Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 10

Variera røddina

Variera røddina

Matteus 20:31

Í STUTTUM: Fá meiningina fram, og vek kenslur við at variera styrkina, tónaleguna og ferðina, tá ið tú tosar.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Variera styrkina. Tosa harðari, tá ið tú vilt leggja dent á týðandi tankar og eggja teimum, sum lurta, til at gera nakað. Ger tað sama, tá ið tú skalt lesa ein dómsboðskap upp úr Bíbliuni. Ger røddina veikari, tá ið tú vilt skapa forvitni ella lýsa ótta ella stúran.

  • Variera tónaleguna. Tá ið tú vilt vísa eldhuga ella siga frá stødd ella frástøðu, kanst tú fara upp í tónalegu. Og tá ið tú vilt vísa sorg ella stúran, kanst tú fara niður í tónalegu.

  • Variera ferðina. Tosa skjótari fyri at skapa spenning. Tosa seinni fyri at leggja dent á týðandi tankar.