Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Illir andar hava stórt vald

Illir andar hava stórt vald

Kapittul 10

Illir andar hava stórt vald

1. Hví trúgva nógv at tey kunnu tosa við tey deyðu?

FÓLK SIGA seg ofta hava tosað við tey deyðu. Ein kendur biskupur i episkopalu kirkjuni, tann nú deyði James A. Pike, segði einaferð frá at hann hevði tosað við sín deyða son, Jim. Sonurin skuldi millum annað hava sagt við hann: „Nógv menniskju eru hjá mær, og hendur lyfta meg upp, so at siga . . . eg havi verið so ólukkuligur inntil eg kundi siga tær frá tí.“

2. (a) Hví kann eingin tosa við tey deyðu? (b) Hvørjar spurningar seta vit tí?

2 Av tí at slíkar hendingar eru rættiliga vanligar, mugu vit viðganga at nógv veruliga hava tosað við onkran úr andaheiminum. Men tey hava ikki tosað við tey deyðu. Bíblian sigur heilt greitt at „hinir deyðu vita als einki“. (Prædikarin 9:5) Men um tað ikki eru tey deyðu sum tosa úr andaheiminum, hvør er tað so? Hvør er tað ið letst at vera deyð menniskju?

3. (a) Hvør letst at vera deyðir persónar, og hví gera teir tað? (b) Hvør fær ofta serligan kunnleika frá teimum illu andunum?

3 Illir andar. Hesir illu andar eru einglar, sum tóku undir við Sátani í uppreistrinum móti Gudi. Hví látast teir at vera menniskju sum eru deyð? Fyri at fremja hugsanina um at tey deyðu alsamt eru á lívi. Teir hava fingið nógv at trúgva lygnini um at deyðin bert er ein broyting til eitt annað lív. Fyri at spreiða hesa lygn geva illu andarnir andamiðlum, spámonnum og gandakallum serligan kunnleika sum tykist at stava frá deyðum persónum.

LÆTST AT VERA HIN DEYÐI SÁMUEL

4. (a) Hví var Sául kongur frá sær sjálvum? (b) Hvat segði Guds lóg um andamiðlar og spámenn?

4 Eitt dømi í Bíbliuni sigur frá at ein illur andi lætst at vera Guds profetur Sámuel, ið var deyður. Tað var í 40. stjórnarári Sáuls kongs. Ein sterkur filistaherur hevði tikið støðu framman fyri ísraelitiska herinum hjá Sáuli, og Sául var ógvuliga bangin. Hann kendi Guds lóg, sum segði: „Vendið tykkum ikki til andamiðlarnar, og leitið ikki ráð hjá teimum spákønu, so at tit verða óreinir við teimum.“ (3 Mósebók 19:31, NW) Men Sául hevði sum fráleið vent sær frá Jehova. Tí hevði Sámuel ta síðstu tíðina hann livdi, noktað at síggja hann meira. (1 Sámuel 15:35) Og nú, í hesi torføru støðu, var Sául kongur frá sær sjálvum tí Jehova ikki vildi hoyra hansara bønir um hjálp.

5. (a) Hvar fór Sául fyri at fáa hjálp? (b) Hvat var andamiðlin førur fyri at gera?

5 Tað var Sáuli so nógv um at gera at kenna úrslitið av bardaganum, at hann fór til eina kvinnu ið var andamiðil í En-Dór. Hon var før fyri at mana eitt skepilsi fram sum hon kundi síggja. Tá hon segði frá útsjóndini á tí, metti Sául at tað var Sámuel. So segði andin ið lætst at vera Sámuel: „Hví gert tú mær ónáðir og manar meg upp?“ Sául svaraði: „Eg eri staddur í miklari trongd, tí at Filistar herja á meg.“ Tá spurdi andin: „Hví spyrt tú meg, tá [Jehova] er frá tær vikin og er vorðin fíggindi tín?“ Hin illi andin ið lætst at vera Sámuel ið var deyður, segði nú Sáuli frá at hann fór at verða dripin í bardaganum móti filistum. — 1 Sámuel 28:3-19.

6. Hví kann tað ikki hava verið Sámuel sum tosaði við Sául?

6 Tað er sjálvsagt at tað ikki kundi vera Sámuel andamiðlin hevði fingið samband við. Sámuel var deyður, og tá eitt menniskja doyr „fer [hann] aftur til moldina hann er komin úr; sama dag farast hugsanir hansara“. (Sálmur 146:4, NW) Hugsa vit eitt sindur um støðuna, skilja vit eisini at tað ikki kundi vera hin deyði Sámuel sum tosaði. Sámuel var Guds profetur og tí ímóti andamiðlum. Og sum longu nevnt noktaði hann fyri sín deyða at tosa við tann ólýdna Sául. Fór hann so nú, aftan á deyðan, um so var at hann livdi víðari á einum øðrum stað, at loyva einum andamiðli at skipa fyri einum møti millum seg og Sául? Minst eisini til at Jehova hevði noktað at svara Sáuli. Kundi ein andamiðil noyða Jehova til at geva Sáuli ein boðskap gjøgnum tann deyða Sámuel? Og um tey livandi veruliga kundu tosað við síni deyðu næstrafólk, hevði ein góður Gud so sagt at tey gjørdust „órein“ um tey vendu sær til ein andamiðil?

7. Hvørja ávaring gevur Gud tænarum sínum sum vernd móti illum andum?

7 Veruleikin er tann at teir illu andarnir royna at gera menniskjum fortreð. Tá Jehova ávarar ímóti teimum, er tað fyri at verja sínar tænarar. Les fylgjandi ávaring til Ísraels fólk. Hon gevur eina hóming av hvussu teir illu andarnir bera seg at fyri at villleiða menniskju: „Eingin má finnast hjá tær, sum . . . fæst við at spáa, gera eftir og mana; eingin gandakallur ella rúnarmaður, eingin, sum leitar ráð við dreyg og spásagnaranda og víkur á tey deyðu. Tí at hvør, ið fæst við tílíkt, er [Jehova] andstyggiligur.“ (5 Mósebók 18:10-12) Okkara ynski eigur at vera at fáa greiði á hvat teir illu andarnir gera fyri at skaða menniskjum í dag, og hvussu vit kunnu verja okkum ímóti teimum. Men latið okkum fyrst vita nær og hvussu teir illu andarnir vórðu til.

EINGLAR SUM GJØRDUST ILLIR ANDAR

8. (a) Hvønn fekk Sátan við sær í uppreisturin móti Gudi? (b) Hvat gjørdu teir tá teir høvdu lagt arbeiði sítt í himli niður?

8 Við at lúgva fyri Evu í urtagarðinum Eden gjørdi ein eingil seg sjálvan til tann illa andan ið nevnist Sátan Djevulin. Aftaná royndi hann at fáa aðrar einglar til eisini at venda sær frá Gudi. Sum fráleið eydnaðist tað honum. Nakrir einglar løgdu tað arbeiðið Gud hevði givið teimum í himli niður, og teir komu niður á jørðina og íklæddust kjøtilig likam sum tey menniskjuni hava. Tann kristni lærusveinurin Judas skrivar um „einglarnar, sum ikki hildu fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað“. (Judas 6) Hví komu teir niður á jørðina? Hvat órætt ynski hevði Sátan sett teimum í hjartað, so at teir fóru frá tignini teir høvdu í himli?

9. (a) Hví komu einglarnir niður á jørðina? (b) Hvussu vísir Bíblian at tað teir gjørdu, var skeivt?

9 Bíblian greiðir frá hesum við orðunum: „Synir Guðs vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á.“ (1 Mósebók 6:2) Ja, hesir einglarnir klæddu seg í kjøtilig likam og komu niður til jarðar fyri at hava kynsligt samband við vakrar kvinnur. Men tað var ikki rætt at einglar knýttu slík ástarbond. Teir vóru ólýdnir. Bíblian vísir at teirra gerðir vóru eins órættar og homoseksuellu gerðirnar í bygdunum Sódomu og Gómorru. (Judas 6, 7) Hvat spurdist burturúr?

10, 11. (a) Hvat slag av børnum fingu einglarnir? (b) Hvat hendi risunum tá Vatnflóðin kom? (c) Hvat hendi einglunum?

10 Einglarnir og konur teirra fingu børn, men ikki vanlig børn. Børnini vuksu og vuksu og gjørdust risar, ja óndir risar, sum í upprunateksti Bíbliunnar nevnast „nefilim“. Teir verða eisini nevndir „hetjurnar, sum í forðum vóru navnframar“. Hesir risarnir royndu at noyða øll at gerast ónd eins og teir sjálvir. Og tað hevði við sær at „illskapur menniskjanna var mikil á fold, og at tær í hjarta sínum einans hugsaðu um at fremja illverk tann líðilanga dag“. (1 Mósebók 6:4, 5) Tí læt Jehova eina vatnflóð koma yvir jørðina. Risarnir og øll ónd menniskju druknaðu. Men hvat hendi einglunum sum vóru komnir niður á jørðina?

11 Teir druknaðu ikki. Teir fóru úr sínum kjøtiligu likamum og vendu aftur til himmalin sum andar. Men teir fingu ikki aftur loyvi at vera partur av Guds samskipan av heilagum einglum. Bíblian sigur at „Guð ikki eirdi einglunum, tá ið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina [Tartaros, NW] og setti teir í myrkurs helli at vera í varðhaldi til dóms“. — 2 Pætur 2:4.

12. (a) Hvussu gekst teimum óndu einglunum tá teir vendu aftur til himmalin? (b) Hví kunnu teir ikki longur íklæða seg menniskjalikam? (c) Hvat gera teir tí nú?

12 Hesir óndu einglarnir vórðu ikki koyrdir til eitt bókstaviligt stað nevnt Tartaros. Harafturímóti merkir Tartaros, sum í onkrum bíbliuumsetingum er skeivt umsett til „helviti“, ta falnu og mannminkandi støðu sum teir óndu einglarnir eru í. Teir vórðu útistongdir frá andaliga ljósinum í Guds samskipan, og teir hava bert æviga týning í væntu. (Jákup 2:19; Judas 6) Síðan Vatnflóðina hevur Gud ikki longur loyvt hesum illu andunum at íklæða seg kjøtilig likam. Teir kunnu tí ikki longur nøkta sínar ónatúrligu kynsligu girndir. Men teir kunnu framvegis útinna vandamikið vald bæði á monnum og kvinnum. Ja, hjálptur av hesum illu andunum villleiðir Sátan „allan mannaheimin“. (Opinberingin 12:9) Tann ógvisliga økingin í talinum av valdsgerðum, kynsligum brotsgerðum og øðrum illgerðum í dag, vísir at vit mugu vera vakin so vit ikki verða villleidd av teimum.

HVUSSU TEIR ILLU ANDARNIR VILLLEIÐA MENNISKJUNI

13. (a) Hvussu villleiða teir illu andarnir menniskjuni? (b) Hvat er spiritisma, og hvat sigur Bíblian um hana?

13 Vit hava longu lært at Sátan sum „gudurin yvir hesum heimi“ nýtir verðsligar stjórnir og falskan átrúna til at gera fólk blind fyri sannleikum Bíbliunnar. (2 Korint 4:4) Ein annar máti teir illu andarnir ofta villleiða menniskjuni uppá, er við spiritismu. Tey sum dýrka spiritismu hava samband við illar andar, beinleiðis ella gjøgnum ein andamiðil, og á tann hátt koma tey undir ávirkan av illum andum. Bíblian ávarar okkum um at halda okkum frá øllum gerðum sum hava við spiritismu at gera. — Galatabrævið 5:19-21; Opinberingin 21:8.

14. (a) Hvat er spádómskynstur? (b) Hvat sigur Bíblian um tað?

14 Ein sera vanligur partur av spiritismuni er spádómskynstur; fólk royna at spáa um framtíðina ella at fáa kunnleika um ókendar lutir við hjálp frá ósjónligum andum. Tann kristni lærusveinurin skrivar um eitt slíkt dømi: „Okkum møtti ein genta, sum hevði spádómsanda og sum veitti húsbóndum sínum stóran vinning við at spáa.“ Ápostulin Paulus var førur fyri at fría gentuna frá tí illa andanum, og hon kundi so ikki longur siga frá framtíðini. — Ápostlasøgan 16:16-19.

15. (a) Nevn okkurt sum hevur samband við spiritismu. (b) Hví er tað vandamikið at fáast við sovorðið?

15 Nógv verða hugtikin av spiritismu tí hon er gátufør og torskilin. Tey fáast tí við heksakynstur, voodoodýrkan, hypnosu, gand, stjørnuspádóm, ’ouija’-borð ella annað sum hevur samband við spiritismu. Tey lesa kanska bøkur um sovorðið ella síggja filmar ella sjónvarpssendingar um tað. Tey fara kanska enntá til eitt møti har ein miðil roynir at koma í samband við andaheimin. Men alt hetta er óklókt um ein ynskir at tæna hinum sanna Gudi. Tað er eisini vandamikið. Tað kann føra til stórar trupulleikar nú, og aftrat tí vil Gud døma og havna einum og hvørjum ið dýrkar spiritismu. — Opinberingin 22:15.

16. Hvussu vísir Bíblian at kristin mugu stríðast ímóti teimum illu andunum?

16 Um vit gera alt vit kunnu fyri at halda okkum burtur frá spiritismu, kunnu vit kortini verða álopin av illum andum. Minst til at sjálvur Jesus Kristus hoyrdi rødd Djevulsins, sum freistaði hann at bróta Guds lóg. (Matteus 4:8, 9) Aðrir Guds tænarar hava verið fyri líknandi álopum. Ápostulin Paulus segði: „Tí at bardagi okkara er . . . móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.“ Tað merkir at ein og hvør ið tænir Gudi má ’fara í øll herklæði Guds, so hann kann standa við’. — Efesusbrævið 6:11-13.

STØÐUFØST HÓAST ÁLOP FRÁ ILLUM ANDUM

17. Hvat eigur tú at gera um ein „rødd“ úr andaheiminum tosar við teg?

17 Hvat skalt tú gera um ein „rødd“ úr andaheiminum tosar við teg? Hvat nú um tann sum tosar, sigur seg vera eitt deytt skyldfólk hjá tær ella ein góður andi? Ja, hvat gjørdi Jesus tá ’høvdingi hinna illu andanna’ tosaði við hann? (Matteus 9:34) Hann segði: „Vík frá mær, Sátan!“ (Matteus 4:10) Tú kanst siga tað sama. Tú kanst eisini rópa til Jehova um hjálp. Bið hart og nýt Guds navn. Minst til at hann er sterkari enn teir illu andarnir. Ja, fylg hesi klóku kós, og lurta ikki eftir røddum úr andaheiminum. (Orðtøkini 18:10; Jákup 4:7) Við hesum er ikki sagt at øll sum „hoyra røddir“ eru ávirkað av illum andum. Í summum førum kann sovorðið stava frá likamligum ella sálarligum sjúkum.

18. Hvørjari fyrimynd úr fortíðar Efesus eiga vit at fylgja um vit ynskja at frígera okkum frá spiritismu?

18 Kanska hevur tú einaferð tikist við okkurt slag av spiritismu, og nú vilt tú fegin koma burtur úr tí. Hvussu skalt tú bera teg at? Minst til tað sum tey nýumvendu kristnu í Efesus gjørdu. Tá tey høvdu tikið ímóti ’orði Jehova’ sum ápostulin Paulus boðaði teimum, sigur Bíblian at „almong av teimum, sum høvdu gjørt gand, bóru bøkurnar saman og brendu tær, so øll sóu“. Og bøkurnar vóru 50.000 silvurpeningar verdar! (Ápostlasøgan 19:19, 20, V. Danielsen) Um tú hevur lutir hjá tær sum beinleiðis hava tilknýti til spiritismu, gert tú væl í at oyðileggja teir, uttan mun til hvussu nógv teir hava kostað.

19. (a) Hvat vita tey flestu av teimum sum fáast við spiritismu ikki? (b) Hvat mugu vit gera um vit ynskja at liva æviga í lukku á jørðini?

19 Av tí at áhugin fyri tí gátuføra og løgna er so stórur í dag, koma fleiri og fleiri sær upp í okkurt slag av spiritismu. Tey flestu av teimum vita kortini ikki at tey í veruleikanum koma í hóslag við illar andar. Tað er eingin meinaleysur stuttleiki. Teir illu andarnir hava vald at skaða teimum. Teir eru óreinir og óndir, og nú, áðrenn Kristus fer at halda teimum føstum í ævigari týning, gera teir alt teir eru mentir fyri at fáa menniskju í sítt vald. (Matteus 8:28, 29) Um tú ynskir at liva æviga í lukku á jørðini tá allur óndskapur er tikin burtur, mást tú tí halda teg frá valdi teirra illu andanna, við tað at tú heldur teg burtur frá spiritismu í einum og hvørjum líki.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 91]

Hvønn kom andamiðlin í En-Dór í samband við?

[Myndir á síðu 92, 93]

Nakrir Guds einglar vórðu varir við mannadøturnar

[Mynd á síðu 94]

Einglarnir í mannalíki druknaðu ikki. Teir fóru úr sínum kjøtiligu likamum og vendu aftur til himmals

[Mynd á síðu 97]

Bíblian ávarar: ’Haldið tykkum frá spiritismu í einum og hvørjum líki’

[Mynd á síðu 98]

Tey sum gjørdust kristin í Efesus brendu gandabøkur sínar — ein fyrimynd fyri okkum í dag