Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Fyri at tit skulu ikki falla í freisting“

„Fyri at tit skulu ikki falla í freisting“

„Fyri at tit skulu ikki falla í freisting“

„Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!“ — MATTEUS 26:41.

ONGANTÍÐ hevði hann verið undir so hørðum trýsti. Jesus Kristus, sonur Guds, var komin tætt at endanum á sínum jarðarlívi. Honum var greitt, at hann skjótt skuldi verða handtikin, dømdur til deyða og negldur á ein pínslusteyra. Hann visti eisini, at alt, sum hann setti sær fyri, og alt, sum hann gjørdi, fall aftur á navn Faðirs hansara. Og hann visti, at øll útlit menniskjans til ævigt lív stóðu í váða. Og hvat gjørdi Jesus undir so hørðum trýsti?

2 Hann fór við lærisveinum sínum til Getsemane, ein urtagarð sum honum dámdi serliga væl. Komin hagar gekk hann eitt petti burtur frá lærisveinum sínum. Og har, fyri seg sjálvan, fór hann at biðja inniliga til Faðir sín í himli um styrki — ikki bara eina ferð, men tríggjar ferðir. Hóast Jesus var fullkomin, helt hann seg ikki kunna klára trýstið einsamallur. — Matteus 26:36-44.

3 Nú á døgum eru vit eisini undir trýsti. Sum áður nevnt í hesum heftinum vísa vitnisburðirnir, at hesin óndi heimurin livir sínar síðstu dagar. Trýstið og freistingarnar úr Satans heimi økjast. Tæna vit tí sanna Gudi, mugu vit gera okkum greitt, at alt, sum vit seta okkum fyri, og alt, sum vit gera, fellur aftur á Guds navn og hevur ávirkan á, um vit sjálvi fáa lív í hansara nýggja heimi. Vit elska Jehova. Vit vilja fegin ’halda út líka til endan’ — antin tað so verður endin á hesi heimsskipanini ella endin á okkara egna lívi, ið kemur fyrst. (Matteus 24:13) Men hvussu tryggja vit okkum, at vit vakja og ikki gloyma, hvussu álvarsom tíðin er?

4 Jesus visti, at eisini lærisveinar hansara, bæði tá í tíðini og nú á døgum, komu undir trýst. Tí áminti hann teir: „Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!“ (Matteus 26:41) Hvønn týdning hava hesi orðini fyri okkum nú á døgum? Hvørjar freistingar kunnu vit ’falla í’? Og hvussu kunnu vit ’vakja’?

Hvørjar freistingar?

5 Dagliga verða vit øll somul freistað til at geva okkum yvir og falla í „snerru Djevulsins“. (2 Timoteus 2:26) Bíblian ávarar okkum um, at Satan serliga leggur eftir teimum, sum tilbiðja Jehova. (1 Pætur 5:8; Opinberingin 12:12, 17) Hvat vil hann? Ikki endiliga taka lívið av okkum. Doyðu vit trúgv móti Gudi, hevði hann nevniliga einki vunnið. Satan veit væl, at Jehova fer at gera deyðan til einkis við uppreisnini. — Lukas 20:37, 38.

6 Nei, fíggindin roynir at taka tað frá okkum, sum er meira vert enn sjálvt lívið — reinlyndu støðu okkara fyri Gudi. Satan roynir altráur at prógva, at hann kann venda okkum burtur frá Jehova. Fær hann lokkað okkum at vera Gudi ótrúgv — halda uppat at boða gleðiboðini ella ganga frá teimum kristnu normunum — so hevur hann vunnið ein sigur! (Efesusbrævið 6:11-13) Hetta er orsøkin til, at ’Freistarin’ leggur eftir okkum. — Matteus 4:3.

7 „Svikaálop“ Djevulsins kunnu vera so ymisk. (Efesusbrævið 6:11) Hann kann freista okkum við materialismu og stuttleikum ella royna okkum við ótta og iva. Men eitt hitt virknasta amboðið er mótloysi. Snildur, sum hann er, veit hann, at mótloysi kann gera okkum andaliga veik og sostatt viðkvom. (Orðtøkini 24:10) Tí roynir hann serstakliga at fáa okkum at geva uppat, tá vit frammanundan kenna okkum ’heilt sundursorað’. — Sálmur 38:9.

8 So hvørt sum endin nærkast, tykist tað, sum orsøkirnar til mótloysi verða fleiri, og vit eru ikki immun. (Sí rammuna „Nakrar orsøkir til mótloysi“.) Hvør orsøkin enn er, so kann mótloysi súgva megina úr okkum. Tá kann tað gerast ein avbjóðing at ’keypa lagaligu tíðina’ til andaligar pliktir, sum eitt nú at lesa Bíbliuna, fara á møti í samkomuni og vera við í kristnu boðanini. (Efesusbrævið 5:15, 16) Minst til, at Freistarin vil hava teg at gevast. Men nú er ikki tíð at slaka av ella gloyma, hvussu álvarsom tíðin er! (Lukas 21:34-36) Hvussu kanst tú standa ímóti freistingunum og vakja? Her koma fýra uppskot.

„Biðið“

9 Lít á Jehova við bøn. Minst til Jesus í urtagarðinum Getsemane. Hvat gjørdi hann, tá hann var undir hørðum trýsti? Hann vendi sær til Jehova og bað so inniliga um hjálp, at „sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina“. (Lukas 22:44) Hugsa eina løtu um hetta. Jesus kendi Satan. Hann hevði úr himli eygleitt allar freistingarnar, sum Satan brúkti í sínum royndum at lokka Guds tænarar. Kortini helt Jesus ikki, at hann sum einki kláraði eina og hvørja støðu, Freistarin setti hann í. Og um Guds sonur, ið var fullkomin, helt, at hann mátti biðja Gud um hjálp og styrki, hvussu nógv meira mugu vit so ikki gera tað! — 1 Pætur 2:21.

10 Minst eisini til, at Jesus, eftir at hava sagt „vakið og biðið“ við lærisveinar sínar, legði aftrat: „Andin er til reiðar, men holdið er veikt!“ (Matteus 26:41) Hvørs hold meinti hann við? Ikki sítt egna. Einki „veikt“ var í hansara fullkomna mannaholdi. (1 Pætur 2:22) Men hjá lærisveinum hansara var støðan ein onnur. Teimum tørvaði serliga hjálp til at standa ímóti freistingum, tí teir vóru ófullkomnir og høvdu arvað eitt syndigt lyndi. (Rómbrævið 7:21-24) Tí legði hann teimum, og øllum kristnum eftir teir, eina við at biðja um hjálp til at standa ímóti freistingum. (Matteus 6:13) Jehova svarar slíkum bønum. (Sálmur 65:3) Hvussu? Í minsta lagi á tveir mátar.

11 Í fyrra lagi hjálpir Gud okkum at uppdaga freistingarnar. Freistingarnar frá Satani liggja sum snerrur ella fellur á eini myrkari gøtu. Sært tú tær ikki, verður tú fangaður í teimum. Men við Bíbliuni og bíbilskum lesnaði varpar Jehova ljós á fellurnar hjá Satani, so vit kunnu ansa okkum fyri teimum. Øll tey farnu árini hava bøkur, bløð, stevnuskráir og annað slíkt aftur og aftur víst okkum á vandar sum til dømis mannaótta, kynsligt siðloysi, materialismu og annað, sum Djevulin nýtir. (Orðtøkini 29:25; 1 Korint 10:8-11; 1 Timoteus 6:9, 10) Ert tú ikki takksamur fyri, at Jehova ávarar okkum um tað, sum Satan hevur í kvittanum? (2 Korint 2:11) Minst til, at allar hesar ávaringarnar eru svar á tínar bønir um hjálp til at standa ímóti freistingum.

12 Í øðrum lagi svarar Jehova okkara bønum við at geva okkum styrki at standa ímóti freistingum. Hansara orð sigur: „Gud . . . skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni.“ (1 Korint 10:13) Er hetta ikki ein uggi? Gud fer ongantíð at loyva, at ein freisting verður so ovurhonds sterk, at vit ikki hava andaliga styrki at standa ímóti — um vit áhaldandi líta á hann. Hvussu ger hann okkum eina ’útgongd’? Hann gevur ’teimum heilagan anda, sum biðja hann’. (Lukas 11:13) Hesin andin kann bæði hjálpa okkum at minnast bíbilskar meginreglur, ið styrkja okkum í avgerðini um at bera okkum rætt at, og hjálpa okkum at taka skilagóðar avgerðir. (Jóhannes 14:26; Jákup 1:5, 6) Hann kann hjálpa okkum at sýna nettupp teir eginleikarnar, sum okkum tørvar til at vinna á einum skeivum lyndi. (Galatiabrævið 5:22, 23) Guds andi kann eisini fáa trúarfelagar at veita „troyst“ ella styrkjandi hjálp. (Kolossebrævið 4:11) Ert tú ikki takksamur fyri, at Jehova svarar við so stórum kærleika, tá tú biður um hjálp?

Ver realistiskur í tínum vónum

13 Fyri at vakja mugu vit eisini vera realistisk í okkara vónum. Trýstið í gerandislívinum ger, at vit øll av og á verða troytt. Men vit mugu minnast til, at Gud ikki hevur lovað okkum eina tilveru uttan trupulleikar í hesum gamla heimi. Á Bíbliunnar tíð høvdu Guds tænarar eisini mótgang; teir upplivdu mótstøðu, fátækdømi, tunglyndi og sjúku. — Ápostlasøgan 8:1; 2 Korint 8:1, 2; 1 Tessalonikabræv 5:14; 1 Timoteus 5:23.

14 Nú á døgum hava vit eisini okkara at dragast við. Vit kunnu verða atsøkt, fáa fíggjarligar trupulleikar, verða rakt av sjúku, tunglyndi ella fáa annan mótgang. Gud verjir okkum ikki móti øllum tvørleikum. Um Jehova á undursaman hátt vardi okkum móti øllum ágangi, hevði Satan so ikki spottað hann? (Orðtøkini 27:11) Jehova loyvir, at hansara tænarar verða freistaðir og royndir, onkuntíð enntá dripnir av fíggindum. — Jóhannes 16:2.

15 Men hvat hevur Jehova so lovað? Sum longu nevnt hevur hann lovað at geva okkum styrki at standa ímóti øllum royndum, sum okkum verða fyri, bara vit hava fult álit á honum. (Orðtøkini 3:5, 6) Við sínum orði, sínum anda og síni samskipan verjir hann okkum andaliga, tí hann hjálpir okkum at varðveita sambandið við hann. Er hetta sambandið óskalað, kunnu vit vinna, sjálvt um vit doyggja. Einki, heldur ikki deyðin, kann forða Gudi í at løna sínum trúgvu tænarum. (Hebrearabrævið 11:6) Og í nýggju verðini, sum nú er nær, fer Jehova avgjørt at uppfylla øll hini lyftini um signingar til tey, ið elska hann. — Sálmur 145:16.

Minst til stríðsspurningarnar

16 Skulu vit halda út til endan, mugu vit minnast stríðsspurningarnar, sum eru atvoldin til, at Gud loyvir óndskapin. Um vit onkuntíð kenna okkum heilt yvirtikin av okkara egnu trupulleikum og hava hug at geva uppat, mugu vit minna okkum sjálvi á, at Satan hevur reist iva um rættin hjá Jehova at vera hin hægsti. Svikarin hevur eisini reist iva um kærleikan og reinlyndið hjá teimum, ið tilbiðja Gud. (Job 1:8-11; 2:3, 4) Hesir spurningarnir, og mátin Jehova hevur valt at avgera teir, hava nógv størri týdning enn vit sum einstaklingar. Hvussu tá?

17 At Gud eina ávísa tíð hevur loyvt trongdir, hevur givið øðrum tíð at taka ímóti sannleikanum. Minst til — Jesus leið deyðan, fyri at vit kunnu fáa lívið. (Jóhannes 3:16) Eru vit ikki takksom fyri tað? Og eru vit ikki fús at halda út í trongdum eina tíð aftrat, so onnur eisini kunnu vinna lívið? Fyri at halda út til endan, mugu vit viðurkenna, at Jehova hevur nógv størri vísdóm enn vit. (Esaias 55:9) Hann ger enda á óndskapinum, júst tá tað allarbest ber til at avgera stríðsspurningarnar med alla og er okkum allarmest til ævigt gagn. Og hvussu kundi tað verið øðrvísi? Eingin órættvísi er hjá Gudi! — Rómbrævið 9:14-24.

„Haldið tykkum nær til Gud“

18 Fyri ikki at gloyma, hvussu álvarsom tíðin er, mugu vit halda okkum nær til Jehova. Gloym á ongum sinni, at Satan ger sítt ítasta fyri at spilla okkara góða samband við Jehova. Hann vil hava okkum at trúgva, at endin als ikki kemur, at hesin óndi heimurin stendur í allar ævir, og at tað einki nyttar at boða gleðiboðskapin ella liva eftir Bíbliuni. Men „hann er lygnari og faðir lygnarinnar“. (Jóhannes 8:44) Vit mugu avgjørd ’standa Djevulinum ímóti’. Vit mugu ongantíð halda sambandið við Jehova vera sjálvsagt. Bíblian áminnir so staðiliga: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“ (Jákup 4:7, 8) Men hvussu kunnu vit halda okkum nær til ella nærkast Jehova?

19 Tað er neyðugt í bøn at grunda á Guds orð. Følir tú teg ikki orka trýstið í tilveruni, mást tú leggja hjartað bert fyri Jehova. Jú nágreiniligari tú ert í bønini til hansara, tess lættari sært tú, hvussu hann svarar. Svarið verður kanska ikki altíð, sum tú hevði hugsað tær, men ynskir tú at æra Gud og halda fast við títt reinlyndi, veitir hann ta hjálpina, sum tær tørvar til at halda út. (1 Jóhannes 5:14) Tá tú kennir hansara leiðslu í tínum lívi, nærkast tú honum. At lesa og veruliga hugsa um tað, sum Bíblian opinberar um eginleikarnar hjá Jehova og hansara leiðir, er alneyðugt. Djúphugsan av hesum slag hjálpir tær at kenna Gud betur; hon vekur hjartans kenslur og styrkir kærleikan til hann. (Sálmur 19:15) Og tann kærleikin hjálpir tær, betur enn nakað annað, at standa ímóti freistingum og vakja. — 1 Jóhannes 5:3.

20 Skulu vit halda okkum nær til Jehova, mugu vit eisini halda okkum nær til okkara trúarfelagar. Tað verður viðgjørt í seinasta partinum av hesum heftinum.

LESTRARSPURNINGAR

• Hvat gjørdi Jesus, tá hann móti endanum av jarðarlívi sínum var undir hørðum trýsti, og hvat bað hann sínar lærisveinar gera? (Grein 1-4)

• Hví leggur Satan eftir teimum, ið tilbiðja Jehova, og hvørjum freistar hann okkum við? (Grein 5-8)

• Hví mugu vit, tá vit skulu standa ímóti freistingum, áhaldandi biðja (Grein 9-12), vera realistisk í okkara vónum (Grein 13-15), minnast til stríðsspurningarnar (Grein 16-17) og halda okkum nær til Gud (Grein 18-20)?

[Ramma á síðu 25]

Nakrar orsøkir til mótloysi

Heilsa/aldur. Hava vit onkra varandi sjúku ella ellibrek, kunnu vit missa mótið, tí vit ikki longur fáa gjørt so nógv í tænastuni fyri Gud. — Hebrearabrævið 6:10.

Vónbrot. Vit kunnu missa mótið, um vit bara síggja fá úrslit í kristnu boðanini. — Orðtøkini 13:12.

Minnilutakenslur. Um vit í nógv ár hava verið illa viðfarin, kunnu vit kenna okkum sannførd um, at eingin, enn ikki Jehova, elskar okkum. — 1 Jóhannes 3:19, 20.

Særdar kenslur. Hevur ein trúarfelagi sært okkum, kunnu vit kenna okkum so órættað, at vit ikki longur hava hug at koma á tey kristnu møtini ella við út í boðanina. — Lukas 17:1.

Atsókn. Nøkur, sum ikki eru samd við okkum í trúnni, kunnu finnast at, spotta ella søkja at okkum. — 2 Timoteus 3:12; 2 Pætur 3:3, 4.

[Mynd á síðu 26]

Jesus legði okkum eina við at biðja um hjálp til at standa ímóti freistingum