Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tín trúgv hevur nógv at siga

Tín trúgv hevur nógv at siga

Kapittul 3

Tín trúgv hevur nógv at siga

1. Hvørja uppfatan hava summi viðvíkjandi átrúna?

’ALLIR ÁTRÚNAR eru góðir,’ siga nógv. ’Teir eru bara ymsir vegir ið føra til sama málið.’ Um tað er satt, hevur tað ongan týdning hvørja trúgv ein hevur, tí so góðkennir Gud eina og hvørja trúgv. Men ger hann tað?

2. (a) Hvussu fóru fariseararnir við Jesusi? (b) Hvønn søgdu teir vera faðir sín?

2 Tá Jesus Kristus var á jørðini, var ein átrúnabólkur hvørs limir vórðu nevndir farisearar. Teir høvdu skipað eina ávísa tilbiðjan og trúðu at Gud góðkendi hana. Men samstundis lógu teir Jesusi eftir lívinum! Tí segði Jesus við teir: „Tit gera gerningar faðirs tykkara.“ Teir svaraðu: „Vit hava ein faðir, Guð.“ — Jóhannes 8:41.

3. Hvat segði Jesus um, hvør ið var faðir farisearanna?

3 Var Gud veruliga faðir teirra? Góðkendi Gud teirra máta at tilbiðja uppá? Als ikki! Hóast fariseararnir høvdu Skriftirnar og hildu seg fylgja teimum, vóru teir villleiddir av Djevlinum. Tað segði Jesus teimum bart út: „Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, . . . hann er lygnari og faðir at lygnini.“ — Jóhannes 8:44.

4. Hvussu metti Jesus trúgv farisearanna?

4 Tað er týðiligt at trúgvin hjá farisearunum var skeiv. Hon tænti Djevulsins, og ikki Guds, áhugamálum. Í staðin fyri at góðkenna teirra trúgv, fordømdi Jesus hana tí. Hann segði við hesar trúrøknu fariseararnar: „Tit lata himmiríkið aftur fyri monnum; tí at sjálvir ganga tit ikki har inn, og teimum, ið búgvast inn at ganga, geva tit ei heldur loyvi at koma inn.“ (Matteus 23:13) Vegna teirra følsku tilbiðjan nevndi Jesus teir falsarar og eiturormar. Og vegna teirra órøttu gerðir segði hann, at teir vóru á vegnum ið førir til undirgangs. — Matteus 23:25-33.

5. Hvussu sæst tað av Jesu orðum at teir nógvu trúarflokkarnir ikki bert eru ymsir vegir til sama málið?

5 Jesus Kristus lærdi við øðrum orðum ikki at allir átrúnar ella trúarflokkar bert vóru ymsir vegir ið førdu til somu frelsu. Í síni gitnu fjallaprædiku segði hann: „Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.“ (Matteus 7:13, 14) Tey flestu menniskju fylgja vegnum móti undirganginum av tí at tey ikki tilbiðja Gud á rættan hátt. Tey eru fá ið fylgja vegnum til lívið.

6. Hvat kunnu vit læra tá vit hyggja at tilbiðjanini hjá ísraelsmonnum?

6 Hvussu nógv tað hevur at siga at tilbiðja Gud á ein hátt hann góðkennir, skilja vit tá vit hyggja at viðurskiftunum millum Gud og Ísraels fólk í fortíðini. Gud ávaraði ísraelsmenn og bað teir halda seg frá teimum følsku átrúnunum hjá fólkasløgunum sum búðu uttanum. (5 Mósebók 7:25) Hesi fólkasløg offraðu smá børn til sínar avgudar, og tey framdu kynsliga óreinsku, millum annað homoseksualitet. (3 Mósebók 18:20-30) Gud beyð ísraelsmonnum at halda seg burtur frá hesum. Og tá teir vóru ólýdnir og dýrkaðu aðrar gudar, revsaði hann teir og læt vanlukku ráma teir. (Jósva 24:20; Jesaja 63:10) Teirra trúgv hevði nógv at siga.

FALSKUR ÁTRÚNI Í DAG?

7, 8. (a) Hvørja støðu tóku kirkjurnar undir báðum heimsbardøgunum? (b) Hvat man Gud halda um ta støðuna kirkjurnar hava tikið í krígstíð?

7 Hvussu er so vorðið við teimum hundraðtals átrúnaflokkunum sum finnast í dag? Tú gevur okkum óivað rætt í at nógv av tí ið verður framt í átrúnans navni ikki kann vera góðkent av Gudi. Í heimsbardøgunum, sum milliónir av núlivandi menniskjum hava upplivað, eggjaðu kirkjurnar á báðum síðum limum sínum til at drepa. „Drepið týskararnar — ja, drepið teir,“ segði biskupurin í London. Og hinumegin hermótinum segði erkibiskupurin í Köln við teir týsku hermenninar: „Vit bjóða tykkum í Guds navni at berjast til síðsta blóðsdropa fyri landsins æru og heiður.“

8 Við góðkenning frá sínum átrúnaligu leiðarum hava katolikkar dripið katolikkar og protestantar protestantar. Kirkjumaðurin Harry Emerson Fosdick hevur viðgingið: „Enntá í okkara kirkjum hava vit sett krígsmerkið . . . Við øðrum munnvikanum hava vit fagnað Friðarhøvdinganum og við hinum hava vit hálovað krígnum.“ Hvat man Gud halda um eina kirkju sum sigur seg gera hansara vilja men sum hálovar kríggi?

9. (a) Hvat hava nógv gjørt vegna tær illgerðir sum limir í ymiskum kirkjum hava framt? (b) Hvørja niðurstøðu koma vit til tá ein kirkja ella trúarflokkur ger seg til ein part av heiminum?

9 Vegna tær illgerðir sum limir í nógvum ymsum kirkjum hava framt í Guds navni upp gjøgnum søguna, hava milliónir av menniskjum í dag vent Gudi og Kristi bakið. Tey geva Gudi skuldina fyri tey ræðuligi trúarkríggini — fyri krossferðirnar, tá katolikkar bardust ímóti muhamedsmonnum, fyri kríggini millum muhamedsmenn og hinduarar, og fyri bardagarnar millum katolikkar og protestantar. Tey vísa á at jødar vórðu myrdir í navni Krists, og tey peika á ta hørðu katólsku inkvisitiónina. Teir átrúnaleiðararnir sum vóru sekir í hesum skakandi brotsgerðunum vildu vera við at Gud var Faðir teirra; men vóru teir ikki Djevulsins børn í sama mun sum teir fariseararnir Jesus fordømdi? Tá Sátan er gudur í hesum heimi, er tað so ikki væntandi at hann eisini stýrir átrúnanum sum heimsins menniskju dýrka? — 2 Korintbræv 4:4; Opinberingin 12:9.

10. Nevn okkurt sum verður gjørt í átrúnans navni og sum tú ikki heldur vera rætt.

10 Ivaleyst verður nógv gjørt í navni átrúnans í dag sum tú ikki heldur vera rætt. Ofta hoyrir tú kanska um menniskju ið liva sera ósiðiliga, men sum hóast tað eru virdir kirkjulimir. Tú veitst kanska enntá um átrúnaleiðarar sum liva eitt sera óvandaligt lív, men sum tó verða roknaðir fyri at vera góðir átrúnaleiðarar innan kirkju sína. Summir átrúnaleiðarar hava sagt at einki órætt er i homoseksualiteti og kynsligum sambandi uttan fyri hjúnabandið. Men tú veitst kanska at Bíblian sigur nakað annað. Fyrr í tíðini straffaði Gud ísraelsmenn við deyðanum tá teir framdu slíkar gerðir. Av somu orsøk oyðilegði hann Sódomu og Gómorru. (Judas 7) Áðrenn langt umlíður fer hann at gera tað sama við falskan átrúna í okkara tíð. Tann falski átrúnin verður í Bíbliuni líknaður við eina skøkju vegna sítt ósiðiliga samband við „kongar jarðarinnar“. — Opinberingin 17:1, 2, 16.

TANN TILBIÐJANIN GUD GÓÐKENNIR

11. Hvat er neyðugt um Gud skal góðkenna okkara tilbiðjan?

11 Av tí at Gud ikki góðkennir ein og hvønn átrúna, mugu vit seta okkum sjálvum spurningin: ’Tilbiði eg Gud á tann mátan hann góðkennir?’ Hvussu kunnu vit vita tað? Ikki menniskju, men Gud avger hvat ið er sonn tilbiðjan. Um okkara tilbiðjan skal verða viðurkend av Gudi, má hon vera trygt grundað á Guds sannleiksorð, Bíbliuna. Vit mugu hugsa sum bíbliuskrivarin ið segði: „Guð skal vera sannorðaður, um so hvør ein maður er lygnari.“ — Rómverjabrævið 3:3, 4.

12. Hví segði Jesus at Gud ikki kundi goðkenna farisearanna tilbiðjan?

12 Fariseararnir sum livdu í fyrstu øld høvdu ikki hesa hugsan. Teir gjørdu sínar egnu siðir og lærusetningar sum teir fylgdu heldur enn Guds orði. Við hvørjum úrsliti? Jesus segði við teir: „Og soleiðis hava tit avtikið Guðs lóg fyri siðir tykkara. Tykkara falsarar! Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tá ið hann segði: ’Hetta fólkið ærir mig við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.’“ (Matteus 15:1-9; Jesaja 29:13) Ynskja vit at verða góðkend av Gudi, mugu vit tí vissa okkum um at tað vit trúgva uppá er í samsvar við Bíbliunnar læru.

13. Hvat segði Jesus vit áttu at gera fyri at verða góðkend av Gudi?

13 Tað er ikki nóg mikið at vit siga at vit trúgva upp á Kristus og so bara gera tað vit sjálv halda vera rætt. Tað er avgjørt neyðugt hjá okkum at fáa skil á hvat Guds vilji er. Hetta vísti Jesus á í síni fjallaprædiku tá hann segði: „Ikki hvør tann, ið sigur til mín: ’Harri, harri,’ skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum.“ — Matteus 7:21.

14. Nær kann Jesus rokna okkum fyri nøkur ið „havast við órætt“, hóast vit gera „góðar gerðir“?

14 So hóast vit gera tað vit halda vera „góðar gerðir“ og gera tær í navni Krists, eru tær virðisleysar tá vit ikki gera Guds vilja. Vit verða í somu støðu sum tey Jesus nevnir beint aftaná: „Mangir munnu siga við meg á hinum degi: ’Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?’ Og tá skal eg siga teimum beint út: ’Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.’“ (Matteus 7:22, 23) Ja, vit kunnu gera gerðir sum vit halda vera góðar — og sum onnur kanska fara at takka okkum fyri og enntá lovprísa okkum fyri — men gera vit ikki tað Gud sigur er rætt, fer Jesus ikki at kennast við okkum. Hann fer at rokna okkum fyri sovorðin ið „havast við órætt“.

15. Hví er tað skilagott um vit gera sum jødarnir í fortíðar Berøa?

15 Tá nú nógvir átrúnaflokkar í dag ikki gera Guds vilja, kunnu vit ikki halda at tað er so sjálvandi at tann kirkjan vit hoyra til, er í samsvar við Guds orð. Tað at ein kirkja nýtir Bíbliuna er ikki í sjálvum sær prógv um at alt sum hon lærir og ger, er eftir Bíbliuni. Tað hevur stóran týdning at vit sjálv kanna hvussu vorðið er. Jødarnir í býnum Berøa vórðu róstir tí teir rannsakaðu Skriftirnar fyri at vissa seg um at tað hin kristni ápostulin Paulus boðaði teimum, var satt. (Ápostlasøgan 17:10, 11) Tann trúgvin Gud góðkennir, má í øllum lutum samsvara Bíbliuni; hon kann ikki bert viðurkenna summar partar av Bíbliuni og halda hánt um aðrar. — 2 Timoteus 3:16.

REINLYNDI ER Í SJÁLVUM SÆR IKKI NÓG MIKIÐ

16. Hvussu sæst av Jesu orðum at reinlyndi í sjálvum sær ikki er nóg mikið um vit skulu verða góðkend av Gudi?

16 Onkur spyr kanska: ’Men um ein er reinlyntur í síni trúgv, man Gud so ikki góðkenna hann, hóast hansara trúgv kanska er skeiv?’ Sum vit lósu í áðni, segði Jesus at hann ikki góðkendi tey ið ’høvdust við órætt’, hóast tey hildu seg gera tað ið var rætt. (Matteus 7:22, 23) Tí fer Gud heldur ikki at góðkenna tey. Einaferð segði Jesus við lærusveinar sínar: „Tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan.“ (Jóhannes 16:2) Ja, tey sum drópu tey kristnu fóru reinlynt at halda seg tæna Gudi á tann hátt. Men tað kundi sjálvandi ikki vera beint. Gud kundi ikki góðkenna teirra gerðir.

17. Hvat gjørdi Paulus í øllum reinlyndi áðrenn hann varð kristin?

17 Áðrenn ápostulin Paulus gjørdist kristin var hann við til at myrða Stefan. Seinni royndi hann at fáa høvi til at drepa fleiri kristin. (Ápostlasøgan 8:1; 9:1, 2) Hann greiddi soleiðis frá: „Eg [søkti] óføra harðliga at kirkjuliði Guðs og royndi at oyða tað. Og eg fór longur í Jødadóminum enn mangir javnaldrar mínir í fólki mínum, í tí at eg var nógv meira vandin um lærdómarnar frá fedrum mínum.“ (Galatabrævið 1:13, 14) Ja, Paulus var reinlyntur, men tað gjørdi ikki hansara trúgv sanna.

18. (a) Til hvørja trúarskipan hoyrdi Paulus tá hann søkti at teimum kristnu? (b) Hví mátti Paulus og onnur á hansara døgum skifta trúgv?

18 Paulus var tá limur í teirri jødisku trúarskipanini sum hevði havnað Jesusi Kristi og nú sjálv av somu orsøk varð havnað av Gudi. (Ápostlasøgan 2:36, 40; Orðtøkini 14:12) Fyri at verða góðkendur av Gudi noyddist Paulus tí at skifta trúgv. Seinni skrivaði hann um onnur som vóru ’vandin um Guds sakir’ — sum vóru reinlynt í síni gudsdýrkan — men sum ikki vóru góðkend av Gudi, av tí at teirra trúgv ikki var grundað á nágreiniligan kunnleika um Guds ætlanir. — Rómverjabrævið 10:2, 3.

19. Gev dømi um at lærugreinir ið stríða hvør móti aðrari ikki allar kunnu vera sannar.

19 Tær nógvu átrúnaligu lærugreinirnar sum stríða hvør móti aðrari kunnu ikki allar vera sannar. Antin hava vit eina sál ið livir víðari tá likamið doyr, ella hava vit ikki. Antin fer jørðin at standa um ævir, ella fer hon ikki. Antin fer Gud at steðga óndskapinum, ella fer hann ikki. Hesar og nógvar aðrar trúarlærur eru annaðhvørt beinar ella skeivar. Tveir sannleikar kunnu ikki vera til sum stríða hvør móti øðrum. Ein skeiv uppfatan verður ikki bein, hóast vit ærliga trúgva upp á hana og liva eftir henni.

20. Hvussu koma vit inn á ta røttu leiðina í trúarmálum?

20 Hvussu eiga vit so at bera okkum at um tað verður prógvað at tað sum vit trúgva uppá er skeivt? Latið okkum til dømis siga at tú koyrir í bili einastaðni fyri fyrstu ferð. Tú hevur kort við, men tú hevur ikki tikið tær stundir at hyggja gjølla at tí. Ein annar hevur sagt tær hvønn veg tú skalt fara. Tú lítur á hann, ja, tú trýrt reinlyntur at hann hevur víst tær tann rætta vegin. Men latið okkum siga at han hevur mistikið seg. Hvat nú um ein annar sigur tær frá mistakinum og á tínum egna korti kann vísa tær at tú fert skeiva vegin? Fert tú so at vera stoltur og treiskur og ikki viðganga at tú hevur koyrt skeivt? Neyvan. Ver tí eisini til reiðar at gera eina broyting um ein gransking av tínari egnu bíbliu vísir at tú fylgir eini skeivari leið í trúarmálum. Slepp tær burtur av tí breiða vegnum sum førir til undirgangin; kom inn á hin tronga vegin ið førir til lívið!

NEYÐUGT AT GERA GUDS VILJA

21. (a) Hvat er neyðugt umframt at kenna sannleikan? (b) Hvat fert tú at gera um tú varnast at tú gert nakað sum Gud ikki góðkennir?

21 Tað er umráðandi at kenna sannleikar Bíbliunnar. Men kunnleikin nyttar einki um vit ikki tilbiðja Gud í sannleika. (Jóhannes 4:24) Tað ræður um at vit liva sannleikan, gera Guds vilja. ’Trúgvin er deyð uttan gerningar,’ sigur Bíblian. (Jákup 2:26) Fyri at Gud kann hava tokka til tína trúgv má hon sostatt ikki bert vera heilt í samsvar við Bíbliuna, men hon má eisini vera livandi. Ja, tú mást liva eftir henni í gerandisdegnum, á øllum lívsøkjum. Hvat nú um tú verður varur við at okkurt sum tú gert, sambært Guds orði er skeivt? Ert tú so fúsur at gera eina broyting?

22. Hvussu kemur tað okkum til gagns nú og í framtíðini um vit hava ta sonnu trúnna og liva eftir henni?

22 Stór vælsignilsi vænta tær um tú gert Guds vilja. Tað fer at gagna tær longu nú. Tað fer at gera teg til eitt betri menniskja — ein betri mann, ektamann ella faðir, eina betri kvinnu, konu ella móður, ein betri son ella dóttur. Tað fer at geva tær góðar eginleikar sum gera teg eyðkendan tí tú gert tað ið er rætt. Aftrat øllum hesum gevur tað tær møguleika fyri at fáa ævigt lív í fullkomnari lukku og heilsu í nýggja jørðiska páradísi Guds. (2 Pætur 3:13) Tað skerst ikki burtur at tín trúgv hevur nógv at siga!

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 25]

Átrúnaleiðararnir ið lógu Jesusi eftir lívinum. Tæntu teir Gudi?

[Myndir á síðu 26, 27]

Tey flestu ganga eftir tí breiða vegnum til undirgangs, segði Jesus. Bert fá ganga eftir vegnum til lívið.

[Mynd á síðu 28, 29]

„Teir siga, at teir kenna Guð, men við gerningum sínum avnokta teir hann.“ — Titus 1:16.

Í orði

Í gerningi

[Mynd á síðu 30]

Orsakað av síni átrúnaligu uppfatan luttók Paulus tá Jesu lærusveinur Stefan varð steinaður

[Mynd á síðu 33]

Um tú hevði koyrt skeivt, hevði tu so verið ov stoltur ella stívrendur til at viðgingið tað?