Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein nýggjur heimur eftir lyfti Guds

Ein nýggjur heimur eftir lyfti Guds

Ein nýggjur heimur eftir lyfti Guds

BÍBLIAN, Guds skrivaða orð, gevur okkum eina frálíka vón: „Vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.“ — 2 Pætur 3:13.

Hvat eru ’nýggju himlarnir’? Í Bíbliuni verður hugtakið himmal sett í samband við harradømi. (Ápostlasøgan 7:49) ’Nýggju himlarnir’ eru eitt nýtt harradømi yvir jørðini. Tað er nýtt, tí tað kemur í staðin fyri politisku skipanirnar, sum stjórna jørðini í dag; tað er eisini eitt nýtt stig á leiðini til at fremja Guds ætlan. Tað var hetta ríkið, Jesus Kristus lærdi okkum at biðja um. (Matteus 6:10) Av tí at Gud stendur aftanfyri og býr í himli, nevnist tað „ríki Himmiríkis“. — Matteus 7:21.

Hvat er ’nýggja jørðin“? Ikki ein nýggj gongustjørna, tí Bíblian ger greitt, at jørðin skal vera bústaður í allar ævir. ’Nýggja jørðin’ verður eitt nýtt mannasamfelag. Tað er nýtt, tí tey óndu ikki longur eru at finna. (Orðtøkini 2:21, 22) Øll, sum liva til ta tíð, æra og akta Skaparan og fylgja hansara rættvísu krøvum. (Sálmur 22:28) Fólki úr øllum tjóðum verður nú bjóðað at læra um hesi krøvini og longu nú leggja seg eftir at fylgja teimum. Gert tú tað?

Í Guds nýggja heimi virða øll hansara harradømi. Elskar tú Gud so mikið, at tú heldur boð hansara? (1 Jóhannes 5:3) Kemur tað til sjóndar í heiminum hjá tær, á arbeiðsplássinum ella í skúlanum? Kemur tað til sjóndar í tíni lívsførslu?

Í nýggja heiminum stendur øll mannaættin saman um at tilbiðja hin sanna Gud. Tilbiður tú hann, ið skapti himmal og jørð? Leiðir tín tilbiðjan teg saman við trúarfelagum úr øllum tjóðum, ættarsløgum og við øllum tungumálum? — Sálmur 86:9, 10; Esaias 2:2-4; Zefanias 3:9.

[Ramma á síðu 17]

Tann Gud, sum lovar alt hetta

Hann skapti teir fysisku himlarnar og gongustjørnina jørðina. Jesus Kristus nevndi hann „hin einasta sanna Gud“. — Jóhannes 17:3.

Tey flestu hava sjálvi gjørt sær gudar at dýrka. Milliónir boyggja seg fyri lívleysum myndum. Onnur dýrka felagsskapir, materialistiska heimsspeki ella síni egnu ynski. Og minni enn so øll, ið siga seg ganga eftir Bíbliuni, æra navnið á honum, sum Bíblian nevnir ’hin sanna Gud’. — 5 Mósebók 4:35.

Um seg sjálvan sigur Skaparin: „Eg eri [Jehova], tað er navn Mítt.“ (Esaias 42:5, 8) Hetta navnið stendur meira enn 7000 ferðir í Bíbliuni á upprunamálunum. Og Jesus Kristus lærdi sínar lærisveinar at biðja: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“ — Matteus 6:9.

Hvussu er hin sanni Gud sum persónur? Hann sigur sjálvur, at hann er „langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti“, men á ongan hátt letur tann óstraffaðan, sum ikki vil fylgja hansara boðum. (2 Mósebók 34:6, 7) Frásøgan um hansara framferð í sambandinum við mannaættina staðfestir, at henda lýsingin er sonn.

Persónurin, sum navnið umboðar, eigur eins og navnið sjálvt at verða halgaður. Hann er alheimsins Skapari og Fullveldisharri og hevur tí uppiborið, at vit akta hann og geva honum alla okkara tilbiðjan. Gert tú tað?

[Ramma/mynd á síðu 18]

Hvørjar broytingar hava ’nýggju himlarnir og nýggja jørðin’ við sær?

Jørðin umbroytt til eitt paradís Lukas 23:43

Eitt alheims samfelag, har menniskju Jóhannes 13:35;

úr øllum tjóðum, ættarsløgum og við Opinberingin 7:9, 10

øllum tungumálum eru sameind í kærleika

Friður á allari jørðini, trygd fyri øll Sálmur 37:10, 11;

Mika 4:3, 4

Nøktandi arbeiði, ov mikið av føði Esaias 25:6; 65:17, 21-23

Sjúka, sorg og deyði eru burtur Esaias 25:8;

Opinberingin 21:1, 4

Heimurin sameindur um at tilbiðja Opinberingin 15:3, 4

hin sanna Gud

[Ramma/myndir á síðu 19]

Fært tú lut í tí?

Gud lýgur ikki! — Titus 1:2.

Jehova sigur: „Orð Mítt . . . skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.“ — Esaias 55:11.

Jehova er longu farin undir at skapa „nýggjar himlar og nýggja jørð“. Ríki hansara í himli er longu farið til verka. Og støðið undir ’nýggju jørðini’ er longu lagt.

Eftir eina umrøðu í Opinberingini av øllum tí góða, sum ’nýggju himlarnir og nýggja jørðin’ skulu bera mannaættini, sigur alheimsins Fullveldisharri, Gud sjálvur: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ Og hann leggur aftrat: „Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.“ — Opinberingin 21:1, 5.

Avgerandi spurningurin er: Fremja vit neyðugu broytingarnar, so vit kunnu metast verd at blíva partur av ’nýggju jørðini’ undir ’nýggju himlunum’?