Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 12

Ver inniligur og vís samkenslu

Ver inniligur og vís samkenslu

1. Tessalonikabræv 2:7, 8

Í STUTTUM: Lat tað hoyrast á tær, at tú veruliga leggur í tey, sum lurta.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hugsa um tey, sum lurta. Tað er lættari at vísa samkenslu, um tú frammanundan minnir teg á, hvørjar trupulleikar fólk hava at stríðast við. Royn at ímynda tær, hvussu tey hava tað.

  • Vel røttu orðini. Royn at lívga, ugga og styrkja tey, sum lurta. Ansa eftir, at tú ikki brúkar orðingar, sum kunnu gera tey firtin. Sig einki negativt um fólk, sum ikki eru Jehova vitni, og heldur ikki um teirra trúgv.

  • Vís, at tú hevur áhuga. Við blíðum tónalagi og hóskandi handakeipum kanst tú vísa teimum, sum lurta, at tú hevur áhuga fyri teimum. Lat tað síggjast á andlitsbránum, og smíl ofta.