Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tey lurtaðu eftir og bjargaðu lívinum

Tey lurtaðu eftir og bjargaðu lívinum

Tey lurtaðu eftir og bjargaðu lívinum

JESUS KRISTUS ávaraði frammanundan um, at jødiska skipanin, sum var miðsavnað um templið í Jerusalem, skuldi ganga til grundar. Hann segði ikki akkurát nær. Men hann greiddi frá hendingunum, sum skuldu føra fram ímóti oyðingini. Hann legði lærisveinum sínum eina við at geva gætur og sleppa sær burtur av vandaleið.

Nógvar fráboðanir um millumlanda bardagar skuldu ljóða, men Jesus boðaði eisini frá einum serligum fyribrigdi: „Táið tit síggja Jerúsalem kringsett av herliðum, skulu tit vita, at oyðing tess er nær.“ Hann legði aftrat: „Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar . . . standa á heilagari grund . . . skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini.“ Jesus ávaraði lærisveinar sínar um ikki at fara aftur til Jerusalem at bjarga sær ognirnar. Vildu teir bjarga lívinum, máttu teir taka til rýmingar alt fyri eitt. — Lukas 21:20, 21; Matteus 24:15, 16.

Í árinum 66 e.o.t. kom Cestius Gallus við sínum herdeildum ímóti Jerusalem at gera enda á einum drúgvum uppreistri. Hann trongdi seg inn í Jerusalem og kringsetti templið. Ófriðurin vaks í býnum. Tey, sum góvu gætur, sóu, at vanlukkan stóð fyri durum. Men bar til at rýma? Púra óvæntað tók Cestius Gallus herliðini hjá sær aftur. Jødisk uppreistrarlið settu eftir teimum. Nú var tíð at flýggja burtur úr Jerusalem og øllum Judea!

Árið eftir kom rómverski herurin aftur, nú við Vespasian og syni hansara, Titusi, á odda. Bardagar brustu á í øllum landinum. Í byrjanini av árinum 70 e.o.t. bygdu rómverjar eitt hervirki av spískum pelum um Jerusalem. Nú slapp eingin til rýmingar. (Lukas 19:43, 44) Inni í býnum drupu stríðandi bólkar hvør annan. Tey, sum komu undan hesum við lívinum, vórðu antin dripin av rómverjum ella flutt burtur sum trælir. Býurin og templið í honum vórðu fullkomiliga løgd í oyði. Jødiski søgufrøðingurin Josefus úr fyrstu øld greiðir frá, at meir enn ein millión jødar lógu eftir á. Templið varð ongantíð bygt uppaftur.

Høvdu tey kristnu framvegis verið í Jerusalem í ár 70, vórðu tey antin dripin ella flutt burtur sum trælir saman við hinum. Men søgumenn úr teirri tíðini siga frá, at tey kristnu lurtaðu eftir ávaringini frá Gudi og flýddu úr Jerusalem og Judea til fjøllini eystaru megin Jordanánna. Nøkur búsettust í Pella, í landspartinum Perea. Tey vóru farin úr Judea og vendu ikki aftur. Tey lurtaðu eftir ávaringini frá Jesusi og bjargaðu lívinum.

Lurtar tú eftir ávaringum frá álítandi keldum?

Eftir fleiri ferðir at hava fingið ávaringar um vanlukkur, sum ongantíð komu, lata nógv ikki longur við seg koma. Men at lurta eftir einari ávaring kann bjarga tínum lívi.

Í Kina sendu tey í 1975 út ávaringar um ein komandi jarðskjálvta. Myndugleikarnir framdu ymisk verjutiltøk. Fólkini lurtaðu eftir ávaringunum. Fleiri túsund mannalív vórðu bjargað.

Á Filipsoyggjunum boðaðu fólk úr bygdunum á Mount Pinatuboskráanum í 1991 frá, at guva og øska goystu úr fjallinum. Eftir at Filippinski Stovnurin fyri Vulkanologi og Seismologi hevði eygleitt gongdina í tveir mánaðir, ávaraði hann um vandan. Fólk í tíggjutúsundatali vórðu flutt burtur úr økinum. Um morgunin hin 15. juni varð ein øgiligur brestur, og meira enn 8 rúmkilometrar av knústum tilfari slongdist upp í loft og legði seg um alt økið. Fleiri túsund lurtaðu eftir ávaringunum og bjargaðu lívinum.

Bíblian ávarar um endan á hesi heimsskipanini. Vit liva á síðstu døgum. Gevur tú gætur, nú endin nærkast? Gert tú nakað fyri ikki at koma tær í vanda? Skilur tú, at støðan er hættislig, og ávarar onnur?

[Mynd á síðu 20]

Tá Mount Pinatubo fór at goysa, bjargaðu nógv lívinum, tí tey lurtaðu eftir ávaringunum

[Mynd á síðu 21]

Tá Jerusalem ár 70 e.o.t. varð lagt í oyði, bjargaðu tey kristnu lívinum, tí tey ansaðu ávaringini frá Jesusi