Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 2

Ein bók frá Gudi

Ein bók frá Gudi

1, 2. Hví er Bíblian ein heilt serlig gáva?

HVUSSU hevur tú tað, tá ið ein vinur gevur tær eina gávu? Tú takkar sjálvandi fyri gávuna og ert spentur at pakka hana upp. Tú ert uttan iva glaður fyri, at vinurin hjá tær hugsaði um teg.

2 Bíblian er ein gáva, sum Gud hevur givið okkum. Hon gevur okkum eina vitan, sum vit ikki fáa nakra aðrastaðni. Til dømis sigur hon okkum, at Gud skapti himmalin, jørðina og fyrsta mannin og kvinnuna. Hon gevur okkum góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at loysa trupulleikar. Vit fáa eisini at vita, hvussu Gud fer at gera jørðina til eitt betri stað. Bíblian má sigast at vera ein heilt serlig gáva!

3. Hvat fert tú at læra meira um, tá ið tú kannar Bíbliuna?

3 Tá ið tú kannar Bíbliuna, lærir tú meira um Gud og um, hvussu tú kanst blíva hansara vinur. Betur tú lærir hann at kenna, tættari vinalag fært tú við hann.

4. Hvat heldur tú er áhugavert við Bíbliuni?

4 Bíblian er umsett – øll, sum hon er, ella partar av henni – til meira enn 3.200 mál, og hon er prentað í milliardum av eintøkum. Meira enn 90 prosent av øllum menniskjum í heiminum hava møguleika at lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Og hvørja viku keypa ella fáa meira enn ein millión menniskju eina bíbliu. Ja, Bíblian er nakað heilt serligt!

5. Hví kunnu vit siga, at Bíblian kemur frá Gudi?

5 Bíblian er „innblást av Gudi“. (Les 2. Timoteusarbræv 3:16.) Hvat merkir tað? Og hví kunnu vit siga, at Bíblian kemur frá Gudi, hóast tað eru menniskju, sum hava skrivað hana? Bíblian svarar: „Drivnir [ella leiddir] av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.“ (2. Pætursbræv 1:21) Hetta kann samanberast við, tá ið ein stjóri biður skrivaran hjá sær skriva eitt bræv. Tað, sum stendur í brævinum, eru tankar og boð frá stjóranum, ikki frá skrivaranum. Á líknandi hátt brúkti Gud menniskju til at skriva sínar tankar niður. Og tí er Bíblian ’Guds orð’ og ikki menniskjans orð. – 1. Tessalonikabræv 2:13; les endagrein 2.

Jehova vitni hava umsett Bíbliuna til nógv mál

BÍBLIAN ER ÁLÍTANDI

6, 7. Hví kunnu vit siga, at alt í Bíbliuni hongur væl saman?

6 Tað tók meira enn 1.600 ár at skriva Bíbliuna. Teir, sum skrivaðu, høvdu ymiska bakgrund, útbúgving og førleikar. Ein var til dømis lækni, aðrir vóru bøndur, fiskimenn, seyðamenn, profetar, dómarar ella kongar. Men sjálvt um hesir menninir vóru so ymiskir og ikki livdu um somu tíð, hongur alt í Bíbliuni væl saman. Hon mótsigur ongantíð sær sjálvari. *

7 Fyrstu kapitlarnir í Bíbliuni greiða frá, hvussu trupulleikarnir í heiminum byrjaðu, og teir síðstu kapitlarnir siga okkum, hvussu Gud fer at fáa alt í rættlag aftur og gera jørðina til eitt paradís. Bíblian fevnir um túsundtals ár av mannasøguni og vísir, at Gud altíð ger tað, sum hann hevur sett sær fyri.

8. Nevn nøkur dømi um, at Bíblian er vísindaliga røtt.

8 Bíblian er ikki nøkur vísindalig lærubók, men tað, sum hon sigur um vísindalig evni, er altíð rætt. Og tað er ikki so løgið, tí tað er ein bók frá Gudi. Í Triðju Mósebók lesa vit til dømis, at Gud gav ísraelsmonnum leiðbeining um, hvat teir skuldu gera, fyri at sjúkur ikki skuldu spjaða seg. Hetta varð skrivað, langt áðrenn mann visti, at bakteriur og virus kunnu gera fólk sjúk. Bíblian lærir eisini, at jørðin hongur á ongum. (Job 26:7) Og í eini tíð, tá ið tey flestu hildu, at jørðin var fløt, stóð tað longu í Bíbliuni, at hon er rund. – Esaias 40:22, Dahl/Viderø.

9. Hvat lærir tað okkum, at teir, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru so ærligir?

9 Tað, sum Bíblian sigur um søgu, er eisini altíð rætt. Men nógvar søgubøkur eru ikki heilt eftirfarandi, tí rithøvundarnir vóru ikki ærligir. Teir skrivaðu til dømis ikki altíð um tær ferðirnar, tá ið tjóðin hjá teimum tapti í bardaga. Men teir, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru ærligir, eisini tá ið teir skrivaðu um ósigrarnar hjá Ísrael. Teir skrivaðu enntá um síni egnu mistøk. Til dømis viðgongur Dávid kongur púra ærliga í Sálmi 51, at hann hevði gjørt nakað øgiliga skeivt. Tað, at teir, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru so ærligir, vísir, at hon kemur frá Gudi. Og tað merkir, at vit kunnu líta á tað, sum stendur í henni.

EIN BÓK VIÐ GÓÐUM RÁÐUM

10. Hví rigga ráðini í Bíbliuni eisini í dag?

10 Bíblian er „innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing“. (2. Timoteusarbræv 3:16) Ráðini í Bíbliuni rigga eisini í dag. Jehova veit, hvussu vit eru skapt, og tí veit hann eisini, hvussu vit hugsa, og hvat vit føla. Hann kennir okkum betur, enn vit sjálv gera, og hann vil, at vit skulu hava tað gott. Hann veit, hvat er gott fyri okkum, og hvat er ringt fyri okkum.

11, 12. (a) Hvørji góð ráð gav Jesus í Matteus, kapitlunum 5 til 7? (b) Hvat annað lærir Bíblian okkum?

11 Í Matteus, kapitlunum 5 til 7, gevur Jesus okkum sera góð ráð um, hvussu vit kunnu blíva lukkulig, hvussu vit kunnu hava tað gott saman við øðrum, hvussu vit kunnu biðja, og hvussu vit skulu meta pengar. Sjálvt um hann gav hesi ráðini fyri umleið 2.000 árum síðani, eru tey akkurát líka góð í dag.

12 Haraftrat hevur Jehova givið okkum nógvar meginreglur, sum standa í Bíbliuni. Tær kunnu hjálpa okkum at fáa eitt betri familjulív, at hava góðan arbeiðsmoral og at halda frið við onnur. Bíbilskar meginreglur kunnu altíð hjálpa okkum, uttan mun til hvørji vit eru, hvar vit búgva, ella hvørjar trupulleikar vit hava. – Les Esaias 48:17; les endagrein 3.

VIT KUNNU LÍTA Á PROFETIIRNAR Í BÍBLIUNI

Bíbliuskrivarin Esaias segði, at Bábylon skuldi falla

13. Hvat segði Esaias um býin Bábylon?

13 Nógvar profetiir í Bíbliuni eru longu gingnar út. Til dømis segði Esaias profetur, at býurin Bábylon skuldi verða lagdur í oyði. (Esaias 13:19) Hann skrivaði heilt nágreiniliga, hvussu býurin fór at verða hertikin. Høgu múrarnir og áin Eufrat vardu býin. Men Esaias skrivaði, at áin skuldi torna upp og portrini standa opin. Býurin fór altso at verða tikin uttan bardaga. Esaias nevndi enntá, at maðurin, ið skuldi hertaka Bábylon, æt Kýrus. – Les Esaias 44:27 – 45:2; les endagrein 4.

14, 15. Hvussu gekk profetiin hjá Esaiasi út?

14 Umleið 200 ár eftir at profetiin varð skrivað, stóð ein herur til reiðar at hertaka Bábylon. Hvør var herførarin? Tað var Kýrus, kongurin í Persia, akkurát sum Esaias hevði profeterað. Men fór tað at eydnast honum at hertaka býin?

15 Stór veitsla var í Bábylon hetta kvøldið. Fólk kendu seg trygg, tí áin og høgu múrarnir vardu tey. Men uttan fyri býin gróvu Kýrus og hermenninir eina rennu fyri at leiða vatnið burtur úr ánni. Teir leiddu so mikið nógv av vatninum burtur, at teir fingu vassað yvirum. Men hvussu skuldu teir koma inn um múrarnar? Júst sum profetiin segði, stóðu býarportrini opin, so hermenninir kundu taka býin uttan bardaga.

16. (a) Hvat profeteraði Esaias um Bábylon? (b) Hvussu vita vit, at profetiin hjá Esaiasi gekk út?

16 Esaias profeteraði, at sum frá leið, skuldi eingin aftur búgva í Bábylon. Hann skrivaði um Bábylon: „Tað skal aldri í allar ævir reisast aftur, og mann eftir mann skal eingin búgva har.“ (Esaias 13:20) Bleiv tað so? Ja, tí har sum Bábylon lá, umleið 80 kilometrar sunnan fyri Bagdad í Irak, eru bara nakrar leivdir í dag, og eingin býr har. Jehova sópaði Bábylon „burt við oyðingarkusti“. – Esaias 14:22, 23.

Leivdirnar av Bábylon

17. Hví kunnu vit vera vís í, at Gud heldur øll síni lyfti?

17 Av tí at nógvar profetiir í Bíbliuni longu eru gingnar út, kunnu vit líta á, at tað, sum Bíblian sigur um framtíðina, eisini fer at ganga út. Vit kunnu vera vís í, at Jehova heldur sítt lyfti um at gera jørðina til eitt paradís. (Les 4. Mósebók 23:19.) Ja, vit hava „vón um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur, hevur lovað frá ævigum tíðum“. – Titusarbrævið 1:2. *

BÍBLIAN KANN BROYTA TÍTT LÍV

18. Hvat segði Paulus um Bíbliuna?

18 Vit hava lært, at eingin onnur bók er sum Bíblian. Alt í Bíbliuni hongur saman, og tá ið hon vísir á nakað vísindaligt ella søguligt, er tað altíð rætt. Góð ráð eru eisini í henni og nógvar profetiir, sum longu eru gingnar út. Men har er eisini nakað annað, sum ger Bíbliuna til eina heilt serliga bók. Paulus ápostul skrivaði: „Orð Guds er livandi og hevur kraft.“ Hvat vil tað siga? – Les Hebrearabrævið 4:12.

19, 20. (a) Hvussu kann Bíblian hjálpa okkum? (b) Hvussu kanst tú vísa, at tú ert takksamur fyri Bíbliuna?

19 Bíblian kann broyta títt lív. Hon kann hjálpa tær at læra teg sjálvan betur at kenna og hjálpa tær at skilja tínar innastu tankar og kenslur. Til dømis halda vit kanska, at vit elska Gud. Men um vit veruliga elska hann, mugu vit fylgja tí, sum stendur í Bíbliuni.

20 Ja, Bíblian er sanniliga ein heilt serlig gáva frá Gudi. Hann vil, at tú skalt lesa í henni, kanna hana og elska hana. Vís, at tú ert takksamur fyri hesa gávuna, og halt fram at kanna hana. Tá lærir tú meira um Guds ætlan við okkum menniskjum. Og tað er evnið í næsta kapitli.

^ par. 6 Nøkur siga, at Bíblian mótsigur sær sjálvari, men tað passar ikki. Les greinina Mótsigur Bíblian sær sjálvari?

^ par. 17 Oyðingin av Bábylon er bara ein av mongum profetium í Bíbliuni, sum eru gingnar út. Endagrein 5 vísir til nakrar profetiir um Jesus.