Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 4

Hvør er Jesus Kristus?

Hvør er Jesus Kristus?

1, 2. (a) Kenna vit ein persón, bara tí vit vita, hvussu hann eitur? Greið frá. (b) Hvat halda fólk um Jesus?

NÓGV fólk í heiminum eru kend, og vit vita kanska, hvussu nøkur av teimum eita. Men bara tí vit vita, hvussu tey eita, merkir tað ikki, at vit kenna tey væl og vita, hvussu tey eru sum persónar.

2 Sjálvt um tað eru umleið 2.000 ár síðani, at Jesus livdi her á jørðini, hevur tú helst hoyrt um hann. Men nógv vita ikki, hvussu Jesus var sum persónur. Nøkur siga, at hann bara var eitt gott menniskja, summi siga, at hann var profetur og onnur halda, at hann er Gud. Hvat heldur tú? – Les endagrein 12.

3. Hví er tað umráðandi at læra Jehova og Jesus at kenna?

3 Tað er umráðandi at vita, hvør Jesus er. Hví? Bíblian sigur: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Læra vit Jehova og Jesus at kenna, kunnu vit altso fáa ævigt lív. (Jóhannes 14:6) Men longu nú kann tað gagna okkum at læra meira um Jesus, tí hann vísti okkum, hvussu vit kunnu fáa eitt gott lív og hava tað gott saman við øðrum. (Jóhannes 13:34, 35) Í 1. kapitli fingu vit at vita, hvør Gud er, og í hesum kapitlinum fáa vit at vita, hvat Bíblian lærir um Jesus.

„VIT HAVA FUNNIÐ MESSIAS“

4. Hvat vísa heitini „Messias“ og „Kristus“ til?

4 Jehova lovaði, at Messias, ella Kristus, skuldi koma, og tað stóð í Bíbliuni, langt áðrenn Jesus bleiv føddur. Heitið „Messias“ kemur úr hebraiskum, og heitið „Kristus“ kemur úr grikskum. Bæði heitini vísa til tann persónin, sum Gud fór at velja til eina heilt serliga uppgávu. Tað vísti seg at vera Jesus. Í framtíðini fer hann at syrgja fyri, at øll lyftini frá Jehova verða uppfylt.

5. Hvat vóru lærisveinarnir hjá Jesusi sannførdir um?

5 Lærisveinarnir hjá Jesusi ivaðust ikki í, at hann var tann lovaði Messias. (Jóhannes 1:42) Til dømis segði Símun Pætur við Jesus: „Tú ert Kristus.“ (Matteus 16:16) Hvussu kunnu vit, eins og lærisveinarnir, vera vís í, at Jesus er Messias?

6. Hvussu hevur Jehova hjálpt menniskjum at finna út av, hvør tað er, sum er Messias?

6 Langt áðrenn Jesus bleiv føddur, skrivaðu Guds profetar nógvar smálutir niður um Messias. Hesar upplýsingarnar skuldu hjálpa menniskjum at finna út av, hvør tað var, sum var Messias. Ímynda tær, at tú skalt á flogvøllin eftir einum persóni, sum tú ongantíð hevur møtt. Um tú fært nakað at vita um hann, verður tað lættari hjá tær at finna hann. Á líknandi hátt hevur Jehova givið okkum eina greiða mynd av, hvat Messias skuldi gera, og hvat fór at henda við honum. Allar hesar profetiirnar gingu út, og tí skilja vit, at Jesus veruliga er Messias.

7. Nevn tvær profetiir, sum vísa, at Jesus er Messias.

7 Her eru tvær av profetiunum: Umleið 700 ár áðrenn Jesus bleiv føddur, segði Mika profetur, at Messias skuldi føðast í einum lítlum býi, sum æt Betlehem. (Mika 5:1) Og tað var júst har, Jesus bleiv føddur. (Matteus 2:1, 3-9) Dániel profetur segði, at Messias skuldi stíga fram í ár 29 e.o.t. (Dániel 9:25) Og tað gekk eisini út. (Les endagrein 13.) Hetta eru bara tvær av mongum profetium, sum vísa, at Jesus er Messias.

Jesus bleiv Messias, ella Kristus, tá ið hann bleiv doyptur

8, 9. Hvat hendi, tá ið Jesus bleiv doyptur, sum vísir, at hann er Messias?

8 Jehova hevur gjørt tað greitt, at Jesus er Messias. Hann lovaði at geva Jóhannesi doypara eitt tekn um, hvør ið var Messias. Hetta teknið sá Jóhannes í ár 29 e.o.t., tá ið Jesus kom til hansara fyri at verða doyptur í Jordanánni. Bíblian sigur okkum, hvat hendi: „Táið nú Jesus var doyptur, kom Hann við tað sama upp úr vatninum, og Himmalin opnaðist fyri Honum, og hann sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann. Og rødd kom av Himli, sum segði: ’Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.’“ (Matteus 3:16, 17) Tá ið Jóhannes sá og hoyrdi hetta, visti hann, at tað var Jesus, sum var Messias. (Jóhannes 1:32-34) Tað var henda dagin, tá ið Jesus fekk heilagan anda frá Jehova, at hann bleiv Messias. Hann var tann, sum Gud hevði valt til høvdinga og kong. – Esaias 55:4.

9 Profetiirnar í Bíbliuni, orðini frá Jehova sjálvum og teknið, hann gav, tá ið Jesus bleiv doyptur, vísa, at Jesus er Messias. Men hvar kom Jesus frá, og hvussu var hann? Vit kunnu vita, hvat Bíblian sigur.

HVAR KOM JESUS FRÁ?

10. Hvat lærir Bíblian um lívið hjá Jesusi, áðrenn hann kom niður á jørðina?

10 Bíblian lærir, at Jesus var í himli í langa tíð, áðrenn hann kom niður á jørðina. Mika segði, at Messias var „frá fortíðardøgum“. (Mika 5:1) Jesus segði sjálvur fleiri ferðir, at hann var í himli, áðrenn hann bleiv føddur sum menniskja. (Les Jóhannes 3:13; 6:38, 62; 17:4, 5.) So Jesus má longu hava havt eitt heilt serligt samband við Jehova, áðrenn hann kom niður á jørðina.

11. Hví er Jehova so góður við Jesus?

11 Jehova er sera góður við Jesus. Hví? Gud skapti hann, áðrenn hann skapti nakað annað. Tí verður Jesus róptur „hin frumborni als skapnings“. * (Kolossebrævið 1:15) Jesus er eisini tann einasti, sum Jehova hevur skapt einsamallur, og tí verður hann róptur ’hin einborni sonurin’. (Jóhannes 3:16) Tað var eisini bara Jesus, sum slapp at vera við til at skapa alt annað. (Kolossebrævið 1:16, NW) Og Jesus er tann einasti, sum verður róptur „orðið“, tí Jehova læt hann bera einglum og menniskjum boðskapir. – Jóhannes 1:14.

12. Hvussu vita vit, at Jesus ikki er Gud?

12 Nøkur halda, at Jesus er Gud. Men tað er ikki tað, Bíblian lærir. Bíblian sigur, at Jesus bleiv skaptur, og tí hevur hann havt eina byrjan. Men Jehova, sum hevur skapt alt, hevur onga byrjan. (Sálmur 90:2) Jesus, sonur Guds, hevur ongantíð viljað verið Gud. Tað hevur ikki verið í hansara tonkum! Bíblian vísir týðiliga, at faðirin er størri enn sonurin. (Les Jóhannes 14:28; 1. Korintbræv 11:3.) Tað er bara Jehova, sum er „Gud hin Alvaldi“. (1. Mósebók 17:1) Hann er tann størsti og mektigasti persónurin í alheiminum. – Les endagrein 14.

13. Hví sigur Bíblian, at Jesus er ’mynd hins ósjónliga Guds’?

13 Jehova og Jesus arbeiddu saman í milliardir av árum, áðrenn himmalin og jørðin vórðu skapt. Teir hava uttan iva verið sera tætt knýttir. (Jóhannes 3:35; 14:31) Jesus líktist faðir sínum so nógv í verumáta, at Bíblian kallar hann ’mynd hins ósjónliga Guds’. – Kolossebrævið 1:15.

14. Hvussu kundi sonur Guds blíva føddur sum menniskja?

14 Jesus var villigur at fara úr himli og blíva føddur sum eitt menniskja á jørðini. Men hvussu var tað møguligt? Við einum undri flutti Jehova lívið hjá soni sínum úr himli til lívmóðurina hjá eini jomfrú, sum æt Maria. So tað var ikki eitt menniskja, sum var pápi Jesusar. Maria átti síðani eitt fullkomið dreingjabarn, og hon rópti hann Jesus. – Lukas 1:30-35.

HVUSSU VAR JESUS?

15. Hvussu kanst tú læra meira um Jehova?

15 Evangeliini í Bíbliuni, Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes, læra okkum eina rúgvu um lívið hjá Jesusi, og hvussu hann var sum menniskja. Tað, sum tú lesur um Jesus, hjálpir tær eisini at læra meira um Jehova, tí Jesus er akkurát sum faðir sín. Og tí kundi Jesus siga: „Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin.“ – Jóhannes 14:9.

16. Hvat lærdi Jesus onnur? Hvar kom læran hjá Jesusi frá?

16 Nógv róptu Jesus fyri ’meistara’, ella lærara. (Jóhannes 1:39; 13:13) Eitt tað mest týðandi, sum Jesus lærdi onnur, var gleðiboðskapurin um Guds ríki. Hvat er tað fyri eitt ríki? Tað er ein ríkisstjórn, sum Gud hevur stovnað, og sum skal ráða úr himli. Hetta ríkið fer at syrgja fyri, at øll, sum hava valt at tæna Gudi, fáa eitt sera gott lív her á jørðini. (Matteus 4:23) Alt tað, sum Jesus lærdi onnur, var nakað, sum Jehova hevði lært hann. Jesus segði: „Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.“ (Jóhannes 7:16) Jesus visti, at Jehova vil, at fólk skulu hoyra tey góðu tíðindini um, at Guds ríki skal ráða yvir jørðini.

17. Hvar undirvísti Jesus? Hví legði hann so nógva tíð og orku í at undirvísa øðrum?

17 Hvar undirvísti Jesus? Allastaðni har fólk vóru at hitta. Hann undirvísti í býum, í bygdum, millum bygdir, á torgum, í templinum og inni hjá fólki. Hann sat ikki og bíðaði eftir, at fólk skuldu koma til hansara, men fór sjálvur til teirra. (Markus 6:56; Lukas 19:5, 6) Jesus legði nógva tíð og orku í at undirvísa øðrum. Hví? Tí tað var Gud, sum vildi hava hann at gera tað, og hann aktaði altíð faðir sín. (Jóhannes 8:28, 29) Eitt annað, sum fekk Jesus at boða, var, at hann legði merki til, hvussu onnur høvdu tað, og føldi við teimum. (Les Matteus 9:35, 36.) Hann sá týðiliga, at trúarleiðararnir ikki lærdu fólk sannleikan um Gud og hansara ríki. So tí royndi hann at fortelja so nógvum sum gjørligt um tey góðu tíðindini.

18. Hvat dámar tær best við Jesusi?

18 Jesus var sera góður við menniskju og gjørdi nógv fyri at hjálpa teimum. Hann var blíður og lættur at tosa við. Børn høvdu eisini hug at vera saman við honum. (Markus 10:13-16) Jesus var altíð rættvísur. Hann hataði at síggja menniskju blíva kúgað og órættvíst viðfarin. (Matteus 21:12, 13) Hóast hann livdi í eini tíð, tá ið kvinnur bara høvdu fá rættindi, fór hann altíð væl við kvinnum og vísti teimum virðing. (Jóhannes 4:9, 27) Jesus var eisini sera eyðmjúkur. Eitt kvøldið vaskaði hann til dømis ápostlunum um føturnar, og tað var nakað, sum ein tænari vanliga gjørdi. – Jóhannes 13:2-5, 12-17.

Jesus boðaði allastaðni

19. Hvat dømi vísir, at Jesus visti, hvat fólk høvdu brúk fyri, og at hann gjarna vildi hjálpa teimum?

19 Jesus visti, hvat fólk høvdu brúk fyri, og hann vildi gjarna hjálpa teimum. Tað kom týðiliga til sjóndar, tá ið hann við Guds kraft grøddi fólk. (Matteus 14:14) Til dømis kom ein spitalskur maður til Jesus og segði: „Um tú vilt, kanst tú gera meg frískan.“ Jesus fekk ilt í hjartað av at síggja, hvussu maðurin píndist. Hann tók so synd í honum og vildi gjarna hjálpa honum. Jesus rætti hondina út, nam við mannin og segði: ’Eg vil, ver frískur!’ Og maðurin varð grøddur. (Markus 1:40-42, NS) Dugir tú at ímynda tær, hvussu maðurin hevði tað?

JESUS VAR ALTÍÐ TRÚFASTUR MÓTI FAÐIR SÍNUM

20, 21. Hví kunnu vit siga, at Jesus er besta fyrimyndin í at vera trúfastur móti Gudi?

20 Eingin hevur verið líka trúfastur móti Gudi sum Jesus. Uttan mun til hvat hendi, ella hvat hansara fíggindar gjørdu við hann, var hann altíð trúfastur móti faðir sínum. Til dømis syndaði Jesus ikki, tá ið Satan royndi at freista hann. (Matteus 4:1-11) Nøkur í familjuni hjá Jesusi trúðu ikki upp á, at hann var Messias, og tey søgdu enntá, at hann var óður í høvdinum. Men Jesus helt fram at gera Guds vilja. (Markus 3:21) Hóast fíggindarnir hjá honum vóru óndir við hann, var hann trúfastur móti Gudi og hevndi seg ongantíð. – 1. Pætursbræv 2:21-23.

21 Jesus fekk ein ógvisligan og pínufullan deyða, men eisini tá var hann trúfastur móti Jehova. (Les Hebrearabrævið 2:9.) Hugsa tær alt tað ræðuliga, hann mátti ígjøgnum tann dagin, hann doyði. Hann bleiv handtikin, følsk vitni ákærdu hann fyri gudsspottan, órættvísir dómarar dømdu hann til deyðis, fólk spottaðu hann, hermenn píndu hann og negldu hann á ein steyra. Beint áðrenn hann doyði, rópti hann: „Tað er fullgjørt!“ (Jóhannes 19:30) Tríggjar dagar eftir, at Jesus doyði, reisti Jehova hann upp frá deyðum og gav honum eitt andaligt likam. (1. Pætursbræv 3:18) Nakrar fáar vikur seinni fór Jesus aftur til himmals og setti seg „við høgru hond Guds“. Har bíðaði hann eftir, at Gud skuldi gera hann til kong. – Hebrearabrævið 10:12, 13.

22. Hvat er møguligt hjá okkum, av tí at Jesus var trúfastur móti faðir sínum?

22 Av tí at Jesus var trúfastur móti faðir sínum, hava vit møguleika at liva um ævir í einum paradísi á jørðini, akkurát sum Jehova ætlaði tað. Næsti kapittulin snýr seg um, hvat samband er millum deyða Jesusar og vónina um ævigt lív.

^ par. 11 Jehova verður róptur faðir, tí hann er skaparin. (Esaias 64:7) Jesus verður róptur sonur Guds, tí Jehova skapti hann. Bæði einglarnir og fyrsti maðurin, Ádam, verða eisini nevndir synir Guds. – Job 1:6; Lukas 3:38.