Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 16

Ver uppbyggjandi og positivur

Ver uppbyggjandi og positivur

Efesusbrævið 4:29

Í STUTTUM: Legg dent á loysnir, ikki trupulleikar. Royn at styrkja tey, sum lurta.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hav eina positiva áskoðan á tey, sum lurta. Lít á, at tínir trúarfelagar gjarna vilja gleða Jehova. Er tað neyðugt at vegleiða, mást tú fyrst rósa, um tað ber til.

  • Legg ikki ov stóran dent á tað negativa. Vís bara á nakað negativt í sambandi við eitt evni, um tað tænir einum endamáli. Sum heild skal tað, sum tú sigur, hava positivan dám.

  • Styrk onnur við Bíbliuni. Vís á, hvat Jehova longu hevur gjørt, ger beint nú og fer at gera fyri mannaættina. Royn at uppbyggja og styrkja tey, sum lurta.