Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VENJING 7

Neyvar og sannførandi upplýsingar

Neyvar og sannførandi upplýsingar

Lukas 1:3

Í STUTTUM: Brúka álítandi upplýsingar, tá ið tú skalt hjálpa teimum, sum lurta, at koma til røttu niðurstøðuna.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Brúka álítandi keldur. Lat tað, sum tú sigur, vera grundað á Bíbliuna. Les beinleiðis úr henni, tá ið tað ber til. Ætlar tú tær at vísa til vísindaligar upplýsingar, eina tíðindafrásøgn, eina uppliving ella okkurt annað, mást tú fyrst tryggja tær, at keldan er álítandi og dagførd.

  • Brúka keldur rætt. Greið frá bíbliuørindum í samsvari við samanhangið, boðskapin í Bíbliuni sum heild og lesnaðin, sum „hin trúgvi og skilagóði tænarin“ hevur givið út. (Matteus 24:45) Vísir tú til verðsligar keldur, mást tú ikki broyta nakað í tekstinum ella brongla tað, sum var ætlanin hjá høvundinum.

  • Hjálp teimum, sum lurta, at skilja upplýsingarnar. Tá ið tú hevur lisið eitt bíbliuørindi ella víst til nakrar upplýsingar, kanst tú hjálpa teimum, sum lurta, at gera sína egnu niðurstøðu við at seta teimum nakrar spurningar ella forklára tað, sum tú vilt hava fram.