Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tú hevur lut í einum týðandi stríðsspurningi

Tú hevur lut í einum týðandi stríðsspurningi

Kapittul 12

Tú hevur lut í einum týðandi stríðsspurningi

1, 2. (a) Hví hevur mátin tú livir lív títt uppá týdning fyri teg sjálvan? (b) Hvønn hevur tað eisini týdning fyri, og hví?

TAÐ HEVUR stóran týdning hvussu tú livir lív títt. Tað kemur at merkja antin lukku ella ólukku fyri teg. At enda verður tað avgerandi fyri um tú ferst saman við hesum heiminum ella yvirlivir endan á honum og kemur inn í Guds nýggju rættferðarskipan, har tú kanst liva um ævir. — 1 Jóhannes 2:17; 2 Pætur 3:13.

2 Mátin tú livir lív títt uppá, nemur ikki bert teg sjálvan; hann nemur eisini onnur. Um til dømis foreldrini hjá tær liva, kunnu tínar gerðir geva teimum antin æru ella skomm. Bíblian sigur: „Vísur sonur gleðir faðir sín, men óvitskutur sonur ger móður síni harm.“ (Orðtøkini 10:1) Av enn størri týdningi er tað at mátin tú livir lív títt uppá, nemur Jehova Gud. Tín lívsháttur kann antin gleða hann ella volda honum sorg. Hví? Vegna ein týðandi stríðsspurning sum tú hevur lut í.

VILJA MENNISKJU VERA TRÚFØST MÓTI GUDI?

3. Hvørja avbjóðing gav Sátan Jehova?

3 Hesin stríðsspurningurin varð reistur av Sátan Djevlinum, tá tað eydnaðist honum at fáa Ádam og Evu at bróta Guds lóg, soleiðis at tey fylgdu honum í uppreistrinum móti Gudi. (1 Mósebók 3:1-6) Tá tey gjørdu tað, helt Sátan seg hava grundir at bjóða Jehova av og í roynd og veru siga: ’Fólk tæna tær bert tí tey fáa nakað burtur úr tí. Lat meg sleppa framat, og eg skal fáa øll at venda sær burtur frá tær.’ Hóast hesi orðini ikki beinleiðis standa í Bíbliuni, er tað skilligt at Sátan segði nakað líknandi við Gud. Tað sæst í Jobs bók í Bíbliuni.

4, 5. (a) Hvør var Job? (b) Hvat hendi í himli á døgum Jobs?

4 Job var ein maður sum livdi nógv hundrað ár aftan á uppreisturin í urtagarðinum Eden. Hann var ein rættvísur og trúfastur Guds tænari. Hevði tað nakran týdning fyri Gud ella fyri Sátan at Job var trúfastur? Bíblian vísir at tað hevði. Hon sigur frá at Sátan steig fram fyri Jehova í teimum himmalsku hallunum. Gev gætur eftir samrøðuni teirra millum:

5 „Nú bar so til ein dag, at synir Guðs komu og stigu fram fyri [Jehova], og teirra millum kom eisini Sátan. [Jehova] spurdi Sátan: ’Hvaðan kemur tú?’ Sátan svaraði [Jehova]: ’Eg havi reikað um jørðina aftur og fram.’ [Jehova] spurdi tá Sátan: ’Gavst tú gætur eftir tænara mínum Job? Tí at eingin er hansara líki á jørðini, slíkur sakleysur og rættiligur maður hann er, sum óttast Guð og varnast hitt illa.’“ — Job 1:6-8.

6. Hvør stríðsspurningur var sambært Bíbliuni frammi á Jobs døgum?

6 Hví gjørdi Jehova Sátan varan við at Job var ein rættsintur maður? Tað er skilligt at ein stríðsspurningur var reistur um hvørt Job framvegis vildi vera trúfastur móti Gudi ella ikki. Minst til spurningin Gud setti: „Hvaðan kemur tú?“ og til svarið Sátan gav: „Eg havi reikað um jørðina aftur og fram.“ Hesin spurningurin og hetta svarið vísa at Jehova hevði givið Sátani frían møguleika fyri at prógva pástandin um at hann kundi venda hvørjum sum helst burtur frá Gudi. Hvat svaraði Sátan tá Jehova spurdi um Jobs trúfesti?

7, 8. (a) Av hvørjari orsøk tænti Job Gudi, sambært Sátani? (b) Hvat gjørdi Jehova fyri at stríðsspurningurin kundi verða avgjørdur?

7 „Men Sátan svaraði [Jehova]: ’Man Job óttast Guð fyri einki? Hevur tú ikki laðað verndargarð um hann og hús hansara og alt, sum hann eigur, allar vegir íkring? Alt yrki av hondum hansara hevur tú signað, og fenaður hansara breiðir seg um landið. Men rætt tú út hond tína og nem við alt, sum hann eigur — tá man hann so sanniliga banna tær beint upp í eyguni á tær!’“ — Job 1:9-11.

8 Í sínum svari royndi Sátan at illtonkja Job viðvíkjandi orsøkini til at hann var trúfastur móti Gudi. ’Job tænir tær ikki av tí at hann elskar teg,’ vildi Sátan vera við, ’men vegna tað tú gevur honum.’ Sátan segði eisini at Jehova nýtti sína størru makt órættiliga. ’Tú hevur altíð vart hann,’ segði hann. Fyri at spurningurin kundi verða avgjørdur svaraði Jehova tí: „Sí, alt, sum hann eigur, er í tínum valdi; bert á hann sjálvan mást tú ikki leggja hond tína.“ — Job 1:12.

9. Hvørjar trongdir læt Sátan koma yvir Job, og við hvørjum úrsliti?

9 Sátan fór beinanvegin at gera tað trupult fyri Job. Allur fenaðurin hjá honum varð dripin ella stolin. Hansara tíggju børn lívlótust í einara vanlukku. Hann misti næstan alt, men kortini varð hann trúfastur móti Jehova. Hann bannaði ikki Gudi. (Job 1:2, 13-22) Men hetta var ikki alt.

10. Hvussu sæst at Sátan ikki gavst?

10 Sátan steig aftur fram fyri Jehova saman við hinum einglunum. Aftur spurdi Jehova um hann hevði givið gætur eftir Jobs trúfesti, og hann legði aftrat: „Enn er hann líka fastur í sakloysi sínum.“ Til hetta svaraði Sátan: „Húð fyri húð! Maður gevur fegin alt, ið hann eigur, fyri lív sítt. Men rætt tú út hond tína og nem við bein og hold hansara — tá man hann so sanniliga banna tær beint upp í eyguni á tær.“ — Job 2:1-5.

11. (a) Hvørjar aðrar trupulleikar læt Sátan koma yvir Job? (b) Hvat var úrslitið?

11 Jehova loyvdi so Sátani at gera sum hann vildi við Job, bert hann eirdi lívi hansara. (Job 2:6) Sátan sló nú Job við einari ræðuligari sjúku. Job leið so nógv at hann bað um at doyggja. (Job 2:7; 14:13, 14) Hansara egna kona vendi sær ímóti honum og segði: „Banna tú Guði og legg teg at doyggja!“ (Job 2:9) Men tað vildi Job ikki. „So leingi sum eg ani, gangi eg ikki frá sakloysi mínum!“ segði hann. (Job 27:5) Job varð verandi trúfastur móti Gudi. Á henda hátt varð tað prógvað at Sátan fór skeivur tá hann pástóð, at Job bert tænti Gudi fyri at fáa vinning burturúr og ikki av kærleika. Tað varð eisini víst at Sátan ikki kundi venda øllum menniskjum burtur frá Gudi.

12. (a) Hvat svar gav Job upp á Sátans pástand? (b) Hvat var Jesu trúfesti móti Gudi eitt prógv um?

12 Hvønn týdning heldur tú Jobs trúfesti hevði fyri Jehova? Hon gleddi hann! Gud eggjar okkum í sínum orði: „Ver tú vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so at eg kann svara honum, sum háðar meg.“ (Orðtøkini 27:11) Sátan er tann ið háðar Jehova. Og við sínari trúfesti gleddi Job Guds hjarta. Hann gav Gudi eitt svar upp á vanærandi og stórorðaða pástand Sátans um at menniskjuni ikki vildu tæna honum undir royndum. Nógv onnur hava eisini givið Gudi eitt slíkt svar í hendi. Tað størsta dømið var hin fullkomni maðurin Jesus. Hann varð verandi loyalur móti Gudi hóast allar tær royndir og trongdir Sátan kom honum í. Soleiðis varð tað prógvað at hin fullkomni Ádam kundi havt gjørt tað sama um hann hevði viljað tað, og at Gud ikki var órættvísur tá hann kravdi fult lýdni av menniskjunum.

HVAR STENDUR TÚ?

13. (a) Hvat hevur tín lívsháttur at gera við henda stríðsspurningin? (b) Hvussu kunnu vit antin gleða Gud ella volda honum sorg?

13 Hvussu er nú vorðið við tínum lívi? Tú heldur kanska ikki at tað hevur so stóran týdning, hvussu tú livir. Men tað hevur tað. Um tað er tær greitt ella ikki, so stuðlar tú antin Gudi ella Sátani í stríðsspurninginum. Jehova leggur í teg, og hann vil fegin síggja at tú tænir honum og fært ævigt lív í jørðiska páradísinum. (Jóhannes 3:16) Tá ísraelsmenn gjørdu uppreistur móti honum, voldi tað honum sorg. (Sálmur 78:40, 41) Livir tú á ein hátt ið gleðir Gud ella á ein hátt ið voldir honum sorg? Fyri at gleða Gud mást tú sjálvandi læra at kenna hansara lógir og lýða teimum.

14. (a) Hvørjum lógum fyri kynslívi mugu vit lýða fyri at gleða Guds hjarta? (b) Hví er tað ein brotsgerð at bróta hesar lógir?

14 Sátan roynir serstakliga at fáa menniskju at bróta Guds lógir í samband við nýtsluna av gávuni at kunna nørast, og í samband við hjúnaband og familjulív. Tær lógir Gud hevur givið okkum fyri at tryggja okkara lukku, sigur at ógift ikki mugu hava kynsligt samband, og at gift ikki mugu hava kynsligt samband við nakran uttan sín hjúnafelaga. (1 Tessalónikubræv 4:3-8; Hebrearabrævið 13:4) Tá Guds lóg verður brotin, hevur tað ofta við sær at børn verða fødd uttan foreldur sum ynskja tey og elska tey. Møður søkja fosturtøku og drepa síni børn áðrenn tey verða fødd. Nógv sum fremja siðloysi fáa illkynjaðar kynssjúkur sum kunnu skaða børnini tey seta í heimin. Aftrat hesum er tað trúloysi, ein brotsgerð móti Gudi, at hava kynsligt samband við ein tú ikki ert giftur við. Job segði: „Havi eg latið kvinnu dára hjarta mítt, so at eg havi lúrt við dyr næsta míns, . . . Tí slíkt er skemdarverk, tað er misgerð, ið kemur undir dóm.“ — Job 31:1, 9, 11, V. Danielsen.

15. (a) Hvønn gleða vit, tá vit fremja siðloysi? (b) Hví er tað víst at lýða Guds lógum?

15 Tað eigur ikki at koma óvart á okkum at hesin heimurin, sum er stýrdur av Sátani, fær tað at tykjast vanligt og heilt í lagi at hava kynsligt samband uttan fyri hjúnabandið. Men hvønn gleða vit tá vit gera slíkt? Ikki Jehova, men Sátan. Fyri at gleða Gud mugu vit ’flýggja siðloysi’. (1 Korint 6:18, V. Danielsen.) Tað er satt at tað ikki altíð er lætt at vera trúfastur móti Gudi. Tað var tað heldur ikki fyri Job. Men minst til at tað er víst at lýða Guds lógum. Tú verður lukkuligari nú um tú gert tað. Og tað sum er av størri týdningi: Tú stillar teg á Guds síðu í stríðsspurninginum og ger hann lukkuligan. Og hann vælsignar teg við ævigum lívi í lukku á jørðini.

16. (a) Hvussu varð Job vælsignaður fyri sína trúfesti? (b) Hvat er at siga um tann skaða Sátan voldir, sum til dømis at hann drap tey tíggju børnini hjá Job?

16 Gaman í var Sátan mentur at gera Job fátækan og volda at hansara tíggju børn doyðu. Tað er einki at ivast í, at hetta var ein ræðuligur missur fyri Job. Men tá Job royndist trúfastur, vælsignaði Gud hann við dupult so nógvum sum hann hevði áðrenn Sátan fekk loyvi at royna hann, og hann fekk aftur tíggju børn. (Job 42:10-17) Aftrat hesum kunnu vit vera vís í at tey tíggju børnini sum vórðu dripin av Sátani, fáa lívið aftur í uppreisnini frá teimum deyðu. Allur skaði sum Sátan hevur fingið loyvi at volda, verður bøttur aftur av okkara góða Faðir, Jehova, tá hansara tíð kemur.

17. Hví hevur tað stóran týdning hvussu vit liva okkara lív?

17 Minst tí altíð til at tað hevur stóran týdning hvussu tú livir títt lív. Tað hevur serliga stóran týdning fyri Jehova Gud og Sátan Djevulin. Tú hevur nevniliga lut í einum stríðsspurningi, um hvørt menniskju vilja vera trúføst móti Gudi ella ikki.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 106]

Job rak Sátans pástand aftur um at eingin vildi verða verandi trúfastur móti Gudi undir royndum

[Mynd á síðu 110]

At hava kynsligt samband við ein vit ikki eru gift við, er ein brotsgerð móti Gudi

[Mynd á síðu 111]

Jehova vælsignaði Job fyri hansara trúfesti; hann fekk nógv meira enn hann hevði áðrenn