Uggi til hini tunglyndu
Uggi til hini tunglyndu
„Allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.“ (Rómbrævið 8:22) Tá hetta varð skrivað fyri góðum 1900 árum síðani var neyðin stór millum manna. Nógv vóru tung í huga. Tí fingu kristin áminning um at ’troysta hini mótfalnu’. — 1 Tessalonika 5:14.
Nú er neyðin enn størri hjá menniskjum, og fleiri enn nakrantíð áður eru tunglynd. Men skuldi tað gjørt okkum bilsin? Nei, tí Bíblian greiðir frá at vit liva „á síðstu døgum“ og at hetta eru „torførar tíðir“. (2 Timoteus 3:1-5) Jesus Kristus segði frammanundan at ’angist skuldi koma á tjóðirnar’ á síðstu døgum, og „menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur“. — Lukas 21:7-11, 25-27; Matteus 24:3-14.
Um menniskju í longri tíð hava angist, ótta, sorg ella aðrar negativar kenslur, verða tey ofta tunglynd. Orsøkin til stóra sorg ella tunglyndi kann vera eitt andlát í familjuni, hjúnaskilnaður, arbeiðsloysi ella varandi sjúka. Nøkur gerast eisini tunglynd um tey ikki halda seg nytta nakað, kenna seg miseydnað og halda seg hava svikið allar kenningar. Øll kunnu missa mótið av trupulleikum og av sorg, men um ein púra missir vónina og ikki dugir at síggja nakran veg burtur úr tí ringu støðuni, verður úrslitið kanska álvarsligt tunglyndi.
Menniskju í fornari tíð høvdu eisini slíkar kenslur. Sjúka og stórar persónligar vanlukkur raktu Job. Hann kendi tað sum Gud ikki longur var við honum og segði seg tí hava mist hugin at liva. (Job 10:1; 29:2, 4, 5) Jákup gjørdist frá sær sjálvum tá tað tyktist sum sonur hansara var deyður. Einki kundi ugga hann; hann vildi bara doyggja. (1 Mósebók 37:33-35) Dávid kongur skammaðist so um eina álvarsama synd at hann gramdi seg: „Allan dagin gangi eg og syrgi. Eg eri máttleysur og heilt sundursoraður.“ — Sálmur 38:7, 9; 2 Korint 7:5, 6.
Á okkara døgum eru nógv vorðin tunglynd tí krøvini tey seta sær sjálvum eru ov stór. Tað sum gerandisdagur teirra krevur, er meira enn tey megna sálarliga, kensluliga og likamliga. Okkurt bendir á at strongd, saman við negativum hugsanum og kenslum, kunnu ávirka likamið og skaða evnafrøðiligu javnvágina í heilanum, og soleiðis elva til tunglyndi. — Samanber Orðtøkini 14:30.
Hjálpin teimum tørvar
Epafroditus, ein kristin úr Filippi sum livdi í fyrstu øld, ’hevði ongan frið á sær, av tí at [vinir hansara] høvdu hoyrt, at hann var sjúkur’. Epafroditus gjørdist sjúkur eftir at vinir hansara høvdu sent hann til Róm við ymsum sum ápostlinum Paulusi tørvaði, og kanska kendi hann seg hava svíkt sínar vinir so teir nú hildu hann vera ónýtiligan. (Filippi 2:25-27; 4:18) Hvussu fekk ápostulin Paulus hjálpt honum?
Hann sendi Epafroditus heim við einum brævi til vinirnar í Filippi. Í brævinum stóð: „Takið tá ímóti [Epafroditusi] í Harranum við allari gleði, og haldið slíkar í æru!“ (Filippi 2:28-30) At Paulus talaði so rósandi um Epafroditus og at teir í Filippi tóku so hjartaliga ímóti honum, má avgjørt hava uggað hann og hjálpt honum at vinna á tunglyndinum.
Bestu ráðini eru avgjørt sum Bíblian sigur at ’troysta hini mótfalnu’. „Vit hava fram um alt brúk fyri at vita at onnur leggja í okkum,“ sigur ein kvinna sum hevur verið tunglynd. „Vit hava brúk fyri at hoyra onkran siga: ’Eg skilji teg; tú fært tað skjótt betri.’“
Ofta má hin tunglyndi sjálvur taka fyrsta stigið við at finna eitt innlivandi menniskja at siga síni vandamál fyri. Viðkomandi má duga væl at lurta og hava stórt tol. Hann ella hon mugu ikki hava at tí tunglynda ella vera fordømandi og siga ’hasar kenslurnar átti tú ikki at havt’, ella ’hugburðurin hjá tær er púra galin’. Kenslurnar hjá tí tunglynda eru viðkvæmar, og slíkar atfinningar gera bara ilt verri.
Ert tú tunglyndur heldur tú teg kanska ikki hava nakað virði. (Jónas 4:3) Men minst til: tað einasta sum veruliga telur er hvat Gud heldur um teg. Jesus Kristus varð lítið virdur millum manna, men Gud metti hann høgt. (Esaias 53:3) Ver vísur í at Gud elskar teg, eins og hann elskar son sín. — Jóhannes 3:16.
Jesusi tykti hjartaliga synd í neyðstøddum, og hann royndi at hjálpa teimum at skilja at tey vóru nakað verd. (Matteus 9:36; 11:28-30; 14:14) Hann greiddi frá at Gud metir sjálvt smáar lítilsverdar spurvar høgt. „Ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi,“ segði hann. Hvussu nógv hægri man Gud so ikki meta menniskju sum royna at gera hansara vilja! Um tey segði Jesus: „Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, eru tey øll tald.“ — Lukas 12:6, 7.
Tann sum er ógvuliga tunglyndur, sum er ólukkuligur vegna sínar veikleikar og síni mistøk, fær seg kanska illa at trúgva at Gud leggur so nógv í hann. Hann er kanska sannførdur um at hann ikki er Guds kærleika og umsorgan verdur. Guds orð ásannar at ’hjarta okkara kann fordøma okkum’. Men skal tað vera avgerandi? Nei. Gud veit at syndig menniskju kunnu hava negativar hugsanir og fordøma seg sjálvi. Tí uggar hann tey í sínum orði: „Gud [er] størri enn hjarta okkara og veit alt.“ — 1 Jóhannes 3:19, 20.
Ja, góði Faðir okkara í himli sær meira enn syndir og mistøk hjá okkum. Hann kennir linnandi umstøður, lív okkara sum heild, orsøkir og ætlanir okkara. Hann veit at vit arvaðu synd, sjúku og deyða og tí eru ógvuliga skerd. At vit verða ólukkulig og ørg inn á okkum sjálvi tí vit hava borið okkum illa at, er í sjálvum sær prógv um at vit ikki ynskja at synda og ikki eru farin ov langt. Bíblian sigur at vit ’vórðu løgd undir fáfongd’ ímóti vilja okkara. Ja, Gud kennir ta syndarligu støðuna vit eru í, hann kennir við okkum og minnist til at vit eru veik. — Rómbrævið 5:12; 8:20.
„Miskunnsamur og náðigur er [Jehova],“ fáa vit vissu fyri. „So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum. Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust.“ (Sálmur 103:8, 12, 14) Ja, Jehova er „Gud alrar troystar, Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara“. — 2 Korint 1:3, 4.
Hjálpin okkum tørvar allarmest tá vit eru niðurboygd, kunnu vit fáa við at nærkast okkara miskunnsama Gudi og fylgja hansara áheitan um at ’kasta byrði okkara á hann’. Hann kann „gera livandi hjarta hinna sundursoraðu“. (Sálmur 55:23; Esaias 57:15) Guds orð eggjar til bøn við orðunum: „Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ (1 Pætur 5:7) Ja, vit kunnu nærkast Gudi í bøn og ákallan, og á tann hátt fáa ’frið Guds, sum stígur upp um alt vit’. — Filippi 4:6, 7; Sálmur 16:8, 9.
At broyta gerandisdagin kann eisini hjálpa okkum at vinna á tunglyndi. Tað er av stórum týdningi at røra seg, eta sunnan mat, fáa fríska luft og nóg nógva hvíld, og ikki hyggja ov nógv eftir sjónvarpinum. Ein kvinna hevur hjálpt tunglyndum fólki við at fáa tey at ganga langar túrar. Tá ein sum var tunglynd segði: „Eg havi ikki hug at ganga,“ svaraði kvinnan vinaliga men avgjørd: „Jú, nú fert tú.“ Hon sigur frá: „Vit gingu góðar seks kilometrar. Tá vit komu heim var hon móð, men kendi seg betur. Tú trýrt ikki hvussu gott tað er at røra seg fyrr enn tú hevur roynt tað.“
Við hvørt ber kortini ikki til at basa tunglyndinum heilt, um tú so roynir alt, eisini læknaviðgerð. „Eg havi roynt alt,“ sigur ein kvinna á miðjum aldri. „Men tunglyndið verður verandi.“ Nógv onnur, til dømis blind, deyv og lamin, kunnu heldur ikki altíð lekjast nú. Men tann sum er tunglyndur kann finna troyst og vón við at lesa regluliga í Guds orði, tí tað gevur trygga vón um varandi linna fyri øllum líðingum. — Rómbrævið 12:12; 15:4.
Tá eingin er tunglyndur longur
Tá Jesus hevði sagt frá øllum teimum ræðuligu hendingunum sum skuldu verða á jørðini á síðstu døgum, legði hann aftrat: „Táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!“ (Lukas 21:28) Jesus tosaði um endurloysingina inn í Guds rættvísu nýggju verð, har „skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna“. — Rómbrævið 8:21.
Áh tann lætti ið verður tá vit sleppa undan fortíðar byrðum og hvønn morgun vakna við ljósum og klárum sinni, fús at fara undir dagsins verk! Tá verður eingin tunglyndur longur. Gud hevur lovað menniskjunum at hann „skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið“. — Opinberingin 21:3, 4.
Er einki annað viðmerkt, eru skriftstøðini eftir Umseting Victors Danielsens, endurskoðaðu útgávuni frá 1974, og har henda skrivar „HARRIN“ fyri Guds navn, vísa vit á tað og skriva í staðin [Jehova].