Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Dómstímin’ er nær

’Dómstímin’ er nær

’Dómstímin’ er nær

Í SEINASTU bókini í Bíbliuni, Opinberingini, lesa vit um ein eingil, sum flýgur mitt uppi undir himlinum og hevur „ævigt evangelium at kunngera teimum, ið á jørðini búgva“. Eingilin sigur við harðari rødd: „Óttist Gud, og gevið Honum dýrd! Tí dómstími Hansara er komin; tilbiðið Hann, sum hevur gjørt himmalin, jørðina, havið og vatnkeldurnar!“ (Opinberingin 14:6, 7) ’Dómstímin’ er tíðin, tá Gud bæði fellur dóm og útinnir hann. Ein tími er ikki serliga long tíð, og hesin ’tímin’ verður endin á ’síðstu døgunum’, tíðini, vit liva í. — 2 Timoteus 3:1.

At ’dómstímin’ er komin, eru góð tíðindi hjá øllum, sum elska rættvísi í øllum tjóðum. Tað er tíðin, tá Gud hjálpir tænarum sínum, sum hava liðið ilt undir hesi harðligu, kærleikskøldu og grommu heimsskipanini.

Nú, áðrenn dómstímin endar við, at henda ónda heimsskipanin verður fyribeind, fáa vit áminningina: „Óttist Gud, og gevið Honum dýrd!“ Gert tú tað? Tað krevur meira enn bert at siga: „Eg trúgvi á Gud.“ (Matteus 7:21-23; Jákup 2:19, 20) Um vit veruliga óttast Gud, hava vit djúpa virðing fyri honum. Tað fær okkum at venda okkum frá øllum illum. (Orðtøkini 8:13) Tað hjálpir okkum at elska hitt góða og hata hitt illa. (Amos 5:14, 15) Geva vit Gudi dýrd, so lurta vit eftir honum við stórari virðing. Tá eru vit ikki so upptikin av øllum øðrum, at vit ikki hava tíð at lesa regluliga í hansara orði, Bíbliuni. Vit líta á hann — ikki bara viðhvørt, men altíð og av fullum hjarta. (Sálmur 62:9; Orðtøkini 3:5, 6) Tey, sum av sonnum geva honum dýrd, viðurkenna, at hann sum Skapari himins og jarðar eisini er alheimsins fullveldisharri; tey geva seg í kærleika undir hann og meta hann sum ovasta myndugleikan í sínum lívi. Síggja vit nú, at vit áttu at givið onkrum av hesum størri ans, skulu vit ikki drála.

Dómstímin, sum eingilin segði frá, verður eisini nevndur „dagur Jehova“. Ein slíkur „dagur“ kom yvir hitt gamla Jerusalem í 607 f.o.t., tí fólkini har ikki lurtaðu eftir ávaringunum, sum Jehova gav við sínum profetum. Tey hugsaðu ikki, at Jehova dagur kom enn á sinni, og tað gjørdist lívshættisligt. Jehova hevði ávarað: „Hann er nær og kemur brádliga.“ (Zefanias 1:14) Ein annar „dagur Jehova“ kom yvir hitt gamla Bábel í 539 f.o.t. (Esaias 13:1, 6) Bábelsmenn litu so nógv á síni verndarvirki og sínar gudar, at teir ikki góvu sær far um ávaringarnar frá Jehova profetum, ið búðu teirra millum. Men eftir einari nátt høvdu medarar og persarar hertikið hitt veldiga Bábel.

Hvat hava vit fyri okkum í dag? Aftur ein „dag Jehova“, men nógv meiri avgerandi. (2 Pætur 3:11-14) Gud hevur felt dómin yvir Bábylon hitt stóra. Í Opinberingini 14:8 lesa vit, at ein eingil úr himli kunnger: „Fallið, fallið er Bábylon hitt stóra.“ Hetta er longu hent. Bábylon hevur ikki longur tamarhald á Jehova tilbiðjarum. Alt mutrið, luttøkan í kríggi og siðloysið, sum hon hevur framt, er fult avdúkað. Nú stendur endaliga týningin av Bábylon hini stóru fyri durum. Við hesum í væntu áminnir Bíblian fólk allastaðni: „Farið út frá henni [Bábylon hini stóru] . . . so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara! Tí syndir hennara røkka líka upp til Himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara.“ — Opinberingin 18:4, 5.

Hvat er Bábylon hin stóra? Tað er tann skipanin av átrúnaði í øllum heiminum, sum er meinlík tí gamla Bábel. (Opinberingin, kapittul 17, 18) Her eru nakrir líkleikar:

• Í tí gamla Bábel tóku prestar ídnir lut í landsins politisku viðurskiftum. Tað sama kann sigast um nógvan átrúnað nú á døgum.

• Prestar í Bábel stuðlaðu ofta landsins krígsførslu. Nú á døgum hevur átrúnaðurin ofta verið fyrstur at signa hermenn í bardaga.

• Trúarsiður og trúarlæra í tí gamla Bábel leiddi tjóðina út í grovt siðloysi. Tá trúarleiðarar nú á døgum skúgva siðareglurnar í Bíbliuni til viks, er slóðin ruddað fyri siðloysi bæði millum prestar og leikfólk. Hartil hevur Bábylon hin stóra selt seg til henda heimin og heimsins politisku skipanir; tí verður hon í Opinberingini lýst sum ein skøkja.

• Bíblian sigur eisini, at Bábylon hin stóra hevur livað í skammleysum marglæti. Í fornaldar Bábel ognaði tempulskipanin sær nógva jørð, og prestar gjørdust leiðandi handilsmenn. Bábylon hin stóra hevur ikki einans síni tilbiðingarstøð, men eisini stórar handilsognir. Hennara læra og hennara halgidagar geva bæði henni sjálvari og øðrum í handilsheiminum stórar inntøkur.

• Myndadýrkan og alskyns gandur vóru vanlig fyribrigdi í tí gamla Bábel, eins og tey eru nógvastaðni nú á døgum. Deyðin varð mettur sum umskiftið til eina aðra tilveru. Bábel vart fult av templum og bønhúsum fyri teimum mongu gudunum, men bábelsmenn vóru ímóti teimum, sum tilbóðu Jehova. Bábylon hin stóra hevur somu eyðkenni.

Fyrr í tíðini læt Jehova tjóðir við politiskari og hernaðarligari styrki revsa tey, sum framhaldandi vanvirdu hann og hansara vilja. Soleiðis varð Samaria lagt í oyði av assýrarum í 740 f.o.t., Jerusalem varð oytt av bábelsmonnum í 607 f.o.t. og av rómverjum í 70 e.o.t. Men so átti Bábel eisini tørn í 539 f.o.t., tá medarar og persarar løgdu tað undir seg. Viðvíkjandi okkara tíð hevur Bíblian boðað frá, at politisk veldi sum eitt villdýr fara at venda sær móti nevndu ’skøkjuni’, gera hana nakna og avdúka hennara sanna lyndi. Tey fara at gera hana til einkis. — Opinberingin 17:16.

Men kunnu heimsins stjórnir veruliga bera seg soleiðis at? Bíblian sigur, at ’Gud gevur teimum tað í hjarta’. (Opinberingin 17:17) Tað hendir knappliga og skakandi, ikki so líðandi ella sum nakað, ið var væntandi.

Hvat mást tú gera? Spyr teg sjálvan: ’Haldi eg enn fast við ein átrúnaðarligan felagsskap, sum er dálkaður av lærum ella siðum, ið vísa, at hann hoyrir til Bábylon hina stóru?’ Ert tú ikki limur í slíkum felagsskapi, kanst tú spyrja: ’Havi eg kortini latið meg ávirka av anda hennara?’ Hvørjum anda? Andanum úr Bábylon, sum loyvir siðloysi, elskar stuttleikar og materiellar ognir meira enn Gud, og sum hvørki í smáum ella stórum leggur nakað í, hvat Jehova sigur í sínum orði. Hugsa teg væl um, áðrenn tú svarar.

Fyri at fáa Guds tokka ræður um, at vit hvørki í tonkum ella í hjartans ynskjum okkara hava nakran lut hava í Bábylon hini stóru. Nú er eingin tíð at spilla. Bíblian ger vart við, at endin kemur knappliga: „Soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur — og ikki verða at finna longur!“ — Opinberingin 18:21.

Men tað er ikki alt. Ein annar liður í ’dómstímanum’ er, at Jehova Gud dregur allar heimsins politisku felagsskapir til svars, eisini stjórnarharrar og øll, ið ikki vilja vita av harradøminum, sum Gud av røttum útinnir við sínum himmalska ríki og konginum Jesusi Kristi. (Opinberingin 13:1, 2; 19:19-21) Ein profetisk sjón, sum er at finna í Dániel 2:20-45, byrjar við gamla Bábel og lýsir so politisku veldini fram til okkara dagar sum eina risastóra standmynd úr gulli, silvuri, kopari, jarni og leiri. Um okkara tíð boðar profetiin frá, at ’Gud himmalsins skal grunda eitt ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði’. Og um tað, sum hetta ríkið skal gera í ’dómstímanum’ hjá Jehova, lesa vit: „Tað skal sora øll hini [mannagjørdu] ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ — Dániel 2:44.

Bíblian ávarar allar sannar tilbiðjarar um ikki at elska heimin og tað, „sum í heiminum er“, tað merkir liviháttin í hesum heimi, ið er Gudi fremmandur. (1 Jóhannes 2:15-17) Vísa tínar gerðir og avgerðir, at tú treytaleyst hevur tikið støðu fyri Guds ríki? Setir tú Ríkið fremst í tínum lívi? — Matteus 6:33; Jóhannes 17:16, 17.

[Ramma á síðu 14]

Nær verður tað?

„Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.“ — Matteus 24:44.

„Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.“ — Matteus 25:13.

„Tað skal ikki svitast“ — Habakkuk 2:3.

[Ramma á síðu 14]

Hevði tað gjørt mun, um tú visti nær?

Um tú nú visti, at dómurin frá Gudi ikki skuldi útinnast fyrr enn um nøkur ár, hevði tú so livað øðrvísi? Um endin á hesum gamla heiminum hevur drigið út longur, enn tú einaferð hugsaði tær, hevur tað so fingið teg at slaka av í tænastuni fyri Jehova? — Hebrearabrævið 10:36-38.

Tað, at vit ikki vita, akkurát nær tað verður, gevur okkum høvi at vísa, at vit tæna Jehova av reinum hjarta. Tey, sum kenna Jehova, vita gott, at hann ikki verður ávirkaður av, at vit knappliga, í síðstu løtu, taka okkum um reiggj, tí hann kennir okkara hjørtu. — Jeremias 17:10; Hebrearabrævið 4:13.

Hjá teimum, sum veruliga elska Jehova, kemur hann altíð fyrst. Sum øll onnur kunnu sonn kristin hava vinnuligt arbeiði. Málið hjá teimum er kortini ikki at blíva rík, men bert at vinna sær til tað, sum er fyri neyðini, og eitt sindur at geva av. (Efesusbrævið 4:28; 1 Timoteus 6:7-12) Teimum dámar eisini at taka sær av løttum og njóta sunt undirhald, men tey gera tað fyri at savna nýggjar kreftir, ikki bara fyri at gera sum øll onnur. (Markus 6:31; Rómbrævið 12:2) Sum Jesus Kristus gleðast tey um at gera Guds vilja. — Sálmur 37:4; 40:9.

Sonn kristin ynskja at liva og tæna Jehova í allar ævir. Tann vónin missir ikki virðið, um ávísar signingar koma eitt sindur seinni, enn tey kanska hugsaðu sær.

[Ramma/mynd á síðu 15]

Spurningurin um fullveldi

Fyri at skilja, hví Gud loyvir so nógva neyð, mugu vit vita nakað um ein avgerandi stríðsspurning. Tað er spurningurin um fullveldi, ella hvør ið hevur rættin at ráða sum tann hægsti.

Jehova hevur skapt alt; tí eigur hann eisini rættin at ráða yvir jørðini og øllum á henni. Men Bíblian greiðir frá, at ivi longu tíðliga í mannasøguni varð reistur um hansara fullveldi. Satan Djevulin vildi vera við, at Jehova var strangari enn neyðugt, og at hann leyg um, hvat ið fór at henda, um fyrstu menniskjuni brutu Guds lóg og gjørdu, sum teimum lysti. Hann segði, at tey høvdu havt tað betri, um tey ráddu sær sjálvum, uttan Gud. — 1 Mósebók, kapittul 2, 3.

Hevði Gud nú alt fyri eitt gjørt enda á uppreistrarfólkunum, hevði tað prógvað hansara vald, men tað hevði ikki mótprógvað pástandunum, sum vórðu reistir. Heldur enn alt fyri eitt at beina fyri uppreistrarfólkunum hevur Jehova givið tíð, so allir vitigir skapningar fáa høvi at síggja úrslitið av uppreistri. Hóast alla neyðina, sum hevur staðist av hesum, hava vit kortini eisini fingið møguleikan at verða fødd.

Hartil kemur, at Jehova í kærleika og við stórum offrum lagaði tað soleiðis, at menniskju, ið vilja lýða hann og trúgva á endurloysingaroffrið, sum sonur hansara læt, kunnu sleppa undan syndini og hennara avleiðingum. Tey hava útlit til at liva í einum paradísi, um neyðugt eftir eina uppreisn frá deyðum.

At Gud hevur givið tíð til at fáa stríðsspurningin greiddan, hevur eisini givið hansara tænarum høvi at vísa, at teir gjarna vilja løna Gudi kærleikan aftur og standa reinlyndir fyri honum undir øllum umstøðum. Stríðsspurningurin um Guds fullveldi, og í hesum sambandi eisini spurningurin um menniskjans reinlyndi, má avgerast, um sonn virðing fyri lóg og rætti skal ráða í alheiminum. Uttan hana verður eingin sannur friður. *

[Undirgrein]

^ par. 36 Ein neyvari viðgerð av hesum spurningunum og tí, teir bera í sær, stendur at lesa í bókini Kom nær til Jehova, sum Jehova Vitni hava givið út.

[Mynd]

Allar menniskjans politisku stjórnarskipanir skulu hvørva