Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sjónliga samskipan Guds

Sjónliga samskipan Guds

Kapittul 23

Sjónliga samskipan Guds

1. Hvat sigur Bíblian um ósjónligu samskipan Guds?

HVUSSU kunnu vit vera vís í at Gud hevur eina sjónliga samskipan? Millum annað tí vit vita at hann hevur eina ósjónliga samskipan. Jehova hevur skapað kerúbar, seráfar og nógvar aðrar einglar ið gera hansara vilja í himli. (1 Mósebók 3:24; Jesaja 6:2, 3; Sálmur 103:20) Jesus Kristus er høvuðseingilin sum er yvir øllum hesum. (1 Tessalónikubræv 4:16; Judas 9; Opinberingin 12:7) Sambært Bíbliuni eru einglarnir skipaðir, tí sagt verður frá ’hásætum’ og ’harradømum’, ’máttum’ og ’valdi’ í himli. (Kolossubrævið 1:16; Efesusbrævið 1:21) Allir tæna teir Jehova og sameindir gera teir tað arbeiðið hann áleggur teimum. — Dánjal 7:9, 10; Job 1:6; 2:1.

2. Hvussu skilst tað av mátanum Gud skapaði materiella alheimin uppá, at hann leggur stóran dent á samskipan?

2 Vit fáa eisini varhugan av tí stóra týdningi samskipan hevur hjá Gudi, tá vit hyggja at hansara materiella skaparaverki. Til dømis eru milliardir av stjørnum í alheiminum skipaðar í stórum hópum, sum vit nevna galaksar. Hesir galaksarnir ferðast gjøgnum rúmdina í fastari rás, og tær einstøku stjørnurnar og gongustjørnurnar í galaksunum hava eisini hvør sína skipaða rás. Til dømis ferðast okkara gongustjørna, Jørðin, um sólina, sum er okkara nærmasta stjørna, og tað tekur stundisliga 365 dagar, 5 tímar, 48 minuttir og 45,51 sekund.

3. Hvat lærir skilið og samskipanin ið ræður millum ósjónligu skapningar Guds og í hansara materiella alheimi okkum?

3 Sigur tað okkum nakað at samskipan á so høgum støði ræður bæði millum Guds ósjónligu skapningar og í hansara materiella skaparaverki? Ja, tað sigur okkum at alt sum Jehova ger, er væl samskipað. Ein slíkur Gud letur ikki menniskju ið elska hann, vera uttan vegleiðing og samskipan.

SJÓNLIGA SAMSKIPAN GUDS — FYRR OG NÚ

4, 5. Hvussu vita vit at Gud leiddi sítt fólk á skipaðan hátt á Ábrahams døgum og á døgum ísraelsmanna?

4 Bíblian vísir at Jehova altíð hevur leitt sínar tænarar á skipaðan hátt. Til dømis leiddu trúgvandi menn, sum Ábraham, síni húsfólk í tilbiðjanini av Jehova. Tá Gud talaði við Ábraham, kunngjørdi hann honum sín vilja. (1 Mósebók 12:1) Og Gud gav honum boð um at geva vegleiðingina víðari til onnur. Hann segði: „Tí at [Ábraham] havi eg valt út til tess, at hann skal bjóða børnum sínum og ætt síni eftir seg at varðveita veg [Jehova].“ (1 Mósebók 18:19) Her var ein ávís skipan altso fingin í lag, fyri at ein bólkur av menniskjum kundi tilbiðja Jehova á rættan hátt.

5 Tá ísraelsmenn seinni gjørdust eitt fólk ið taldi milliónir, læt Jehova teir ikki tilbiðja hvør í sínum lagi, uttan skil og samskipan. Nei, ísraelsmenn vóru skipaðir í eina tjóð av sameindum tilbiðjarum. Ísraels fólk varð nevnt ’samkoma [Jehova]’. (4 Mósebók 20:4; 1 Krýnikubók 28:8, V. Danielsen) Um nakar tá vildi tilbiðja Jehova av sonnum, mátti hann hoyra til hesa samkomuna av tilbiðjarum og ikki standa uttan fyri hana. — Sálmur 147:19, 20.

6. (a) Hvussu vísti Gud at tað vóru lærusveinar Krists hann góðkendi? (b) Hvat vísir at tey kristnu tilbóðu Gud í einum samskipaðum felagsskapi?

6 Hvussu var støðan so í fyrstu øldini? Bíblian vísir at Jehova góðkendi lærusveinarnar hjá Jesusi Kristi. Yvir teir úthelti Jehova sín heilaga anda. Fyri at vísa at hann nú ikki longur nýtti Ísraels fólk, men ta kristnu samkomuna, gav hann teimum fyrstu kristnu kraft at grøða sjúk, vekja upp deyð og gera onnur undurverk. Tá vit lesa í Teimum kristnu griksku Skriftunum síggja vit skilliga at tey kristnu tilbóðu Gud í einum samskipaðum felagsskapi. Tey fingu beinleiðis boð um at møtast fyri at tilbiðja Gud. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Um tú vart ein sannur tilbiðjari av Jehova í fyrstu øld, mátti tú altso hoyra til hansara kristnu samkomu.

7. Hvussu vita vit at Jehova á ongum sinni hevur nýtt meira enn eina samskipan?

7 Hevur Jehova nakrantíð havt meira enn eina samskipan í senn? Á Nóa døgum vórðu einans Nóa og hansara familja vard av Gudi og bjargað gjøgnum Vatnflóðina. (1 Pætur 3:20) Og í fyrstu øld vóru ikki tvær kristnar samkomur, ella uppaftur fleiri. Gud hevði bert eina samkomu. Har var bert „ein Harri, ein trúgv, ein dópur“. (Efesusbrævið 4:5) Sum Jesus Kristus boðaði frá, skuldi tað sama vera galdandi í okkara døgum; bert úr einari keldu skuldi Guds fólk fáa andaliga leiðbeining.

8. Hvussu vísti Jesus at Gud bert skuldi hava eina sjónliga samskipan á okkara døgum?

8 Tá Jesus greiddi frá síni hjáveru í veldi Ríkisins, segði hann: „Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð? Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin, tá ið hann kemur, finnur berandi seg soleiðis at. Sanniliga sigi eg tykkum: hann skal seta hann yvir øllum ognum sínum.“ (Matteus 24:45-47) Mundi Kristus tá hann í 1914 kom aftur í Ríkisins veldi, finna nøkur menniskju ið vóru sum ein ’trúgvur og hyggin húskallur’ og býttu út andaliga ’føði’, ella upplýsing? Ja, hann fann ein ’húskall’, nevniliga teir av sínum 144.000 ’brøðrum’ ið enn vóru á jørðini. (Opinberingin 12:10; 14:1, 3) Og síðan 1914 hava milliónir av menniskjum tikið ímóti ’føðini’ sum teir hava býtt út, og tey eru farin at fremja ta sonnu trúnna við teimum. Henda samskipanin av Guds tænarum er kend sum Jehova Vitni.

9. (a) Hví bera Guds tænarar navnið Jehova Vitni? (b) Hví nevna tey sínar møtisalar „ríkissalar“?

9 Jehova Vitni leita sær leiðslu hjá Gudi og í hansara orði í øllum tey gera. Sjálvt navnið Jehova Vitni vísir at tað týdningarmesta arbeiðið hjá teimum er at boða um Jehova Guds navn og ríki, soleiðis sum Kristus gjørdi. (Jóhannes 17:6; Opinberingin 1:5) Sínar møtisalar nevna tey „ríkissalar“, tí Guds ríki við Messiasi (ella Kristi) er høvuðsboðskapurin í Bíbliuni. Tá tað er greitt at tann kristna samkoman í fyrstu øldini var góðkend av Gudi, er samskipanin hjá Jehova Vitnum gjørd eftir henni. Latið okkum í stuttum hyggja at tí kristnu samkomuni sum hon var í fyrstuni, og ansa eftir hvussu hon líkist Guds sjónligu samskipan í dag.

MYNSTRIÐ ÚR FYRSTU ØLD

10. Nevn okkurt sum eyðkendi ta kristnu samskipanina í fyrstu øldini.

10 Allastaðni har kristin vóru í fyrstu øldini, savnaðust tey í bólkum fyri at tilbiðja í felag. Hesar samkomurnar savnaðust regluliga til samveru og lestur. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Teirra týdningarmesta arbeiði var at boða og læra um Guds ríki, soleiðis sum Jesus gjørdi. (Matteus 4:17; 28:19, 20) Um ein limur í samkomuni valdi at liva ólátað ella ónt, varð hann koyrdur úr samkomuni. — 1 Korintbræv 5:9-13; 2 Jóhannes 10, 11.

11, 12. (a) Hvat prógvar at tær fyrstu kristnu samkomurnar fingu leiðbeining gjøgnum ápostlarnar og teir elstu í Jerúsalem? (b) Hvussu skilja vit „teokratiska“ leiðslu? (c) Hvat var úrslitið tá samkomurnar tóku við hesi leiðsluni?

11 Vóru tær kristnu samkomurnar í fyrstu øldini óheftar hvør av aðrari, soleiðis at hvør teirra tók sínar egnu avgerðir? Nei, Bíblian vísir at tær vóru sameindar í tí eini kristnu trúnni. Allar samkomurnar fingu leiðbeining og leiðslu úr somu keldu. Tá stríð til dømis varð viðvíkjandi umskering, varð tað ikki latið samkomunum ella tí einstaka upp í hendur hvør í sínum lagi at greiða spurningin. Nei, Paulus varð biðin um at fara við Barnabasi og øðrum „niðan til Jerúsalem at hitta ápostlarnar og hinar elstu um henda spurningin“. Tá hesir búnu menn, eftir Guds orði og hjálptir av heilaga andanum høvdu tikið sína avgerð, sendu teir álítandi menn at boða samkomunum frá. — Ápostlasøgan 15:2, 27-29.

12 Hvat var úrslitið av at samkomurnar fingu hesa teokratisku, ella gudgivnu, leiðslu og leiðbeining? Bíblian sigur: „Men sum teir [ápostulin Paulus og felagar hansara] ferðaðust um bygdirnar, løgdu teir fram fyri tey at halda tey boðini, sum samtykt vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerúsalem. So vórðu nú kirkjuliðini styrkt í trúnni, og tey tóku til í tali dag frá degi.“ (Ápostlasøgan 16:4, 5) Ja, allar samkomurnar fylgdu avgerðini hjá ráðnum av elstum í Jerúsalem, og tær vórðu styrktar í trúnni.

TEOKRATISK LEIÐSLA Í DAG

13. (a) Hvaðani á jørðini og gjøgnum hvørjar menn verður sjónliga samskipan Guds leidd í dag? (b) Hvat samband er millum tað stýrandi ráðið og ’hin trúgva og hygna húskallin’?

13 Eisini í dag fær Guds sjónliga samskipan teokratiska leiðslu og leiðbeining. Á høvuðsskrivstovuni hjá Jehova Vitnum í Brooklyn, New York, er eitt stýrandi ráð av kristnum elstum, ymsa staðni úr heiminum, sum syrgir fyri neyðugari umsjón við tí heimsumfatandi arbeiðinum Guds fólk ger. Allir limirnir í hesum stýrandi ráðnum hoyra til ’hin trúgva og hygna húskallin’. Stýrandi ráðið tænir sum málgagn fyri henda trúgva ’húskallin’.

14. Á hvørjum grundarlagi tekur tað stýrandi ráðið hjá Guds fólki sínar avgerðir?

14 Menninir í tí stýrandi ráðnum hava, sum ápostlarnir og teir elstu í Jerúsalem, royndir ígjøgnum nógv ár í tænastuni fyri Gud. Men teir lata seg ikki leiða av menniskjuligum vísdómi tá teir taka avgerðir. Nei, leiðslan er teokratisk, og tí bera teir seg at eins og stýrandi ráðið hjá teimum fyrstu kristnu ið læt seg leiða av Guds orði og hansara heilaga anda. — Ápostlasøgan 15:13-17, 28, 29.

HVUSSU TANN HEIMSUMFATANDI SAMSKIPANIN VERÐUR LEIDD

15. Hvussu skilja vit av Jesu orðum í Matteus 24:14 at Gud skuldi hava eina stóra samskipan á jørðini í endans tíð?

15 Jesus Kristus gav okkum eina fatan av hvussu stór samskipanin hjá Gudi skuldi vera í endans tíð, tá hann segði: „Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Hugsa tær hvussu ómetaliga stórt arbeiði tað er at boða fyri milliardunum av menniskjum á jørðini um Guds ríki sum er sett á stovn. Er tann kristna samskipanin á okkara døgum, ið verður leidd og vegleidd gjøgnum tað stýrandi ráðið, før fyri at fáa hetta stóra arbeiðið gjørt?

16. (a) Hví hava Jehova Vitni sett nógvar stórar prentsmiðjur á stovn? (b) Hvat framleiða hesar prentsmiðjurnar?

16 Jehova Vitni boða nú boðskapin um Ríkið í meira enn 200 londum og oyggjabólkum um allan heimin. Fyri at hjálpa teimum meira enn 2.800.000 boðarunum (í 1984) í hesum arbeiðinum, hava Jehova Vitni sett stórar prentsmiðjur á stovn í nógvum londum. Her verða stórar nøgdir av bíblium og bíbilskum bókum og bløðum framleiddar. Hvønn dag verða í meðal meira enn ein millión eintøk av bløðunum Vagttårnet og Vågn op! send avstað frá hesum prentsmiðjunum.

17. (a) Hví verða bíbilskar bøkur og bløð givin út? (b) Hvørja áheitan fært tú tí?

17 Ætlanin við øllum hesum prentsmiðjuvirkseminum er at hjálpa menniskjum at læra meira um tær stóru ætlanirnar hjá Jehova. Tí eru orðini „Boðar ríki Jehova“ ein partur av titlinum á blaðnum Vagttårnet. Eisini tú ert vælkomin at vera við í arbeiðinum við at býta hesar bíbilsku bøkurnar og bløðini út og siga frá teimum bíbilsku sannleikunum ið verða viðgjørdir í teimum. Kennir tú til dømis onkran sum tú hevur hug at siga frá tí týdningarmikla tú hevur lært í hesari bókini, Tú kanst liva um ævir í einum páradísi á jørðini?

18. (a) Hvat er Guds samskipan í dag? (b) Hví er tað neyðugt at Guds fólk verður stimbrað?

18 Eins og í fyrstu øldini er Guds samskipan í dag eisini ein samskipan av vígdum og doyptum ríkisboðarum. Hon er stovnað fyri at hjálpa øllum sínum limum at taka lut í hesum boðaraarbeiðinum. Tað er ógvuliga neyðugt at teir allir verða andaliga styrktir og stimbraðir, tí Sátan og øll tey hann kann ávirka eru ímóti Ríkisins boðskapi. Slíkir mótstøðumenn fingu Jesus dripnan tí hann boðaði, og Bíblian ávarar okkum um at hansara lærusveinar eisini skulu verða forfylgdir. — Jóhannes 15:19, 20; 2 Timoteus 3:12.

19. (a) Hvør verður útnevndur til at hjálpa Guds tænarum og styrkja teir? (b) Hvussu verður samkoman vard ímóti vánaligari ávirkan ið kann spilla hana?

19 Eins og í fyrstu øldini eru eisini í dag útnevndir elstar, „eldri menn“ í andaligari merking, sum kunnu hjálpa og styrkja øll í samkomuni. Teir kunnu hjálpa tær við bíbilskum ráðum, so tú skilur hvussu tú kanst vinna á ymiskum trupulleikum. Hesir elstar skulu eisini verja ’Guds fylgi’. Um ein limur í samkomuni fer at liva ólátað, gera ónt, og ikki vil broyta seg, mugu teir elstu syrgja fyri at hann verður koyrdur úr samkomuni. Á henda hátt verður samkoman framvegis sunn og rein í andaligari merking. — Titus 1:5; 1 Pætur 5:1-3; Jesaja 32:1, 2; 1 Korintbræv 5:13.

20. (a) Hvønn sendi stýrandi ráðið í Jerúsalem út í fyrstu øld, og hví? (b) Hvønn sendur stýrandi ráðið í dag út?

20 Eins og stýrandi ráðið í Jerúsalem sendi út serlig umboð, sum til dømis Paulus og Silas, ið skuldu geva leiðbeining víðari og upplíva Guds tænarar, soleiðis sendir stýrandi ráðið í okkara tíð eisini umboð út nú í endans tíð. (Ápostlasøgan 15:24-27, 30-32) Umleið tvær reisur um árið kemur ein royndur boðari, ein økisumsjónarmaður, á vitjan í samkomuni; hann steðgar eina viku hjá hvørjari samkomu í sínum øki.

21. Á hvønn hátt hjálpir økisumsjónarmaðurin samkomunum?

21 Í øllum heiminum eru meira enn 47.800 samkomur av Jehova Vitnum, og tær eru býttar upp í øki við umleið 20 samkomum í hvørjum. Tá økisumsjónarmaðurin vitjar samkomurnar í sínum øki, uppbyggir hann boðararnar við sjálvur at fara við teimum út at boða og læra. Umframt at hann upplívar teir á henda hátt, kemur hann eisini við uppskotum ið kunnu hjálpa teimum at betra sína tænastu. — Ápostlasøgan 20:20, 21.

22. (a) Hvat verður hildið tvær reisur um árið fyri at styrkja Guds fólk? (b) Hvørja innbjóðing fært tú nú?

22 Samkomurnar verða uppaftur meira upplívaðar og styrktar tá tær savnast við hinum samkomunum í økinum til eina tveirdaga økisstevnu; tað hendir vanliga tvær ferðir um árið. Á økisstevnunum kunnu vera nøkur hundrað hjástødd, ella umleið 2000 ella uppaftur fleiri. Tú ert vælkomin á ta næstu økisstevnuna. Vit ivast ikki í at tú verður andaliga styrktur og fært persónligt gagn av henni.

23. (a) Hvørjar stevnur verða hildnar eina ferð um árið? (b) Hvussu stór var ein slík stevna á sinni?

23 Aftrat hesum verður ein uppaftur størri stevna, ein umdømisstevna, hildin eina ferð um árið; hon varir í fleiri dagar. Royn at koma við á ta næstu umdømisstevnuna, so kanst tú sjálvur síggja hvussu deiligt og andaliga ríkandi tað kann vera. Nøkur ár verða landsstevnur ella millumlanda stevnur hildnar í staðin fyri umdømisstevnurnar. Tann størsta ið nakrantíð er hildin á einum stað, var á Yankee Stadium og Polo Grounds í New York í 1958. 253.922 hoyrdu tá hin almenna fyrilesturin „Guds ríki ræður — er veraldar endi nær?“ Síðan tá hevur tað ikki borið til at finna pláss fyri so nógvum fólkum í senn, í staðin fyri hava fleiri stórar millumlanda stevnur verið hildnar í nógvum stórbýum í heiminum.

MØTINI Í SAMKOMUNI

24. Hvørji fimm møti eru hvørja viku í samkomum Guds fólks?

24 Stýrandi ráðið hjá Jehova Vitnum syrgir eisini fyri at ein einsháttað skrá fyri bíbliuundirvísing fer fram í øllum samkomunum hjá Jehova fólki. Hvør samkoma hevur fimm møti um vikuna. Tey eru teokratiski skúlin, tænastumøtið, hin almenni fyrilesturin, vakttornslesturin og samkomubókalesturin. Kanska veitst tú ikki enn so nógv um møtini, vit fara tí at greiða eitt sindur frá teimum.

25, 26. Hvat hevur teokratiski skúlin til endamáls, og tænastumøtið?

25 Teokratiski skúlin hevur til endamáls at hjálpa næmingunum so teir verða betur førir fyri at tosa við onnur um Guds ríki. Tey sum eru tilmeldað skúlan halda av og á ein fyrilestur yvir eitt bíbilskt evni fyri øllum teimum hjástøddu. Aftaná gevur ein royndur elsti teimum ráð og leiðbeining.

26 Tænastumøtið verður vanliga hildið sama kvøldið. Stevnumiðið fyri hesum møti er prentað í Tænastu Ríkisins, einum faldara sum tað stýrandi ráðið orðar og sum kemur út eina ferð um mánaðin. Á hesum møtinum verða hent uppskot sett fram og sýningar ið vísa hvussu ein best kann greiða øðrum frá Ríkisins boðskapi. Á líknandi máta eggjaði Jesus sínum lærusveinum til tænastuna og segði teimum hvussu teir skuldu bera seg at. — Jóhannes 21:15-17; Matteus 10:5-14.

27, 28. Greið frá tí almenna møtinum, vakttornslestrinum og samkomubókalestrinum.

27 Bæði tann almenni fyrilesturin og vakttornslesturin verða vanliga hildnir sunnudag. Serliga verða tey sum nýliga hava fingið áhuga fyri boðskapinum boðin til tann almenna fyrilesturin, sum er ein bíbilskur fyrilestur ið verður hildin av einum dúgligum orðsins tænara. Vakttornslesturin er ein spurning-og-svar-viðgerð av einari bíbilskari grein í einum nýggjum nummari av blaðnum Vagttårnet.

28 Møtini ið her eru umrødd eru fyri alla samkomuna og tey verða hildin í ríkissalinum, men eina ferð um vikuna savnast minni bólkar í privatum heimum til samkomubókalesturin. Tá verður ein bíbliuhandbók sum tann tú nú lesur í, gjøgnumgingin, og hon verður nýtt sum støði undir eini umrøðu ið kann vara upp til ein tíma.

29. (a) Hvørja minningarhátíð halda sonn kristin eina ferð um árið? (b) Hvør kann njóta av breyðinum og víninum?

29 Aftrat hesum regluligu møtunum hava Jehova Vitni eitt serligt møti eina ferð um árið, ársdagin fyri Jesu deyða. Jesus skipaði sjálvur fyri hesari hátíðini til minnis um sín deyða. Hann segði: „Gerið hetta til áminning mína!“ (Lukas 22:19, 20) Undir einum heilt einfaldum hátíðarhaldi nýtti Jesus vín og ósúrgað breyð sum ímyndir um tað lívið hann skjótt skuldi offra fyri mannaættina. Til hesa árligu minningarhátíðina eru tað teir av 144.000 salvaðu lærusveinum Krists ið enn eru eftir á jørðini, ið njóta av breyðinum og víninum; á henda hátt vísa teir at teir hava ta himmalsku vónina.

30. (a) Hvørji onnur kunnu koma til minningarhátíðina, og hvørja vón hava tey? (b) Hvussu lýsir Jesus slík menniskju?

30 Milliónirnar av øðrum ið eru savnað í ríkissalum um allan heimin til minningarhátíðina, njóta ikki av ímyndunum, men tey gleðast um at vera við sum áskoðarar. Eisini tey verða mint um tað Jehova Gud og Jesus Kristus hava gjørt fyri at bjarga teimum undan synd og deyða. Men í staðin fyri at gleða seg til eitt himmalskt lív, gleðast tey um útlitið til at liva æviga í einum páradísi á jørðini. Tey eru sum Jóhannes Doyparin, ið ikki roknaði seg sjálvan millum tey 144.000 ið hoyra til brúðarskara Krists. Hann segði um seg sjálvan at hann var „vinur brúðgómsins“. (Jóhannes 3:29) Hesar milliónirnar av menniskjum hoyra til tey Jesus nevndi „aðrar seyðir“. Tey hoyra ikki upp í tað ’lítla fylgið’. Men sum Jesus segði, tæna tey sameind við ’lítla fylginum’, so øll tilsamans eru „eitt seyðafylgi“. — Jóhannes 10:16; Lukas 12:32.

TÆN GUDI SAMAN VIÐ HANSARA SAMSKIPAN

31. Hvussu skilja vit at Gud ikki góðkennir fólk ið verða verandi í einum følskum átrúna, hóast tey royna at binda felag við hansara samskipan?

31 Tað er skilligt at Jehova Gud í dag, eins og fyrr í tíðini, hevur eina sjónliga samskipan. Gjøgnum hana venur hann menniskju til lívið í síni rættvísu nýggju skipan. Men vit kunnu ikki bæði hoyra til Guds samskipan og einhvønn falskan átrúna í senn. Guds orð sigur: „Gangið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvum! Tí at hvønn felagsskap hevur rættvísi við órætt? Ella hvat samfelag hevur ljós við myrkur? . . . Ella hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvan? . . . Tess vegna, farið burtur frá teimum og skiljið tykkum frá teimim, sigur [Jehova].“ — 2 Korintbræv 6:14-17.

32. (a) Um vit skulu ’fara burtur frá teimum’, hvat mugu vit so gera? (b) Hvørji vælsignilsi fáa vit tá vit virkin fara at tæna Gudi saman við hansara sjónligu teokratisku samskipan?

32 Hvat vil tað siga at ’fara burtur frá teimum’? Um vit verða verandi í einari aðrari samskipan enn teirri Jehova Gud nýtir, ella um vit veita henni stuðul, gera vit ikki eftir hesum boðnum. Um onkur okkara millum enn hoyrir til eina slíka samskipan, er tað altso neyðugt at taka seg burtur úr henni. Um vit skilja okkum burtur frá teimum ið fylgja følskum átrúna, og virkin fara at tæna Gudi saman við hansara sjónligu teokratisku samskipan, verða vit uppi í teimum Gud tosar um, tá hann sigur: „Eg skal búgva hjá teimum og ganga ímillum teirra, og eg skal vera Guð teirra, og tey skulu vera fólk mítt.“ — 2 Korintbræv 6:16.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 192]

Hevði Gud meira enn eina samskipan tá Vatnflóðin var?

[Myndir á síðu 196]

HØVUÐSSTØÐ JEHOVA VITNA Í NEW YORK

HØVUÐSSKRIVSTOVAN

Dataútgerð

PRENTSMIÐJAN Í BROOKLYN

Bókbindaravirki

Prentmaskina

Útskipan

[Myndir á síðu 197]

NAKRAR AÐRAR AV TEIMUM MONGU VAKTTORNSPRENTSMIÐJUNUM

Brasilia

Ongland

Suðurafrika

Wallkill, New York

Canada

[Myndir á síðu 198]

Nøkur av teimum 253.922 á stevnuni hjá Jehova Vitnum í New York í 1958

Polo Grounds

Yankee Stadium

[Mynd á síðu 201]

Á møtunum hjá Jehova Vitnum verður ein skrá fyri bíbliuundirvísing fylgd