein hørð rødd ljóðaði í himli sum segði: „Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara.“ — Opinberingin 12:10.

17. Hvussu kunnu vit vita um Kristus er komin aftur, tá hansara afturkoma er ósjónlig?

17 Tá nú afturkoma Krists er ósjónlig, hava vit so nakran møguleika fyri at fáa váttað at hon hevur verið? Ja, vit hava. Jesus sjálvur nevndi at eitt sjónligt ’tekin’ skuldi vísa at hann var ósjónliga hjástaddur og at veraldar endi var nær. Latið okkum kanna hetta ’tekin’ nærri.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 142]

Kristus gav sítt holdliga likam sum eitt offur. Tí kann hann ikki taka tað aftur og gerast menniskja av nýggjum

[Myndir á síðu 144, 145]

Hví helt Maria Magdalena Jesus vera ein urtagarðsmann aftan á at hann varð upprisin?

Hvørjum likami vísti Jesus seg í tá hann bað Tummas stinga hondina inn í holið í síðuni á sær?

[Mynd á síðu 147]

Kristus skuldi koma aftur á sama hátt sum hann varð tikin burtur. Á hvønn hátt varð hann tikin burtur?