Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Uppreisnin — fyri hvønn, og hvar?

Uppreisnin — fyri hvønn, og hvar?

Kapittul 20

Uppreisnin — fyri hvønn, og hvar?

1, 2. Hvussu vita vit at Guds tænarar í fortíðini trúðu á uppreisnina?

TÆNARAR GUDS hava altíð trúð upp á uppreisnina. Um Ábraham, ið livdi 2000 ár áðrenn Jesus varð føddur sum menniskja, sigur Bíblian: „Hann hugsaði um, at Guð var mentur eisini at vekja [son hansara Ísak] upp frá deyðum.“ (Hebrearabrævið 11:17-19) Seinni spurdi tænari Guds Job: „Tá ið vápnaførur maður doyr, livnar hann tá upp aftur?“ Job svaraði sjálvur spurninginum og segði við Gud: „Tú skalt kalla, og eg skal svara tær.“ Soleiðis vísti hann at hann trúði upp á uppreisnina. — Job 14:14, 15, NW.

2 Tá Jesus Kristus var á jørðini, segði hann: „Men at hini deyðu rísa upp, tað hevur eisini Móses sýnt í søguni um tornarunnin, har sum hann kallar Harran Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups. Men hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi; tí at fyri honum liva øll.“ (Lukas 20:37, 38) Í Kristnu griksku Skriftunum er orðið „uppreisn“ nýtt meira enn 40 ferðir. Ja, læran um uppreisn teirra deyðu er ein bíbilskur grundlærdómur. — Hebrearabrævið 6:1, 2.

3. Hvussu vísti Marta at hon trúði á uppreisnina?

3 Tá Jesu vinur Lázarus doyði, vísti systir hansara Marta at hon trúði á uppreisnina. Tá hon hoyrdi at Jesus kom, gekk hon ímóti honum. „Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.“ Jesus sá at hon syrgdi og uggaði hana við orðunum: „Bróðir tín skal rísa upp.“ Marta svaraði: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.“ — Jóhannes 11:17-24.

4-6. Av hvørjum grundum trúði Marta á uppreisnina?

4 Marta trúði av góðum grundum á uppreisnina. Hon visti til dømis at Guds profetar Elia og Elisa nógv ár frammanundan við Guds kraft báðir høvdu vakt eitt barn upp frá deyðum. (1 Kongabók 17:17-24; 2 Kongabók 4:32-37) Og hon visti at ein deyður maður gjørdist livandi tá hann varð tveittur í eina grøv og nart við beinini á tí deyða Elisa. (2 Kongabók 13:20, 21) Men tað sum einamest hevði styrkt hennara trúgv á uppreisnina, var tað Jesus sjálvur hevði sagt og gjørt.

5 Kanska var Marta hjástødd tá Jesus, minni enn tvey ár frammanundan, tosaði um sín egna leiklut í samband við uppreisn teirra deyðu. Hann segði: „Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil. Undrist ikki um hetta, tí at tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út.“ — Jóhannes 5:21, 28, 29.

6 Bíblian hevur onga frásøgn um at Jesus hevði uppreist nakran áðrenn hann segði hesi orðini. Men stutt aftaná uppreisti hann ein ungan mann, ið var sonur eina einku í býnum Nain. Tíðindini um hetta frættust í øllum Júdea, so tað er einki at ivast í at Marta eisini hoyrdi um tað. (Lukas 7:11-17) Seinni má Marta eisini hava hoyrt um tað sum hendi heima hjá Jairusi nær við Galileavatnið. Tólv ára gamla dóttir Jairusar var ógvuliga sjúk, og áðrenn Jesus lukkaðist til hennara, doyði hon. Men Jesus fór inn til tað deyða barnið og segði: „Genta, reis teg upp!“ Og tað gjørdi hon! — Lukas 8:40-56.

7. Hvussu gav Jesus Martu prógv um at hann kundi uppreisa deyð?

7 Kortini væntaði Marta ikki at Jesus fór at uppreisa bróður hennara í stundini. Tí segði hon: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.“ Men fyri at vísa Martu hvønn leiklut hann hevði í samband við uppreisn teirra deyðu, segði Jesus: „Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja.“ So varð Jesus førdur til grøvina tey høvdu lagt Lázarus í. „Lázarus, kom út higar!“ rópti hann. Og Lázarus, sum hevði verið deyður í fýra dagar, kom út! — Jóhannes 11:24-26, 38-44.

8. Hvørji prógv hava vit um at Jesus reis upp frá deyðum?

8 Fáar vikur seinni varð Jesus sjálvur dripin og gravlagdur. Men hann lá bert har í partar av trimum døgum. Ápostulin Pætur greiðir frá orsøkini: „Henda Jesus reisti Guð upp, og um tað eru vit allir vitni.“ Teir átrúnaðarligu leiðararnir vóru ikki mentir at forða fyri at Jesus kom út úr grøvini. (Ápostlasøgan 2:32; Matteus 27:62-66; 28:1-7) Eingin kann ivast í at Kristus varð vaktur úr deyðanum, tí aftaná vísti hann seg livandi fyri nógvum av sínum lærusveinum, eina ferðina fyri 500 í senn. (1 Korintbræv 15:3-8) Lærusveinarnir hjá honum trúðu so fast upp á uppreisnina at teir vóru fúsir til enntá at líða deyðan fyri at tæna Gudi.

9. Hvørji níggju, sum fingu uppreisn, eru umrødd í Bíbliuni?

9 Fleiri prógv um at deyð kunnu vekjast uppaftur, vórðu seinni givin við ápostlunum Pæturi og Paulusi. Fyrst uppreisti Pætur Tabitu, ið eisini varð rópt Dorkas, í býnum Joppe. (Ápostlasøgan 9:36-42) Og so vakti Paulus hin unga Evtýkus, ið doyði tá hann datt úr einum vindeyga á triðju hædd meðan Paulus talaði, upp frá deyðum. (Ápostlasøgan 20:7-12) Hesar níggju uppreisnirnar ið eru umrøddar í Bíbliuni, prógva greitt at deyð kunnu vekjast til lívs aftur!

HVØR RÍSUR UPP?

10, 11. (a) Hví skipaði Gud fyri uppreisnini? (b) Hvørjir tveir bólkar av menniskjum fáa uppreisn, sambært Ápostlasøguni 24:15?

10 Av fyrstan tíð var tað ikki Guds ætlan at nakar skuldi rísa upp, tí um Ádam og Eva høvdu verið trúføst, hevði eingin noyðst at doyð. Men tá Ádam syndaði vórðu øll undirløgd ófullkomileika og deyða. (Rómverjabrævið 5:12) So fyri at geva eftirkomarum Ádams møguleika fyri at fáa ævigt lív, skipaði Gud fyri uppreisnini. Men hvat er avgerandi fyri um eitt menniskja fær eina uppreisn ella ikki?

11 Bíblian greiðir frá: „Uppreisn skal koma at verða bæði av rættvísum og órættvísum.“ (Ápostlasøgan 24:15) Hetta kemur kanska óvart við hjá summum. ’Hví vekja tey órættvísu aftur til lívið?’ spyrja tey kanska. Tað sum hendi meðan Jesus hekk á pínslutrænum, hjálpir okkum at svara spurninginum.

12, 13. (a) Hvat lovaði Jesus einum brotsmanni? (b) Hvar skuldi tað páradísið vera, sum Jesus tosaði um?

12 Undir liðini á Jesusi hingu tveir brotsmenn. Annar segði spottandi við hann: „Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!“ Men hin brotsmaðurin trúði á Jesus. Hann vendi sær ímóti honum og segði: „Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!“ Sum svar lovaði Jesus: „Sanniliga sigi eg tær í dag: Tú skalt vera við mær í Páradísinum.“ — Lukas 23:39-43, NW.

13 Men hvat meinti Jesus tá hann segði: „Tú skalt vera við mær í Páradísinum“? Hvar er Páradísið? Ja, hvar var páradísið sum Gud skapaði í byrjanini? Tað var á jørðini, var tað ikki? Gud setti tað fyrsta menniskjaparið í tað vakra páradísið sum varð nevnt urtagarðurin Eden. Tá vit lesa at hesin brotsmaðurin skal vera í „Páradísinum“, eiga vit altso at ímynda okkum jørðina umbroytta til ein natúrvakran bústað fyri menniskjuni, tí orðið „páradís“ merkir „urtagarður“ ella „viðalund“. — 1 Mósebók 2:8, 9.

14. Á hvønn hátt fer Jesus at „vera við“ tí fyrrverandi brotsmanninum í Páradísinum?

14 Jesus Kristus fer sjálvandi ikki at vera her á jørðini saman við tí fyrrverandi brotsmanninum í bókstaviligari merking, tí hann skal ráða í himli sum kongur yvir tí jørðiska páradísinum. Hann fer tí at „vera við“ hesum manninum á tann hátt at hann fer at vekja hann frá deyðanum og syrgja fyri honum, bæði kropsliga og andaliga. Men hví fer Jesus at lata ein mann ið hevur verið brotsmaður, liva í Páradísinum?

15. Hví skulu ’órættvís’ rísa upp?

15 Vist gjørdi hesin maðurin tað ið var ónt. Hann var ’órættvísur’. Men hann var eisini óvitandi um Guds vilja. Mundi hann verið brotsmaður um hann hevði kent Guds ætlanir? Fyri at fáa greiði á hesum letur Jesus henda órættvísa mannin rísa upp, eins og hann letur milliardir av øðrum rísa upp, sum eisini eru deyð óvitandi. Nógv eru til dømis gjøgnum øldirnar deyð uttan at hava lært at lesa ella uttan at hava sæð eina bíbliu yvirhøvur. Men tey fáa uppreisn frá Sheol ella Hades, og í tí jørðiska páradísinum verða tey lærd um Guds vilja, og tey fáa høvi at vísa um tey elska Gud og vilja gera hansara vilja.

16. (a) Hvørji deyð fáa ikki uppreisn? (b) Hví skulu vit ikki royna at fáa greiði á hvør ið fær eina uppreisn? (c) Hvat skulu vit heldur hugsa um?

16 Tað vil ikki siga at øll fáa eina uppreisn. Bíblian vísir til dømis at Judas Iskarjot, sum sveik Jesus, ikki skal rísa upp. Hann var óndur av fyrisettum ráði og verður tí nevndur „glatanarsonurin“. (Jóhannes 17:12) Tá hann doyði kom hann í tað ímyndarliga Gehenna, hvaðani eingin uppreisn er. (Matteus 23:33) Tey sum við vilja gera ónt aftan á at tey hava lært at kenna Guds vilja, kunnu koma at synda ímóti hansara heilaga anda. (Matteus 12:32; Hebrearabrævið 6:4-6; 10:26, 27) Men Gud er tann ið dømir, tí nýtist okkum ikki at royna at rokna út um ávís ónd menniskju í fortíðini ella í nútíðini fáa eina uppreisn ella ikki. Gud veit hvør ið er í Hades og hvør ið er í Gehenna. Vit eiga fyri okkara part at gera alt vit kunnu fyri at vera slík menniskju, sum Gud ynskir í síni nýggju skipan. — Lukas 13:24, 29.

17. Hvørji noyðast ikki at fáa eina uppreisn fyri at fáa ævigt lív?

17 Kortini noyðast ikki øll at fáa eina uppreisn fyri at fáa ævigt lív. Nógvir Guds tænarar sum liva nú í teimum ’síðstu døgunum’ fyri hesa heimsskipanina, verða førdir livandi ígjøgnum Harmageddon. Og so noyðast teir, sum partur av tí rættvísu ’nýggju jørðini’, als ikki at doyggja. Tað Jesus segði við Martu kemur bókstaviliga at galda teir: „Hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja.“ — Jóhannes 11:26; 2 Timoteus 3:1.

18. Hvørji eru tey ’rættvísu’ sum rísa upp?

18 Hvørji eru tey ’rættvísu’ ið skulu rísa upp? Hesi ’rættvísu’ koma millum onnur at telja trúgvar Guds tænarar sum livdu áðrenn Jesus Kristus kom til jarðar. Nógv eru nevnd við navni í Hebrearabrævinum, kapittul 11. Tey høvdu ikki vón um at koma í himmalin, men um at fáa lívið aftur her á jørðini. Onnur ’rættvís’ sum fáa uppreisn, eru trúgvir Guds tænarar sum eru deyðir tey seinnu árini. Gud ger teirra vón um ævigt lív á jørðini til veruleika, tá hann vekur tey úr deyðanum.

HVAR OG NÆR UPPREISNIN VERÐUR

19. (a) Í hvørjari merking var Jesus hin fyrsti ið fekk eina uppreisn? (b) Hvørji eru tey næstu ið rísa upp?

19 Um Jesus Kristus verður sagt at hann er „fyrstur av uppreisnini frá deyðum“. (Ápostlasøgan 26:23) Hann var tann fyrsti av teimum upprisnu sum ikki noyddist at doyggja aftur. Hann var eisini tann fyrsti ið reis upp sum andaskapningur. (1 Pætur 3:18) Men Bíblian greiðir frá at hann ikki skuldi vera hin einasti, tá hon sigur: „Hvør í sínum raði: frumgróðurin Kristus, so, undir hjáveru Messiasar, tey ið hoyra honum til.“ (1 Korintbræv 15:20-23, NW) Sambært hesum skuldu nøkur rísa upp fyrr enn onnur.

20. (a) Hvørji eru ’tey ið hoyra Messiasi til’? (b) Hvørja uppreisn fáa tey?

20 ’Tey ið hoyra Messiasi til’ eru teir 144.000 trúgvu lærusveinarnir, sum eru útvaldir at ráða við honum í Ríkinum. Um teirra himmalsku uppreisn sigur Bíblian: „Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini; yvir teimum hevur hin annar deyðin ikki vald, men teir skulu . . . ráða saman við honum túsund ár.“ — Opinberingin 20:6; 14:1, 3.

21. (a) Nær byrjar ’fyrra uppreisnin’? (b) Hvør hevur ivaleyst longu fingið uppreisn til lív í himli?

21 Aftan á at Kristus er risin upp, eru tey 144.000 sostatt tey næstu ið fáa uppreisn. Tey hava lut í „fyrru uppreisnini“. (Filippibrævið 3:11, NW) Nær verður hon? „Undir hjáveru Messiasar,“ sigur Bíblian. Og sum vit hava lært í undanfarnum kapitlum í hesi bókini, byrjaði hjávera Messiasar í 1914. ’Dagurin’ fyri ’fyrru uppreisnina’ er tí longu komin. Ápostlarnir og onnur kristin frá teirri fyrstu tíðini hava ivaleyst longu fingið uppreisn til lív í himli. — 2 Timoteus 4:8.

22. (a) Hvørji fáa eisini lut í „fyrru uppreisnini“? (b) Nær rísa tey upp?

22 Men eisini í okkara tíð, meðan Kristus er ósjonliga hjástaddur, liva kristin sum hava hesa vónina um at ráða við Kristi í himli. Tey eru ein leivd sum er eftir av teimum 144.000. Nær skulu tey rísa upp? Tey noyðast ikki at sova í deyðanum, men tey rísa upp í somu stund sum tey doyggja. Bíblian greiðir frá: „Vit skulu ikki allir sovna burtur, men vit skulu allir verða umbroyttir, í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp.“ — 1 Korintbræv 15:51, 52; 1 Tessalónikubræv 4:15-17.

23. Hvussu sigur Bíblian frá umbroytingini til andligt lív?

23 Henda ’fyrra uppreisnin’ til lív í himli er sjálvandi ósjónlig fyri mannaeygum. Tað er ein uppreisn til lív sum andaskapningar. Bíblian sigur soleiðis frá umbroytingini til andligt lív: „Tað verður sáað forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt. Tað verður sáað í vanvirðu, men rísur upp í dýrd. . . . Tað verður sáað eitt náttúrligt likam, men rísur upp eitt andligt likam.“ — 1 Korintbræv 15:42-44.

24. (a) Hvør uppreisn kemur aftan á ’fyrru uppreisnina’? (b) Hví verður hon nevnd „ein betri uppreisn“?

24 Sjálv málberingin ’fyrra uppreisnin’ vísir at ein onnur uppreisn kemur aftaná. Tað er uppreisnin til lív í tí jørðiska páradísinum, tann uppreisnin ið kemur at umfata bæði rættvís og órættvís. Hon verður aftan á Harmageddon. Hon verður „betri“ enn tann uppreisnin Elia og Elisa og aðrir í fortíðini framdu. Hví? Tí tey ið rísa upp aftan á Harmageddon, um tey velja at tæna Gudi, aldri noyðast at doyggja aftur. — Hebrearabrævið 11:35.

EITT GUDS UNDUR

25. (a) Hví er tað ikki tað sama likamið sum doyði, ið rísur upp? (b) Hvat rísur upp, og hvat fáa tey upprisnu?

25 Hvat rísur upp? Ikki tað sama likamið sum doyði. Tað skilst av tí Bíblian sigur um ta himmalsku uppreisnina. (1 Korintbræv 15:35-44) Heldur ikki tey sum rísa upp til lív á jørðini, fáa tað sama likamið aftur sum tey høvdu fyrr. Teirra fyrra likam er ivaleyst upployst og vorðið til mold aftur, og frumevnini í tí eru kanska tikin upp í aðrar livandi verur. Gud uppreisir tí ikki likamið, men persónin. Tey sum koma í himmalin fáa eitt nýtt andligt likam frá honum, og tey sum rísa upp til lív á jørðini fáa eitt nýtt holdligt likam. Tað nýggja holdliga likamið kemur allarhelst at líkjast tí likaminum hin einstaki hevði áðrenn hann doyði, soleiðis at tey sum kendu hann, vera før fyri at kenna hann aftur.

26. (a) Hví er uppreisnin eitt avbært undur? (b) Hvørjar menniskjuligar uppfinningar kunnu hjálpa okkum at skilja, at Gud er førur fyri at minnast menniskju sum eru deyð?

26 Uppreisnin er sanniliga eitt avbært undur. Hin einstaki kann hava savnað sær stóra vitan og royndir og nógv minni gjøgnum alt lívið. Hann hevur vunnið sær eina persónmensku ið hevur gjørt hann øðrvísi enn øll onnur menniskju ið hava livað. Og kortini minnist Jehova Gud alt út í æsir, og hann endurskapar alla persónmenskuna í uppreisnini. Sum Bíblian sigur um tey deyðu ið fáa eina uppreisn: „Fyri honum liva øll.“ (Lukas 20:38) Vit kunnu í dag taka røddir og myndir av menniskjum upp á band ella film og síggja tað, tá viðkomandi menniskju langt síðani eru deyð. Men Jehova kann, og vil, fáa menniskjuni sjálv fram aftur, tey sum eru livandi í hansara minni!

27. Hvørjir spurningar viðvíkjandi uppreisnini verða svaraðir í næsta kapitlinum.

27 Bíblian sigur okkum nógv meira um lívið í Páradísinum tá uppreisnin er farin fram. Til dømis sigur Jesus at nøkur skulu koma til „lívs uppreisnar“ og onnur til „dóms uppreisnar“. (Jóhannes 5:29) Hvat hugsaði hann um? Og verða tey ’rættvísu’ øðrvísi fyri aftan á uppreisn sína enn tey ’órættvísu’? Tá vit kanna nærri um dómadag fáa vit svarað hesum spurningunum.

[Lestrarspurningar]

[Myndir á síðu 167]

„Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini“

Elia uppreisti sonin hjá einari einkju

Elisa uppreisti eitt barn

Ein maður varð livandi tá hann nart við beinini á Elisa

[Myndir á síðu 168]

Fólk Jesus uppreisti:

Einkjunnar sonur úr Nain

Lázarus

Dóttir Jairusar

[Myndir á síðu 169]

Onnur ið fingu uppreisn:

Dorkas

Jesus sjálvur

Evtýkus

[Mynd á síðu 170]

Hvar er tað páradísið Jesus lovaði brotsmanninum?