Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Tey vitstu av ongum“

„Tey vitstu av ongum“

„Tey vitstu av ongum“

AT VÍSA ávaringum frá sær kann føra til vanlukku.

Býurin Darwin í Avstralia fyrireikaði seg til halgidagarnar í desember 1974, tá ávaringarlúðrarnir knappliga fóru at ýla fyri at gera vart við, at ein melduródn var á veg. Men Darwin hevði ikki havt skaða av nakrari melduródn í úti við 30 ár. Hví so nú? Teir flestu borgararnir í býnum hildu ikki vandan vera serliga stóran — ikki fyrr enn ein kolandi stormur tók at ríva tekjur av húsum og bróta veggir niður, meðan fólk til fánýtis royndu at finna sær skjól. Morgunin eftir lá býurin oyðin.

Í Kolumbia var eitt eldgos í november 1985. Bráðnaður kavi og ísur settu ferð á eitt skriðulop av runu, sum jarðaði meir enn 20.000 fólk í býnum Armero. Kom tað óvart á? Nei, fjallalíðin hevði skjálvtað í fleiri mánaðir. Men fólkini í Armero vóru so von at búgva tætt upp at einum gosfjalli, at tey flestu ikki góvu sær far um tað. Myndugleikarnir høvdu fingið ávaringar um, at ein vanlukka var væntandi, men lítið varð gjørt fyri at ávara almenningin. Útvarpið sendi borgarunum sissandi kunngerðir. Í kirkjuni vórðu fólk yvir hátalara biðin um ikki at leypa framav. Sama kvøldið komu tvær ógvisligar spreingingar. Hevði tú blakað alt frá tær og rýmt? Bara nøkur fá komu so langt, fyrr enn tað var ov seint.

Jarðfrøðingar kunnu ofta boða rættiliga nágreiniliga frá, hvar ein jarðskjálvti er væntandi. Men teir fáa sjáldan sagt, akkurát nær tað verður. Í 1999 kostaðu jarðskjálvtar næstan 20.000 fólkum lívið. Nógv av teimum høvdu ongantíð hugsað sær, at slíkt skuldi henda teimum.

Hvat gert tú, tá ein ávaring kemur frá Gudi sjálvum?

Bíblian hevur langt síðani givið eina klára mynd av teimum hendingunum, sum skulu eyðkenna síðstu dagarnar. Í tí sambandi biður hon okkum minnast til ’Nóa dagar’. „Á døgunum fyri flóðina“ vóru fólk ógvuliga upptikin av vanligum gerandismálum, sjálvt um tey ivaleyst bóru ótta fyri øllum harðskapinum. Gud ávaraði tey við tænara sínum Nóa, men kortini ’vitstu tey av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll’. (Matteus 24:37-39) Hevði tú lurtað eftir ávaringini? Gert tú tað nú?

Ella hvat um tú hevði búð í Sodoma nær Deyðahavið um somu tíð sum Lot, bróðursonur Ábraham? Landsluturin var sum eitt paradís. Býurin var væl fyri. Fólkini tóku sær av løttum — „tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu“. Samstundis var alt samfelagið ógvuliga siðleyst. Hevði tú tikið ávaringina í álvara, tá Lot tók til orðanna ímóti teirra óndu gerðum? Hevði tú lurtað eftir, tá hann fortaldi, at Gud hevði tikið avgerð um at leggja býin í oyði? Ella hevði tú hildið tað vera fjas, soleiðis sum komandi dótturmenn Lots? Hevði tú kanska rýmt út um býin, men so vent aftur, soleiðis sum kona Lot gjørdi? Hóast onnur ikki lótu ávaringarnar við seg koma, fór Lot úr Sodoma, og sama dag „regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum“. — Lukas 17:28, 29.

Meirilutin nú á døgum gevur ikki gætur. Men hesar frásøgurnar eru goymdar í Guds orði sum ávarandi fyridømi, ið skulu fáa okkum at VAKJA!

[Ramma/mynd á síðu 22]

Hevur ein vatnflóð veruliga fjalt alla jørðina?

Nógvir atfinnarar siga nei. Men Bíblian sigur ja.

Jesus Kristus nevndi vatnflóðina. Hann var til, tá hon kom, og kundi eygleiða hana úr himli.

[Ramma/mynd á síðu 23]

Vórðu Sodoma og Gomorra veruliga lagdir í oyði?

Fornfrøðin ber vitni um hendingina.

Verðsliga søgan nevnir hana.

Jesus Kristus staðfesti hendingina, og tað, sum fór fram, verður umrøtt í 14 bókum í Bíbliuni.