Hvønn veg fer heimurin?
Hvønn veg fer heimurin?
Allastaðni í heiminum frættist dagliga um álvarsamar trupulleikar og skakandi hendingar. Hvat merkir tað?
PERSÓNLIGA TRYGDIN: Bumbur bresta á sølutorgum. Lærarar og næmingar skotnir í skúlum. Pinkubørn rænd, meðan foreldrini venda sær á eina løtu. Kvinnur og gomul fólk fyri álopi og ráni á alljósum degi.
TRÚARHEIMURIN: Kirkjur stuðla stríðandi pørtum í bardaga. Trúarhirðar skuldsettir fyri fólkadráp. Prestar misnýta børn og ung; kirkjan kávar útyvir. Færri fólk ganga í kirkju. Kirkjur seldar.
UMHVØRVIÐ: Stórar skógir feldar í vinnuligari spekulatión. Skógarøki oydd av fátøkum, ið leita sær brenni. Dálkað grundvatn ikki drekkandi. Ídnaðarburturkast og nútímans fiskihættir hótta fiskastovnin. Dálking spillir luftina, vit anda í okkum.
TILVERUMØGULEIKAR: Ársinntøkan fyri hvønn íbúgva sunnan fyri Sahara er minni enn 3000 krónur. Vinningsgirnd fær stórar handilssamtøkur at beina fyri minni virkjum, og fleiri túsund missa arbeiðið. Svik er orsøk til at íleggjarar missa alla sína uppsparing.
MATVØRUTROT: Umleið 800 milliónir menniskju á jørðini fara javnan svong til songar.
KRÍGGJ: Í 20. øld lótu meira enn 100 milliónir lív í bardøgum. Kjarnorkuvápn á goymslu kunnu oyða alla mannaættina nógvar ferðir. Borgarakríggj. Yvirgangsatsóknir hótta allan heimin.
FARSÓTTIR OG AÐRAR SJÚKUR: Spanska sjúkan í 1918 kravdi 21 milliónir mannalív. Eyðkvæmi er nú vorðið „herviligasta alheimsfarsóttin í mannasøguni“. Krabbamein og hjartasjúkur níva allan heimin.
Tak eitt yvirlit yvir øll tíðindini. Er talan bara um tilvildarligar, avmarkaðar hendingar? Ella geva tær til samans eina serliga heimsmynd, sum er av alstórum týdningi?
[Ramma/mynd á síðu 5]
Leggur Gud einki í tað?
Nógv, sum eru skakað av hendingunum í heiminum ella av djúpari persónligari sorg, spyrja: Hví leggur Gud ikki uppí og steðgar tí? Leggur hann einki í tað?
Jú, Gud leggur í. Hann hevur í umsorgan givið okkum álítandi leiðbeining og ítøkiliga hjálp. (Matteus 11:28-30; 2 Timoteus 3:16, 17) Hann hevur eisini tikið stig til, at harðskapur, sjúka og deyði skulu steðgast med alla. Alt, sum hann longu hevur gjørt, vísir, at hann ikki bert hevur umsorgan fyri einari tjóð, men fyri øllum tjóðum, samfelagsbólkum og tungumálum. — Ápostlasøgan 10:34, 35.
Men leggja vit í? Kennir tú tann, sum skapti himmalin og jørðina? Hvussu eitur hann? Hvørja ætlan hevur hann? Hann svarar sjálvur í Bíbliuni. Har sigur hann okkum, hvat hann ger fyri at steðga øllum harðskapi, allari sjúku og deyða. Hvat skulu vit so gera fyri at fáa gagn av tí? Vit mugu læra um Gud og hansara ætlan. Hvussu kunnu vit vænta at fáa gagn av hansara tiltøkum, um vit ikki vita, hvørji tey eru, og trúgva teimum? (Jóhannes 3:16; Hebrearabrævið 11:6) Vit mugu eisini gera tað, hann krevur av okkum. (1 Jóhannes 5:3) Leggur tú so nógv í, at tú vilt gera tað?
Fyri at skilja, hví Gud loyvir umstøðurnar, sum eru nú, mugu vit fáa greiðu á einum spurningi av alstórum týdningi. Í Bíbliuni sæst, hvør tann spurningurin er. Hann er umrøddur á síðu 15 í hesum heftinum.