Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Velur tú Sátans heim ella Guds nýggju skipan?

Velur tú Sátans heim ella Guds nýggju skipan?

Kapittul 25

Velur tú Sátans heim ella Guds nýggju skipan?

1. Hvussu kanst tú prógva at tú hevur valt Guds nýggju skipan?

ERT TÚ FYRI Guds nýggju rættferðarskipan, og ynskir tú at hon skal koma? Ert tú ímóti Sátani, og ynskir tú at hansara heimur skal hvørva? Kanska svarar tú í báðum førum ja. Men er tað nóg mikið? Gerðir siga meira enn orð. Mátin tú livir uppá vísir um tú veruliga trýrt upp á Guds nýggju skipan. — Matteus 7:21-23; 15:7, 8.

2. (a) Hvørjum tveimum harrum kunnu vit tæna? (b) Hvat vísir hvørs trælir ella tænarar vit eru?

2 Støðan er tann, at mátin tú livir uppá bert kann vera øðrum harranum til vildar. Antin tænir tú Jehova Gudi ella Sátani Djevlinum. Ein meginregla í Bíbliuni hjálpir okkum at skilja hetta: „Vita tit ikki, at tá ið tit bjóða tykkum fram til einshvørs sum tænarar til lýdni, tá eru tit tænarar hjá honum, sum tit lýða?“ (Rómverjabrævið 6:16) Hvørjum lýðir tú? Hvørs vilja gert tú? Uttan mun til hvat tú svarar kanst tú ikki tæna tí sanna Gudi, Jehova, um tú fylgir heiminum í hansara órættvísu gerðum.

SÁTANS HEIMUR — HVAT ER TAÐ?

3. (a) Hvør er sambært Bíbliuni stjórnari heimsins? (b) Hvussu vísti Jesus í einari bøn á munin millum heimin og lærusveinarnar?

3 Jesus nevndi Sátan ’høvdingan í hesum heimi’. Og ápostulin Jóhannes segði at „allur heimurin liggur í hinum illa“. (Jóhannes 12:31; 1 Jóhannes 5:19) Í eini bøn sum Jesus bað til Gud, varnast vit at hann ikki roknaði lærusveinar sínar fyri at hoyra til Sátans heim. Hann segði: „Eg biði fyri teimum [lærusveinunum]; ikki fyri heiminum biði eg . . . Teir eru ikki av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum.“ (Jóhannes 17:9, 16; 15:18, 19) Av hesum sæst skilliga at sonn kristin skulu halda seg burtur frá heiminum.

4. (a) Hvat vísir málberingin „heimurin“ í Jóhannes 3:16 til? (b) Hvørjum heimi skuldu Jesu lærusveinar skilja seg burtur frá?

4 Men hvat hugsaði Jesus um tá hann segði „heimurin“? Í Bíbliuni kann „heimurin“ við hvørt merkja mannaættin sum heild. Gud sendi son sín fyri at hann skuldi geva sítt lív sum loysigjald fyri mannaheimin. (Jóhannes 3:16) Men Sátan hevur savnað meginpartin av mannaættini til mótstøðu móti Gudi. Sátans heimur er tí alt tað skipaða mannasamfelagið ið er til uttan fyri Guds sjónligu samskipan og skilt frá henni. Tað er frá hesum heiminum sonn kristin mugu skilja seg burtur. — Jákup 1:27.

5. Hvør týðandi partur av heiminum verður nevndur her, og hvussu verður hann lýstur í Bíbliuni?

5 Sátans heimur — skipaða mannasamfelagið hjá honum — er samansettur av ymiskum pørtum ið hava nært tilknýti hvør til annan. Falskur átrúni er ein týðandi partur av hesum heiminum. Í Bíbliuni verður falskur átrúni lýstur sum ’ein stór skøkja’ ið hevur navnið „Bábylon hin mikla“. Hon er eitt heimsveldi; tað sæst av at hon hevur „kongavald yvir kongum jarðarinnar“. (Opinberingin 17:1, 5, 18) Men hvussu vita vit at Bábylon hin Mikla er eitt átrúnaðarligt heimsveldi?

6, 7. (a) Hvussu skilst at Bábylon hin Mikla er eitt átrúnaðarligt heimsveldi? (b) Hvat samband hevur falskur átrúni havt við tær politisku stjórnirnar?

6 Tá vit lesa at „kongar jarðarinnar hava horast við“ henni, kann Bábylon hin Mikla ikki vera eitt politiskt heimsveldi. Og av tí at „keypmenn jarðarinnar“ standa langt burturi og syrgja um at Bábylon verður oyðiløgd, kann hon heldur ikki vera eitt handilsheimsveldi. (Opinberingin 17:2; 18:11, 15) Harafturímóti sigur Bíblian at ’øll fólkasløg vórðu villleidd av gandi hennara’, og tað vísir at talan er um eitt átrúnaðarligt heimsveldi. — Opinberingin 18:23, V. Danielsen.

7 Sambandið sum Bábylon hin Mikla hevur við eitt „djór“, vísir eisini at hon er eitt átrúnaðarligt heimsveldi. Í Bíbliuni umboða djór ofta politiskar stjórnir. (Dánjal 8:20, 21) Sagt verður at Bábylon hin Mikla ’sat á skarlaksreyðum djóri . . . ið hevði sjey høvd og tíggju horn’. Hon hevur roynt at stýra hesum ’djórinum’, heimsins politisku stjórnum. (Opinberingin 17:3) Tað er vælkent at átrúnin allan vegin upp gjøgnum søguna hevur lagt seg út í politikk og ofta hevur sagt stjórnunum hvat tær skuldu gera. Ja, átrúnin hevur sanniliga havt „kongavald yvir kongum jarðarinnar“. — Opinberingin 17:18.

8. Hvør annar týðandi partur av heiminum verður nevndur her, og hvussu er han lýstur í Bíbliuni?

8 Tær politisku stjórnirnar eru ein annar týðandi partur í Sátans heimi. Sum longu nevnt nýtir Bíblian ofta djór sum ímyndir um hesar stjórnir. (Dánjal 7:1-8, 17, 23) At hesar ’djórakendu’ stjórnirnar hava fingið sítt vald frá Sátani, skilst av einari sjón ið varð givin ápostlinum Jóhannesi. Hann skrivar: „Og eg sá djór stíga upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd . . . og drekin gav tí mátt sín.“ (Opinberingin 13:1, 2; 12:9) Eitt annað prógv um at hesi ríkini ella stjórnirnar hoyra til Sátans heim er, at Sátan, tá hann freistaði Jesus, bjóðaði honum øll ríkini. Tað hevði ikki borið til um Sátan ikki veruliga var stjórnari teirra. — Matteus 4:8, 9.

9. (a) Hvør partur av Sátans heimi verður lýstur í Opinberingini 18:11? (b) Hvat vísir at Sátan stendur aftan fyri hann?

9 Uppaftur ein annar týðandi partur í Sátans heimi eru tær grommu og kúgandi handilsskipanirnar, sum í Opinberingini 18:11 verða nevndar „keypmenn“. Handilsskipanirnar í heiminum royna at geva fólki eina sjálviska girnd eftir tí tær framleiða, hóast fólk kanska ikki hava tørv á tí og møguliga høvdu havt tað betri uttan. Samstundis dunga tær grommu handilsskipanirnar stórar mongdir av matvørum saman í sínum goymslum, meðan milliónir av menniskjum doyggja í hungri tí tey ikki hava pengar til mat. Og um somu tíð verða vápn ið kunnu beina fyri allari mannaættini, framleidd og seld við vinningi. Soleiðis er tann heimsumfatandi handilsskipanin hjá Sátani vorðin; saman við tí falska átrúnanum og teimum politisku stjórnunum er hon atvoldin til sjálvsøkni, brotsgerðir og kríggj millum menniskju.

10, 11. (a) Nevn uppaftur ein annan part av Sátans heimi. (b) Á hvønn hátt ávarar Bíblian okkum ímóti hesum?

10 Tað skipaða mannasamfelagið undir Sátani Djevlinum er sanniliga ónt og spilt. Tað er ímóti Guds rættvísu lógum, og tað er fylt við øllum siðleysum gerðum. Leyslæti og siðloysi kann tí eisini sigast at hoyra til Sátans heim. Av hesi orsøk søgdu bæði Paulus og Pætur við tey kristnu, at tey skuldu halda seg frá teimum óndu gerðunum sum fólk úr tjóðunum høvdust at. — Efesusbrævið 2:1-3; 4:17-19; 1 Pætur 4:3, 4.

11 Ápostulin Jóhannes legði eisini dent á at tey kristnu áttu at ansa eftir skeivum ynskjum og siðleysum gerðum í heiminum. Hann skrivaði: „Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. Tí at alt tað, sum er í heiminum, holdsins lyst og eygnanna lyst og lívsins dramblæti, tað er ikki frá faðirinum, men frá heiminum.“ (1 Jóhannes 2:15, 16) Lærusveinurin Jákup segði at „tann, sum tí vil vera vinur við heimin, hann verður óvinur Guðs“. — Jákup 4:4.

HVUSSU VIT SLEPPA UNDAN AT GERAST PARTUR AV HEIMINUM

12, 13. (a) Hvussu vísti Jesus at kristin noyðast at vera í heiminum? (b) Hvussu kunnu vit vera í heiminum uttan at vera partur av honum?

12 So leingi sum heimurin hjá Sátani er til, mugu kristin liva í honum. Hetta játtaði Jesus tá hann í einari bøn til Faðir sín segði: „Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum.“ Men við lærusveinunum í huga legði Jesus so aftrat: „Teir eru ikki av heiminum.“ (Jóhannes 17:15, 16) Hvussu er tað møguligt at vera í Sátans heimi uttan at vera partur av honum?

13 Vit liva sjálvandi millum tey menniskjuni sum mynda tað skipaða samfelagið í okkara tíð. Teirra millum eru bæði siðleys, gromm og havisjúk, og onnur ið gera ónt. Kanska arbeiðir tú saman við teimum, gongur í skúla saman við teimum, etur saman við teimum og ger annað saman við teimum. (1 Korintbræv 5:9, 10) Og tú skalt enntá elska tey, soleiðis sum Gud ger. (Jóhannes 3:16) Men ein sannur kristin elskar ikki tað ónda hesi menniskjuni gera. Hansara hugsunarháttur, gerðir og mál í lívinum eru øðrvísi enn teirra. Hann hevur ongan lut í teirra spilta átrúna og politikki. Ofta má hann arbeiða í handilsverðini fyri at fáa til tað dagliga, men hann fæst ikki við óærlig handilsviðurskifti; materiellur vinningur er heldur ikki tað týdningarmesta í hansara lívi. Hann hevur valt Guds nýggju skipan og tí sleppur hann sær undan skaðiligum felagsskapi við tey sum liva fyri Sátans heimi. (1 Korintbræv 15:33; Sálmur 1:1; 26:3-6, 9, 10) Við ørðum orðum: Hann er í Sátans heimi, men ikki ein partur av honum.

14. Hvørjum bíbilskum boði mugu vit lýða, um vit hava valt Guds nýggju skipan?

14 Hvat velur tú? Vilt tú vera ein partur av Sátans heimi? Ella velur tú Guds nýggju skipan? Um tú velur Guds nýggju skipan, verður tú skildur frá heiminum og altso eisini frá følskum átrúna. Tú mást fylgja boðnum: „Gangið út, fólk mítt, frá henni [Bábylon hini Miklu].“ (Opinberingin 18:4) At ganga út frá Bábylon hini Miklu, tí falska átrúnaðarliga heimsveldinum, merkir kortini meira enn bert at kvetta sambandið við tey trúarsamfeløgini ið hava eina skeiva trúgv. Tað merkir eisini at ein heldur uppat at halda heimsins átrúnaðarligu høgtíðir. — 2 Korintbræv 6:14-18.

15. (a) Hvønn dag sum hevur samband við Jesus, skulu kristin halda? (b) Hvat vísir at Jesus ikki kann verða føddur í tí kalda vetrarmánaðinum desember? (c) Hví valdu fólk at halda Jesu føðingardag 25. desember?

15 Jólini eru ivaleyst tann høgtíðin ið hevur fingið størstu útbreiðsluna í dag. Men søgan vísir at tey fyrstu kristnu ikki hildu jól. Jesus segði at lærusveinar hansara skuldu minnast hansara deyða, ikki hansara føðing. (1 Korintbræv 11:24-26) Jesus varð í roynd og veru als ikki føddur 24. ella 25. desember. Sambært Bíbliuni svóvu hirðar úti á markini um náttina, tá Jesus varð føddur. Tað høvdu teir ikki gjørt á miðum vetri, í kulda og regni. (Lukas 2:8-12) Fólk valdu at halda Jesu føðingardag 25. desember tí, sum The World Book Encyclopedia greiðir frá, „fólk í Róm longu tann dagin hildu saturnaliuveitsluna, føðingardag sólarinnar“.

16. (a) Hvør onnur vanlig átrúnaðarlig høgtíð er av ikki-kristnum uppruna? (b) Hvørjar góðar grundir hava sonn kristin til hvørki at halda jól ella páskir?

16 Páskir eru ein onnur stór átrúnaðarlig høgtíð. Haraftrat verður „heilaga vikan“ hildin í londum í Latínamerika. Men heldur ikki tær høgtíðirnar hildu tey fyrstu kristnu. Páskahaldið sum vit kenna tað í dag hevði eisini sína byrjan í ikki-kristnum veitslum. The Encyclopædia Britannica greiðir frá: „Einki í Nýggja Testamenti bendir á at menn hildu páskir.“ Men hevur tað nakran týdning at jólini og páskirnar ikki eru kristnar høgtíðir, men høvdu sína byrjan millum fólk ið tilbóðu falskar gudar? Ápostulin Paulus ávaraði ímóti at blanda tað sanna og tað falska saman: „Lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið.“ (Galatabrævið 5:9) Við nøkur tátíðar kristin segði hann at tað var skeivt atborið tá tey hildu høgtíðardagar ið vórðu hildnir undir Móselógini, sum Gud hevði gjørt ógyldiga fyri kristin. (Galatabrævið 4:10, 11) Hvussu nógv meira umráðandi er tað tá ikki fyri sonn kristin í dag, at tey halda seg frá halgidøgum sum Gud á ongum sinni hevur boðið nøkrum at halda og sum stava frá følskum átrúna!

17. (a) Hvat er galið við merkisdøgum til æru fyri víðagitin menniskju ella heilar tjóðir? (b) Á hvønn hátt vísir Bíblian kristnum hvørja støðu tey eiga at taka?

17 Fyri at æra víðagitnar menn verða merkisdagar hildnir. Og dagar verða eisini hildnir til æru fyri tjóðir ella fyri verðsligar felagsskapir. Men Bíblian ávarar okkum ímóti at æra menniskju á ein slíkan hátt at tað minnir um tilbiðjan, og ímóti at trúgva at menniskjuligir felagsskapir megna nakað sum bert Gud er førur fyri. (Ápostlasøgan 10:25, 26; 12:21-23; Opinberingin 19:10; Jeremia 17:5-7) Merkisdagar sum hava til endamáls at æra og hevja eitt menniskja ella ein menniskjuligan felagsskap, eru ikki í samljóð við Guds vilja, og sonn kristin vilja ikki hava nakran lut í teimum. — Rómverjabrævið 12:2.

18. (a) Hvørjar mannagjørdar lutir verður tað við hvørt kravt at fólk skulu æra ella tilbiðja? (b) Hvat sigur Guds lóg um slíkt?

18 Gjøgnum tíðina hava fólk heiðrað nógvar tjóðskaparligar og átrúnaðarligar ímyndir. Summar hava verið gjørdar úr metali ella úr træi, aðrar úr toy kanska við áseymaðum ella málaðum myndum av onkrum í himli ella á jørð. Nøkur lond hava so við lóg boðið øllum at æra ella tilbiðja ein slíkan lut. Men sambært Guds lóg kunnu hansara tænarar ikki gera tað. (1 Mósebók 20:4, 5; Matteus 4:10) Hvat hava Guds tænarar fyrr gjørt undir líknandi umstøðum?

19. (a) Hvørji boð gav Bábylons kongur? (b) Hvørjari fyrimynd skulu kristin fylgja?

19 Í tí gamla Bábylon læt Nebukadnezar kongur eina veldiga gullstandmynd gera, og hann beyð at øll skuldu boyggja seg fyri henni. ’Tann ið ikki ger tað,’ segði hann, ’skal verða blakaður í hin gløðandi ovnin.’ Kortini sigur Bíblian frá trimum ungum hebrearum sum noktaðu at gera eftir kongsins boðum; teir vóru Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego. Teir noktaðu tí talan var um eina tilbiðjan, og teir tilbóðu einans Jehova. Teirra atburður líkaði Gudi, og hann bjargaði teimum undan kongsins vreiði. Nebukadnezari gjørdist greitt at hesir tænarar fyri Jehova ikki vóru ein hóttan móti ríkinum, og hann setti í gildi eina lóg ið vardi frælsi teirra. (Dánjal 3:1-30) Heldur tú ikki trúskapurin hjá hesum ungu monnunum var undranarverdur? Vilt tú sjálvur vísa at tú veruliga ert fyri Guds nýggju skipan? Tað vísir tú tá tú lýðir øllum Guds lógum. — Ápostlasøgan 5:29.

20. Á hvørjar ymiskar mátar roynir Sátan at fáa okkum at bróta Guds lóg viðvíkjandi kynslívi?

20 Sátan ynskir sjálvandi ikki at vit skulu tæna Jehova. Hann ynskir at vit skulu tæna honum. Hann roynir at fáa okkum at gera sum hann vil, tí hann veit at vit verða trælir, ella tænarar, hansara sum vit lýða. (Rómverjabrævið 6:16) Á ymiskan hátt, millum annað við sjónvarpssendingum, filmum, ávísum dansi og ósiðiligum lesnaði, eggjar Sátan bæði til hjúnabandsbrot og til kynsligt samband millum ógift. Hann fær tað at síggja út sum slíkur atburður er í lagi. Men hann er ikki í lagi; hann stríðir ímóti Guds lógum. (Hebrearabrævið 13:4; Efesusbrævið 5:3-5) Tann ið hevur slíkan atburð vísir í roynd og veru at hann fyri Sátans heimi.

21. Við hvørjum øðrum gerðum vísa vit at vit eru fyri Sátans heimi?

21 Aðrar gerðir eru eisini vorðnar vanligar í Sátans heimi hóast tær stríða ímóti Guds lógum. At drekka seg fullan til dømis. (1 Korintbræv 6:9, 10) Eisini at nýta rúsandi evni sum marihuana, hash ella heroin, ja, ella at nýta tubbak. Alt hetta er skaðiligt fyri likamið, og tað er óreint. At nýta slíkt er greitt brot á Guds boð um at ’reinsa seg frá øllum óreinskapi á holdi og anda’. (2 Korintbræv 7:1) Tubbaksroyking er haraftrat heilsuskaðilig fyri tey ið eru í námind og skulu anda roykin í seg; tann ið roykir brýtur altso eisini Guds lóg um at kristin skulu elska sín næsta. — Matteus 22:39.

22. (a) Hvat sigur Bíblian um blóð? (b) Hví er tað at fáa blóðgávu í roynd og veru tað sama sum at „eta“ blóð? (c) Hvussu skilst, at tað at ’halda seg frá blóði’ merkir at ein ikki má fáa tað inn í kroppin yvirhøvur?

22 Ymsastaðni í heiminum er tað aftrat hesum vanligt at eta blóð. Fólk eta djór sum blóðið ikki er runnið av, ella tey savna blóðið og koyra tað í mat. Men Guds orð forbjóðar okkum at eta blóð. (1 Mósebók 9:3, 4; 3 Mósebók 17:10) Men hvussu er so vorðið við blóðgávu? Onkur vil kanska meina at hann ikki veruliga „etur“ blóð tá hann fær tað inn gjøgnum æðrarnar. Men er tað ikki so at ein sjúklingur sum ikki er førur fyri at fáa føði gjøgnum munnin, ofta fær føðina beinleiðis í æðrarnar, gjøgnum eina slangu, sum tá ein fær blóðgávu? Bíblian sigur at vit skulu ’halda okkum frá blóði’. (Ápostlasøgan 15:20, 29) Hvat vil tað siga? Um læknin segði tú skuldi halda teg frá rúsdrekka, vildi tað so bert siga at tú ikki skuldi drekka tað, meðan tú væl kundi koyra tað beint inn í æðrarnar? Sjálvandi ikki! At ’halda seg frá blóði’ merkir tí at ein ikki má fáa tað inn í kroppin yvirhøvur.

23. (a) Hvørja avgerð mást tú taka? (b) Hvat fer at vísa hvørja avgerð tú hevur tikið?

23 Tú mást vísa Jehova Gudi at tú hevur valt hansara nýggju skipan og ikki ert ein partur av hesum heiminum. Tú mást taka eina avgerð — avgerðina um at tæna Jehova og gera hansara vilja. Tað nyttar ikki at halda seg undan at taka støðu, sum nakrir ísraelsmenn gjørdu á sinni. (1 Kongabók 18:21) Tí minst til, tænir tú ikki Jehova, tænir tú Sátani. Tú sigur kanska at tú hevur valt Guds nýggju skipan, men hvat vísa tínar gerðir? Um tú hevur valt Guds nýggju skipan, mást tú halda teg frá øllum gerðum sum Gud fordømir og sum heldur ikki skulu vera undir hansara nýggju skipan.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 209]

Hvat var „heimurin“ Jesus ikki vildi biðja fyri og sum lærusveinar hansara ikki vóru partur av?

[Myndir á síðu 211]

Í Bíbliuni verður falskur átrúni lýstur sum ein drukkin skøkja, og heimsins politisku stjórnir, sum hon ríður á, verða lýstar sum eitt villdjór

Leyslæti hoyrir Sátans heimi til. Tað gera tær grommu handilsskipanirnar eisini

[Mynd á síðu 213]

Av tí at hirðar vóru úti á markini um náttina tá Jesus varð føddur, kann hann ikki vera føddur 24. ella 25. desember

[Mynd á síðu 214]

Guds tænarar noktaðu at tilbiðja eina standmynd sum kongurin hevði reist. Hvat hevði tú gjørt í einari líknandi støðu?