Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 14

Eitt trygt og gott familjulív

Eitt trygt og gott familjulív

1, 2. Hvussu vil Jehova, at familjur skulu hava tað?

JEHOVA GUD vígdi tey fyrstu hjúnini. Bíblian sigur okkum, at hann skapti fyrstu kvinnuna og „leiddi hana til Ádam“. Ádam bleiv so glaður og segði: „Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi!“ (1. Mósebók 2:22, 23) Jehova vil, at tey, sum eru gift, skulu hava tað gott.

2 Nógv menniskju hava tíverri ongantíð upplivað eitt trygt og gott familjulív. Men í Bíbliuni eru nógv góð ráð, sum kunnu hjálpa øllum í familjuni at gera sítt til, at tey kunnu hava tað gott saman. (Lukas 11:28) Bíblian hjálpir okkum eisini at læra Jehova og Jesus at kenna, og um øll í familjuni royna at taka eftir teimum, fáa tey eitt gott familjulív. – Efesusbrævið 5:1, 2.

GIFTIR MENN

3, 4. (a) Hvussu skal ein maður fara við konu síni? (b) Hví er tað umráðandi at duga at fyrigeva?

3 Bíblian sigur, at ein maður skal elska konu sína og vísa henni virðing. (Les Efesusbrævið 5:25-29.) Ein maður skal altíð fara væl við konu síni. Hann tekur sær av henni, verjir hana og kundi ongantíð funnið upp á at gjørt nakað fyri at særa ella skaða hana.

4 Hvat skal ein maður gera, tá ið kona hansara ger okkurt galið? Giftir menn fáa at vita: „Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!“ (Kolossebrævið 3:19) Gloym ikki, at tú eisini sjálvur gert okkurt galið av og á. Og um tú vilt, at Jehova skal fyrigeva tær, mást tú eisini fyrigeva konu tíni. (Matteus 6:12, 14, 15) Tá ið bæði tú og konan duga væl at fyrigeva, hjálpir tað tykkum at hava tað gott saman.

5. Hví skal ein maður vísa, at hann er góður við konu sína?

5 Jehova væntar, at ein maður vísir, at hann er góður við konu sína. Hann eigur at hugsa um hennara kenslur og tað, sum hon hevur brúk fyri. Hetta er nakað, hann má taka í álvara, tí um ein maður ikki fer væl við konu síni, kann tað føra til, at Jehova ikki vil lurta eftir hansara bønum. (1. Pætursbræv 3:7) Jehova heldur ikki, at ein maður er meira verdur enn ein kona. Tað, sum ger menniskju dýrabar í hansara eygum, er, at tey elska hann.

6. Hvat vil tað siga, at maður og kona eru eitt?

6 Jesus segði, at tá ið ein maður og ein kona verða gift, eru tey „ikki longur tvey, men eitt“. (Matteus 19:6) Tey skulu vera trúføst móti hvørjum øðrum og ongantíð vera ótrúgv. (Orðtøkini 5:15-21; Hebrearabrævið 13:4) Tá ið talan er um tað seksuella, eiga bæði at hugsa um, hvat er best fyri hin. (1. Korintbræv 7:3-5) Bíblian sigur, at menn skulu „elska konur sínar sum síni egnu likam“. Hon sigur eisini: „Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold [ella kropp]; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí.“ (Efesusbrævið 5:28, 29) Ein maður skal altso elska konu sína og fara væl við henni. Tað, sum ein kona hevur mest brúk fyri, er, at maðurin vísir henni kærleika.

GIFTAR KONUR

7. Hví er tað umráðandi, at onkur hevur høvuðsábyrgdina í familjuni?

7 Skulu øll í einari familju hava tað gott, má onkur vera, sum hevur høvuðsábyrgdina og leiðir familjuna. Bíblian sigur: „Kristus er høvur mansins, og maðurin er høvur konunnar, og Gud er høvur Krists.“ – 1. Korintbræv 11:3, NS.

8. Hvussu kann ein kona vísa manninum virðing?

8 Allir menn gera okkurt galið av og á. Men tá ið konan stuðlar avgerðunum hjá manninum og samstarvar við hann, gagnar tað allari familjuni. (1. Pætursbræv 3:1-6) Bíblian sigur: „Konan skal vísa manninum virðing.“ (Efesusbrævið 5:33) Er tað eisini galdandi, um tey ikki hava somu trúgv? Ja, tí Bíblian sigur: „Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína – táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!“ (1. Pætursbræv 3:1, 2) Ein kona kann við sínum verumáta hjálpa manninum at fáa virðing fyri hennara trúgv.

9. (a) Hvat eigur ein kona at gera, um hon ikki hevur somu meining sum maðurin? (b) Hvørji ráð fáa konur í Titusarbrævinum 2:4, 5?

9 Hvat um ein kona ikki hevur somu meining sum maðurin? So kann hon siga tað við hann upp á ein penan máta. Tað gjørdi Sára, einaferð hon hevði eina aðra meining enn Ábraham. Ábrahami dámdi ikki at hoyra tað, sum Sára segði, men Jehova segði við hann: „Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg!“ (1. Mósebók 21:9-12) Tá ið ein maður tekur eina avgerð, sum ikki er í stríð við Bíbliuna, skal konan stuðla honum. (Ápostlasøgan 5:29; Efesusbrævið 5:24) Ein góð kona tekur sær av manninum og børnunum. (Les Titusarbrævið 2:4, 5.) Tá ið tey síggja, hvussu nógv hon ger fyri tey, fara tey at elska og virða hana enn meira. – Orðtøkini 31:10, 28.

Hvussu er Sára ein góð fyrimynd hjá giftum konum?

10. Hvat sigur Bíblian um tað at fara frá hvørjum øðrum og um hjúnaskilnað?

10 Hjá nøkrum skal ikki so nógv til, fyrr enn tey velja at fara frá hvørjum øðrum ella at lata seg skilja. Men Bíblian sigur, at ’ein kona ikki má fara frá manni sínum’, og at ’ein maður ikki má fara frá konu síni’. (1. Korintbræv 7:10, 11, NW) Har eru tó nøkur sera álvarslig viðurskifti, sum kunnu gera, at hjún velja at fara frá hvørjum øðrum. Men tað er ein stór avgerð at taka, og tí mugu tey hugsa seg væl um. * Hvussu við hjúnaskilnaði? Bíblian vísir, at einasta góðkenda orsøkin til hjúnaskilnað er, at annar hjúnafelagin hevur verið ótrúgvur. – Matteus 19:9.

FORELDUR

Jesus er ein góð fyrimynd hjá øllum í familjuni

11. Hvørjum hava børn mest brúk fyri?

11 Tit, sum eru foreldur, mugu brúka so nógva tíð sum gjørligt saman við børnunum. Tey hava brúk fyri tykkum, og fremst av øllum hava tey brúk fyri, at tit læra tey um Jehova. – 5. Mósebók 6:4-9.

12. Hvat mugu foreldur gera fyri at verja síni børn?

12 Heimurin verður bara verri og verri. Nøkur menniskju eru so ónd, at tey kunnu finna upp á at skaða børn, ja, enntá misnýta tey kynsliga. Summi foreldur halda tað vera ringt at tosa við børnini um sovorðið. Men tað er alneyðugt! Foreldur mugu ávara síni børn og læra tey, hvussu tey kunnu halda seg frá slíkum persónum. Gerið alt, tit kunnu, fyri at verja tykkara børn! * – 1. Pætursbræv 5:8.

13. Hvussu skulu foreldur uppala síni børn?

13 Tað er ábyrgdin hjá foreldrunum at uppala børnini. Hvussu kunnu tit gera tað? Børn hava brúk fyri at blíva rættleidd, men tað má ongantíð gerast upp á ein harðan ella ógvisligan máta. (Jeremias 30:11) Tí mugu tit ikki rættleiða børnini, tá ið tit eru ill. Tit vilja sjálvsagt ikki, at tykkara orð skulu „stinga sum svørð“ og særa tey. (Orðtøkini 12:18) Lærið børnini at skilja, hví tað er umráðandi at akta. – Efesusbrævið 6:4; Hebrearabrævið 12:9-11; les endagrein 30.

BØRN

14, 15. Hví skulu børn akta síni foreldur?

14 Jesus aktaði altíð faðir sín, sjálvt tá ið tað ikki var lætt. (Lukas 22:42; Jóhannes 8:28, 29) Jehova væntar eisini, at børn akta síni foreldur. – Efesusbrævið 6:1-3.

15 Heldur tú, at tað av og á er ringt at akta tíni foreldur? So kanst tú hugsa um, at bæði Jehova og foreldrini hjá tær verða glað, tá ið tú gert tað. * – Orðtøkini 1:8; 6:20; 23:22-25.

Hvat kann hjálpa børnum og ungum at vera trúføst móti Gudi, tá ið tey verða freistað at gera nakað skeivt?

16. (a) Hvussu roynir Satan at fáa børn og ung at gera nakað skeivt? (b) Hví er tað umráðandi at fáa sær vinir, sum elska Jehova?

16 Tínir vinir og onnur á tínum aldri royna kanska at fáa teg at gera nakað, sum er skeivt. Og tað er nakað, sum Satan útnyttar, tí hann veit, at tað kann vera øgiliga ringt at standa ímóti bólkatrýsti. Bíblian fortelur til dømis, at dóttir Jákup, Dina, hevði vinir, sum ikki elskaðu Jehova. Tað hevði nógvar trupulleikar við sær, bæði fyri hana og familjuna. (1. Mósebók 34:1, 2) Um tú hevur vinir, sum ikki elska Jehova, kunnu teir kanska fáa teg at gera nakað, sum Jehova hatar. Og tað kundi oyðilagt nógv fyri teg, tína familju og títt samband við Jehova. (Orðtøkini 17:21, 25) Tí er tað sera umráðandi, at tú fært tær vinir, sum elska Jehova. – 1. Korintbræv 15:33.

EITT TRYGT OG GOTT FAMILJULÍV

17. Hvørja ábyrgd hevur hvør einstakur í familjuni?

17 Tá ið øll í einari familju fylgja vegleiðingini frá Gudi, sleppa tey undan nógvum trupulleikum. Um tú ert ein giftur maður, mást tú elska konu tína og fara væl við henni. Um tú ert ein gift kona, mást tú vísa manni tínum virðing, samstarva við hann og royna at líkjast konuni, sum verður lýst í Orðtøkunum 31:10-31. Um tú eigur børn, mást tú læra tey at elska Jehova. (Orðtøkini 22:6) Ein pápi má leiða sína familju upp á ein góðan máta. (1. Timoteusarbræv 3:4, 5; 5:8) Og børn mugu akta síni foreldur. (Kolossebrævið 3:20) Minst til, at øll í familjuni gera okkurt galið av og á, so tí er tað umráðandi, at øll eru eyðmjúk og duga at biðja um fyrigeving. Ja, í Bíbliuni eru góð ráð frá Jehova til hvønn einstakan í familjuni.

^ par. 10 Fleiri upplýsingar eru at finna á síðunum 219-221 í bókini ’Haldið tykkum í kærleika Guds’, sum Jehova vitni hava givið út.

^ par. 12 Fleiri upplýsingar um, hvussu tit kunnu verja tykkara børn, eru at finna í 32. kapitli í bókini Lurtið eftir stóra Læraranum, sum Jehova vitni hava givið út.

^ par. 15 Eitt barn skal ikki akta síni foreldur, um tey vilja hava tað at gera nakað, sum er skeivt sambært Bíbliuni. – Ápostlasøgan 5:29.