„Havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað“
„Havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað“
„Endi als er nær; . . . havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað.“ — 1 PÆTUR 4:7, 8.
JESUS visti, at teir seinastu fáu tímarnir, hann hevði saman við ápostlum sínum, vóru dýrabarir. Hann visti, hvat bíðaði teimum. Fyri sær høvdu teir eitt ómetaliga stórt arbeiði, men teir fóru at verða hataðir og atsøktir sum hann sjálvur. (Jóhannes 15:18-20) Hetta seinasta kvøldið við teimum, minti hann teir ikki bara eina ferð á, at teir skuldu „elska hvør annan“. — Jóhannes 13:34, 35; 15:12, 13, 17.
2 Pætur ápostul, ið var hjástaddur hetta kvøldið, skilti tað. Tá hann fleiri ár seinni, beint áðrenn Jerusalem varð lagt í oyði, skrivaði eitt av sínum brøvum til tey kristnu, legði hann dent á, hvønn týdning kærleiki hevur. Hann skrivaði: „Endi als er nær; . . . havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað.“ (1 Pætur 4:7, 8) Orðini hjá Pæturi hava nógv at siga okkum, sum liva á „síðstu døgum“ í hesi heimsskipanini. (2 Timoteus 3:1) Hvat er ’brennandi’ ella inniligur kærleiki? Hví er tað so umráðandi, at vit hava henda kærleikan til onnur? Og hvussu vísa vit, at vit hava hann?
Hvat er „brennandi kærleiki“?
3 Nógv halda, at kærleiki er ein kensla, sum skal spretta heilt av sær sjálvum. Men tað, Pætur sipar til í Fyrra Pætursbrævi 4:8, er ein heilt serligur kærleiki, tann ediligasti av øllum. Orðið „kærleiki“ er her týtt úr grikska orðinum agaʹpe. Tað merkir ósjálvsøkin kærleiki, sum verður leiddur ella stýrdur av meginreglum. Eitt uppslagsverk greiðir soleiðis frá: „Agape-kærleikanum hava vit tamarhald á, hann er nevniliga ikki fyrst og fremst ein kensla, men ein tilætlað avgerð, sum førir til verk.“ Lyndið til sjálvsøkni er viðføtt hjá okkum, og tí mugu vit í heilum minnast á at vísa hvør øðrum kærleika hóskandi við meginreglurnar, sum Gud hevur givið. — 1 Mósebók 8:21; Rómbrævið 5:12.
4 Hetta merkir kortini ikki, at vit skulu elska hvør annan av berari plikt. Agaʹpe-kærleikin er avgjørt ikki sørur fyri heitar kenslur. Pætur skrivaði jú, at vit skulu hava „brennandi [orðarætt: „útbreiðandi“] kærleika hvørt til annað“ * (Ny Verden-Oversættelsen, lestrarútgávan) Hesin kærleikin krevur kortini, at vit gera okkum ómak. Um grikska orðið, sum her verður endurgivið „brennandi“, sigur ein lærdur: „Tað kallar myndina fram av einum ítróttarmanni, sum í endanum á kappingini roynir at kroysta seinastu megina úr vøddunum.“
5 Okkara kærleiki skal altso ikki avmarkast til bert at gera tað, sum fellur okkum lætt, ella bert fevna um tey allarnærmastu. Kristni kærleikin krevur, at vit ’breiða hjartað út’ og eisini vísa kærleika, tá tað ikki fellur so lætt. (2 Korint 6:11-13) Sum skilst, mugu vit altso venja og arbeiða við hesum kærleikanum, júst sum ein ítróttarmaður venur og arbeiðir uppá at gerast betri. Tað er av alstórum týdningi, at vit hava slíkan kærleika hvørt til annað. Hví? Í minsta lagi av trimum orsøkum.
Hví skulu vit elska hvør annan?
6 Í fyrsta lagi tí „kærleikin er av Gudi“. (1 Jóhannes 4:7) Jehova, sum er upprunin til henda dámliga eginleikan, elskaði okkum fyrst. Jóhannes ápostul sigur: „Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum.“ (1 Jóhannes 4:9) Sonur Guds varð ’sendur’ á tann hátt, at hann gjørdist menniskja, fullførdi sína tænastu og doyði á einum pínslusteyra — alt fyri at vit kundu „liva“. Hvørja ávirkan skuldi eitt so framúrskarandi tekin um Guds kærleika havt á okkum? Jóhannes svarar: „Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað.“ (1 Jóhannes 4:11) Legg til merkis, at Jóhannes skrivar: „Hevur Gud elskað okkum so“ — ikki bara teg, men okkum. Boðskapurin er greiður: Elskar Gud trúarfelagar okkara, mugu vit eisini elska teir.
7 Í øðrum lagi ræður um, at vit nú elska hvør annan uppaftur meira og eru fús at veita brøðrum okkara hjálpina, sum teimum tørvar, tí „endi als er nær“. (1 Pætur 4:7) Vit liva í ’torførum tíðum’. (2 Timoteus 3:1) Støðan í heiminum, náttúruvanlukkur og mótstøða gera lívið trupult. Undir so torførum umstøðum mugu vit halda okkum tættari hvør at øðrum. Inniligi kærleikin knýtir okkum saman og eggjar okkum til at hava „umsorgan hvør fyri øðrum“. — 1 Korint 12:25, 26.
8 Í triðja lagi mugu vit hava kærleika hvørt til annað, so vit ikki ’geva Djevulinum rúm’ okkara millum. (Efesusbrævið 4:27) Satan er kvikur at brúka veikleikar, mistøk ella aðrar ófullkomileikar hjá øðrum kristnum til meinbogar fyri okkum. Taka vit okkum burtur úr samkomuni, tí onkur kemur við eini tankaleysari viðmerking ella ber seg ófólkaliga at? (Orðtøkini 12:18) Ikki um vit hava brennandi kærleika hvørt til annað! Ein slíkur kærleiki hjálpir okkum at verja friðin og í sátt og semju at tæna Gudi „av einum hjarta“. — Zefanias 3:9.
Hvussu tú vísir øðrum kærleika
9 Kærleikin byrjar heima. Jesus segði, at sínámillum kærleiki skuldi eyðkenna hansara sonnu lærisveinar. (Jóhannes 13:34, 35) Ikki bara í samkomuni skal kærleikin ráða, men eisini í familjuni — millum hjúnafelagar og millum foreldur og børn. Tað er ikki nóg mikið, at vit hava kærleika til familjuna hjá okkum, vit mugu eisini vísa hann í verki.
10 Hvussu kunnu hjúnafelagar vísa kærleika hvør til annan? Ein maður, sum veruliga elskar konu sína, vísir henni tað bæði í orðum og verki, antin tey so eru tveyeini ella saman við øðrum. Hann virðir hennara persónligu tign og hevur fyrilit fyri hennara hugsanum, áskoðanum og kenslum. (1 Pætur 3:7) Hann tekur hennara áhugamál fram um síni egnu, og hann ger sítt ítasta fyri at nøkta materiella, andaliga og kensluliga tørvin hjá henni. (Efesusbrævið 5:25, 28) Ein kona, sum veruliga elskar mannin hjá sær, ’vísir honum virðing,’ eisini um hann onkuntíð ikki livir upp til tað, hon væntar av honum. (Efesusbrævið 5:22, 33) Hon stuðlar og er honum undirgivin. Hon kemur ikki við órímiligum krøvum, men samstarvar, so tey í felag kunnu leggja høvuðsdentin á tey andaligu viðurskiftini. — 1 Mósebók 2:18; Matteus 6:33.
11 Foreldur, hvussu kunnu tit vísa børnum tykkara kærleika? At tit arbeiða fyri at breyðføða tey, vísir, at tit elska tey. (1 Timoteus 5:8) Men børnunum tørvar annað og meir enn føði, klæði og tak yvir høvdið. Skulu tey mennast og blíva tilkomin menniskju, sum elska hin sanna Gud og tæna honum, mugu tey fáa andaliga upplæring. (Orðtøkini 22:6) Tað merkir, at tit mugu taka tykkum tíð til at lesa Bíbliuna við teimum og taka tey við út í boðanina og á kristin møti. (5 Mósebók 6:4-7) At vera reglufastur á hesum økjum krevur rættiliga stór offur, serliga í hesi torføru tíð. Men tykkara umsorgan og tykkara nærlagni í samband við at nøkta andaliga tørvin hjá børnunum eru tekin um kærleika, tí tað vísir, at tit hugsa um teirra ævigu vælferð. — Jóhannes 17:3.
12 Tað er alneyðugt, at foreldrini eisini vísa kærleika við at hugsa um kensluliga tørvin hjá børnunum. Børn eru viðbrekin og løtt at ávirka; tey mugu hava vissu fyri, at tey eru elskað. Sig, at tú elskar tey, og lat tað ofta koma til sjóndar. Soleiðis fáa tey trygd fyri, at tey eru virðismikil og hava uppiborið kærleika. Gev teimum inniliga og ærliga rós, so tey vita, at tú sær og virðir, at tey royna at bera seg rætt at. Al tey upp og aga tey við kærleika, so tey skilja, at tú hevur áhuga fyri, hvussu tey mennast. (Efesusbrævið 6:4) Slík gagnlig tekin um kærleika økja gleðina og samanhaldið í familjuni og hjálpa henni at klára trýstið nú á síðstu døgum.
13 Kærleiki fær okkum at fyrigeva øðrum. Minst til grundgevingina hjá Pæturi, tá hann segði, at kristin skuldu ’hava brennandi kærleika hvørt til annað’. Hann segði: „Tí kærleikin fjalir fjøld synda!“ (1 Pætur 4:8) At vit ’fjala’ syndir merkir ikki, at vit krógva grovar syndir. Tær eiga at koma teimum, sum hava ábyrgd av samkomuni, fyri oyra, so teir kunnu taka sær av tí. (3 Mósebók 5:1; Orðtøkini 29:24) Tað hevði verið sera óvinaligt — og óbíbilskt — at latið nøkur, sum fremja grovar syndir, halda fram og skaða ósek. — 1 Korint 5:9-13.
14 Sum oftast hava mistøk og veikleikar hjá okkara trúarfelagum minni upp á seg. Vit snáva øll av og á í orðum ella gerðum og skuffa ella enntá særa onnur. (Jákup 3:2) Skulu vit skunda okkum at kunngera mistøk hjá øðrum? Nei, tað hevði bara elvt til ósemjur í samkomuni. (Efesusbrævið 4:1-3) Lata vit kærleikan ráða, fara vit ikki at ’baktala’ ein trúarfelaga. (Sálmur 50:20) Júst sum sparsl og máling kunnu fjala rivur í einum veggi, kann kærleikin fjala ófullkomileikar hjá øðrum. — Orðtøkini 17:9.
15 Kærleiki fær okkum at hjálpa teimum, sum veruliga líða neyð. So við og við sum viðurskiftini á síðstu døgum versna, kunnu trúarfelagar onkuntíð hava tørv á materiellari ella likamligari hjálp. (1 Jóhannes 3:17, 18) Er ein limur í samkomuni komin í fíggjarliga neyð, til dømis tí hann hevur mist arbeiðið? Tá kunnu vit kanska eftir førimuni bjóða onkra materiella hjálp. (Orðtøkini 3:27, 28; Jákup 2:14-17) Tørvar bústaðnum hjá einari eldri einkju umvælingar? Tá kunnu vit kanska taka hóskandi stig, so tær verða gjørdar. — Jákup 1:27.
16 Kærleikin til onnur skal ikki avmarkast til tey, 1 Pætur 2:17) Tí taka vit, eins og samkomurnar í fyrstu øld, altrá undir við tí arbeiðinum, sum verður gjørt fyri at veita teimum neyðhjálp. (Ápostlasøgan 11:27-30; Rómbrævið 15:26) Tá vit soleiðis á ymiskan hátt vísa kærleika, styrkja vit bondini, sum sameina okkum nú á síðstu døgum. — Kolossebrævið 3:14.
sum búgva tætt við. Av og á frætta vit, at Guds tænarar í øðrum londum hava havt illveður, jarðskjálvta ella ófrið. Tey hava kanska stóran tørv á matvørum, klæðum ella øðrum. Tað ger ikki mun, hvat ættarslag ella hvønn etniskan bólk tey hoyra til. Vit ’elska bróðurskapin’. (17 Kærleiki fær okkum at geva øðrum lut í gleðiboðunum um Guds ríki. Legg til merkis, hvussu Jesus gjørdi. Hví boðaði og lærdi hann? „Honum tykti hjartaliga synd“ í fólki, tí tey vóru so illa fyri andaliga. (Markus 6:34) Tey vóru vanrøkt og villleidd av følskum trúarhirðum, sum áttu at lært tey andaligar sannleikar og givið teimum vón. Tí fór Jesus av djúpum, hjartaligum kærleika og samkenslu at ugga tey við ’evangeliinum um Guds ríki’. — Lukas 4:16-21, 43.
18 Nú á døgum eru nógv somuleiðis andaliga vanrøkt, villleidd og uttan vón. Um vit, sum Jesus, eru so umhugsin, at vit varnast andaliga tørvin hjá fólki, sum ikki enn eru komin at kenna hin sanna Gud, so fara vit av kærleika og samkenslu at geva teimum lut í gleðiboðunum um Guds ríki. (Matteus 6:9, 10; 24:14) Við tí stuttu tíðini, sum eftir er, í huga, hevur tað uppaftur størri týdning at boða henda lívbjargandi boðskapin. — 1 Timoteus 4:16.
„Endi als er nær“
19 Minst til, at Pætur, beint áðrenn hann minti tey kristnu á at hava kærleika hvørt til annað, segði: „Endi als er nær.“ (1 Pætur 4:7) Ja, skjótt má hesin óndi heimurin víkja fyri Guds rættvísa nýggja heimi. (2 Pætur 3:13) Nú er ikki tíð av vera sjálvnøgdur. Jesus ávaraði: „Varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!“ — Lukas 21:34, 35.
20 Latið okkum tí leggja okkum eina við at ’vakja’ og ikki gloyma, hvar vit eru á tíðarinnar streymi. (Matteus 24:42) Latið okkum ansa eftir øllum freistingum, sum Satan roynir at draga okkum burtur við. Latið okkum ongantíð loyva hesum kalda, kærleiksleysa heimi at forða okkum í at vísa øðrum kærleika. Og latið okkum fram um alt halda okkum nær til hin sanna Gud, Jehova, hvørs messiasríki skjótt skal fremja hansara stórfingnu ætlan við hesi jørð. — Opinberingin 21:4, 5.
[Undirgrein]
^ par. 4 Aðrar bíbliutýðingar siga í Fyrra Pætursbrævi 4:8, at vit skulu hava „hjartaligan“, „inniligan“ ella „sannan“ kærleika hvørt til annað.
LESTRARSPURNINGAR
• Hvørjar seinastu áminningar gav Jesus lærisveinum sínum, og hvat vísir, at Pætur skilti tær? (Grein 1-2)
• Hvat er „brennandi“ ella inniligur kærleiki? (Grein 3-5)
• Hví eiga vit at elska hvørt annað? (Grein 6-8)
• Hvussu kanst tú vísa øðrum kærleika? (Grein 9-18)
• Hví er ikki tíð at vera sjálvnøgdur, og hvat eiga vit at seta okkum fyri? (Grein 19-20)
[Mynd á síðu 29]
Ein familja við góðum samanhaldi er betur útgjørd at klára trýstið nú á síðstu døgum
[Mynd á síðu 30]
Kærleiki fær okkum at hjálpa teimum, sum veruliga hava hjálp fyri neyðini
[Mynd á síðu 31]
At geva øðrum lut í gleðiboðunum um Guds ríki er tekin um kærleika