Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Veraldar endi“ er nær!

„Veraldar endi“ er nær!

Kapittul 18

„Veraldar endi“ er nær!

1. Hvussu kundu lærusveinar Krists á jørðini vita nær hann var byrjaður at ráða í himli?

TÁ JESUS KRISTUS kastaði Sátan og hansara einglar út úr himli og tók við harradøminum, merkti tað at endin var nær fyri Sátan og hansara óndu skipan. (Opinberingin 12:7-12) Men hvussu kundu lærusveinar Krists á jørðini vita at henda hendingin í teimum ósjónligu himlunum, var farin fram? Hvussu kundu teir vita at Kristus ósjónliga var hjástaddur í Ríkisins valdi og at „veraldar endi“ var nær? Tað kundu teir tá teir kannaðu um „tekinið“ Jesus gav, var í ferð við at ganga út.

2. Hvat spurdu lærusveinarnir Jesus um?

2 Stutt fyri Jesu deyða komu fýra av ápostlunum til hansara meðan hann sat á Oljufjallinum, og bóðu hann um eitt tekin. Nógv kenna spurningin sum hann stendur í tí løggildu føroysku umsetingini: „Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?“ (Matteus 24:3) Men hvussu skulu orðini „koma tín“ og „veraldar endi“ skiljast?

3. (a) Hvat er rætti týdningurin av orðunum „koma tín“ og „veraldar endi“? (b) Hvussu eigur spurningurin hjá lærusveinunum tí at ljóða?

3 Orðið „koma“ er eitt sindur villleiðandi. Grikska orðið ið her er týtt við „koma“ er parousia, og tað merkir „hjávera“. Tá vit síggja „tekinið“, vita vit altso at Kristus er ósjónliga hjástaddur, at hann longu er komin í kongsvaldi. Málberingin „veraldar endi“ er eisini villleiðandi. Griksku grundorðini ið eru týdd á henda hátt vísa ikki til enda jarðarinnar, men harafturímóti til endan á Sátans heimsskipan. (2 Korintbræv 4:4) Spurningurin hjá ápostlunum kann tí nágreiniligari týðast soleiðis: „Sig okkum: Nær fer hetta at henda, og hvat verður tekinið fyri hjáveru tíni og endanum á heimsskipanini?“ — Matteus 24:3, Ny Verden-oversættelsen.

4. (a) Hvat er tekinið Jesus tosaði um? (b) Hvussu kunnu vit samanbera tekinið við eitt fingramerki?

4 Jesus segði ikki at ein einstøk hending skuldi vera „tekinið“. Sum tað sæst til dømis í Matteus-evangeliinum, tosaði hann um ymisk viðurskifti og hendingar, og aðrir bíbliuskrivarar leggja meira aftrat. Alt hetta sum er fráboðað, skuldi henda í tí tíðarskeiðinum bíbliuskrivararnir nevndu ’síðstu dagarnar’. (2 Timoteus 3:1-5; 2 Pætur 3:3, 4) Hesi nógvu viðurskiftini og hendingarnar skuldu verða sum tær ymsu linjurnar, ið til samans mynda fingramerkið hjá einum menniskja — einki annað menniskja hevur sama merkið. Teir ’síðstu dagarnir’ eru altso eyðkendir av einum serligum mynstri av hendingum, ið, sum eitt „fingramerki“, ikki kunnu hoyra til nakað annað tíðarskeið.

5, 6. Hvat lærir tú um „endan á heimsskipanini“ tá tú kannar teir ellivu vitnisburðirnar um teir „siðstu dagarnar“ ið eru umrøddir á teimum fylgjandi síðunum?

5 Í 16. kapitlinum í hesi bókini kannaðu vit bíbilskar vitnisburðir um at Kristus skuldi koma aftur og byrja at ráða mitt ímillum fíggindar sínar í 1914. Latið okkum nú á teimum næstu fýra síðunum gjølla eftirkanna tær ymsu síðurnar av tí fyriboðaða tekininum fyri hjáveru Krists, og annað sum skuldi eyðkenna ’síðstu dagarnar’ fyri Sátans heimsskipan, og síggja hvussu hetta er gingið út síðan 1914.

„FÓLKAFLOKKUR SKAL REISAST MÓTI FÓLKAFLOKKI, OG RÍKI MÓTI RÍKI.“ — Matteus 24:7.

Eingin ivi er um at hesin parturin av tekininum er gingin út síðan 1914. Hetta árið byrjaði fyrsti heimsbardagi. Ongantíð í søguni hevði nakað kríggj verið so ræðuligt sum hetta. Tað var eitt heimsumfatandi kríggj. Tað var meira umfatandi enn øll tey størru kríggini sum høvdu verið tey undanfarnu 2400 árini til samans. Men bert 21 ár eftir at hetta kríggið var endað, brast annar heimsbardagi á, fýra ferðir so oyðileggjandi sum hin fyrri.

Enn eru ræðulig kríggj. Síðan seinni heimsbardagi endaði í 1945 eru meira enn 25 milliónir menniskju dripin í umleið 150 kríggjum kring jørðina. Hvønn einasta dag hava í meðal 12 kríggj verið ymsa staðni í heiminum. Og aftrat hesum liva vit við einari støðugari hóttan um ein triðja heimsbardaga. USA hevur einsamalt nóg mikið av kjarnorkuvápnum til at týna hvørt einasta menniskja á jørðini 12 ferðir!

„TAÐ SKAL VERÐA HUNGUR.“ — Matteus 24:7.

Aftan á fyrra heimsbardaga kom størsta hungursneyðin í søguni. Bert í norðara partinum av Kina doyðu dagliga 15.000 í hungri. Men matvørutrotið gjørdist uppaftur størri aftan á seinna heimsbardaga. Tá svøltaði ein fjórðingur av heiminum! Og síðan tá hevur nógvum trotið mat.

„Fyri hvørt 8,6 sekund doyr ein í einum tilafturskomnum landi av trotsjúku,“ skrivaði New York Times í 1967. Enn doyggja milliónir í hungri — ja umleið 50 milliónir árliga! Í 1980 svøltaði umleið ein fjórðingur av fólkinum í heiminum (1.000.000.000 menniskju) tí tey ikki kundu fáa nóg mikið at eta. Enntá har nóg mikið av mati er til, mugu nógv svølta tí tey ikki hava ráð at keypa mat.

„LANDSKJÁLVTI VÍÐA HVAR.“ — Matteus 24:7.

Frá 1914 til nú hava nógv fleiri størri jarðskjálvtar verið enn í nøkrum øðrum líknandi tíðarskeiði í søguni. Í 1000 ár, frá 856 til 1914, vóru bert 24 størri jarðskjálvtar, og teir kravdu okkurt um 1.973.000 mannalív. Men bert tey 63 árini, frá 1915 til 1978, kravdu 43 størri jarðskjálvtar 1.600.000 mannalív.

„Á YMSUM STØÐUM . . . DREPSÓTTIR.“ — Lukas 21:11.

Beint aftan á fyrra heimsbardaga herjaði spanska sjúkan, sum kravdi fleiri mannalív enn nøkur onnur umfarssjúka í søguni. Talið á deyðatilburðum kom upp á umleið 21 milliónir! Og farsóttir og sjúkur herja enn. Hvørt ár doyggja milliónir af hjartasjúkum og krabbameini. Kynssjúkur vinda stórliga upp á seg, og aðrar ræðuligar sjúkur, sum til dømis malaria, sniglafepur og áarblindi, koma fyri í einum landi fyri og øðrum eftir, serliga í Asia, Afrika og Latínamerika.

„LÓGLOYSIÐ ØKIST.“ — Matteus 24:12.

Úr øllum heiminum koma frásagnir um økt lógloysi. Valdsgerðir sum morð, neyðtøkur og rán vinda skjótt upp á seg. Í USA verður í meðal ein álvarslig brotsgerð framd hvørt sekund. Nógvastaðni kenna fólk seg ikki trygg á gøtuni, sjálvt meðan dagur er. Um náttina verða tey við hús aftan fyri læstar og byrgdar dyr, tey vága sær ikki útum.

„MENN ØRMAKTAST AV ÓTTA.“ — Lukas 21:26.

Líkt er til at ótti meira enn nøkur onnur kensla setur sín dám á lívið hjá fólki í dag. Stutt eftir at tær fyrstu kjarnorkubumburnar vórðu sprongdar segði evnafrøðingurin Harold C. Urey: „Vit koma at eta í ótta, sova í ótta, liva í ótta og doyggja í ótta.“ Hetta ger seg galdandi fyri ein stóran part av mannaættini í dag, og tað er ikki bert vegna ta støðugu hóttanina um eitt kjarnorkukríggj. Nógv óttast lógloysi, dálking, sjúku, prístamb og nógv annað ið hóttir teirra trygd og sjálvt lívið.

„PENINGAGRAMM.“ — 2 Timoteus 3:2.

Allastaðni síggja vit í dag tekin um havisjúku. Nógv eru til reiðar at gera nærum hvat sum helst fyri pengar. Tey vilja stjala, ja enntá drepa, fyri at fáa pengar. Tað er ikki óvanligt at hoyra um fólk ið framleiða og selja vørur sum eyðsæð eru vandamiklar fyri lív og heilsu hjá øðrum, bert fyri at fáa vinning burturúr. Antin beinleiðis ella í sínum atburði siga fólk, at pengarnir eru gudur teirra.

„ÓHOYRILIG MÓTI FORELDRUM.“ — 2 Timoteus 3:2.

Nógv foreldur í dag hava ilt við at stýra sínum børnum. Ung gera uppreistur móti øllum myndugleika. Hvørt einasta land á jørðini kennir til ungdómskriminalitet. Í summum londum verður meira enn helvtin av øllum álvarsligum brotsgerðum framd av 10- til 17-ára gomlum børnum. Børn stjala bilar, bróta inn, fremja rán, álop og neyðtøkur, og enntá morð. Ólýdni móti foreldrum hevur ongantíð fyrr í søguni verið so vanligt sum nú.

„HAVA YVIRBRAGD AF GUDSÓTTA, MEN HAVA AVNOKTAÐ KRAFT HANSARA.“ — 2 Timoteus 3:5.

Politiskir leiðarar eins væl og vanlig fólk siga seg óttast Gud. Kanska ganga tey í kirkju, og tey lata pening til átrúnaðarlig endamál. Summi gera eið við hondini á Bíbliuni tá tey verða sett í eitthvørt embæti. Men ofta er alt hetta bert eitt „yvirbragd av gudsótta“. Sum Bíblian frammanundan segði frá, hevur tann sanna tilbiðjanin av Gudi ikki stóra ávirkan á tilveruna hjá fólki yvirhøvur. Bert hjá heilt fáum er hon ein verulig kraft til tað góða.

„HELDUR ELSKA LYSTIR SÍNAR ENN ELSKA GUÐ.“ — 2 Timoteus 3:4.

Flestøll hugsa í dag bert um at gera tað teimum sjálvum ella familjuni lystir, ikki um tað Gud vil. Nógv elska einfalt tað Gud fordømir, millum annað siðloysi, hjúnabandsbrot, drykkjuskap, misnýtslu av rúsandi evnum og aðrar sonevndar njótingar. Og stuttleiki sum í sjálvum sær kann vera sunnur og uppbyggjandi, verður ofta settur fremst, soleiðis at fólk leggja lítið og einki í at læra at kenna Gud og tæna honum.

’TEIR OYÐA JØRÐINA.’ — Opinberingin 11:18.

Luftin vit anda í okkum, vatnið vit drekka og jørðin vit dyrka, alt verður dálkað meir og meir. Tað er so álvarsligt at vísindamaðurin Barry Commoner hevur ávarað: „Eg haldi at um dálkingin av jørðini ótarnað sleppur at halda fram, verður hon at enda óegnað sum bústaður fyri menniskju.“

6 Er alt hetta ikki greitt prógv um at tekinið sum Kristus gav, og vitnisburðirnir sum lærusveinar hansara boðaðu frá, nú ganga út? Hóast nógv annað kundi verið nevnt, átti tað sum er tikið við her at verið nóg gott prógv um at vit liva í tí tíðarskeiðinum Bíblian nevnir ’síðstu dagarnar’.

7. (a) Hví eru Bíbliunnar profetaorð um hjáveru Krists og teir „síðstu dagarnar“ so merkisverd? (b) Hvørjum boðaðu heimsleiðararnir frá beint áðrenn 1914, í mun til tað Bíblian segði?

7 Tó sigur onkur kanska: ’Sovorðið sum kríggj, hungur, pestur og jarðskjálvti hevur altíð verið. So tað kann ikki hava verið serliga torført at boða frá at tað skuldi henda aftur.’ Kanska ikki, men minst til at Bíblian ikki bert boðaði frá hesum hendingunum, hon vísti eisini á at tær skuldu vera heimsumfatandi, og hon hevur eisini sagt frá, at alt hetta skuldi henda í tíðini frá 1914. Men hvørjum boðaðu kendir heimsleiðarar frá beint frammanundan 1914? Teir søgdu at útlitini til heimsfrið ongantíð høvdu verið betri. Kortini komu tær stóru trongdirnar Bíblian hevði fráboðað stundisliga, í 1914! Nú, aftaná, siga teir leiðandi í heiminum at 1914 var eitt søguligt merkisár.

8. (a) Hvat ættarlið skuldi, sambært Jesusi, síggja endan á teirri núverandi heimsskipanini? (b) Hvørjum kunnu vit tí vera vís í?

8 Aftan á at hann hevði nevnt alt tað sum hevur eyðkent heimin síðan 1914, segði Jesus: „Henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent.“ (Matteus 24:34) „Alt hetta“ er eisini endin á teirri skipanini sum nú er. (Ørindi 14) Hvat fyri ættarlið hugsaði Jesus um? Ættarliðið av menniskjum sum livdi í 1914. Tey sum eru eftir av tí ættarliðnum eru nú komin væl til árs. Kortini skulu summi av teimum enn vera á lívi tá endi verður gjørdur á hesi óndu skipanini. Vit kunnu tí vera vís í hesum: Áðrenn langt umlíður verður beint fyri øllum óndum menniskjum og øllum óndskapi í Harmageddon.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 149]

Jesus segði lærusveinum sínum frá tí sjónliga prógvinum fyri at hann var ósjónliga hjástaddur sum kongur í Ríkinum

[Mynd á síðu 154]

1914 — HARMAGEDDON

Nøkur ið hoyra til ættarliðið sum livdi í 1914, koma undan við lívinum tá endin kemur fyri ta óndu heimsskipanina