Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI

Varð Jesus føddur í desember?

Varð Jesus føddur í desember?

BÍBLIAN sigur ikki, nær Jesus varð føddur. Men hon gevur okkum góða grund at siga, at tað ikki var í desember.

Hvussu var veðurlagið ta tíðina av árinum í Betlehem, har Jesus varð føddur? Jødiski mánaðurin kislev (svarandi til november/desember), var ein mánaður við køldum og vátum veðri. Mánaðurin eftir henda var tebet (desember/januar), sum var kaldasti mánaðurin í árinum, stundum við kava í hálendinum. Latið okkum vita, hvat Bíblian sigur okkum um veðurlagið har í økinum.

Bíbliuhøvundurin Ezra vísir, at kislev var kendur sum ein mánaður við vátum og køldum veðri. Eftir at hava nevnt, at ein skari var komin saman í Jerusalem „tann tjúgunda í níggjunda mánaði [kislev]“, sigur Ezra, at ’ælini gjørdu, at fólk skulvu’. Um veðurlagið ta tíðina av árinum segði fólkið: „Nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi úti her.“ (Ezra 10:9, 13; Jeremias 36:22) Tað er ikki løgið, at hirðarnir har um leiðir syrgdu fyri ikki at vera uttandura við fylgjum sínum um næturnar í desember.

Men Bíblian sigur, at hirðarnir vóru úti á markini og ansaðu fylgjum sínum ta náttina, Jesus varð føddur. Ja, satt at siga greiðir Lukas bíbliuhøvundur frá, at hirðarnir ta tíðina av árinum „lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum“ tætt við Betlehem. (Lukas 2:8-12) Legg til merkis, at hirðarnir lógu úti, teir vóru ikki bara úti um dagin. Teir hildu náttarvakt yvir fylgi sínum úti á markini. Hóskar henda lýsingin av uttanduralívi hirðanna til tað kalda og váta veðurlagið í Betlehem í desember? Nei. Umstøðurnar í sambandi við føðing Jesusar vísa altso, at hann ikki varð føddur í desember. *

Guds orð sigur okkum nágreiniliga, nær Jesus doyði, men hevur bert nakrar fáar ábendingar um, nær hann varð føddur. Hetta minnir okkum á orðini hjá Sálomo kongi: „Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.“ (Prædikarin 7:1) Tí kemur tað ikki óvart á okkum, at Bíblian gevur nógvar neyvar upplýsingar um tænastu og deyða Jesusar, men bara fáar um tíðina, tá hann varð føddur.

Tá Jesus varð føddur, lógu hirðarnir úti á markini við fylgjum sínum um næturnar

^ par. 1 Fleiri upplýsingar eru at finna á síðu 149-153 í bókini Lad os ræsonnere ud fra Skrifterne, sum Jehova Vitni hava givið út.