Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 6

Hvat hendir, tá ið vit doyggja?

Hvat hendir, tá ið vit doyggja?

1-3. Hvat hugsa nógv um, tá ið onkur doyr, og hvørjar ymiskar meiningar hava fólk um tað?

„DEYÐIN skal ikki vera longur.“ (Opinberingin 21:4) Hetta er eitt lyfti, sum stendur at lesa í Bíbliuni. Í undanfarna kapitli lærdu vit, at loysigjaldið ger tað møguligt hjá okkum at fáa ævigt lív. Men sum nú er, sleppa vit ikki undan at doyggja. (Prædikarin 9:5) So ein av teimum heilt stóru spurningunum er: Hvat hendir, tá ið vit doyggja?

2 Tað hevur serliga stóran týdning at fáa svar upp á tann spurningin, tá ið vit missa ein kæran. Vit hugsa kanska: ’Hvar er hann nú? Pínist hann? Sær hann, hvat vit gera? Kunnu vit fáa samband við hann? Síggja vit hann nakrantíð aftur?’

3 Tað er ymiskt, hvussu átrúnaðir svara sovorðnum spurningum. Nøkur læra, at góð menniskju fara til himmals, og at ónd menniskju skulu brenna í helviti. Onnur halda, at vit liva víðari og sleppa at vera saman við øðrum í familjuni, sum longu eru deyð. Og uppaftur onnur siga, at vit verða endurfødd, antin sum eitt annað menniskja ella eitt djór, alt eftir hvussu vit hava livað okkara lív.

4. Hvat læra flestu átrúnaðir um deyðan?

4 Tað er altso rættiliga ymiskt, hvat átrúnaðir læra um deyðan. Men næstan allir hava eitt í felag. Teir læra, at menniskju liva víðari eftir deyðan. Men passar tað?

HVAT HENDIR, TÁ IÐ VIT DOYGGJA?

5, 6. Hvat hendir við okkum, tá ið vit doyggja?

5 Jehova veit, hvat hendir við okkum, tá ið vit doyggja, og hann hevur sagt, at tá ið eitt menniskja doyr, heldur tað uppat at vera til. Deyðin er tað øvuta av lívi. Vit liva altso ikki víðari nakra aðrastaðni. * Tey, sum eru deyð, síggja einki, hoyra einki, hugsa einki og føla einki.

6 Bíblian sigur: „Hini deyðu vita einki.“ Tey eru ikki før fyri at elska ella hata, „tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum“. (Les Prædikaran 9:5, 6, 10.) Og Sálmur 146:4 sigur okkum, at tá ið onkur doyr, so „er úti við hugsanum hansara“.

HVAT SEGÐI JESUS UM DEYÐAN?

Jehova skapti menniskjuni, so tey kundu liva um ævir á jørðini

7. Hvat segði Jesus um deyðan?

7 Tá ið ein góður vinur hjá Jesusi, sum æt Lazarus, doyði, segði Jesus við lærisveinarnar: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður.“ Men Jesus tosaði ikki um vanligan svøvn, tí beint aftaná segði hann: „Lazarus er deyður.“ (Jóhannes 11:11-14) Jesus samanbar altso deyðan við svøvn. Hann segði ikki, at Lazarus var í himli ella saman við skyldfólkum, sum vóru deyð. Hann segði heldur ikki, at Lazarus píndist í helviti ella var endurføddur sum eitt annað menniskja ella eitt djór. Nei, tað var sum, at Lazarus lá í fasta svøvni. Aðrastaðni í Bíbliuni verður deyðin eisini samanborin við tað at sova. Hon sigur til dømis, at tá ið Stefanus doyði, „sovnaði hann“. (Ápostlasøgan 7:60) Og Paulus ápostul skrivaði um nakrar trúarfelagar, sum vóru deyðir, at teir vóru „sovnaðir“. – 1. Korintbræv 15:6.

8. Hvussu vita vit, at tað ikki var meiningin, at vit menniskju skuldu doyggja?

8 Tá ið Gud skapti Ádam og Evu, var tað ikki meiningin, at tey nakrantíð skuldu doyggja. Ætlanin var, at tey skuldu liva í allar ævir og hava góða heilsu. Jehova hevur faktiskt skapt okkum soleiðis, at vit hava hug til at liva um ævir. (Prædikarin 3:11) Eingi foreldur vilja síggja børnini hjá sær blíva sjúk og doyggja, og soleiðis hevur Jehova tað eisini við okkum. Men um Gud skapti okkum til at liva ævigt, hví doyggja vit so?

HVÍ DOYGGJA VIT?

9. Hví var tað, sum Jehova kravdi av Ádami og Evu, ikki órímiligt?

9 Í urtagarðinum Eden segði Jehova við Ádam: „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“ (1. Mósebók 2:9, 16, 17) Hetta var lætt at skilja og ikki nakað órímiligt krav. Jehova hevði skapt Ádam og Evu, og tí hevði hann rætt til at gera av, hvat var gott og ónt. Hann visti, hvat var best fyri tey. Um tey høvdu aktað Jehova, so høvdu tey víst, at tey høvdu virðing fyri honum. Og tað hevði eisini verið ein góður máti at vísa takksemi fyri alt tað, sum hann hevði givið teimum.

10, 11. (a) Hvussu fekk Satan Ádam og Evu at ganga ímóti tí, sum Gud hevði sagt? (b) Hví er eingin umbering fyri tað, sum Ádam og Eva gjørdu?

10 Ádam og Eva valdu tíverri ikki at akta Jehova. Satan segði við Evu: „Hevur Gud virkuliga sagt, at tit ikki mugu eta av øllum trøunum í havanum?“ Eva svaraði: „Vit sleppa at eta fruktina av trøunum í havanum, men ikki fruktina av tí trænum, sum stendur mitt í havanum. Tí Gud hevur sagt: ’Tit mugu ikki eta av henni, nei, heldur ikki nema við hana, tí so skulu tit doyggja.’“ – 1. Mósebók 3:1-3, NW.

11 Tá segði Satan: „Tit skulu als ikki doyggja. Tí Gud veit, at tann dagin, tit eta av henni, skulu eygu tykkara verða latin upp, og tit skulu verða sum Gud og vita, hvat er gott og ónt.“ (1. Mósebók 3:4-6, NW) Satan vildi hava Evu at halda, at hon sjálv kundi gera av, hvat var gott, og hvat var ónt. Og hann leyg um, hvat fór at henda, um hon át av fruktini. Satan segði, at Eva ikki skuldi doyggja. So hon át av fruktini og gav eisini Ádami burturav. Ádam og Eva vistu, at Jehova hevði sagt, at tey ikki máttu eta av fruktini. Tá ið tey ótu av henni, valdu tey at ganga beint ímóti tí, sum Gud hevði sagt. Soleiðis vístu tey, at tey ikki høvdu virðing fyri faðir sínum, sum elskaði tey so nógv. Eingin umbering er fyri tað, sum tey gjørdu!

12. Hví er tað so syrgiligt, at Ádam og Eva ikki aktaðu Jehova?

12 Sum tað er syrgiligt, at tey fyrstu menniskjuni høvdu so lítla virðing fyri Jehova, sum hevði skapt tey. Hugsa tær, at tú í nógv ár hevur gjørt alt fyri at uppala tíni børn væl, men so gera tey uppreistur. Tey ganga beint ímóti tínum týðiligu ávaringum og enda við at oyðileggja sítt lív. Hevði tað ikki gjørt teg ótrúliga keddan?

Ádam kom úr moldini, og hann fór aftur í moldina

13. Hvat meinti Jehova, tá ið hann segði: „Mold skalt tú aftur verða“?

13 Tá ið Ádam og Eva valdu ikki at akta Gud, mistu tey møguleikan at liva um ævir. Jehova segði við Ádam: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (Les 1. Mósebók 3:19.) Ádam skuldi altso blíva mold aftur, sum um hann ongantíð var blivin skaptur. (1. Mósebók 2:7) Tá ið Ádam doyði, var hann heilt einfalt ikki til longur.

14. Hví doyggja vit?

14 Um Ádam og Eva høvdu aktað Gud, høvdu tey verið á lívi enn í dag. Men tá ið tey gingu ímóti tí, sum hann hevði sagt, syndaðu tey, og at enda doyðu tey. Syndin er sum ein ræðulig sjúka, vit hava arvað frá teimum fyrstu menniskjunum. Vit eru øll fødd sum syndarar, og tí doyggja vit. (Rómbrævið 5:12) Men tað var ikki tað, Gud ætlaði við menniskjunum. Hann ætlaði ongantíð, at menniskjuni skuldu doyggja, og Bíblian rópar enntá deyðan fyri ein ’fígginda’. – 1. Korintbræv 15:26.

SANNLEIKIN UM DEYÐAN GEVUR OKKUM FRIÐ Í SINNIÐ

15. Hvussu gevur sannleikin um deyðan okkum frið í sinnið?

15 Sannleikin um deyðan fríar okkum undan nógvum skeivum lærum og gevur okkum frið í sinnið. Bíblian lærir, at tey deyðu hvørki pínast ella eru kedd. Vit fáa ikki tosað við tey, og tey fáa ikki tosað við okkum. Vit kunnu ikki hjálpa teimum, og tey kunnu ikki hjálpa okkum. Vit skulu ikki vera bangin fyri teimum deyðu, tí tey fáa ikki gjørt okkum nakað. Men kortini læra nógvir átrúnaðir, at tey deyðu liva víðari, og at mann kann hjálpa teimum, um mann gevur prestum ella øðrum átrúnaðarligum leiðarum pengar. Men vit vita, hvat hendir, tá ið vit doyggja, og lata okkum tí ikki lumpa av sovorðnum lygnum.

16. Hvat læra nógvir átrúnaðir um deyðan?

16 Satan brúkar falskan átrúnað til at fáa okkum at halda, at tey deyðu liva víðari onkra aðrastaðni. Til dømis læra nakrir átrúnaðir, at vit hava eina sál, sum livir víðari, tá ið vit doyggja. Hvat læra tey, har sum tú gongur í kirkju ella á møti? Læra tey tað sama, sum Bíblian lærir? Satan roynir at fáa fólk at trúgva lygnum og soleiðis forða teimum í at læra Jehova at kenna.

17. Hví er helvitislæran ein háðan ímóti Jehova?

17 Nakað av tí, sum nógvir átrúnaðir læra, er beinleiðis skelkandi. Til dømis læra fleiri, at ónd menniskju skulu brenna í helviti um allar ævir. Henda lygnin er ein grov háðan ímóti Jehova. Hann hevði ongantíð loyvt, at menniskju skuldu blíva pínd! (Les 1. Jóhannesarbræv 4:8.) Hvat hevði tú hugsað um ein pápa, sum straffaði sonin við at leggja hondina hjá honum á eina glóðheita kókiplátu? Tú hevði hildið, at hann var ræðuliga óndur. Tú hevði ikki viljað havt nakað við hann at gera. Og tað er akkurát tað, Satan vil hava okkum at hugsa um Jehova!

18. Hví skulu vit ikki vera bangin fyri teimum deyðu?

18 Í nøkrum átrúnaðum siga tey, at menniskju verða andar, tá ið tey doyggja. Tey halda, at tey skulu vísa andunum virðing og enntá vera bangin fyri teimum, tí andarnir antin kunnu blíva teirra vinir ella fíggindar. Nógv trúgva hesi lygnini. Tey ræðast tey deyðu og tilbiðja tey í staðin fyri Jehova. Men minst til, at tey deyðu hvørki føla nakað ella vita nakað, so tað er eingin grund til at vera bangin fyri teimum. Jehova er hin einasti sanni Gud. Hann hevur skapt okkum, og tí eiga vit bara at tilbiðja hann. – Opinberingin 4:11.

19. Hví er tað gott at vita sannleikan um deyðan?

19 Tað er ein lætti at vita sannleikan um deyðan. Og tað hjálpir okkum eisini at skilja tey fantastisku lyftini, sum Jehova hevur givið okkum um framtíðina.

20. Hvat fáa vit at vita í næsta kapitli?

20 Fyri langari tíð síðani spurdi ein tænari hjá Gudi, sum æt Job: „Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur!“ (Job 14:14) Ber tað veruliga til, at ein, sum er deyður, kann fáa lívið aftur? Svarið, Bíblian gevur, er sera uggandi. Næsti kapittulin snýr seg um tað.

^ par. 5 Nøkur halda, at vit hava eina sál, sum livir víðari, tá ið vit doyggja. Les meira í endagreinunum 17 og 18.