Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 20

Enda væl

Enda væl

Prædikarin 12:13, 14

Í STUTTUM: Enda við at eggja teimum, sum lurta, til at taka tað, sum tey hava hoyrt, til sín og fylgja tí.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Lat tað síðsta, tú sigur, hava samband við høvuðsevnið. Nevn høvuðspunktini og heitið aftur.

  • Gev teimum, sum lurta, hug at gera nakað. Hjálp teimum at skilja, hvat tey skulu gera, og gev teimum góðar grundir til at gera tað. Lat tað hoyrast, at tú veruliga trýrt tí, sum tú sigur, og at tað hevur týdning.

  • Ger tað stutt og greitt. Legg ikki nýggj høvuðspunkt fram. Enda við nøkrum fáum tilstuðlandi orðum.