Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat merkir alt hetta?

Hvat merkir alt hetta?

Hvat merkir alt hetta?

JESUS KRISTUS segði: ’Endin á hesi tíðini’ skal verða eyðmerktur av bardøgum, matvørutroti, pestsjúkum og jarðskjálvtum. — Matteus 24:1-8; Lukas 21:10, 11.

Síðan árið 1914 hava tjóðir og etniskir bólkar í heilum kríggjast sínámillum, ofta tí átrúnaðurin hevur birt uppundir ella stuðlað stríðandi politiskum bólkum. Aftrat tí hava vit í seinastuni eisini havt yvirgangsatsóknir bæði her og har.

Hóast framstig í matvøruframleiðsluni er ógvusligt matvørutrot luturin hjá fleiri hundrað milliónum á allari jørðini. Milliónir doyggja á hvørjum ári í hungri.

Pest, ella víðfevndar farsóttir, er eisini uppi í tekninum, sum Jesus gav. Fyrr kundu farsóttir vera rættiliga staðbundnar og avmarkaðar, men krímið, sum kom í kjalarvørrinum á fyrra heimsbardaga, rakti lond í øllum heiminum, eisini fjarskotnar oyggjar. Tað kravdi 21.000.000 mannalív. Nú fer eyðkvæmi herjandi um allan heimin, og ræðuligar sjúkur sum tuberklar, malaria, áarblindi og Chagas-sjúka gera støðugt um seg í menningarlondunum.

Á hvørjum ári eru fleiri túsund meira og minni sterkir jarðskjálvtar. Hóast vit nú á døgum hava framkomna útgerð og betri fráboðanarhættir, elva jarðskjálvtar framvegis til ræðuligar vanlukkur í tættbygdum økjum.

Bíblian hevur eisini boðað frá: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg, kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.“ — 2 Timoteus 3:1-5.

Hava vit ikki júst nú „torførar tíðir“?

Hevur tú givið tær far um, hvussu sjálvgóð, peningakær og stolt nógv eru?

Kann nakar avnokta, at heimurin er fullur av fólki, sum eru krevjandi og ótakksom, sum ikki vilja semjur og eru trúleys?

Hevur tú lagt til merkis, at uppreistrarhugur mótvegis foreldrum og ræðandi kensluloysi hava vundið upp á seg, ikki bara onkustaðni, men í øllum heiminum?

Tú hevur ivaleyst sæð, at vit liva í einum heimi, sum rúsar seg í njótingum, men lítið og einki leggur í veruliga góðvild.

Soleiðis lýsir Bíblian hugburðin, ið skuldi eyðkenna ’síðstu dagarnar’.

Nýtist okkum fleiri prógv um, at vit liva á ’síðstu døgum’? Jesus segði eisini frá, at gleðiboðini um Guds ríki skuldu prædikast um alt jarðarríkið hesa tíðina. (Matteus 24:14) Verða tey tað?

Vagttårnet, eitt bíbilskt tíðarrit, sum boðar gleðiboðini um Jehova ríki, kemur út á fleiri málum enn nakað annað blað.

Á hvørjum ári brúka Jehova Vitni til samans meiri enn eina milliard tímar til persónliga at bera øðrum boðini um Guds ríki.

Í løtuni framleiða Jehova Vitni bøkur og bløð, sum greiða frá Bíbliuni, á umleið 400 málum, teirra millum málum, sum bert verða tosað av fáum fólkum í fjarøkjum. Jehova Vitni hava rokkið øllum tjóðum við gleðiboðunum í Bíbliuni; tey hava eisini boðað á smáum oyggjum og í økjum, sum ikki hava serliga stóran politiskan týdning. Í nærum øllum londum reka tey eina regluliga og dygga bíbliuundirvísingarskrá.

Ja, Jehova Vitni bera øllum ’jarðarríki’ gleðiboðini um Guds ríki — ikki fyri at umvenda allan heimin, men til vitnisburð. Hvar fólk so búgva, fáa tey høvi at vísa, um tey leggja nakað í, hvør skapti himmalin og jørðina, og um tey vilja virða hansara lógir og elska sín næsta. — Lukas 10:25-27; Opinberingin 4:11.

Nú fer Guds ríki skjótt at beina tey óndu burtur av jørðini og gera hana alla til eitt paradís, har rættvísi býr. — 2 Pætur 3:13.

[Ramma á síðu 6]

Síðstu dagarnir — hjá hvørjum?

Ikki hjá mannaættini. Bíblian lovar, at tey, sum gera Guds vilja, sleppa at liva í allar ævir. — Jóhannes 3:16, 36; 1 Jóhannes 2:17.

Ikki hjá jørðini. Sambært Guds orði skal jørðin vera bústaður og standa í allar ævir. — Sálmur 37:29; 104:5; Esaias 45:18.

Nei, hetta eru síðstu dagarnir hjá hesi harðligu og kærleiksleysu heimsskipanini og hjá teimum, ið fylgja henni og endiliga vilja varðveita hana. — Orðtøkini 2:21, 22.

[Ramma/mynd á síðu 7]

Er Bíblian veruliga Guds orð?

Profetarnir í Bíbliuni skrivaðu ferð eftir ferð: „So sigur [Jehova].“ (Esaias 43:14; Jeremias 2:2) Eisini Jesus Kristus, sonur Guds, legði dent á, at hann ikki ’talaði av sær sjálvum’. (Jóhannes 14:10) Og Bíblian sigur sjálv: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ — 2 Timoteus 3:16.

Eingin onnur bók er givin út á so nógvum málum — meira enn 2200 sambært Sameindu Bíbliufeløgunum. Og eingin onnur bók er prentað í so nógvum eintøkum — nú meiri enn fýra milliardum. Var hetta ikki væntandi av einum boðskapi frá Gudi sjálvum til alla mannaættina?

Fleiri vitnisburðir um, at Bíblian er innblást av Gudi, standa í bókini Bibelen — Guds ord eller menneskers?, sum Jehova Vitni hava givið út.

Lesur tú Bíbliuna sannførdur um, at hon er Guds orð, fært tú stóra nyttu av lestrinum.

[Ramma/myndir á síðu 8]

Hvat er Guds ríki?

Tað er eitt harradømi, sum ræður úr himli, og sum hin sanni Gud, Jehova, Skapari himins og jarðar, hevur stovnað. — Jeremias 10:10, 12.

Bíblian lýsir Jesus Kristus, sum tann ið hevur fingið vald og myndugleika frá Gudi. (Opinberingin 11:15) Meðan Jesus livdi á jørðini, vísti hann, at hann longu tá hevði undursamt vald frá Gudi. Hann hevði vald á náttúrukreftunum, vald at grøða allar sjúkur, ja, vald at reisa upp deyð. (Matteus 9:2-8; Markus 4:37-41; Jóhannes 11:11-44) Ein innblást bíbliuprofeti boðaði eisini frá, at hann skuldi fáa „vald, heiður og ríki“, og at ’allar tjóðir og ættir og øll tungumál skuldu tæna honum’. (Dániel 7:13, 14) Hetta harradømið nevnist Guds ríki, og tað er úr himli, Jesus Kristus nú útinnir vald sítt.

[Mynd á síðu 7]

Gleðiboðini verða borin um alla jørðina