Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 4

Legg upp til bíbliuørindi

Legg upp til bíbliuørindi

Matteus 22:41-45

Í STUTTUM: Vek áhuga fyri einum bíbliuørindi, áðrenn tú lesur tað.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hav í huga, hví tú lesur bíbliuørindið. Legg upp til hvørt ørindi, so tað er lætt at síggja tankan, tú vilt hava fram.

  • Brúka altíð Bíbliuna í undirvísingini. Tá ið tú tosar við fólk, sum trúgva á Gud, er tað gott at vísa til Bíbliuna sum Guds orð. Soleiðis vísir tú, at tað, sum tú lærir tey, kemur frá Gudi.

  • Vek áhuga fyri bíbliuørindinum. Set ein spurning, sum bíbliuørindið svarar, nevn ein trupulleika, sum tað kann hjálpa við at loysa, ella nevn eina meginreglu, sum ein bíbilsk frásøga kann hjálpa teimum at skilja.